Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 Vikan, sum fór, fer fyri meg og mong við mær at standa sum ein vika, har okkara stødufesti og treiskni veru- liga skuldi standa sína roynd. Hetta var vikan, har Javnaðarflokkurin skuldi vísa, at hann stóð við tað, sum lyftir vórðu givin um undir valstríðnum til fólka- tingsvalið. Hetta var vikan, har vit fyri einaferð skyld tordu at visa donskum javn- aðarmonnum og ødrum, al man ikki bara skal rokna vid, at føroyingar munnu fara at laga seg. Hetta var vikan, har vit góvu dønum eir forsmakk upp á, hvat teir kunnu vænta sær, tá samráðingarnar fara at verða. Hetta var vikan, har vit greitt vístu dønum, at vit krevja, at teir virða og skilja, at vit førovingar hava okkara egnu meiningar um viðurskiftini Nú hevur verið nógv skrivað og sagt í fjølmidlu- num um hetta søguliga for- mansvalið á Fólkatingi Men fyri ein ordans skyld, skulu tit fáa mína útgávu, soleiðis sum gongdin veru- liga var pi Tórsdagin 19. mars høvdu Marita Petersen og eg fund við umboð fyri danska Javnaðarflokkin. Har møttu Poul Nyrup Rasmussen, Pia Gjellerup, Ole Stavad, Lene Jensen og floksskrivarin Umframt at vidgera før- oysku stórmálini banka- og skuldamálið, so ynsktu donsku umboðini at fáa at vita, hvussu stóða okkara var til formansvalið. Vit fingu at vita, at uppskotini vóru tvey. Eitt frá teimum borgarligu og eitt frå vinstr- aflokkunum Vit svaradu greitt, at vit ikki vildu blanda okkum i hetta innanhysisstrid mill- um vengrirnar í Fólkatingi- num, og tí fóru vit ikki at luttaka í hesi atkveðu- greiðslu Sunnukvøldid varð enn einaferð boðað frå, at stóða okkara frá tórsdegnum var óbroytt Seint sunnukvøldid ringdi so Nyrup, og við skilagóð- um argumentum bað hann um, at vit skuldu halda at- kvødugreidsluna hjá Ola Breckmann neutrala. Vóru vidurskiftini normal millum Føroyar og Danmark og báðar flokkarnar, so ar hetta ein rímilig og góð loysn Hetta kundi antin gerast við, at hvørgin atkvødd ella at báðir atkvøddu fy. hvør sínum uppskoti. Hetra fekk hann tilsøgn um sunn- ukveldið við ti vón, at tað fór at verða gjørligt at fáa eisini Ola Breckmann at lata vera við at atkvøda. tidindabladid SOS Orrustan um formansvalið Avgerðin hjá Jóannesi Eidesgaard um ikki at verða við til formansvalið í Fólkatinginum hevur fingið nógva umrødu í fjølmidlunum - eisini í Danmark. Stórt trýst varð lagt á føroyska fólkatingsmannin, sum í viðmerkingini niðan- fyri greiðir frá tilgongdini Mánadagin viðgjørdu vit málið í tingbólkinum, og var nidurstødan tann, at vit skuldu halda okkum uttan- fyri, tí líkt var til, at Óli Breckmann fór at ganga egnar leiðir, og hann boðaði ikki frá, hvat hann fór at gera fyrr enn tórsrmorgunin 26. mars, sama dag sum for- mansvalið var. Mánadag seinnapartin um fýratíðina fekk danski Javnaðarflokkurin enn ein- aferð boðini um, at vit fóru ikki at atkvøda, tí annars mettu vit, at vit ikki stóðu við lyftið, vit høvdu givið okkara veljarum. Og fyri okkum var tað eingin ivi um, at eitt lyfti til veljaran taldi meira enn ein tilsøgn til Nyrup. Og hvat Óli Breckmann fór at gera, tað kundu vit ikki taka okkum av. So í minni enn eitt sam- døgur kundi Nyrup hava eina vón um eina føroyska javnadaratkvødu. Seint månakvøldid hevdi eg so enn eina samrødu vid Nyrup. Aftur hesa ferdina vóru bodini frå mær greið. Henda samrøda fer ikki at teljast millum tær mest hugnaligu. Men hóast fundin tórs- dagin fyri, so fekk eg aftur fundarboð týsdagin 24. mars, har danskir javnaðar- menn gjørdu enn eina roynd. Men her var einki at gera. Vit fóru ikki at at- kvøda, hóast eg persónliga má siga, at eg einki hevði ímóti Birthe Weiss og sjálv- andi helst sá ein javnaðar- formann, men her taldi okk- ara vallyftir meira. Fyrst og fremst vísir henda gongd, at Nyrup altíð hevur hildið seg kunna trýst okkum til tað, sum hann vildi hava. Hann vísti okk- um ongantíð respekt fyri okkara stóðu. Hin vegin vóru tað ikki vit, sum forðaðu honum at gera eina avtalu við CD, sum hann hóast alt gav tríggjar nevndarformans- sessir m.a. formannin í fíggjarnvendini, og einki fekk í staðin. Restina av søguni kenna vit øll. Tað var eitt ótrúligt trýst, men eg hevði til tað síðsta eina vón um, at Oli Breck- mann eisini fór at taka eina fyri Føroyar virðiliga loysn, men so var ikki. Hann tók enn einaferð ta løttu loysn- ina at fara upp í tingbólkin hjá teimum Koservativu. Og sjálvandi gera, sum teir bóðu hann. Um hetta fer at skaða okkara viðurskiftu við danska Javnaðarflokkin er ilt at meta um, men sæð upp ímóti tí neyðuga í, at danir ikki altíð skulu taka okkum Nr. 61 — 31. MARS 1998 Stórt trýst varð lagt á fóroyska fólkatingsmannin fyri at styðja formansvalevnið hjá stjórnarflokkunum. Men hann stóð kortini fastur við síni vallyfti fyri givið og rokna við, at vit gera soleiðis, sum teir vilja hava okkum, so tóku vit réttu loysnina. Føroyingar og Føroyar hava nú vist, at vit tora at taka avgerðir, at vit tora at standa við okkara avgerðir, og at vit ikki dragna undir trýsti, tvørturim6ti. Hvussu leikur viðari verður á Christiansborg er torført at siga, men tað verð- ur trupult og tungt at varð- veita óheftu støduna, og tað verður trupult at halda seg uttan fyri danskan innan- ríkispolitikk. Men eg skal gera mítt besta, og nú vita danir, at hava vit sagt eitt, so gera vit ikki eitt annað. So enn einaferð mugu vit sanna orðini, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Lat okkum tí her heima standa saman um ein góðan flokk og ein góðan politikk. 29. mars 1998 Jóannes Eidesgaard floksformaður Hugkveikjarin - ein glæstrimynd? Nýggi faldarin hjá Ferdaråd Føroya, sum skal kveikja hugin hjá ferðamanninum at koma hendavegin er sera vakur og snotiligur. Men samsvarar hann heilt +:3 veruleikan? Frants Jensen Føroya Ferðaráð hevur givið út nýggjan faldara um Føroyar, sum skal kveikja hugin hjá ferðamanninum „Færgerne“ eitur faldarin á donskum og „The Faroe Íslands“ á enskum „Hugkveikjarin“ sum hann verður kallaður av teimum, sum arbeiða við avinnu, av VSH Fr faldaran gama tasara S Í »ry lumieplads sum hevur gjørt sina tænastu hann stendur bæði tøkni frødiliga og innihaldsliga vakur. og at F Tað eru tó ikki vit, men tey á Stephanspns Hús og Nýggi faldarin frá skalt kveikja hugin vegin Ferðaráð Foro hja fe rðamanninum Li FÆRØERNE ya — Færøerne, sum u koma henda íslendski myndamaðurin, Kristian Fríðrikson, ið eiga størstu æruna fyri faldaran. Stephansons Hús fekk upp- gávuna at gera faldaran. Tey hava arbeitt við hugskot- inum og saman við Krist- iani Fríðriksyni haldi eg, tey hava fingið eitt sera gott úrslit, sigur Urd Johannes- sen. — Hesin faldarin brýtur eitt sindur frá teimum undanfarnu. Høvudsdentur hevur verið lagdur á at fáa góðar myndir, og at mynd- irnar skuldu fáa gott pláss í faldaranum — Ætlanin er hinvegin, at kveikja áhugan hjá ferða manninum, so hann kemur og spyr um meir tilfar. Tá hava vit aðrar faldarar, m.a „Færgerne '98“, at bjóða út lendinginum Ein glæstrimynd; Myndirnar í hugkveikjaran um eru sera góðar - og tær kunnu so sanniliga eisini kveikja hugin hjá einun útlendingi at koma henda Men vit mugu eisini seta spurningin um myndirnar visa Føroyar, sum Føroyar er i dag, ella um tær eru ein glæstrimynd av Føroyum? Bladar ein gjøgnum fald- arar kemur spurningurin nevnliga upp i huganum, um Føroyar eru so vakrar? Ella hin tankin: Er nakað gjørt vid myndirnar fyri at tær skulu siggja enn vakrari út? Selja dreymir — Ein tilikur faldari skal selja dreymir. Tí ræður um at fáa alt so vakurt sum til ber. Eg trúgvi, at øll sum hyggja í faldarar um frí tidarstød vita, at hetta bara er tað vakrasta, ið verður víst fram, sigur Urd — Sjålv síggi eg tað ikki sum ein trupulleika, at myndir verða telduvið- gjørdar fyri at fáa tær enn betri Tey sum arbeiða við tí tekniska eru serfrødingar á økinum, og eg haldi, at tey kunnu taka avgerðir á øki- num viðvíkjandi hvussu myndirnar skulu vera. Dreymur og veruleiki Men dreymurin og veru- leikin, samsvarar hann? — Sjálvandi skal tað verða samsvar millum dreym og veruleika, og tað haldi eg eisini tað er í hesum fald- aranum. Líkjast orginalinum A Stephansons Hús siga tey, at tað bara vóru einar tvær myndir, sum tey hava broytt smávegis við litum. Grund- gevingin var „at fáa tær inn- skannaðu myndirnar at líkj- ast meir teimum orginalu“, siga tey Skulu vit meta um faldarar, skal tað í hvussu er eisini takast við, at har er okkurt á myndunum, sum ikki eigur at vera á. Hyggur tú nærri at for- síðumyndin, sær tú, at runt fjallarødina er ein tunn svørt strika, sum vísir at myndin er telduvidgjørd. Eisini eitt nå myndin av brundunum á Viðareiði inni í blaðnum, sum hava eina tunna svarta stríku runt hornini. Tað veit eitthvert mansbarn í Føroyum, at soleiðis síggja hornini á brundunum ikki út.