leygardagur 4. apríl 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I
enos Aires, enn í dag er
tjóðarhetja, og kjakast verð-
ur enn um, hann nú var
føddur í Fraklandi ella Ur-
uguay. Frá 1929 til 1935
spældi hann við í nøkrum
filmum, sum enn í dag
verða vístir í argentinskum
sjónvarpi.
Sum við so nógvum ødr-
um fólki við stjórnustatus,
doyði Carlos Gardel í ung-
um árum. I "35 var hann við
í eini flogvanlukku í Kol-
umbia, men takkað veri
uppfinningini av ljóðupp-
tøkuni, tagnaði røddin ong-
antid, og å hvørjum gøtu-
horni í býnum síggjast
myndir av Gardel, meðan
hann nú sleppur at royna
seg á fløgu.
Jú, tango er fyrst og
fremst alskur og sorgblíðni,
og í dag kanst tú vitja sam-
komur, ið savnast til tango-
upplestur. Romantisk yrk-
ingalist, id verdur notin, til
morgunin finnur sær sess
millum teir rúnarbundnu á-
hoyararnar.
Men kemur tú inn í ein
hýrivogn í Buenos Aires,
kann tað verða, at eitt lítið
tár goymir seg í øðrum eyg-
anum hjá sjaufførinum. Tá
er tað Gardel, ið framførir
tangorútmurnar og rørir
hjartastreingirnar, og spyrt
tú argentinarar, eru tað
summir ið vilja vera við, at
„hann syngur betur fyri
hvønn dag, ið gongur“.
Opera, oksakjøt
og reyðvín
Sum sagt er Buenos Aires
ein sera europeiseradur by-
ur, og frå tango fóru vit til
Tchaikovski.
I bynum ber nevniliga til
at finna eina av heimsins
fremstu operum, Teatro
Colén, har vit vitjaðu , Eug-
enio Onieguin“, ið bleiv
framførd hetta kvøldid. Eitt
flott uppliving, sum vit
lýddu á fyri ein tjúgund-
apart av tí, sum tey bestu
og fremstu sitiplássini kost-
aðu.
Sostatt ber til at liva lívið
í Buenos Aires. Umframt
tey stórfingnu musikalsku
tilboðini, er Argentina
heimsins fimtstørsti vin-
framleiðari. Hóast hesa fínu
plasering, verða níggju
tíggjundapartar av allari
vínheystingini druknir í
Argentina. Tað hevur onkur
hagfrødingur fingið til at
vera, at hvør argentinari
drekkur 48 litrar av víni um
árið. Men her er talan um
njóting, tí tað er sjáldsamt
at síggja ávirkaðar argen-
Unarar.
Hetta setir sjålvandi sin
dåm å matskråirnar hjå
teimum mongu restaura-
tiénunum í býnum, sum eis
int er kendur fyri sítt framúr
góða oksakjøt, ið fær okk
ara bestu viðmæli -
er heldur ikki ein óvanlig
sjón at síggja eina útstapp
aða kúgv uttan fyri eina ti
líka matstovu, ið bjóðar sín
ar rættir fram við stoltleika
og tað
Frælsi og fólkaræði íkki
sjálvsagdir lutir
Men eru argentinarar stoltir
av sínum råvørum, skalt tú
Nr. 65 - 4. APRIL 1998
bara fara útum og spåka tær
ein túr eftir teimum mongu
gøtunum. Har finnur tú
bæði stoltleika, ágrýtni og
ein farra av varni og verju.
Fólk, ið verja tað, ið fyri
fáum árum síðani var 6-
hugsandi.
Tær nýtist ikki at ganga
leingi, áðrenn tú fært ein
faldara fyri og annan eftir í
hondina frá ungfólki við
eldhuga í eygunum. Gaman
í, eru ikki allir av so stórum
týdningi, men tað, ið hesir
boðberararnir gera, er at
brúka demokratiið og tess
møguleikar og framihjå-
rættindi til fulnar.
Eftir årtiggjur vid skift-
andi styrum og tíðarskeið-
um við forfylging, er fólka-
ræði als ikki nøkur sjálv-
fylgja. Mannarættindafel-
agsskapir vilja vera við, at
eini trátitúsund fólk blivu
rænd, pínd og loyniliga tik-
in av dógum undir hernað-
arstýrinum í sjeytiárunum.
Tað var ikki fyrr enn í
1983 - eftir kriggid um Islas
Malvinas, her niðri má ein
ikki siga Falklandsoyggjar-
nar - at stýrið fall eftir ósig-
urin ímóti tí ivaleyst óvænt-
aða aftursvarinum hjá
Thatcher & co. Val bleiv
útskrivað, sensurin varð av-
tikin, og fyri fyrstu ferð í
suðuramerikanskari søgu
blivu limir í eini hernaðar-
juntu åkærdir og dømdir av
einum rætti.
Sidani tå hevur militerid
roynt at framt kvett triggjar
ferdir, men undirtøkan frå
almenninginum hevur ong-
antíð verið nóg munadygg.
Argentinarar hava nevniliga
ikki gloymt, hvussu virðis-
mikið talufrælsi og fólka-
ræði eru fyri eina tjóð, og
ikki kann sigast annað, enn
at tað var hugtakandi at
meta hesum ungu fólku-
num, ið brúktu teirra møg-
uleika, at býta tað, tey trúðu
upp á, út millum fólk, eins
og vóru tað traktatir við
onkrum andaligum tíðind-
um.
Hetta fær ein ungan at
hugsa. Ein ungan, sum
kemur úr einum landi, við
heimsins óvirknastu polit-
isku ungmannafeløgum, og
ur einum kongariki, har til
ber at ironisera følkarædi,
sum vit hava sæd fyri ikki
so langari tid sidani. Jakob
Haugaard hevði nevniliga
ongan kjans havt í Argen-
tina!
U2 og mammurnar
Enn í dag møtast mammur
alment í Buenos Aires og
krevja teirra horvnu synir
aftur. Synir, sum hvurvu,
meðan hernaðarstýrið ráddi
fyri borgum
Tíverri blivu vit ov stuttir
at røkka eina konsert hjá
heimsstjórnunum U2, ið
sjalvir kalla seg ein POP
bolk. Men meðan teir á kon
sertini í Buenos Aires
spældu inniliga hittið,
"One", komu hesar mamm-
urnar inn á pallin. Well,
hugskotið eigur Sting iva
leyst, men boðskapurin
kundi ikki verið greiðari
Fortíðin og tey horvnu eru
ikki gloymd!
Nåttåruøkid Iguazú við teimum kendu fossunum, sum eitast at vera teir sterstu í heiminum
Avbyrgdir hinumegin á
knettinum
Men sum dagarnir gingu,
var nóg mikið upplivað av
stórbýarlívi.
Ur Buenos Aires koyrdu
vit í 19 tímar upp til nátt-
úrugkið Iguazú. Har búgva
eini nítjantúsund fólk, so
hetta var munandi bygda-
sligari enn í milliónahgv-
uðstaðnum.
Eitt tað fyrsta vit gjørdu,
var at royna at ringja heim,
men illa gekst í hond. Eftir
at hava bíðað í tímar eftir at
hava fingið samband, følir
ein rættiliga, hvussu langt
vit eru heiman. Vit eru fak-
tiskt staddir hinumegin á
jørdini, hóast hetta er tor-
fórari at ímynda sær, enn
ein kundi trúð.
Eftir at hava sitið og prát-
að við fólk úr ymsum
heimshornum á vallara-
heiminum um kveldið, varð
farið til songar, og hetta
bleiv ein heit nátt! Veður-
lagið í Iguazú er nevniliga
subtropiskt, og tá fleiri fólk
sova í einum lítlum rúmi
við ongari air-condition, ja,
so verður kvalið.
Men vit vaknaðu tó morg-
unin eftir, fóru undir eina
kærkomna brúsu, og eftir
enn eima vónleysa roynd at
ringja heim til Føroya, gekk
leiðin til Iguazúfossarnar,
sum 1 vavi sigast at vera
mætari enn sjálvt teir í Ni-
agara. Hetta høvdu vit eisini
sæð fram til í spenningi, og
vit fingu so sanniliga eisini
valuta fyri teir tilsamans 9
$, sum atgongumerkid inn í
sjålvt náttúrugkið kostaði
Tað eingin hevur sæð
Fyrst varð farið upp í eitt
torn við snyrlatrappum, har
til bar at:líta oman yvir ein
part av fossunum, sum ein
løngu kundi hoyra, tá ein
kom gangandi ímóti sjálv
um torninum
Jú, hetta vóru stórslignar
leiðir at ferðast á. Ræsur
vóru gjørdar gjøgnum hend-
an subtropisku skógin ella
frumskógin, og brýr vóru
bygdar yvir um áirnar og
ytst úti við fossarnar. Og
onkuntíð kom tað fyri, at ein
helt fast í gyrðingina.
Otrúligt, at standa á egg-
ini og síggja oman yvir og
skoða fuglarnar, sum áttu
sær reiður í berginum.
Summir enntá aftan fyri tey
mongu tonsini og kubik-
metrarnar av vatni, sum
renna út av hvort sekund,
ið gongur, og ein fer at
grunda um, tað nakrantíð er
ella verður unnt mannaeyg-
um at síggja lívið handan
fossarnar.
Eisini bar til at skoða
onkrar av fossunum úr
neðra, ja, næstan standa
beint undir hesum vátu nátt-
úrukreftum, so at ein bleiv
á kroppi, og tað var ringt
hjá skilinum at fata hesar
almiklu og ótroyttiligu orku
og náttúrukreftir - at skilja
hesar kreftir, rúmd og
kanska duldu megi, hóast
hon kanska kundi tykjast í
so eyðsýnd.
Har londini hittast
Ein bergtakandi uppliving í
einum oki, ið er so stórt, at
ikki ber til, at síggja alt eftir
einum degi og í einum
landi. Sostatt máttu vit inn
í ein nýggjan dag og inn í
eitt annað land, skuldu vit
síggja hetta stórsligna nátt-
uruøkid við øllum sínum
Undir yvirskriftini „Teir
ódeyðiligu“* stendur
tjóðarhetjan, Carlos
Gardel og lítur yvir býin
djóralívi frá øllum síðum.
Tað er nevniliga í Iguazú,
at tey trý londini Argentina,
Paraguay og Brasilia meta
hverjum ødrum, men hóast
tað, sóu vit einki til, at teir
mongu litføgru summar-
fuglarnir skuldu visa fram
pass, tá teir fóru yvir um tey
politisku landamørkini.
| Myndir: Theodor E. D. Olsen
0.9.
Teldusnillingur:Svein w.
Rasmussen
Um onkur hevur hug at skriva
til teirra, so eru
dhovdal Guysa net
theodor olsen E usa net
SYgID.W. rasmussen E usa. net
Magnus samuelsen € usa net
mass.hvydal Gusa net