Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 64 — 3. APRÍL 1998 SVEINUR POULSEN Tá skúlin byrjar aftur aftaná summarfrítíðina = verður skúlagongdin væl ødrvisid enn hon hevur verið frammanundan. Tá skulu næmingarnir undir eina nýggja skipan, har teir fáa møguleika at velja breytir. Henda skipan er bert galdandi fyri 10. flokkarnar og skal verða teimum ein hjálp í teirra framtíðar valið. - Skúlarnir í Havn eru í tí hepnu støðu, at teir skulu samarbeiða, men hóast tað hava teir avgjørt, at teir tað fyrsta árið skulu verða hver sær. Hetta ger, at teir ymsu skúlarnir hava ymsar breyt- ir, sum næmingarnir skulu velja. A henda hátt kunnu allir skúlarnir í Havn gera sær ymsar royndir, sum so skulu kókast saman til eina heild sum skal verða grundarlag- ið undir hvussu breytaskip- anin kemur at síggja út frá skúlaárinum 1999. Ein »temadag« um vikuna Skipanin sum Venjingar- skúlin setur í verk, gevur triggjar valmøguleikar. Teir hava eina handils- breyt, eina ítróttabreyt og eina handaverk- og list- breyt. Skipanin er soleiðis hátt- að, at næmingarnir ein dag um vikuna brúka allan dag- in til eitt nú ítrótt. Ætlanin við breytunum er ikki, at næmingarnir skulu gerast serfrødingar á einum øki, men at teir skulu fáa breiðan kunning um eitt øki teimum dámar. A fundinum á Venjingar- skúlanum = mikukvøldid greiddu lærarnir á ítróttar- breytini frá teimum tiltøk- um tey ætla skulu verða grundarlagið undir undir- vísingini næsta ár. Eftir teirra hugskoti fáa næmingarnir kunnleika um stórt sæð allan ítrótt. Har verður bóltspæl av ymsum slag, frælsur ítrótt- ur, uttandura aktivitetir - harímillum túrar kring um í landinum, og annað spenn- andi. Foreldur spurdu, um næmingarnir í framtíðini skulu fáa serligt >breytar- prógv<, sum kundi brúkast, eitt nú um tey skulu søkja inn á ítróttarháskúla, men svarið var, at hetta ikki er ætlanin. Tó helt onkur lærari fyri, at tey kundu til stuttleika geva næmingunum skreyt- blað, men tað verður ikki roknað sum prógv. Handilsbreytin og handilsskúlanum A handaverk og listbreytini fáa næmingarnir kunnleika til handaverk og list. Tað er hinvegin ikki ætl- anin at hetta skal uppfatast sum smíð, sum annars er eitt sjålvstødugt fak. tidindabladid SN Skulu nú velja breytir Nýggja skúlaskipanin gevur broyttar lestrarmøguleikar fyri bæði skúla og næming. Skúlarnir í Havn byrja nú við breytum, sum næmingarnir kunnu velja seg inn á. Í hes- um sambandi skipaði Venjingarskúlin í Havn fyri for- eldrafundi mikukvøldid Sidsta breytin sum Venj- ingarskúlin bjóðar næming- unum í 10. flokki er hand- ilsbreytin. Henda breytin er Giva tann, sum hevur verið tor- førast at seta í verk, tí í fólk- askúlanum verður ikki bein- leiðis undirvíst í roknskapi og líknandi fakum. Tí hevur Venjingarskúlin tikið upp samarbeiðið við Handilsskúlan í Havn. A fundinum mikukvøldid greiddu Ragnar Magnussen og Sonja Oyrabø Petersen frá teirra royndum. Tey hava nakað koyrandi sum eitur >Ungt virki< og tað er hesari skipan Venj- ingarskúlin skal gerast part- ur av. Hvussu samarbeiðið skal koyrast er ikki rættiliga greitt, men fleiri møguleikar eru opnir. Skipanin á Handilsskúla- num virkar soleiðis, at næmingarnir í einum ávís- um flokki verða býttir í bólkar við 4-6 luttakarum. Hesi skulu so stovnseta sítt egna virkið við øllum ti, sum tað inniber. Hereftir skulu tey seta eina voru í framleiðslu, sum tey síðani skulu seljast. A henda hátt koma tey í samband við øll tey lið, sum virkisfólk kenna frá ar- beiðsdegnum - munurin er bara, at tað er í minni »format«. Tad verdur møguliga i framleidsluni at næmingar- nir á Venjingarskúlanum Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum skulu setast inn. Á tann hátt fáa tey kunn- leika til praktiskt vinnulív, og samstundis fáa tey loyvi til at verða við, at koyra virkið. Ein annar møguleiki er, at næmingarnir á Venjing- arskúlanum verða í einum bólki fyri seg, har tey púra einsamøll skulu gera tað sama sum handilsskúla- næmingarnir gera. Spentur um skipanina Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum sigur, at hann er sera spentur uppá skipanina. — Nýggja skipanin gevur broyttar møguleikar fyri næmingarnar og ger tað meira spennandi hjá teim- um at ganga í skúla, sigur hann. Niels Nattestad sigur, at næmingarnir skulu velja breyt longu áðrenn páska- frítíðina og aftaná tað fær hann so at síggja, hvussu býtið millum breytirnar fer at vera. Ossur á páskafram- sýning í Danmark Målarin, Øssur Mohr hevur 12 mål- ningar við á listaframsýning í galla- rínum í Augustenborg í Danmark frá 9. til 19. apríl FRANTS JENSEN Øssur Mohr úr Fuglafirði er Oivad fyrsti føroyingurin, ið stillar út á páskaframsýn- ingini í Augustenborg í Danmark. Framsýningin letur upp Skírisdag, 9. apríl og opið er til og við sunnudagin 19. apríl, allar dagarnar fá kl. 13. til 18. Øssur verður sjálvur hjástaddur, tá ið framsýningin letur upp Ein av trimum útlendingum Øssur hevur roynt seg við framsýningum í Danmark á hvørjum ári síðani 1994. Hetta er tó fyrstu ferð, at hann stillar út á tí navn- frama gallarínum „White House“ í Augustenborg. Augustenborg er ein lítil býur bara 8 km. frá Sønder- borg í Suðurjútlandi. — Tá ið eg var niðri i 1994 tosaði eg við tey, sum skipa fyri framsýningum í , White House“, men síðani hoyrdi eg einki aftur frá teimum fyrr enn nú til hesa fram sýningina, sigur Øssur. Páskaframsýningin í Au- gustenborg hevur verið á fleiri árum. Vanligt er, at tey eisini bjóða nøkrum útlend- ingum við á framsýningina. Umframt Øssur er ein russi, Peter Reichet og ein tyskari, Heike Schmidt-Eh- lers vid å framsyningini i ár. Fimm donsk listafólk eru eisini við á framsýningini. Føroysk landsløg Målningarnir, Øssur Mohr hevur vid å framsyningini, eru føroyskar landslags- myndir. Tað er eisini hetta, ið hann hevur fingist mest við at mála. Sjálvur heldur hann annars, at føroyskir máln- ingar eru væl umtóktir niðri Ossur hevur eisini sýnt fram í Føroyum. Tað hevur higartil tó bara verið tann eina framsýningin, ið hann hevur havt heilt einsamall ur. Hon var í Smiðjuni í Lítluvík í 1993. Annars hevur hann verið við á Olavsøkuframsyning- ini, á Várframsýningini, á Varmakelduframsyningin, og å framsyningini hjå Lions klubb. Lesið eisini Sosialin 2 a netinum www.sosialurin.fo Spf. Petur Hammer - Tvøroyri Coma Pack - Tvøroyri John D. Hammer - TYøro) Feroya Bjór - Tvørovrk , Kadio Service - Vági Jogvan Weihe - Torshavn Profa ”Tvørøyri Framsýnarar: Nordhit - Térshavn I kl. 16:00 Hesi koma at:undirhalda: Tvøroyrar Hornorkestur Sangkórið Reddir / . aprí Lions Club Suðuroy skipar fyri tivoll í skúlahæflini. Dansifelagið Dansist ovugaman Tóki # Co. Torgerð # Dagfinn Alex Bærendsen Rap-rap Stevnan letur upp tórsdagin 2 Nógv og gott undirhald - Mótasýningar hvert kveld Burturlutingar. samstundis lutaseðil har høvudsvinningurin er: EIN MULTIMEDIA TELDA VIÐ LITPRINTARA - virði 15.000,- Atgongumerkið er Pr. Sofus Dimon - Tvarðy Vestpack - Vestmanna Pr. Herluf 8. Thomsen filmar á Lágabæ - Vágur 0.JÆnni - Tvøroyri PFA Wenaei - Torshavn Penteld - Tvarðffi Reinfann - Tverðýli Ahal - Tvørovri Hondarbeiðsbúðin Bilfnbkan - forshavn J.K. Jøensesi Bon foystovan - Trøroyri 7 An inter - Klaksvík