Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið Leivur Guttesen, næstformaður í Føroya Psoriasis Felag: Viðgerðirnar i Islandi bøta um livsvirðið Í oktober í år gongur royndartíðin út, sum hevur givið 20 psoriasissjúkingum um árið møguleika at fara til Íslands til viðgerðar á Bláa Lónið TURIÐ KJØLBRO Psoriasísfelagið er eitt ógvuliga virkið felag. Í høv- uðsheitum snýr arbeiðið í felagnum seg um at beta um umstødurnar hjá teimum uml. 1400 fólkunum í Før- oyum, ið hava hesa sjúkuna Úr unum upplýsingar um sjúk erdarmøguleik amt veitir felagið lim Adrenn og eftir viðgerð er avmarkað hevur tað nógv stríðsmál, og tað sum stend- ur ovast á skránni í hesum døgum, er at fáa landsins myndugleikar at halda fram við stuðlinum til viðgerð- arferðirnar til Íslands um- framt at fáa ein húðlækna til Før« ya Roy ndirnar vit hava av at senda fólk til viðgerðar á Bláa Lónið í Islandi eru ógvuliga góðar. Fólk hava tað gott eitt langt tíðarskeið eftir uppihaldið og tað bøtir munandi um lívsvirðið, sig- ur Leivur Guttesen, næst- formaður í felagnum Væl eydnaðar ferðir Í 1991 varð fyrsta viðgerð- arferðin gjørd til Íslands, tað var við børnum og Kiwanis stuðlaði ferðini. Ferðin var ógvuliga væl eydnað og heimafturkomin fekk felag- ið treysti til at halda fram vid arbeidinum at skipa fyri slíkum ferðum. Skipað hev- ur verið fyri tiltøkum fyri at savna pengar inn, og Landsstýrið og landssjúkra- Nr. 64 — 3. APRÍL 1998 Leivur Guttesen, næstformaður í Psoriasisfelagnum húsmyndugleikarnir hava eisini stuðlað. Næsta ferðin varð í 1993, eisini við góð- um úrslitum. Bláa Lónið við sínum heitu keldum er ógvuliga væl umtókt viðgerðarstað, ikki bert hjá fólki við húð- sjúkum, men hjá ødum við. Í dag hevur Bláa Lónið við- gerðardeild, sum er skild frá økinum, har ferðafólk koma. Tá ið føroyskir sjúk- lingar koma á Bláa Lónið verða tey kannað av tveim- um læknum, síðani eina ferð um vikuna í tær fýra vikurnar uppihaldið varir. — Tað er ógvuliga tungt hjá einum felag um okkara at fíggja slíkar ferðir og tí hava vit sekt Landsstýrið um at koma á fíggjarlógina, sigur Leivur Guttesen Í fjór komu viðgerðar- ferðirnar hjá psoriasissjúk- lingum á fíggjarlógina eftir tilráðing frá landslæknan- um, sum hevði kannað við- urskiftini í Bláa Lónið — í fyrstu atløgu sum ein roynd- artíð á tvey ár. Tvær ferðir um árið verða 10 sjúklingar sendir til Íslands. — Royndartíðin gongur út í oktober í ár, men vit vóna, at hon verður longd. Vit hava bara góð útslit at vísa á — Tað er ein sannroynd, at lívsvirðið hækkar mun- andi, tá ið tú fært viðgerð Tú fært mót av nýggjum og tað hevur nógv at siga. Al- ternativið er, at felagið må taka um endan og bera fíggjarligu byrðarnar og tað hevur tað ikki orku til. I Før- Føroya Psoriasisfelag: - - ” = - Heitir a virki um stuðul Havandi í huga, at flest øl menniskju her á landi vara av, kenna ella eru vitand um menniskju, ið hava ps riasis, loyvir Føroya Ps nasisfelag sær at he vinnurekandi her á land umbøn um peningaligar stuðul. Ikki er tað tí, at meta, at vinnurekandi bólkur, ið er serliga væl fyr men heldur tí, at hesin bólk sr betur skilur okkara stóðu gur felagið í tíðindaskriv Førova Psoriasisfelag hevur tey seinastu sjey ár erðarferðir tt hundrað erðarstað 3låa Lónið í Íslandi At úrshuð fyri sjúkling irnar hevur verið sera gott hevur ført við sær, at Sjúk rahúsverkið hevur játtað at senda fjøruti sjúklingar til viðgerðar yvir eitt tvey ára skeið Hetta skeiðið er runnið á heysti í ár og vit vita ikki, hvussu verður við hesum viðgerðarferðum framyvir Í ringasta føri má felagið aftur taka um endan soleið is, at vit aftur koma at bera tær fíggjarligu byrðarnar, og við ti figgjarstødu felagið nú er í, vil hetta føra við sær, at vit mugu steðga hes um annars so gevandi ar beiði At felagið aftur má taka um endan vil føra við sær at tað ikki í neyðugan mun kann taka lut í tí gransking ararbeiði í Nord-PSO høpi, ið byrjað er. Hetta arbeiði, ið lutvíst er stuðlað av Loevens Kemiske Fabrikk- er, er leitt av leiðandi granskingarmanning úr Norðurlondum Felagið fær ongan al mennan stuðul. Á hvørjum ári skipar tað fyri lutaseðla sølu, bingo, basari og tom bola, men úrtókan av hesum tiltøkum hevur ikki verið so góð tey seinastu árini, og hetta saman við teim út reiðslum vit hava havt við at virka sum sjúkrahúsverk, hava ført til, at vit peninga liga íkki eru so væl fyri og tí munar allur stuðul, skrivar formaður felagsins, Maj gunn Poulsen í tíðinda skrivi oyum er einasti møguleikin at leggja fólk inn á Lands- sjúkrahúsið í seks vikur og tað er ein nógv dýrari loysn. Í Bláa Lónið kenna vit okk- um væl, vit kenna fólkini og tey okkum, umhvørvid er heimligt og hugnaligt, og tað er sera bíligt at senda fólk til Íslands. Í pengum snýr tað seg um 225.000 krónur um árið, ið 20 fólk njóta væl av, sigur Leivur Guttesen. Eingin húðlækni Í løtuni er eingin húðlækni í starvi í Føroyum, men eina ferð um mánaðin kemur ein húðlækni frá dermotolog- isku deild á Bispebjerg sjúkrahúsi til Føroya. Tann skipanin heldur fram restina av árinum, men felagið vón- ar, at ein fastur húðlækni verður í Føroyum. Tað er í gllum fórum ríkiligt av arbeiði til hans- ara. Samanbera vit við við- urskiftini í Íslandi, áttu tveir húðlæknar at verið Føroy- um, sigur Leivur Guttesen. Tað er húðlæknin, sum ger av, hverjir psoriasis- sjúklingar í Føroyum sleppa í viðgerð í Íslandi. Læknin hjá viðkomandi fyllir eitt skjal út, sum húðlæknin ar- beiðir út frá og tey, ið hava størstu = viðgerðina fyri neyðini, verða vald Granskingin ' Granskingin innan psoria- sissjúkuna er stór, men enn veit eingin, hvaðani hon stavar. Tað kann vera við- føtt, men tú kanst eisini fáa tað seinni í lívunum. Uml. trý prosent av fólkatalinum fær sjúkuna, men tað er ym- iskt, hvussu ógvuslig hon er. Reyðir blettir, skrúvur á húðini er tað vanliga, men hjá fáum kann tað útvikla seg til gikt eisini. Føroya Psoriasisfelag tekur lut í granskingarar- beiðinum í Nord PSO. Øll Norðurlondini eru við og arbeitt verður við ymiskum granskingarverkætlanum Tilfarið, ið verður savnað frá ymsu luttakaralondun um, verður ætlandi til eina doktararitgerð, sum kemur út síðst í 1999. Tað er lækn- in á Bláa Lónið, sum hevur við føroysku sjúklingarnar at gera, ið hevur ábyrgdina av føroyska partinum. Í høvudsheitum snýr verkætl- anin seg um gongdar leidir at bøta um lívsvirðið hjá psoriasissjúklingum Danska kvinnan Minna Vinberg, ið hevur psoriasis, hevur funnið út av, at mat- urin hevur nógv at siga. Hon hevur skrivað tvær bøkur um mat og psoriasis. Við at leggja matvanarnar um og eta lítið feitt og nógv grøn- meti, ber til at minka um sjúkraeyðkennini. — Sålarliga stødan hjá fólki hevur eisini nógv at siga. Ert tú strongdur kann sjúkan bróta út, sigur Leivur Guttesen at enda í viðtali. á Kansttú F siga nei S % — VA - VA ir = €3 KN = = til fríska luft? FORD MONDEO hevur aircondition sum standard | €Z2> P/F WENZEL Akranesgøta 5 - Box 3043 - Havn - Tlf. 13873 ]