mikudagur 1. apríl 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——"e"c." áð“
SSA MM AA MO: AAA OO USA LL ES
ELBA
- til familju, vinir
og sheikar!
Terji Nielsen
Tað gerst meira og meira vanligt, at
ungir feroyingar fara út at uppliva
heimin kring okkum. Nógv fara í eitt
ára uppihald í einum fremmandum
landi, summi fara at fjakka kring
knettin ella í onkrum serstøkum
heimsparti, og onkur annar fer til
okkurt fátækt land at gera hjálparar-
beiði! Soleiðis er eisini við teimum
báðum havnargentunum Katrin Apol og
Herborg Joensen, sum í næstu viku fara
av landinum við kós móti Guatemala í
Mið-Amerika við felagsskapinum
EXIS, sum sendir ung til ymisk lond
kring allan knettin.
Gomul ætlan
Tað byrjaði alt við, at Katrin, ein dagin
fyri meira enn einum ári síðani í Stud-
entaskúlanum í Hoydelum, kom fram á
ein faldara frá felagsskapinum EXIS.
Hon fekk áhuga fyri hesum og vísti
eisini Herborg faldaran, og so vóru tær
Yngd - nr. 5, 1/4 1998
Í dag:
Niclas ummælir
nýggju floguna
hjá MOLD!
- les eisini um
Mynd: Terji Nielsen
við eitt eldhugaðar fyri at fara avstað.
Ætlanin var fyrst, at tær skuldu fara
avstað í januar mánaða, men tá lá ikki
fyri hjá Katrin. Síðani var ætlanin at
fara í februar, men Herborg, sum spælir
á nýklaktu foroyameistarunum hjá
Kyndli, vildi so bíða til hondbóltskapp-
ingin var av, og tað hendi nú síðsta
vikuskifti, og nú fara tær so!
Fyrst læra málið — síðani
arbeiða
Tær báðar genturnar flúgva úr Keyp-
mannahavn til Madrid í Spania, har tær
skulu steðga eina nátt. Síðani flúgva
tær beinleiðis úr Madrid til Guatemala
City í Guatemala, og á flogvellinum
har stendur so ein familja og bíðar eftir
teimum báðum føroysku gentunum.
Hetta er familjan, ið tær báðar skulu
búgva hjá.
Tað fyrsta, Katrin og Herborg skulu í
holt við, er læra seg málið. Tann fyrsta
mánaðin skulu tær ganga í skúla 20
tímar um vikuna at læra spanskt.
Undirvísingin er einkultvís, so at tær
hava hver sin lærara. Tá ið einar 4
vikur eru farnar, fara tær so at arbeiða.
Tað er ikki heilt greitt, hvat fyri
harðskap í Foroyum
irbeiði tær sk
i, a 10 Ót kk K
He ) 10
bar 5
van 2. 4
- KUBA
6 á
=
hj. * A „FA
t " ve Sk] gi
FONDURAS mme.
So“
MIKAR á.
nan, "
Pig Barranguiti, —
TA RÍK I me
*} 5 H er mu
2 P % „á
AN
ed í på
Guatemala liggur beint nordan fyri El
Salvador í Mið-Amerika (si pílin)
Fjakka í summar
Miðskeiðis í juli mánaða er uppihaldið
hjá teimum báðum havnargentur
Guatemala av. Tá er tíðin komin t
fara og hyggja nærri at hinum lond-
unum í mið-Amerika og onkrari an
teimum Karibisku oyggjunum. Tær
ætla millum annað at verða á Jamaica
fyrst í august, tí at tá er ein reggae-
festivalur á oynni, sum er heimskend
fyri hendan tónleik! Tær ætla at enda á
Kuba í seinnu hélvt av august, tí at tær
hava flogbillet heim úr Havanna á
Kuba. Vit kunnu vænta at síggja tær
báðar heima aftur á klettunum seinast
august!