leygardagur 4. apríl 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 4. APRIL 1998
Nr. 65 - 4. APRIL 1998
Sjarmu JOgvan og Peni Kåri
Børnini i kórinum hjá Jógvani Telling Joensen hava sungið ein nýggjan sang inn, sum byggir á nakað so stuttligt sum nummarplåtur
Turi KJøLBRO
Jégvan Telling Joensen,
tónleikari, fekk eitt gott
hugskot ein dagin til ein
sang. Iblåsturin fekk hann
frå nummarplåtunum å bili-
num hjå sær og vinmanni-
num Kåra Mouritsen, SJ
479 og PK 818. Tad bleiv
til sangin Peni Kåri og
Sjarmu Jógvan.
„ Sangurin er spældur inn í
Utvarpinum og tað eru tær
tólv genturnar í kvgldskúla-
kórinum hjá Jógvani, sum
syngja. Genturnar eru í
aldrinum 6 til 14 ár. Lagið
hevur Jógvan eisini gjørt.
Jógvan Telling Joensen,
sum vit kenna serliga frá
Harkaliðnum, hevur havt
barnakór í nógv ár. Tá ið
kvgldskúlaárið byrjar møta
børnini væl upp, eini 25 at
byrja við, men so hvørt tað
líður út á árið, fellur burtur-
av. Og sangur er eftir øllum
at dóma einki fyri dreingir,
tí bara gentur hava hug at
vera við.
— Tey duga væl, men
stødast heldur illa, sigur
Jógvan Telling Joensen.
Í kórinum syngja tey lætt-
ari sangir, kanon og børnu-
num dámar at syngja, hvat
tað skal vera. Ikki so sjáldan
syngja tey sangir, sum Jógv-
an hevur gjørt sjálvur, —
sum henda dagin tey fóru í
Útvarpið at syngja nyggj-
asta sangin hjá Jógvani inn
— um Pena Kára og Sjarmu
Jógvan.
Sulurøkurnar í Mykinesi ruddast
Miðskeiðis í hesum mánaðinum er ætlanin at taka grót, trol, net og annað órudd úr súlurókunum í Mykinesi,
so umstødurnar hjá súluni verða betri at stødast.
Mynd: Jehn Eghelm
TurIÐ KJØLBRO
Í hesum døgum sóknast
Mykinesfólk eftir fólki til
at rudda røkurnar, har súl-
urnar halda til. Í minsta lagi
25 mans skulu til, um rudd-
ingin skal verða av nøkrum.
Gamla súluskipanin er 24
mans.
— Røkurnar vórðu fyri
fyrstu ferð í mínari tíð rudd-
aðar fyri tveimum árum síð-
ani. Nógv gråt, evja og ann-
að órudd liggur í rókunum
Omanlop hevur verið og
súlurnar brúka trol, net og
annað til at byggja reiður
Nógv eyja liggur millum
reiðrini. Endamálið við
ruddingini er at gera um-
støðurnar betri bæði hjá súl-
uni og bjargafólki. Liggur
órudd og grót í rókunum er
vandi fyri, at fólk fær grót
oman yvir seg, sigur Oskar
Joensen úr Mykinesi, sum
er ein av stigtakarunum
Er tað ikki vandamikið at
fara niður í røkurnar?
— Alt bjargaarbeiði er
vandamikið. Tað verða bara
bjargafólk, sum sleppa at
síga niður í røkurnar. Síðstu
ferð vóru eini 8-10 mans til
tað arbeiðið. Men sjálvandi
skulu teir ungu eisini lærast
upp; teir sleppa at byrja við
eini rók, sum er hampulig
at vera á. Eg trúgvi ikki, at
tað er vandameiri at síga í
rókunum enn tað er í ferðsl-
uni. Í mínari tíð eru tveir
mans farnir fyri bakka og
tað er ikki nógv, tá ið vit
hugsa um, hvussu nógvir
eru uppi í slíkum arbeiði,
sigur Oskar Joensen.
Fáment
Bara fýra fólk eru í Myki-
nesi. Bóndirnir búgva aðra
staðni og tá ið arbeiði skulu
gerast, sum krevja fleiri
fólk, mugu fólk koma aðra
staðni frá
— Tad vísir seg ikki at vera
nakar trupulleikar at fáa
fólk í oynna, tá ið farið
verður eftir súlu ella at gera
annað arbeiði. Tá koma
fólk, sum hava tilknýti til
oynna og onnur áhugað,
sigur Oskar Joensen
Súlan kemur í Mykines-
hólm á Pálsmessu, 25. janu-
ar — sama dag, sum lomvig-
in kemur undir land. Stovn
urin er væl fyri. Fuglatelj-
ingin, sum var fyri 3-4 árum
síðani vísti, at stovnurin er
í stórari framgongd í Norður
Atlantshavi, men at menn-
ingin er knapt so stór í Før-
oyum
— Tad kemst helst av, at
tað ikki er nóg mikið av
plássi at reiðrast í og tað er
millum annað tað ruddingin
skal bóta um, sigur Oskar
Joensen
Farið verður eftir súlu um
mánaðarskiftið august-sep-
tember. Í fjør varð ikki farið
tí veðrið var ov vánaligt
Síðstu árini hava teir fingið
millum 4-600 súlur
— Tað er lítið afturímóti
fyrr. I einari rók har vit áður
fingu um 300, fingu vit bara
100 seinast. Men tað er nóg
mikið til. Trupulleikin er at
tað er lopið fleiri staðni, tí
sekir súlan ikki longur har
og eisini ti, at tað er so trup
ult hjá bjargamonnum a
ganga har. Ætlanin er rudd
ingardagin at bóta um um
stóðurnar hjá súlini í Oyði
rókini. Súla situr í teirri rók
ini, men sleppur íkki
verpa har, tí har er so nógv
ur eyrur, sigur Oskar Joen
sen
Ruddingin verður leygar
dagin 18. apríl, men neyð
ugt verður hjá monnunum
at koma út frizgjadagin og
teir sleppa ikki heimaftur
fyrr enn sunnudagin seinna
partin. Skipað verður fyri
einum lítlum borðhaldi um
kveldið. Ahugaðir kunnu
boða frá luttøku við at
ringja til Oskar