Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 62 — 1. APRÍL 1998 Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hev- ur 2. og 3. uppstillingarfund í kvøld Nú minni enn ein mánaður er til valið, eru fleiri av val- feløgunum liðug við upp- stillingina. Í Suðurstreymi var Tjóðveldistlokkurin lið- ugur við listan í síðstu viku, og mánakveldið var Fólka- flokkurin liðugur við sín lista A uppstillingarfundi hjá Suðurstreymoyar Javnaðar- felag í kveld verður javn- aðarlistin gjørdur liðugur. Uppstillingarnar eru eitt sindur ødrvisi, enn tær vóru seinast, tí nú kunnu bert trý fleiri enn talið av umdømis- valdum tingmonnum velj- ast. Í Suðurstreymi merkir tað, at fimm fólk færri kunnu vera á listunum. Meðan talið fyrr var 16 verða tað bert 11 hesaferð. Tað hevur verið eitt ynski frá valfeløgum at stilla upp færri fólk, men tað merkir í fleiri fórum tað, at nú mugu limirnir velja og vraka í stórri mun millum uppskot- ini. Marita Petersen, sum við seinasta løgtingsval fekk 595 atkvødur, hevur boðað frá, at hon íkki stillar upp hesaferð. Hinvegin hevur Kristian Magnussen, sum við seinasta løgtingsval Javnaðarlistin í Eysturoy Eysturoyar Javnaðarfelag stillar upp átta val- 55 þe evni. Fimm teirra vóru ikki á listanum seinast Eini 60 fólk vóru á fundi månakvøldid Mynd: Henry Jarnskor EIRIKUR LINDENSKOV — Vanliga meta eini 25 fólk, tá vit hava limafund í Eyst- uroyar Javnaðarfelag. Men á fundinum á Sjómansheim- inum í Runavík månakvøld- ið møttu fleiri enn 60, sigur næstformaðurin í Eysturoy- ar Javnaðarfelag, Sylverius Jacobsen, ið virkar sum for- maður, meðan Eyðun Jo- hannesen á Oyrarbakka er til skips. Hetta kveldið var eisini limafundur, har Jóannes Eidesgaard, floksformaður greiddi frá orrustuni á fólk- atingi og um valupplegg Javnaðarfloksins. — Fundarfólkið tók sera væl undir við teimum stig- um, sum Jóannes Eides- gaard tók í samband við fólkatingsvalið, og valupp- leggið varð eisini sera væl móttikið, sigur hann. Seinasta løgtingsval var eitt sera ringt val fyri Javn- aðarflokkin í Eysturoy. Flokkurin, sum hevur havt mann valdan síðani 1936 misti mannin, sum fór til Verkamannafylkingina. Tað var Hans Jacob Poul- sen á Eiði, sum varð valdur á ting í 1936. Hann doyði tó stutt eftir, og á løgtings- valinum 1940 var Jákup Frederik Øregaard valdur á fyrsta sinni. * Øregaard sat á tingi, til hann ikki stillaði upp i 1978, og varð tá Jørgen Thomsen, sáli, valdur. Við valið í 1994 stillaði Jórgen Thomsen ikki upp. Ringa valúrslitið, flokkurin hevdi um alt landið, rakti eisini Eysturoynna, sum hevði sítt ringasta val síðani 1936. Men í dag lata javnaðar- menn sera væl at, tí teir vænta sær mannin aftur- valdan hesaferð. — Vit hava júst havt eitt fólkatingsval, sum fyri okk- ara viðkomandi hevði ert sera gott úrslit. Mótvegis valinum seinast er tilgongd- in av stór hesaferð, sigt Sylverius Jacobsen Listin hjá Eysturoyar Javnaðarfelag sær soleiðis ut: Olavur Heinesen, skipari, Leirvík Jóannes Højsted, deildarleiðari, Eiði Sylverius Jacobsen, maskinsmiður, Skála Karl Robert Johansen, skipari, Strendur Eva Mortensen, sjúkrasystir, Runavík Jancy Olsen, húsmóðir, Toftir Andreas Petersen, kommunulækni, Gøta Dan Reinert Petersen, lærari, Fuglafjirði tíðindablaðið Javnaðarlistin í Havn liðugur í kvold » 390 4 po. Stórur spenningur er um atkvóðubýtið 30. apríl... fekk 565 atkøvdur, meldað seg inn í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, og er hann í uppskoti til valevni. 3 Folkaflokkurin i Havn lidugur vid uppstilling Månakvøldid var Havnar Framburdsfelag, sum er valfelagið hjá Fólka- flokkinum, líðugt víð endaligu uppstillingina til løgtingsv alid. Umframt teir bådar tingmenninar hjá flokkinum, Óla Breckmann og Bjarna Djurholm, stillar eisini fyrrverandi sambands- tingmaðurin, Finnbogi Arge upp á fólkaflokslist- anum. Birgir Danielsen, sum vid seinasta løgtingsval fall fyri Bjarna Djurholm, stillar ikki upp hesaferð. Listin hjá Fólkaflokki- num er hesin: Finnbogi Arge, løgtingsmadur, Torshavn Oli Breckmann, løgtingsmadur, Tørshavn Bjarni Djurholm, løgtingsmadur, Tórshavn Palli á Dul, el innleggjari, Argir Marianna Eysturoy handilskvinna, Hoyvík Katrin Johansen lærari, Tórshavn Laila á Loft, fysioterapeutur, Argir Petur Olsen, byggifrødingur, Torshavn Frank Petersen, postmadur, Torshavn Leo Poulsen, blaðmaður, Nólsoy Jákup Símun Simonsen, bankamaður, Hoyvík Hugskotið aftanfyri Ker kemur úr Ameriku - landinum har ísurin eigur sín uppruna Ísur skal etast úr bikari og við skeið og finnast í so nógvum sløgum, at nakað er til ein og hvønn smakk. FÓM "The American Way" Ker er rein Æérligheit... Ker er ein ísur í serflokki, hvat góðsku viðvíkur - og tú kanst velja ímillum heili fimm sløg, nevnliga marsipan, nougat, sjokulåtu, peru og jardber SS ÆØ77 ….… ET frå | Fóm | Ogna tær Ker- T-Shirts og keppar Við at samla Ker-io hevur tú megu ogna tær T-sh keppar. Og børnin kunnu fáa eina tekni- H | rød, har klistrimerki, ið | eru fjald í kerimum kunnu setast í. Fá meira at víta um alt hetta, har tú vanliga keypir tín FOM-is