týsdagur 31. mars 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 61 — 31. MARS 1998
tíðindablaðið
Øll í felag stríðst
fyri hugsjónini
— Við so dugnaligum starvsfólkum er bert eitt at gera hjá
okkum eigarum av hesum einkarbarni og tað er at stuðla
teimum, og tá kann bert ganga ein veg og tað er fram-
eftir, segði Petur Kruse, bygdaráðsformaður, m.a. á 10
ára hátíðarhaldinum hjá Atlantic Airways leygardagin
OLAvur Í BEITI
Vit í Vágum verða ofta
skýrd at verða >lokal< við
ymiskum týdningum og
vendingum, sum vit á stað-
num oikki altíð góðtaka,
men í dag ætli eg mær at
vera »lokalur« og tá føding-
ardagsbarnið býr og virkar
í okkara kommunu, fari eg
okkara vegna at bera tykk-
um eina heilsan
Javnan verða vit øll
boðin í fødingardag og eru
glad at heidra fødingardags-
barninum, kanska enn
meira tá tað er ein av okkara
nærmastu ella eitt av okkara
børnum, íð hevur ein tílíkan
dag, og má hetta sigast at
verða kenslan í dag, vit eru
samlaði til 10 ára hátíðar-
hald hjá Atlantsflog — bert
við tí muni, at í dag er tað
ikki bara barnið hjá mær
ella tær, nei fødingardags-
barnið í dag er einkarbarnið
hjá okkum øllum, id her eru
samankomin, ja hetta er alra
føroyinga ogn og fagnaður-
in hareftir
Hugarenslid å flog
— Ein slíkan dag átti huga-
renslid at sloppid å flog utt-
an »turbulens«, helt Petur
Kruse, bygarådsformadur i
Sørvågi, tá ið hann flutti
fram rødu sína.
Og víðari segði hann seg
minnist aftur í tíðina, tá alt
gkið, har hangarin er og
sum nú er eitt innilokad øki
av natúrligum orsøkum, lá
sum eitt opið land fyri børn-
um og var brúkt sum eitt
spælipláss.
— Avbjóðingarnar á øki-
num vuksu við aldrinum og
tó so, um vit ikki virðis-
mettu arvin frá onglending-
um betur enn so, so komu
flogfør av og á. Tað vóru
serstakar lýtur og kunnu
samanberast við móttgkuna
Tjaldrið plagdi at fáa á
havnakaj.
Afis-operatørur tå
— Fjarskiftistøknin var ikki,
tað hon er í dag „og tí gekk
tað sum rótasúpan runt at
flúgvari kom langt framm-
anundan, og maður av húsi
á flogvøllin at bíða í tolni.
— Tað var uppgávan hjá
Kristiani Larsen sýslumanni
sála at verða »afis-operatør-
ur<, og tá flogfarið nærk-
aðist var hansara størsta
uppgáva at fáa øll hesi for-
vitnu fólkini burturfrá lend-
ingarbreytini, men tað skal
sigast, at við hansara tign
arliga myndugleika fekk
hann — um ikki altíð líka
skjótt — rikið okkum til síð-
is, ja enntá fluttu suðurtrið-
ingsærnar seg niðanfrá, so
leiðis at hesin metalfuglur
kundi seta seg á vøllin.
— Nógv vatn er runnið í
ánna síðan hasar hending-
arnar, og mitt størsta ynski
og vón á hesum håtidard gi
er, at menningin av okkara
flogfelag heldur fram, og
ætlanin um longjan av vøili-
num saman við glidivinkli-.
num og fasta sambandinum
um Vestmannasund verður
sett í gongd nú.
Starvsfólkini tøkk
— Okkara flogfelag er 10 år
í dag og hjartað í felagnum
— starvsfólkini — tykkum
skal eisini berast ein heils-
an. Uttan tykkum var onki
felag í dag. Av tykkum um-
leið hálvthundrað hava enn-
tá verið nøkur, sum hava
verið við frá fyrsta degi av
og sostatt slóðbrótarar inn-
an hetta yrki.
— Tit hava øll í felagsskapi
frá ovast til niðast stridst
fyri hugsjóninrat hava okk-
ara felag gangandi, og tit
hvønn hosdag
i Sosialinum
hava megnað at stýrt hetta
felag gjógnum truplar tíðir
og víst á úrslit, sum vit bert
kunnu fegnast um, men utt-
an tykkum dugnaligu og
fryntligu starvsfólk var
hetta ikki møguligt. Tit hava
bygt upp eitt flogfelag úr
ongum til ein stovn, íð hev-
ur virðing millum manna
langt út um landoddarnar.
Við so dugnaligum starvs-
fólkum er bert eitt at gera
hjá okkum eigarum av hes-
um einkarbarni og tað er at
stuðla teimum, og tá kann
bert ganga ein veg og tað er
frameftir.
— Eg skal til seinast bera
tykkum — nevnd, stjórn og
starvsfólkum — eina heilsu
frå Sørvågs kommunu,
hjartaliga tillukku å 10-åra
fødingardegnum vid ynski-
num um Harrans signing f
framtidini og blidan byrd
undir veingirnar, segði Pet-
ur Kruse at enda í réðu síni
í hangarinum leygardagin.
Ur Føroyum månadag
Dømi:
e-mail: booking&smyril-linefo
(Noreg)
í vika í
í Gol
1 vika í
frítíðaríbúð
(Hetland)
DanCenter
summarhús
1 vika í
frítíðaríbúð
Hardanger
Feriesenter
ur tinane
frítíðaríbúð 6 : 1 62 ; =
Pers Hotel
Easterhoull
Silt verður annan vegin og logið hive
ella ;
Keypmannahavn
Íroknað 4 nætur, 9.-13/4 í dupultkamari
við morgunmati. Møguleiki er fyri at
leingja ferðina.
einans 5.555,-
(Ferðaavgj. ikki íroknað)
Ring og hoyr meira!
J.Broncksgeta 37
40 01EM- Hanstholm
og Keypmannahavn - - Vágar -
1 5900