Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 63 — 2. APRIL 1998 10 Fr” A LL? Sr nr Sverre Midjord 2. apríl 1998 og still going strong Fyrr í tíðini søgdu tey í Amerika, at um ein óviti byrjaði sum blaðdrongur, so kundi hann enda sum miljonerur ella enn- tå sum presidentur. Okkara fødingardags barn byrjaði sína karrieru sum bladdrong so høvdu tey bæði verið stolt av honum Hróttamaðurin Sverre Midjord Tað er einki at ivast i, at Sverre hevur verið ein av teimum mest ágrýtnu ítrótta- monnunum innan føroyskan ítrótt. Hann hevur kanska ikki verið tann mest eleganti, men so avgjørt tann mest effektivi! Hann hevur spælt bæði hondbólt og fótbólt, men tað er innanfyri borðtennis sum hann hevur gjørt eitt avreksverk vid at halda lív í Tvøroyrar Borðtennisfelag nú í 50 år; har hevur hann verið bæði við og í leiðsluni. Harum Sverre virkað sum stjórnar suverenur borðtennisborðið int hevur limur í Ítróttasambandi Føroya og sitið sum varaformaður tey seinastu 20 árini Tad er eisini gleðiligt at hoyra, at Sverre trótt í dag íðkar dansin sum sín fremsta í so tað verður kanska skjótt, at hann kann knýta navnið »meistara-dansari« til síni nógvu heidursnøvn! Postmaðurin Sverre Midjord Tað var ivaleyst í sínum arbeiði sum post- maður, at Sverre vann sær nógvar góðar [Er — —||—”?-- €-—- ———— —— —— ——é tíðindabiaðið sosialurin Box 76, 110 Torshavn Undirritaði teknar seg sum haldara av Tíðindablaðnum Sosialinum og fær blad- ið 5 ferðir um vikuna L Haldarar i Føroyum: C] Haldarar í Danmark: LJ Haldarar í Danmark: 5 blød i senn LJ] Onnur lond: 425,-/årsfj. Ymiskir prisir 3 fn < 5 7 235,-/årsfj. 340,-/årsfj. Tekna teg sum haldara av Sosialinum og fá restina av ársfjórðingin ókeypis! INS Umm—CmuTR—RÐnbþ.“ BÚStaðUr.....ineerereveveersener— Postnr, bygd/býur ............................ FR ene ererverere Undirskrift: ….. …… ………………………… A ————— —- ,"- —— — "> 7, 5 -—…—8— = vinir millum fólk á Tvøroyri. Hann hevði ella tók sær tíð til at tosa við fólk, til at taka ein kaffimunn inni hjá eini gamlari konu ella koma við góðum ráðum, tá ið onkur rongdi til tey. Har legði hann nokk grund arlagið til sítt virki sum politikari. Sjónleikarin Sverre Midjord Tað var i S0'årunum at vit spældu sjónleik hvønn vetur. Hetta vóru ofta stuttir og stutt- ligir leikir, og tá var leikluturin hjá Sverra aloftast tann mest skemtisami: hann dugdi so væl! Men eisini tá vit høvdu skemt í Klubbanum og Stjørnan spældi til dans, tå var Sverre frammi á pallinum og fekk fólk at flenna í kíki — góðar gávur at hava! Vit báðir framførdu einaferð ein litlan skemtileik til eina kapping, har vit spældu Heina-Martin og Cowboy-Møller. Fólk stuttleika sær Oført, men tá atkvødast skuldi vórðu vit nummar tvey; Betta hjá Rudolf vann við einum frálíkum songi! Ég veit ikki, um Sverre hevur roynt seg við skemti í Løgtinginum, men ein skellilátur kundi væl loyst upp. tá fast stóð í fonnum! Politikarin Sverre Midjord Tað var á ungum aldri, at Sverre fekk við javnadarrørsluna at gera, um ikki so var, at hann fekk hana í vøggugåvu. Men at P. M Dam var hansara idol, tað var einki at ivast i. Ti tók Sverre eisini yvir, tå hin stóri róð ursmaðurin legði frå sær. Fyrst var tað í bygdarpolitikki, men seinni kom hann inn i landspolitikk, og hevur hann virkað leingi og væl. Ja, hetta seinasta vilja øll, sum gjøg- num árini hava valt hann, skriva undir uppá, meðan hansara argastu mótstøðumenn (sO- vorðnar hevur ein altíð í politikki!) vilja vera við, at Sverre als einki gott hevur gjørt! Grundtvig gjørdi yrkingina á minnis- varðanum á Odden >Sá kæmped de Helte St Vit eru har nakað hendir af 2. April<. Sverre hevur ikki barst við sverði og skildri, og heldur ikki við kanónum, men hann hevur bæði í skrift og talu brúkt orðsins skarpa svørd, tå hann á politiska vigvøllinum hevur stríðst sum ein hetja fyri heimbygd sínari Tvøroyri! Skribenturin Sverre Midjord Tað hevur stóran tydning fyri ein politik- ara, at hann fær fram sínar áskoðanir upp á prent. Eins og Kristian Djurhuus hevði »Føroyatidindi« so hevur Sverre havt Men umframt sínar politisku greinir, so hevur Sverre verið ófgrur til at skriva m fólk, sum fylti ár — bæði í bundnum og 6bund- num stíli — og um aðrar hendingar, sum fram eru farnar. Her hugsi eg um tey góðu minningarorð, sum hann skrivaði, tá Lis og Kriss vórðu bil-dripin fyri einum ári síðani. Eg havi eisini sæð ta frálíku yrk- ing, sum Sverre gjørdi til Axel Morten- sen, tá hann fylti 80 í februar »Sosialin« sum sítt »hof-organ«. Vinmaðurin Sverre Midjord Eg nevndi áður, hvussu væl bar til hjá Sverra at vinna sær vinir. Vit vóru tríggir musketerar, sum høvdu eitt sera gott vin arlag: ein sevmýrisingur, ein heyggja- maður og ein valari, eitt vinarlag, sum kanska viknaði nakað, tá teir tveir stungu av landinum, Hjarnar til Íslands og eg til Danmarkar, meðan Sverre gjørdi orðini í sanginum til síni: >eg altíð velja vil mær Tvøroyri!« Tá vit aftan á mong ár hittust aftur í 1992 til ein avbera góðan degurða hjá Tove og Terja. ja, so var lagið eins og í gomlum døgum! Eg loyvi mær at bera tær eina heilsan frá Hjarnari og endi míni orð til tín við at siga Ver heilsaður vinmaðurin! Thorolf Dam Tekna teg sum haldara av Tiðindablaðnum Sosialinum |