leygardagur 4. apríl 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— Tad var næstan ikki tann dag-
ur, at eg ikki hugsaði, at hetta
var yvirstaðið fyri meg. at eg
kundi ikki spæla fóthólt meir.
Eg vandi fýra tímar hvenn dag
fyri at blíva frískur, men einki
hjålpti, sigur Todi Jónsson
todi
TODI JONSSON var fødd-
IKS > KI hanr
vant € nerstaras Kap
vng jun Spa
ix Já ne g
ån GI re
gør nn i9rovameistari!
jeild s n vid Kl
landsdystin og skoraði. I
1993 spældi hann eitt hålvt
B36 áðrenn hann fór til
Danmarkar at royna eydn
Spældi í Lyngby og fekk í
1995 sáttmála við felagið
Frá |. juli 1997 fekk hann
fulltíðarsáttmála við FC
Keypmannahavn. Hevur
spælt 10 dystir fyri felagið
g hevur gjørt fimm mál
Todi hevur spælt 27 lands
dystir og hevur gjørt átta
mål. Hattrick móti San Mar-
no á heystið í 1995 var
besti hálið
Hevur verið hart plágaður
av skaða í lúskuni, men er
komin fyri seg eftir skurð-
viðgerð í Týskland stutt fyri
pot í TJør
Todi
Todi Jónsson vil
framvegis sleppa út
um Danmark at spæla
fótbólt. Men skal hann
fáa sáttmála aðrastaðni
í Europa, skal tað
gangast honum væl í
donsku kappingini, og
ikki minst — hann skal
gera mál. Tíðindablað-
ið Sosialurin hevur hitt
fremsta føroyska
fótbóltsspælaran eftir
300 dagar í FC Keyp-
mannahavn
Fyri 10 mánaðum síðani varð Todi
Jónsson tveittur fyri løvurnar
Føroyski álopsspælarin hevði ikki
klárað at funnið sær eitt útlendskt
felag áðrenn |. juni 1997, og so bant
cin sáttmáli, sum hann hevði gjørt
FC Keypmannahavn fleiri mánaðir
frammanundan
Summarið 1997 sum skuldi verða
lopið út í europeiskan fótbólt, gjørd
ist til eitt lop úr lítla Lyngby til stóra
FCK. Todi fór úr bláu troyggjuni
tíðindablað
Nr. 65 - 4. APRIL 1998
Jonsson stilar enn hægri
hjá Lyngby og í tí hvítu hjá løvunum
í FCK, men Keypmannahavnarum-
ráðið og superligan var og er fram-
vegis ramman.
Tað hevur gingið upp og niður í
FCK. Byrjanin var góð og Todi stóð
seg betur enn tey mest bjartskygdu
høvdu væntað, men so kom kend-
asti føroyski lúskuskaðin aftur i
vegin. Nú eftir skaðasteðg í fýra
mánaðir, eina harða uppvenjing og
eina skurðviðgerð, er klaksvíking-
urin aftur á veg móti toppinum í
donskum fótbólti. Hann hevur fing-
ið gongd á serkenda spælið hjá sær
aftur, og seinasta vikuskiftið var
hann bestu maður á danska tjóð-
leikvøllinum, tå FCK vann á Arhus
Fremad
Millum fyrrparts- og seinnaparts-
venjingina á vøllunum hjá KB á
Frederiksberg hendan mikudagin
hava vit funnið eitt stað burtur frá
teimum larmandi stjórnunum i
FCK. Við eitt lítið borð í forhøllini
við útsýni útyvir svimjihylin uttan-
fyri KB-høllina
Prátið snýr seg um fyrstu 10 mán-
aðirnar í FCK, um at ganga við
einum óneyðugum skaða í næstan
try år, og dreymin at sleppa longur
út í Europa at royna fótbóltsevnini
Verður kendur aftur á getuni
Hvussu var tað at skifta frå Lyneh
til FCK?
- Tað var ein stór broyting. Eg
bud úti í Lyngby meðan eg spældi
har, og tað var eingin sum kendi
meg aftur, tá eg gekk úti millum
fólk. Lyngby er ikki so stórt, men
tað var eingin, sum visti hver eg
var. Tað vísti bara hvussu lítil áhug-
in fyri fótbólti í Lyngby var. Tá eg
kom til FCK og tað gekk væl hjá
mær, varð eg kendur aftur. Ikki so-
leiðis sum tær stóru stjørnurnar,
men tað var altíð onkur, sum vildi
heilsa uppá meg. Eisini sjálvt felag-
ið FCK er nógv størri og meiri
ambitigst. FCK vil nakað og tað er
eitt felag, sum fólk hava stóran á-
huga í. Tað eru nógv, sum fegnast
tá tað gongur væl hjá okkum, men
tað eru sanniliga eisini tey, sum ikki
gera tað
Merkir tú nakað til tey, sum ikki
eru glað, tá tað gongur tykkum væl?
— Nei, tað geri eg ikki. Tað er
bara meðan vit spæla dystir.
Tá tú fórt frá Lyngby til FCK,
fórt tú samstudis frá at hava verið
hálvtíðaryrkisspælari til fulltíðar-
yrkisspæl. Hvussu var tað?
— I Lyngby segði sáttmálin, at eg
var hálvtíðaryrkisspælari, men eg
valdi einki at gera við síðuna av og
satsaði uppá fótbóltin. Í FCK er tað
meiri ella minni eitt krav, at tú skalt
verða fulltíðaryrkisspælari, men tað
eru sjálvandi eisini undantak. Um
eg til dømis hevði fingið ein lang-
tíðarskaða, so hevði eg fingið loyvi
til at gjørt okkurt við síðuna av, havt
arbeiði ella gingið í skúla. Men tað
er ikki aktuelt
Hvussu passar tað tær, at brúka
alla tína tid til fótbólt?
— Tað er fínasta slag. So leingi,
sum eg havi hug at spæla fótbólt,
geri eg tað. Ein møguleiki hevði
verið at tikið eitt arbeiði við síðuna
av, tað stendur í sáttmálunum hjá
mær, at eg kann, um tað verður
aktuelt. Men felagið hevur valt at
brúka pengar uppá meg, og tí vænta
teir eisini, at eg eri til reiðar at gera
eitt gott arbeiðið fyri teir. Eg eri
íkki ungur sum fótbóltsspælari
longur, so um einki meira hendur
rímuiiga skjótt, fari eg helst at hugsa
um eftirtidina, men eg foli ikki at
eg havi skund til at finna uppå okk-
urt. Nú spæli eg fótbult, og tað dåm-
ar mær væl, og so havi eg valt at
bíða við arbeiði ella útbúgving til
seinni.
Utlandið vendi tummilin niður
Fyri 10 mánaðum síðani vart tú nær
við at enda í belgiska felagnum
Moeskroen, men tað bleiv ikki til
nakað, og ístaðin komst tú til FCK.
Ert tú keddur av, at tað gekk so-
leiðis, og at tú ikki slapst út um
Danmark ai spæla?
- Nei, eg vil ikki síga at, eg eri
keddur av tí. Um eg skuldi halda
fram í Danmark, so var FCK einasta
felagið, sum eg vildi sleppa til. Eg
hevði annars sett mær fyri, at cg
skuldi bara út um Danmark at spæla
fyri at royna nakað annað. Men tað
vísti seg. at tað vóru ikki nógv fleiri
pengar í sáttmálum aðrastaðni, enn
tað eg kundi fáa frá FCK. Og so
gjørdi tað seg eisini galdandi, at eg
hevði gjørt eina forhondsavtalu við
FCK um, at um eg ikki hevði fingið
sáttmála í útlandinum innan 1. juni
1997, so skuldi eg spæla fyri teir.
Beint tá tað hendi, var tað keðiligt,
at eg ikki slapp uttanlands, tí tað
vóru onkur trupulleikar, men nú eri
eg ikki keddur av tí. Og hví skuldi
eg verið tað, eg hevði sjálvur skriv-
að undir avtaluna við FCK, so tað
var eitt val, sum eg hevði gjørt. Teir
høvdu verið large og góvu mær
góða tíð til at finna eitt útlendskt
felag, men tað eydnaðist ikki.
Hví fanst tú ikki eitt útlendskt
felag?
— Trupulleikin var at finna eitt
felag, sum kundi geva mær ein góð-
an sáttmála, ti eg spældi ikki væl á
várið 1997, og eg gjørdi eingi mál.
Tað vóru fleiri feløg og hugdu eftir
mær, men tað sum eg avrikadi var
ikki nóg mikið til at fáa ein góðan
sáttmála. Sturm Graz úr Eysturríki
og Moeskroen úr Belgia vóru uppá
tal saman við fleiri donskum feløg-
um, men tað bleiv so til FCK.
Men um tað hevdi gingið líka væl
hjá tær um várið 1997, sum tað
gjórdi eftir í FCK eftir summar-
stedgin , hevdi tú so spælt onkra
aðrastaðni í Europa í dag?
Møguleikin fyri tí hevði ið
hvussu sv er verið nógv størri. Men
kanska var tað heppið, at eg ikki
fór uttanlands júst tá, tí eg fekk jú
ein langtíðarskaða eftir bara sjey
dystir í FCK.
Hvussu trívist tú í FCK nú?
- Eg trívist væl. FCK er eitt stórt
felag, men sjálvt um tað eru meiri
pengar uppi í spælinum og spælar-
arnir eru meiri kendir, er saman-
haldið millum spælararnar minst
líka gott sum í Lyngby. Vit koma
ikki saman hvønn dag eftir venjing,
men onkuntíð fara vit saman út í
býin at hugna okkum.
Hvørjar eru ambitiønirnar nú?
- Fyrst og fremst er tað at hava
plássið á liðnum, tí tað er stór kapp-
ing um plássini. Og um tað gongur
væl, so er tað eisini at vinna okkurt
við FCK. Og eg hugsi eisini fram-
vegis um at sleppa út um Danmark
at spæla. Tú sleppur næstan ikki
undan at hugsa um tað, tí gongur
tað væl hjá tær, spyrja fólk teg alla-
tíðina um nakað felag ætlar at keypa
teg. Men skal eg fáa ein sáttmála
onkra aðrastaðni, so skal tað eisini
ganga væl hjá mær og eg skal skjóta
mál. Eg havi sáttmála við FCK í
tvey ár afturat, og tí skal eitt felag,
sum ætlar at keypa meg, eisini
gjalda FCK pengar. Tað førir við
sær, at tað er ikki líka lætt at sleppa
avstað, men tað tryggjar eisini, at
sleppi eg avstað, verður tað til okk-
urt rímuliga gott felag.
Leingist heim á jólum
Hevur tú sett tær nakað mál fyri
Nr. 65 - 4. APRIL 1998
Seinasta sunnudag var Todi Jónsson besti maður á vøll-
inum, tá FCK vann á Arhus Fremad. Hann nærkast stødugt
toppforminum, og gav í dystinum fleiri prógv um, at hann
framvegis telist millum bestu álopsspælararnar í donsku
kappingini. Mynd: Ekstrablaðið
— Eg havi sáttmála við FCK í tvey ár afturat, og ti skal
eitt felag, sum ætlar at keypa meg, eisini gjalda FCK
pengar. Tað førir við sær, at tað er ikki líka lætt at
sleppa avstað, men tað tryggjar eisini, at sleppi eg av-
stað, verður tað til okkurt rímuliga gott felag.
hvussu leingi tú vilt satsa uppá fót-
bóltin?
— Tað gjørdi eg, tá eg var í Lyng-
by. Eg setti mær fyri, at eg satsaði
uppá fótbóltin í tvey ár, og hendi
einki áðrenn tað, fór eg í holt við
eina útbúgving. Men nú havi eg ikki
sett mær nakað líknandi fyri. Og
hví skuldi eg gjørt tað. Tað er
kanska trupult hjá serliga føroy-
ingum at skilja, at eg bara spæla
fótbólt og einki arbeiði havi við
síðuna av, men soleiðis er tað.
Hvussu leingi hevur tú verið í
Danmark nú?
— Eg fór úr Føroyum um summ-
arið í 1993, og her er veldugt. Dan-
mark er eitt fantastiskt land. Kanska
er tað lætt hjá mær at siga, tí tað
hevur gingið væl hjá mær, men tað
eru ikki teir somu møguleikarnar í
Føroyum. Sjálvandi leingist eg
heim á Olavsøku og áðrenn jól, men
tá eg so havi verið heima í einar
tvær ella tríggjar vikur, so er alt tað
sama aftur. Eg sakni ikki Føroyar
sum so, men eg havi familju og
vinir har heima, sum eg sakni.
Ætlar tú at flyta heimaftur?
— Tað dugi eg ikki at svara uppá.
Fyri tveimum árum síðani hevði eg
svarað ja, eisini fyri einum ári síð-
ani. Tá hevði eg avgjørt, at tá eg
var liðugur við alt hetta, so flutti eg
heimaftur. Men nú veit eg ikki. Tíð-
inar broytast, og tað hendir alla-
tíðina okkurt nýtt. Men eg kann gott
siga, at tað er sannlíkt, at eg flyti
heimaftur.
Í donsku fjólmiðlunum verður
nógv gjórt burturúr, at kappingin
um plásini í FCK-álopinum er stór.
Hvussu er tað?
— Tað kann blíva ein trupulleiki
fyri meg, um eg ikki skori. Tí FCK
hevur jú keypt Thomas Thorninger
heim úr ltalía fyri nógvar pengar
og David Nielsen vil eisini spæla.
So tá fjølmiðlarnir halda, at Thorn-
inger skal spæla, so leggur tað trýst
á meg. Innanhýsis í felagnum er tað
ikki nakar trupulleiki millum okk-
um álopsspælarar, tí vit finna væl
út av tí saman, men vit vita eisini,
at vit skulu vísa nakað allatíðina
fyri at sleppa at spæla, og tað sæst
aftur undir sjálvari venjingini. Tað
gongur skjótt hvgnn vegin, tí tá eg
kom til FCK av fyrstan tíð, varð
tosað um, at felagið hevði álops-
trupulleikar. Men so gekk væl hjá
mær og David og so var eingin
knappliga trupulleiki. So varð eg
skaddur, og so var aftur galið. Og
tá eg og David ikki skoraðu tveir
teir fyrstu dystirnar í ár, hildu fjøl-
miðlarnir, at tað var rættast at lata
Thorninger spæla.
Hvussu týdningarmikið er tað at
gera mál, tá tú spælir í álopinum?
— Tað hevur alt at siga. Tað nyttar
ikki at spæla væl, um tú ikki gert
mál.
Eitt er trýsti frá fjólmiðlunum og
annað innanhýsis millum spælarar-
nar, men hvussu er við leiðsluni í
felagnum. Leggur hon trýst á tykk-
um fyri at vinna okkurt?
— Vit fingu at vita frá leiðsluni í
felagnum áðrenn fyrsta dystin her í
vár, at vit skulu íkki kenna trýst á
okkum fyri at vinna nakað. Í ár snýr
tað seg um at spæla eitt gott lið
saman. Tað siga teir, men innnast
inni vita vit væl, at teir gjarna vilja
hava okkum at blíva nummar eitt.
Teir søgdu soleiðis fyri at ætta eitt
sindur um trýsti, sum hevur verið
lagt á okkum, síðani fleiri kendir
spælarar afturat vórðu keyptir til
felagið í vetur. Vit taptu týdningar-
mikla dystin móti Brøndby, so krav-
ið er heilt greitt, at vit skulu blíva
nummar tvey. Vit skulu í Europa at
spæla næsta ár.
Oneyduga skaddur
í næstan trý ár
Stóran part av tíðini í FCK hevur
tú verið skaddur, men áðrenn jól
fekst tú eina skurðviðgerð, sum
gjórdi teg frískan innan stutta tíð.
Hvussu gekk tað fyri seg?
— Trupulleikin var tann, at lækn-
arnir her í Keypmannahavn søgdu,
at eg var ov veikur í lúskuni, og tí
skuldi eg fáa eitt programm, so eg
kundi venjast uppaftur. So skuldi
tað blíva betri og betri. Men tá eg
hevði gjørt tað í eina tíð og så, at
tað gekk als ikki, kravdi eg yvirfyri
FCK at sleppa til ein specialist. Og
eg slapp til ein lækna í Týsklandi.
Tann læknin var als ikki í iva hvat
feilti mær. Hon segði, at eg hevdi
lúskubrok, og tað varð eg skurð-
viðgjørdur fyri dagin eftir, at hon
hevði kannað meg. Vanliga ganga
tað tríggjar vikur til tú ert frískur
eftir eina slíka skurðviðgerð, men
vit valdu at brúka longri tíð til upp-
venjingina, tí kappingin byrjaði ikki
fyrr enn tríggjar mánaðir seinni. Og
tað hevur víst seg, at tað varð rætta
skurðviðgerðin, sum eg fekk í Týsk-
landi, tí nú eri eg frískur. Tann fyrra
skurðviðgerðin, sum eg fekk fyri
nøkrum árum síðani, var ein heilt
onnur og var óneyðug. Tað vil siga
tað sama sum, at eg havi gingið í
tvey og eitt hálvt ár við eini sjúkari
lúsku, sum tað hevði tikið tríggjar
vikur at blivið frískur í, um eg fekk
réttu viðgerðina. Og tað er keðiligt
at hugsa um nú, men tað fái eg einki
gjørt við.
Hvussu hevði tú tað, tá tú í fjør
aftur fekk skaðan í lúskuni. Hugsaði
tú nakrantid, at nú bar ikki til long-
ur, nú hildu beinini ikki meir?
— Ja, tað hugsaði eg ofta um. Eg
var bangin fyri ikki at koma at spæla
aftur. Tað var næstan ikki tann dag-
ur, at eg ikki hugsaði, at hetta var
yvirstaðið fyri meg, at eg kundi ikki
spæla fótbólt meir. Eg vandi fýra
tímar hvønn dag fyri at blíva friskur,
men einki hjálpu, tað bleiv ikki
betri. Til endans tímdi eg ikki meira
Hinir spælararnir vóru farnir í jóla-
frí, og eg mátti halda fram við hørðu
venjingini. Eg steðgaði við venjing-
ini, fór til felagið og kravdi at blíva
kannaður betri. Eg minnist eg segði
við orkran áðrenn eg fór til Týsk-
lands at blíva kannaður, at eg vænt-
aði, at hon fór at siga tað sama sum
læknarnir í Danmark. Eg skuldi
helst skurðviðgerðast aftur fyri tað
sama, og so var eg aftur burtur í
fýra mánaðir, men eg vónaði at hon
fór at siga, at tað fór at taka tvær
ella tríggjar vikur, so var eg frískur.
Tað segði eg eisini við onkrar av
læknunum og fysioterapetunum í
Danmark, men teir søgdu, at tað
skuldi eg ikki rokna við, og eg var
eisini fyrireikaður uppá, at tað næsta
hálva árið var farið.
Hvussu var tað so, tá tú fekst boð-
ini frá týska læknanum ?
— Tað var ein stórur lætti. Men eg
var eisini keddur um, at eg ikki var
farin til ein specialist beinanvegin,
og ístaðin hevði lurtað eftir lækn-
unum í Danmark. Og hevði eg ikki
kravt at sloppið til ein specialist,
hevði eg væl kunnað gingið skaddur
enn.
Hvussu væl ert sú fyri nú?
— Tá tú ert skaddur, missir tú nógv
av boltførleikanum, og tað tekur tíð
at koma fyri seg aftur. Tey flestu
minnast meg, sum eg var, beint áðr-
enn eg varð skaddur, og tí hava tey
stórar forvæntningar til mín nú eg
spæli aftur. Men eg klári ikki at
avrika tað sama beint nú, sum eg
gjørdi tá, og ti er vandi fyri at blíva
frustereraður. Eg merki serliga, at
eg mangli nakað í teimum longu
spurtunum, men tað er bara spurn
ingur um at koma í toppvenjing aft-
ur
Orð og myndir:
Eyðun Klakkstein