leygardagur 4. apríl 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tidindabl
Nr. 65 - 4. APRIL 1998
Bara eini
10 -
15
ør eftir
i Føroyum
Tær eru hardar av sær, tær eta næstan
alt, og tær smakka avbera væl. Og tad
passar ikki, at tær leypa á fólk. Arnfríð
Hentze í vági er ein teirra, sum hevur
uppdaga gleðina við at hava kalkun.
AK! BERTHOLDSEN
Fyri einum árið síðani fekk
Arnfríð Hentze í Vági eitt
kalkunpar frá einum manni
av, sum flutti av landinum.
Síðani hevur hon verið
„bitin av tí“
Og hon heldur, at tað er
umrådandi, at fleiri fólk fáa
kalkunir, tí tað má íkki
henda, at tær fara at doyggja
út aftur í Føroyum.
Men tað kann so skjótt
henda, tí í sellum landinum
eru ikki meiri enn eini 10-
15 per eftir, ella einir 20-30
Arn/ríð Hentze í Vági heldur
er øgiliga kelin
fuglar i alt.
Og nú er tað ólógligt at
flyta kalkunir og egg til
landið.
Hon sigur, at eftir, hvat
hon er komin til, kunnu
hesar kalkunurnar førast
aftir til nøkur egg, sum ein
havnarmaður førdi inn fyri
13 árum síðani.
— Síðani er tað so ótrúligt,
sum tær hava lagað seg til
veðurlagið í Føroyum, sig-
ur Arnfríð Hentze.
— Hetta slagið eitur brons-
ukalkunir, og tær eru ótrúl-
iga hardførar. Nógv harð-
BB
t kalkunin hevur ikki uppiborid at hava fingið sø r
og trivist berst ímillum fólk
S
SR
Arnfríð Hentze hevur við sera hepnari hond havt kalkun í eitt ár nú. Hon fekk heilar 23
ungar undan einum pari og tað er næstan óhoyrt. Hon vil hava fólk at fáa sær kalkun, tí tað
má ikki henda, at hon doyr út í Føroyum. Kalkunurnar hala lagað seg so væl til fóroyska
vedurlagid, at tær næstan kunnu kallast Føroyskar kalkunir nú, heldur Arnfríð Hentze
førari enn hønan. Hvørki
regn ella vindur rinur vid
tær, og tær mugu rekast
undir tak um kvøldid, næst-
an sama, hvussu ringt veðr-
ið er.
— Men skal kalkununi
verða lív lagað í Føroyum,
er heilt neyðugt, at fleiri
fólk fáa sær kalkun, so at
útbreiðslan verður størri.
Sjálv er hon fús at selja
burturav, so tey, sum vilja
hava, kunnu sláa upp á tráð-
in á tlf. 73060.
Men hvat er so serligt við
kalkununi, at Arnfríð vil
hava fólk at fáa sær kalkun?
— Fyri tað fyrsta hevði tað
verið báði synd og skomm
um hon doyði út aftur í Før-
oyum. Tí ger hon tað, fæst
hon ikki aftur, tí tað báði
bannað at flyta livandi
sugur hon. Hon hevur fingið sær kalkun og er „púra bitin av tí“ mi
kalkunir og egg til landið.
— Fyri tað annað haldi eg,
at tað er ein fragd at hava
kalkun.
Hon sigur, at kalkunin
hevir fingið nógv verri orð
á seg, enn hon hevur uppi-
borið.
— Nógv siga, at kalkunin
skal vera so áleypandi, og
at hon kann finna uppá at
leypa á fólk.
— Men tær royndir havi
eg ikki. Tvgrturímóti. Kalk-
unurnar eru so deyða spak-
ar. Og eg haldi tvørturim6ti,
at tær trivast allarbest vid
fólki rundanum seg. Ikki
minst børnum. Og tær finna
seg ótrúliga væl i at verða
lyftar og hundsaðar við.
— Og i tridja lagi, so eru
tær ómetaliga nyttugar, tí
tað er sera nógvur matur
ingt orð á seg, um hon hevur Kalkunin
.
uppi å eini kalkun, og tær
smakka avbera væl.
Arnfríð Hentze sigur, at
livandi vigar vaksin hani
um 16-17 kilo, men kann
koma heilt uppå 25 kilo.
Hønan vigar umleið
helvtina.
— Men eisini ungarnir eru
stórir. Hanungarnir, vit
drupu í fjør, vigaði sjey- átta
kilo, táið teir vóru grýtu-
klárir, og hønungarnir trý-
fýra kilo. Tá vóru teir 16
vikur gamlir, so tað er
nógvur matur.
Lítið og onki stríð
Arnfríð Hentze sigur, at tað
er lítið og onki stríð av at
hava kalkun.
--Men skalt tú nakað burt-
urúr, er neyðugt at hava hús
til tær, tó at tað ikki er
neyðugt at isolera húsið so
væl, sum eitt hønhus skal
isolerast.
— Annars etur kalkun alt,
sum hønur eta, korn, døg-
verdarusk, ikki minst dåmar
termum væl epli og epla-
skøl
Ein forðing hjá summum
kann tó vera, at ein kalkun
krevur gott pláss, tí hon skal
hava nógv gras
— Aðrastaðni siga tey, at
hvørt parið skal hava einar
750 fermetrar at ganga á.
Nógv klára seg tó við væl
minni enn tað, kanska 1/10
part av ti. Men so sláa tey
kalkununum gras aðra-
staðni og bera henni
— Hinvegin fer kalkunin
nógv betri við stykkinum,
enn hønan ger, ti hon skøvir
ikki so illa.
Verpa upp i 70 egg
Eins og annar, stórur fuglur.
verpur kalkun einaferð um
árið
— Og verpingartíðin verð-
ur skjótt, síðst í mars og
fyrst í apríl verpa tær
Hvussu
nógv hønan
verpur er misjavnt
Men tekur tú eggini frá
henni so hvert, so hon ikki
sleppur at leggja seg. kann
hn verpa upp í 70 egg. sum
síðani
maskinu
kunnu klekjast í
Sjálv læt Arnfríð hønuna
sleppa at leggja seg, og hon
fekk 26 ungar undan tí eina
parinum.
Men eftir, hvat hon skilir,
er hetta sera nógv, næstan
óhoyrt. Tí onkur, hon hon
hevur frætt frá, fekk 23 ung-
ar undan trimum hønum i
fjør.
— Men tað ræður um at
velja tann rætta hanan. Tí
er ov stórur munur á stødd-
ini á hananum og á høn-
unum kemur lítið og onki
burturúr.
Kalkunin liggur á fýra
viku, hønan í tríggjar.
Eitt kalkunegg er næstan
tvær ferðir so stórt sum eitt
hønegg og tað vigar um 90-
100 gramm. Tey eru hvít við
brúnum prikkum og spísk,
minna mest um álkuegg.
Góvu hanunum snaps
Arnfríð Hentze sigur, at í
Danmark gjørdu tey tað
fyrr, at tey lótu hanararnar
klekja, fyri at fáa meiri burt-
urúr.
— Tey kundu leggja upp
til 80 hønegg undir ein han-
a, nakað færri kalkunegg.
— Eggini blivu løgd í eina
hålvtunnu. Fyri at hanin
skuldi verda liggjandi vid
frið, góvu tey honum snaps,
og har var hann so liggjandi
við góðari kenning í tær fýr-
a vikurnar.
— Men hesin klekingar-
mátin er forboðin nú.
Læra av
Eitt minus er tað tó, at kal-
kunungin skal passast betri
enn hønungin. Teir skulu
hava eitt sindur meiri varm-
a, og tað kann verða trupult
at fáa teir at eta.
— Teir eru blindir, tá ið teir
koma út. Tí er tað gott at
geva teimum blonk ílet at
eta úr, tí tað síggja teir.
— Men ein annar máti er
at sleppa hønungum inn til
teir, tf so kunnu teir læra
kalkunungarnar at eta.
Aðrastaðni er eisini gam-
alt at táið kalkunin hevur
ligið í eina viku, verða nøk-
ur egg tikin undan henni og
hønegg løgd istadin. So
koma allir ungarnir út í senn
og hønungarnir kunnu læra
kalkunungarnar at eta.
Veksandi áhugi
Sjálv hevur Arnfríð land-
búnaðarútbúgving úr Ís-
landi, har hon lærdi til bú-
frøding. Aftaná lærdi hon til
ísáðara Í Noregi
Hon sigur, at hon hevur
merkt, at áhugin fyri kalk-
unum er vaksin í seinastuni,
ikki minst síðani salmonell-
atrupulleikin við dunnunum
tók seg upp.
Tað eru fleiri og fleiri,
sum eta kalkun á jólum, og
eg haldi, at táið hon er fylt
við alskyns góðum, er hon
fult so góð sum dunnan.
Arnfríð sigur, at kalkunin
hevur ikki verið húsdýr í
meiri enn eini 500 ár, aftur-
ímóti hønuni. sum hevur
verið tamd í iusundtals ár.
I fyrsi::ni, táið kalkun-
urnar komu til Evropa, hild-
u tey, at tær komu úr Kal-
kutta. Tí blivu tær nevndar
kalkunir, sígur Arnfríð
Hentze.