týsdagur 31. mars 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
m - Telefon: 11820
Ur Kústan Vang Telefax. 14720
Lýsingar og sela:
Jonhard Hammer
Argja
Blaðfólk:
geg
vegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Emil L. Jacobsen
Sveinur Poulsen
Niclas Johannesen
e-mail:
post &sosialurin.fo
Eitt spennandi val
Oddagrein
EINGIN ivi er um, at hetta valid til
løgtingid verður eitt av teimum mest
spennandi. Við kreppuni og banka-
málinum í kjalarverrinum er greitt,
at nógv stórpolitisk mál fara at verða
fremst á valskránni hjá ollum flokk-
um. Og her er eitt tað størsta fram-
tíðar sambandið millum Feroyar og
Danmark.
EINAFERÐ sá út til, at her fór at verða
ein polarisering millum tjóðveldi og
samband. Nú sambandsflokkurin
hevur valt Edmund Joensen aftur til
formann og harvið hevur givið sera
sambandsku linju hansara viðhald, er
neyvan hugsandi, at sambandið yvir-
hevur fer at kunna markera nakran
front í valstríðnum. Sambandið er
„yt“. Gott tað sama. Við at tvíhalda
um linjuna hjá Emdund Joensen hev-
ur sambandsflokkurin meldað seg úr
tí annars uppbyggjandi samfelags-
orðaskiftinum, sum er og eigur at
verða undan einum vali. Tað er rætt
og slætt ikki inn longur at fasthalda
alt tað gamla, sum sambandið við
løgmanni á odda hevur staðið sum
felagsnevnari fyri. Finnbogi Arge vildi
reform á hesum økinum. Hann varð
frystur út. Atli Hansen og aðrir
sambandsmenn vilja broytingar, men
vórðu fyri stórtapi á landsfundinum
herfyri.
TAÐ er tí greitt, at taka vit spurningin
um okt sjálvstýri ella loysing, so er
valið í veruleikanum millum tjóð-
veldisflokkin og javnaðarflokkin. Tvs.
her er talan um eitt val millum loysing
og so eina heilt nýggja skipan fyri
Føroyar, sum gevur okkum meiri
sjálvstýri og harvið størri ábyrgd av
okkum sjálvum. Fólkaflokkurin, sum
ein skuldi trúð var ein sjálvstýrissinn-
aður flokkur, hevur fyri opnum sjón-
varpsskíggja, eftir at valið varð
útskrivað, sagt frá, at hann helst vil
samstarva við sambandsflokkin. So
vita vit tað. So veit veljarin tað.
TAKA vit búskaparliga en er
greitt, at her kunnu veljararnir velja
millum tjóðveldið og javnaðarflokk
ødrumegin og so samband og fólka-
flokk hinumegin. Veljarin sær , at
Vilhelm Johannesen, lógtingsmaður:
ambandsflokkurin
| hevði ongar loysnir
Í andstóðu legði sambandsflokkurin ongan alternativan politikk fram. Flokk-
urin kravdi bara nýval og segði seg at hava loysnirnar. Men í samgongu
hevði hann heldur ongar loysnir. Nýval til løgtingid var aftur nú einasta
loysnin hjá sambandsflokkinum
Í seinasta valskeiði, tá javn-
aðarflokkurin hevði polit-
isku leiðslu landsins, sat
sambandsflokkurin í and-
stóðu. Ein part av tíðini var
hann stersti andstøduflokk-
urin, og floksformaðurin,
Edmund Joensen var tí
mettur sum andstøduleidari
á tingi
Hverja ferð formaður
sambandsfloksins trein løg-
tingsins rødarapall, endadi
hann rødur sinar vid somu
ordum, nevniliga hesum
»Vit mæla til nyval — vit
hava loysnirnar<. Men sam-
bandsflokkurin hevði als
ongar loysnir. Tann fyrsta
samgongan hjá Edmund
Joensen, sum taldi 18 ting-
limir, fór aftur í ommu sína
áðrenn hon kom fyri altarið
Tann næsta, ið eisini taldi
18 tinglimir, er so syndrad,
at bert átta av teimum 18
eru eftir
Síðani vit fingu heima-
stýrislógina í 1948, eru
landsstýrini hjá Edmund
Joensen helst tey einastu,
sum heilt fullkomuliga eru
sloppin undan at leggja inn-
tøkulégir fram á ting. Tað
eru tvær orsøkir til hetta.
Onnur er, at tær báðar sam-
gongurnar, ið sótu framm-
anundan, og sum javnaðar-
flokkurin hevði leidsluna
av, førdu ein tílíkan fíggj-
arpolitikk, at sambands-
stýrið ikki bert slapp undan
at fremja inntgkulógir, men
eisini kundi loyva sær at
slaka og gjara út bæði til
høgru og vinstru. Undir
slíkum umstødum er lætt at
stýra
Hin
orsøkin er fiska-
stovnarnir vid Føroyar.
Meðan vit frå 1991 til og
vid 1994 høvdu tey våna-
ligastu fiskiårini i manna-
minnir, so vendi hendan
gongdin í 1995. Síðani tå
hava vit upplivað tey bestu
fiskiårini, sum nakar veit
um at siga. Samstundis hava
fiskaprísirnir verið met
høgir. Men hóast allar hesar
fyrimunir megnaði sam-
bandsflokkurin ikki at reka
nakran skilagóðan politikk
Hann hevði als ongar loysn-
ir. Og nú at enda var so ný-
val einasta loysnin. Tað
eyði gagnad føroyska sam-
felagnum, um Edmund
Joensen hevði funnið hesa
oysnina eini tvey ella trý
ár fyrr.
Men orsøkin til nyvalid
er bæði låturlig og skammi-
ig. Tað er helst eindømi í
øllum heiminum, at ein
stjórnarleiðari útskrivar ný-
val og sendir tingið heim,
við teirri grundgeving, at
ein ósemja er í einum polit-
iskum lokalfelag hjá stjórn-
arleiðaranum sjálvum. Av-
leiðingarnar, sum hendan
avgerð løgmans fær fyri alt
samfelagið, eru heilt ótrú-
ligar. Samráðingarnar við
donsku stjórnina um banka-
málið hava fingið eitt ålvar-
samt skot fyri bógvin.
Meira enn 100 løgtingsmål
duttu á gólvið o.s.fr.
Tá løgmaður á landsfundi
hjá sambandsflokkinum
næstseinasta leygardag varð
afturvaldur til formann í
sambandsflokkinum, heldur
hann, at nú er alt í lagi aftur
Løgtingid kann bara fara
aftur til arbeiðis, og hann
Lesarabrøv
heldur seg nú vera so mikið
styrktan, at hann kann átaka
sær at leiða samráðingarnar
við donsku stjórnina um
bankamálið. Við ødrum
orðum vil hetta siga, at Ed-
mund Joensen nýtir Føroya
Løgting og tær tydningar-
miklu samráðingarnar við
donsku stjórnina um banka-
málið, til kastubløku í eini
innanhýsis uppgerð í sam-
bandsflokkinum.
Tað, sum ger støduna við
sambandsflokkinum heilt
vónleysa er, at ein meiriluti
í flokkinum gav Edmundi
Joensen álitisváttan at halda
fram við sama sjónleiki sum
higartil. Um ein meiriluti í
sambandsflokkinum vendi
honum bakið, kundu vit
sagt, at hatta var bara ein
politisk halastjørna, ið kom,
sum hótti okkum eina tíð,
men síðani hvarv út aftur í
rúmdina. Tá hevdi trupul-
leikin verið avmarkaður til
persónin Edmund Joensen.
Tað mest harmuliga og
syndarliga av øllum er, at
meirilutin í landsins størsta
politiska flokki heldur, at
tann sjónleikur og tað ráða-
og atgerðarloysi, sum hevur
valdað í skjótt fýra ár, er í
fínasta lagi og kann halda
fram. Nú er trupulleikin ikki
Edmund Joensen. Men nú
er tað sjálvur sambands-
flokkurin, sum verður ein
stórur trupulleiki fyri før-
oyskan politikk í framtíðini.
Nógv ár fram í tíðina fara
hesi fýra árini hjá Edmundi
Joensen og sambandsflokk-
inum at standa sum eitt ræð-
andi dómi um, hvussu vit
ikki eiga at reka politikk í
Føroyum. Ikki minst fara
hesi árini at standa sum eitt
ræðandi dómi um, hvussu
vit ikki eiga at umsita
stjórnarvaldið í landinum.
hetta verður helst tað ein-
asta góða, vit fáa burtur úr
teimum fýra árunum hjá
sambandsflokkinum.
Hetta vóru góð ráð. Men
tey vóru kostnaðarmikil fyri
samfelagið.
Tann 30. mars 1998
Vilhelm Johannesen
Brandskúlin við Air
Biligari er at byggja út í ið var so gávumildur við pláss her í sóknini, so fyri aftur.
fólkaflokkur og samband hóska væl Klaksvík, tí tað er sodyrt at — Sjómansskúlan í Klaksvík, Sjálvstýrisflokkin tykist at Nei hetta er eitt hunda-
saman . Hvussu og ikki so fer valið at reisa úr Klaksvík til Áirnar. = áðrenn hann fór úr Nesin- verða, at leggja hetta økid lív!
snúgva seg um viðurskiftini millum
FO og DK og hvussu vit búskaparliga,
vinnuliga, mentanarliga menna
foroyska samfelagið Sosialurin
Er tað bíligari at koyra
næmingar úr skúlunum í
Havn til Klaksvíkar. Hettar
er eitt løgid roknistykki. Av-
gerðin er politisk, man tað
um, so sigast kann, at haan
hevur arbeitt skjótt onku-
staðni, men ikki kann sigest,
at hann hevur verið líka
skjótur her í Sundalagnur
vil nogv arbeiðs
meira i oyði.
Og tá hugsað verður um
at leggja kommunur saman,
sær út til at vinnumálastýrið
er byrjað at býta sundur aft
koma posthusint
Jógvan Mørkøre
Hósvík