Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. apríl 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 65 — 4. APRÍL 1998 tíðindablaðið 7 Blikur maskinskaða: Allur útflutningurin av feskui fiski í vanda: Foroyskar fyritøkur í vanda fyri at missa fleiri millionir Hetta er aftur eitt dómi um, hvussu stór ólukka tað var at niðurleggja almennu skotlandsrutuna hjá Smyrli. Í dag við- urkenna øll, at tað er okkara stórsta mistak á samferðslugkinum í nógv ár sigur Kári Danielsen á fiskasøluni Aki BERTHOLDSEN Hósdagin og fríggjadagin var villur panikkur í hjá øll- um teimum, sum útflyta fesk fløk niður á evropiska meginlandið. Blikur, plagdi at sigla, lá við maskinskaða inni á Skålafjørdinum og fekk ikki siglt. Annars skuldi hann havt sett kósina ímóti Skotlandi beint eftir midnátt hós- kveldið Men á miðdegi fríggja- dagin lá hann framvegis og ongin visti, nær hann bleiv klárur aftur. Skipafelagið arbeiddi alla undir hátrýsti at finna eina aðra loysn, men á miðdegi í gjár var onki klárt Ein loysn, sum varð kann- að, var at taka Smyril úr suðuroyarsiglingini leygar- dagin og lata hann fara til Skotlands. Men á miðdegi í gjár var onki svar komið frå løg- manni um tað Ein rupulleiki er, at Dúgv- ún liggur á Skála, og kann ikki taka siglingina upp. Og trupulleikin hjá Norrønu er, at veðrið er so ringt, at tey eru ikki fegin um at lata Norrønu sigla á Tvøroyri Norrøna skal eisini til Skot- lands í morgun Ein annar møguleiki var at fáa gamal Svan, sum var á veg til Islands, at venda við, og koma til Føroyar eft- ir fiskinum til Skotlands í- staðin. Og sjálvir arbeiddu útflyt- arar við møguleikanum at lata ein trolara sigla til Skotlands við fiskinum. Men eftir, hvat skiltist var tann møguleikin sleptur, tí veðrið varð so ringt, at fisk- urin heyð í >verið í knúsi< umborð einum trolara — Tann avgjørt frægasta loysnin heyði verið Smyril, tí hann siglir so skjótt, sigur Jannie Bjørgvin á Skipafel- agnum. Ein ólukka Hesuferð skuldi eini 200 tons av feskum fløkum við Bliki til Skotland og víðari nidur til Tysklands. — Hetta er einki minni enn ein tann størsta ólukkan, før- oyskum fiskaútflutningi hevur verið fyri, søgdu út- flytarar fyri Sosialin í gjára- morgunin Teir siga at påskavikan er tann besta feskfiskavikan í øllum árinum, og tí er tað ein ólukka av dimensjónum, at slíkt kann henda Missa milliónir Kári Danielsen á Fiskasgl- uni sigur tað er ógvuliga umráðandi fiskurin er í Bremerhaven tíðliga mána- dagin. Annars kemur fiskurin ov seint fram á marknaðin lonri suðuri, og so rýkur páska- sølan — Og verður tað ov seint, verða vit noyddir at frysta fiskin, men so missa vit kanska helvtina av útflutn- ingsvirðinum. Tilsamans er útflutings- virðið av teimum 200 tons- unum einar 15 milliónir. — Missa føroysku virkini helvtina, er missurin umleið 7,5 milliónir. Men hetta er f ringasta- føri. Men ein missur uppå einar 5 milliónir er ógvuliga sannlíkur. — Og tað er ein ómetaligur smeitur fyri okkum. Og eg ivist ikki í, at fyri onkrar av teimum smáu útflytarunum verður tað heilt einfalt møn- ustingurin. Bumbað aftur í tíðina Men Kári Danielsen sigur hetta, sum nú er hent, er aftur eitt dómi um, hvussu ófatiliga stórt mistak tað var at avtaka almennu skot- landsrutuna hjá Smyrli. — Eg haldi, at í dag eru allir útflytarar á einum máli um, at hetta er størsta mis- takið á samferðslugkinum og størsta afturstigið fyri føroyskan útflutning í nógv, nógv ár. Skipafelagið er heilt ein- falt ikki nóg professionelt. — Skipafelagið koyrir uppá pumpurnar alla tíðina, og tí hendir slíkt. — At hugsa sær føroyingar í 1998 arbeiða við at fáa fiski- skip at siga okkara virkaða fisk á marknaðin. Hvat verður tað næsta: At vit fara at rigga West- ward Ho til Hann sigur, at hann hevur følt tað á sær, at okkurt fór at enda galið hesa vikuna, ti hann veit, hvussu vorðið er Blikur hevur verið í dokk. Eg bað skipafelagið longu mikudagin boðað frá, at ongin fartur bleiv hesa vikuna og at finna eitt annað skip. — Men nei. — Og tað vísti seg eisini, at tá ið hann fer á sjógv aft- ur, hevur hann maskinskaða. — Og eg segði við tey, at tað nokk skuldi vísa seg, at táið eykaluturin kom, var tað okkurt annað, sum var í vegin. Og rætt var. Og nú sita vit og kunnu rokna við at missa milliónir. Hann sigur, at føroyskir útflytarar mugu fáa álitandi samband úteftir, ella mugu vit gloyma alt um at virka fisk. Kári Danielsen sigur, at hetta er ringasta stødan, ein útflytari kann koma í. - Vit hava gjørt avtalu við ein keypara. hesin keyparin hevur gjørt avtalu við kanska 40 keyparar, sum aftur hava gjørt avtalur við hver sínar 40 keyparar, 0.s.fr., 0.s.fr. Og nú dettu alt á gólvið av tí at Blikur hevur fingið maskinskaða... Tað er ótol- andi. Og tað ringasta er, at Skipafelagið átekur sær onga ábyrgd, tí fiskurin er ikki komin umborð á Blik. — Og tað er ongin trygg- ing, sum letur endurgjald fyri hetta. Jannie Bjørgvin á Skipa- felagnum er ósamd í, at hetta er eitt dómi um, hvussu óprofessionelt Skip- afelagið er. — Ongin kann vara seg fyri einum maskinskaða sum hesum. Vit fingu flog- far heim við eykalutinum og leigaðu tyrluna úr Vágum fyri at hann skuldi vera so skjótt frammi sum gjørligt Tað er professionelt At brekið so vísir seg at vera okkurt annað, er eitt herviligt óhapp, sum vit onki kunnu gera við, sígur hon e-mail: booking&smyril-linefo Ferð ist biliga, — * Tórshavn - Hanstholm ella hinvegin Danmarkar Fråf. Torshavn 29/5, 5/6, 19/6, 28/8, 4/9, 9/9 úr einan Fráf. Hanstholm ri 3 8,- - 25/5, 50/5, 6/6, 15/6, 20/6, 15/8, 22/8, 29/8, 5/9 fy beg Til Ferð ist bíliga, Tórshavn - Bergen ella hinvegin ; år enge 440, Ferð ist bíliga, Tórshavn - Lerwick ella hinvegin Til 5 6 9” se rer sú, Ferð ist bíliga, Tórshavn - Seyðisfjorður -- ella hinvegin Íslands | úr einan* Fráf. Tórshavn, 2715, 3/6, 1OK:17/6, 24/6, 12/8, 680,- - 19/8, 26/8, 29 Fråf. Seydisfjørdur 4/6, 11/6, 18/6, 25/6, 27/8, 3/9, 8/9 me Ferð ist biliga, Tórshavn - Hetland- Skotland ella hinvegin Skotlands år einan+ 1.098,- fyri hvønn Ring og hoyr meira! 31 5900 v