Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 221 - 20. november 2003 Nr. 221 - 20. november 2003 23 Ein tvey ára orku- verkætlan uppá 20 milliónir krónur bíðar eftir at verða sett í verk í Svínoy. Felagið Nýorka og onnur hava ætlanir um vindorku og framleiðslu av gass- unum súrevni og vetni, ið kunnu brúk- ast í smoltframleiðslu og til ravmagn. Svín- oyingar eru áhugaðir og í vikuni var fundur við Oljumálastýrið. Er áhugi har, so er gøtan greið at fara til ein stuðulsgrunn hjá ES at søkja stuðul. - Bert føroyingar sjálvir kunnu seta fót fyri ætlanina, metir stigtakari ORKA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Svínoyingar eru vanir við verkætlanir og áður hava teir verið við í slóðbrótandi ætlan viðvíkjandi alnetin- um. Og nú er oyggin aftur miðdepil fyri sera áhuga- verdari orkuætlan, ið er millumtjóða samstarv mill- um Føroyar Danmark og Belgia. Útlatið er vatn Felagið Nýorka við Kára Thomsen gongur á odda í ætlanini, sum snýr seg um at seta upp tvær Vestas vindmyllur frá 1987 upp í Svínoy. Umframt at fram- leiða ravmagn til elkervið, skal eisini farast undir vetnisframleiðslu. Tveir vatnbrunnar á 1000 litrar skulu veita vatn til eitt elektrolysuverk, ið fram- leiðir súrevni og vetni úr vatninum. Undir trýsti gerast hesi evni gass. Smoltstøðin í Svínoy kann nýta súrevni í smolt- framleiðsluni og harvið spara fitt av peningi, tí annars er hetta ein útreiðsla hjá smoltstøðum. Høvuðsætlanin er at framleiða vetni til ein vetnismotor, ið framleiðir ravmagn og fjarhita til bygdina. Verður talan um avlop, kann bindast i netið hjá SEV og kann ravmagn tá førast úr Svínoy og har tørvur er á. Útlátið frá vetnismotor- inum er vatndampur og dálkar henda framleiðsla tí ikki umhvørvið. Bíða eftir svari Talan er um millumtjóða samstarv og er tað Nýorka í Føroyum, Vestas og onnur í Danmark og fyritøkan Vandenborre úr Belgia, ið eru við. Møguleiki er tó hjá øðrum at koma uppí ætl- anina og stórur áhugi er, sigur Kári Thomsen. Saman við stjóranum í Vandenborre í Europa, Bart Van Ouytzel, og sølustjór- anum hjá Vestas, var Kári Thomsen vegna Føroya Nýorku í vikuni á fundi við Oljumálastýrið.Har varð lagt fram, hvat ætlanin snýr seg um. - Ráðharrin í orku- og umhvørvismálum var upp- tikin, men til staðar vóru vegna oljumálaráðið Her- álvur Joensen og Arnstein Niclasen. Ætlnanin er longu viðgjørd úti í Svínoy og har eru tey positiv. Fyri at fáa eina umsókn við- gjørda í stuðulsgrunni hjá ES, skal viðmæli fást frá lokalum- og frá landsmynd- ugleikum. So í grundini er tað sera einfalt og einki bindandi verður kravt frá myndugleikunum, bert eitt tilmæli, sigur Kári Thom- sen, sum vónar at fáa svar frá oljumálaráðnum í hesi vikuni, tí freistin at søkja stuðul frá ES er tann 17. desember. - Fáa vit svar í vikuni, so fara vit á fund við ES og við verður stjórin í Vand- enborre, Hugo Vanden- borre, ið eisini hevur sagt seg hugaðan at hitta før- oysku myndugleikarnar, sigur Kári Thomsen. Positivt Spurdur, hvat SEV sigur til hesa orkuætlanina í Svínoy, vísur Kári Thomsen á, at teir hava SEV sum part í verkætlanini. Kári Thomsen sigur, at enn hevur samband tó ikki verið við SEV um ætlanina, men er hetta av teirri einfaldu orsøk, at valig mannagongd er at venda sær til myndugleikarnar fyrst og síðani at venda sær til aðrar partar. - Ætlnanin er tøkniliga ikki truplari enn so, enn at ein maskinmeistari kann ansa verkinum, tí tøknin er kend. Fólk eru sera positiv viðvíkjandi ætlanini og fleiri fyritøkur, t.d. maskin- verkstøð, hava víst áhuga at sleppa uppí part, sigur Kári Thomsen tvey ára verk- ætlanina, ið snýr seg um einar 20 milliónir krónur.. – Vert er at minnast til, at myndugleikarnir ikki skulu samtykkja nakað nú, men bert vísa, at teir eru positivir. Sjálvandi er ikki víst, at vit fáa peningaliga stuðulin frá ES, men útlitini eru góð og hava vit stuðlar innan ES veggirnar, sum hava sagt seg stuðla hesi ætlanini. Bert føroyingar sjálvir kunnu seta fót fyri ætlanina, sigur Kári Thom- sen Ógvast um okkara oljunýtslu Kári Thomsen er kendur innan orku og umhvørvi og tekur eisini lut á fundum og ráðstevnum hesum viðvíkj- andi. Tá hann fyri stuttum á Kreta helt fyrilestur hjá EREC — European Rene- wable Energy Council — um varandi orkuloysnir, undraðust fólk stórliga á okkara oyggjasamfelag, sum hevur so stóra olju- nýtslu og sum liggur so ovarlaga, tá tað snýr seg um lond, ið dálka. - Christina Linz frá Erec kom við inniligari áheitan um at søkja hjá ES um stuðul til eina verkætlan við varandi orku, sigur Kári Thomsen. - Oljunýtslan ger okkum eisini sera bundnan at út- heiminum og ein kreppa í Miðeystri t.d. ávirkar okk- um rættiliga skjótt, vísur Kári Thomsen á, og hann metir, at tíðin er komin at taka annað skinn um bak, men enn kann hann bert bíða eftir svari frá landsins myndugleikum og hann vónar at fáa svarið, so fe- lagið Nýorka klárar at fyrireika eina umsókn til ES innan 17. desember. Milliónir bíða eftir at sleppa til Svínoyar Ætlan: 2004; vindmátarar uppsettir í Svínoy 2005; Apríl; Vindmyllur reistar og onnur útgerð sett upp og gjørd til reiðar. Juni; Elektrolysuverkið verður klárgjørt, eins og vetnismotorur og onnur úrgerð so sum káplar og rør.Telduskipan (Power Pool) gjørd klár og íbundin intra- og iternet. Oktober; Klárt at royndarkoyra. Noveber; Orkuframleiðsa 2006: eftirmeting. Annað: Nýorka er við í europeiskum samstarvi um vindorku (European Wind Energy Association) Í Svínoy eru góð vindviðurskifti og gott inter- netsamband og er oyggin tí vald til verkætlanina Vetnismotorur framleiðir ravmagn úr H2 og útlátið er bert vatndampur Fakta Kári Thomsen frá felagnum Nýorka var í vikuni í Oljumála- ráðnum saman við samstarvsfelagum úr Danmark og Belgia. Teir hava vónir um skjótt svar, tí freistin at søkja um ES-stuðul er brátt úti Mynd: Jens Kr. Vang Amnesty 3tg Kom og steðga vónloysinum pdf P/F Beta og P/F Kongshavn hava fingið nýggj telefonnr. P/F Beta Tel. 470070 Fax 470071 P/F Kongshavn Tel. 470070 Fax 470081 P/F Beta & P/F Kongshavn Kongshavn 1 Postboks 111 600 Saltangará Kunngerð Skattalistin fyri 2002 liggur frammi til alment eftirlit í gongini á kommunuskrivstovuni frá hós- degnum 20. november til og við hósdagin 4. desember 2003. HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN Um flutning av alifiski v.m. F O O D V E T E R I N A R Y A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y Falkavegur 6, 2. hædd FO-100 Tórshavn Faroe Islands Tel. +298 35 64 00 Fax. + 298 35 64 01 E-mail: hfs@hfs.fo www.hfs.fo Kunngerð nr. 98 frá 8. juli 2003 ásetur, hvussu flutningur av akvakultur- dýrum v.m.skal fara fram.Í kunngerðini verður m.a.ásett,at allur flutningur av akvakulturdýrum, -úrdráttum, -burturkasti, -fóðri og brúktari akva- kulturútgerð skal fara fram í lukkaðum flutningseindum og soleiðis,at vatn ikki verður stoytt undir flutninginum. Fiska- og djórasjúkudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur sett sær fyri at fáa ætlanina við kunngerð nr. 98 frá 8. juli 2003 førda út í verki, og hetta førir m.a. við sær eitt víðkað eftirlit við, at allur flutningur av akva- kulturdýrum fer fram við lukkaðum og góðkendum flutningseindum. Við heimild í kunngerð nr. 98 frá 8. juli 2003 ger Heilsufrøðiliga starvsstovan fylgjandi ásetingar (um ikki annað er nevnt, eru allar tilvísingar til hesa kunngerð): • EFTIR 15.JANUAR 2004 VERÐUR BERT LOYVT GÓÐKENDUM FLUTN- INGSFYRITØKUM AT TAKA SÆR AV FLUTNINGI, SUM ER FEVNDUR AV KUNNGERÐINI Søkjast skal um góðkenning innan 1. januar 2004 • EFTIR 15. FEBRUAR 2004 SKAL ALLUR FLUTNINGUR Á LANDI, SUM ER FEVNDUR AV KUNNGERÐINI, FARA FRAM VIð GÓÐKENDUM FLUTNINGSEINDUM Søkjast skal um góðkenning innan 1. februar 2004 • EFTIR 15. FEBRUAR 2004 VERÐUR BERT LOYVT GÓÐKENDUM BRUNNBÁTUM AT TAKA SÆR AV FLUTNINGI, SUM ER FEVNDUR AV KUNNGERÐINI Søkjast skal um góðkenning innan 1. februar 2004 Viðvíkjandi sóttreinsing av frárenslvatni verður víst til kunngerð nr. 72 frá 26. juli 2002 um sóttreinsing av frárenslvatni frá akvakulturbrúkum og akvakulturvirkjum v.m. Sóttreinsing av frárenslvatni skal fara fram við tøkniligari útgerð og sóttreinsingarhátti, sum eru góðkend av Heilsufrøðiligu starvssstovuni. Í nevndu kunngerð sæst, hvørji krøv verða sett til sóttreinsingarháttin og tøkniliga útgerð. • FLUTNINGSFYRITØKAN HEVUR ÁBYRGDINA AV, AT ALT FLUTNINGSVATN VERÐUR SÓTTREINSAÐ EFTIR GALDANDI ÁSETINGUM Sí annars heimasíðu okkara á WWW.HFS.FO Vinaliga FISKA- OG DJÓRASJÚKUDEILDIN Klinikkassistentur Í sambandi við burðarfarloyvi søkja vit eftir avloysara fyri klinikkassistent at byrja mánadagin 5. januar 2004. Talan er um fulltíðarstarv. Umsøkjarar við útbúgving hava fyrimun. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. november 2003. Tannlæknastovan hjá Unnur Jensen Varðagøta 26 Box 3142 110 Tórshavn -tað loysir seg C M Y K 23 22