Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. apríl 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið UK Nr. 65 — 4. APRIL 1998 ITROTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo - Bolkaspæl byrjar i morgin 10 Fótbóltur: I morgin byrjar bólkaspælið í kappingini um løgmans- steypið. Og suðuroyingar verða rættiliga forkeladir henda dagin — triggir av teimum seks dystunum verða í Suðuroynni Bólkaspælið í kappingini Manssteypi0 byrjar í m 1 Á id 49 r steypakappingin hjá kvinn- um €1SINI Seinastu árini hava fýra bólkar við fýra liðum í hverjum verið í kappingini um løgmanssteypid, men tað elvdi til ov nógvar dystir, har liðini vóru alt ov Gjøvn, og ti er kappingin broytt, so tað nú bert eru triggir bólkar við fýra liðum í hverjum Og tað sæst, at tað ger mun, tí allir bólkarnir eru rættiliga javnir Bólkur 1 ; FS Vágar. HB, KÍ og NSÍ Av teimum tólv liðunum, sum eru efur í steypakappingini, eru tey tiggju úr 1. deild og hini bæði úr 2. deild. Annað av 2. deildarlið- unum, sum eru eftir, er FS Vágar Samansetta vágaliðið flutti nið- ur í fjør eftir tveir dystir um upp- 'g niðurflyting móti TB. Í morgin taka vágamenn ímóti FM-favo- rittunum HB í Miðvági, og hetta verður uttan iva ein metumikil uppgáva hjá heimaliðnum Tey eru nógv, sum rokna við, at HB í ár fer at steðga >oyðimark- argongdini<, sum hevur staðið á síðani 1990, og vinna føroya- meistaraheitið. Harafturat er HB altíð millum tey liðini, sum koma longst í steypakappingini — ja hig- artil hevur HB vunnið gll steypini, spælt hevur verið um Eingin ivi er um, at landskapp- ingin hevur 1. prioritet í HB, men steypakappingin hevur eisini tydning, og tað er altíð gott at byrja við einum sigri. So tað man vera lítið at ivast í, at HB-liðið fer at gera alt fyri at geva nýggja rum- enska venjaranum bestu byrjan, hann kann fáa Hin dysturin í bólki | sær hin- vegin rættiliga spennandi út. Hann verður í Klaksvík, har NSÍ kemur á vitjan. NSI er eitt tað mest spennandi liðið í føroyskum fótbólti i dag Liðið er helst enn í yngra lagi, men tað er eingin ivi um, at tað fer at gera seg galdandi heilt uppi í toppinum komandi árini. Eins og HB hevur NSÍ altíð borið orð fyri at vera eitt gott steypalið. Hó- ast felagið úr Runavík bert hevur vunnið steypakappingina einaferð — tað var miðskeiðis í 80-unum — kemur liðið altíð langt í hesi kapp- ingini I år fær tad eina harda byrjan móti einum KI-lidi, sum er styrkt síðani í fjør. Jóannes Jakobsen er venjari í Klaksvík á triðja ári, og liðið hjá honum hevur helst ong- antíð verið sterkari hesi árini, enn tað er júst í ár. Zoran Mancic og Marek Wierzbicki eru góðir menn at fáa afturat eftir árið í fjør, sum ikki hilnaðist so væl, sum tey helst høvdu vónað í Klaksvík. Tað verður uttan iva ein sera hørd kapping millum HB, KÍ og NSI um at sleppa víðari úr bólk- inum. Tað kann eisini enda við, at øll trý liðini sleppa víðari, eftir- sum tveir teir bestu trýararnir úr bólkaspælinum eisini koma við í fjórðingsfinalurnar Bólkur 2 TB, B36, Sumba og ÍF A pappírinum má hetta metast sum tann veikasti av teimum trim- um bólkunum, hóast hann er tann einasti, har øll tey fýra liðini eru 1. deildarlið Føroyameistararnir B36 byrja steypakappingina á Tvøroyri móti uppflytarunum TB. Hetta er ein av teimum >góðu gomlu« dyst- unum i føroyskum fótbólti, men í nýggjari tíð hevur TB ikki havt tað so gott, og í ár er málið hjá tvøråmonnum fyrst og fremst at bíta seg fastar aftur í 1. deild. B36 hevur hinvegin so at siga alt trýstið á sær í morgin, og tað kann geva baksláttur fyri liðið, sum hevur mist so týðandi menn sum Ola Johannesen, Tummas Eli Hansen og Julian Johnsson frá gullárinum í fjør. Eins og TB er Sumba eisini nýtt lið í 1. deild og má uttan iva fyri- reika seg uppá eina strongda til- veru í niðara enda av landskapp- ingini Men steypakappingin er nakað annað, og sumbingar, sum nú ganga í fótasporunum hjá hinum suðuroyarliðunum og hava fingið sær jugoslaviskan venjara, síggja eisini sín møguleika í morgin, tå IF kemur at vitja. IF er aftur fast innbúgv í 1. deild og eiga at kunna taka 2. plássið í bólkinum. Men fuglfirðingar standa seg ikki altíð so væl í Suð- uroynni, og teir kunnu lættliga verða lumpaðir á Krossinum í morgin Bólkur 2 sær út til at gerast ein dystur millum TB, Sumba og ÍF um 2. plássið. B36 tykist vera ov sterkt hjá hinum at hótta sum vinn- ara av bólkinum Bólkur 3 Royn, GI, B68 og VB Royn hevur spælt seg í bólka- spælið eftir sigrar móti fyrst EB/ Streymi og síðani LÍF. Í morgin verður mótstøðan væl harðari móti GI. GI varð í fjør skumpað av før- oysku fótbóltstrónuni, sum teir hava átt ein stóran part av 90- unum. Men gøtumenn vunnu steypakappingina í fjør, og hóast liðið ikki sær út til at vera eins sterkt og í fjør — Jens Martin Knudsen er ein stórur missur — eiga teir at fáa øll trý stigini móti Royn. Johan Nielsen er aftur venj- ari í Gøtu. Hann var eisini venjari trý tey fyrstu av teimum fýra ár- unum á rað, sum GI vann føroya- meistaraheitið. A Svangaskarði hittast B68 og VB í einum dysti, sum sær út til at kunna fara báðar vegir. VB hevði eitt gott kappingarár í fjør, sum hevði við sær, at liðið fyri fyrstu ferð nakrantíð skal út í Eu- ropa at spæla fótbólt í ár. Síðani tá hava vágbingar mist landsliðs- mannin Poul Thorsteinsson til B36 og jugoslaviska Zoran Man- eic til Kl, men í staðin er ein nýggjur jugoslaviskur spælari, sum tey i Vågi kalla »Coolio«, komin á liðið. VB skal nú byggja víðari upp á góða árið í fjør, men tað kann gerast torført at fáa nakað burtur úr á Toftum, har B68 altíð eru tungir at syfta. B68 hevur verið í einum lítlum aldudali seinastu árini í mun til, hvat felagið fyrr hevur avrikað, men í ár sær liðið út til at vera væl fyri. Ossur Hansen er kofnin heim aftur eftir lítla >síðuspring- ið<, hann hevði til GÍ í fjør, og eitt russiskt íkast verður eisini á B68-lidnum í ár. Harumframt eru tríggir mans komnir úr HB, so missurin av Súna Fríða Johanne- sen verður kanska íkki so stórur sum av fyrstar tíð hildið. Bólkur 3 sær út til at gerast bólkurin hjá GÍ, men B68 og VB kunnu eisini gera seg galdandi. Bólkaspælið verður skjótt av- greitt í ár. Næsta umfar verður longu hósdagin, skírisdag, 9. apríl, og síðani verða umførini spæld 2. páskadag 11. apríl, 13. apríl, 19. apríl og 26. apríl. Fjórðingsfinalurnar verða 8. www.sosialurin.fo RP Jens Erik Rasmussen (h.m.) byrjar steypakappingina fyri HB í heimbygdini Miðvági mai. Tað verður bert ein fjórð- ingsfinala hjá liðunum at spæla. Hálvfinalurnar verða hinvegin spældar yvir tveir dystir, heima og úti. Tær verða ávikavist 21. og 30. mai, og sum nakað nýtt verður sjálv finalan spæld longu 5. juli í Gundadali. Finalan hevur annars seinastu árini verið beint eftir 6lavsøku, vikuna áðrenn seinna helvt av landskappingini fer ígongd. Kvinnurnar leggja til brots Steypakappingin hjá kvinnunum byrjar eisini í morgin, tá tríggir dystir verða spældir. Eins og hjá monnunum bíða 1. deildarliðini til seinni í kappingini, sum er býtt upp í tveir bólkar. Í morgin verða tveir dystir í 1. umfari og ein í 2. umfari. Í 1. um- Mynd: Elisabeth Magnussen fari eru dystirnir TB-IF og FS Vágar-VB. Kvinnufótbólturin í Vági datt nidurfyri fyri nøkrum árum síðani, men nú skulu VB- kvinnurnar so royna at gera seg galdandi aftur. Í Fuglafirði var stødan tann sama. Í 1996 noyddist IF at taka sítt lið úr kappingini og flutti sostatt niður í 2. deild. Men nú royna tær so aftur í Fuglafirði. „ Vinnararnir av dystunum TB- IF og FS Vágar-VB spæla ímóti hvørjum ødrum í 2. umfari, og vinnarin av hesum dystinum kem- ur við í bólkaspælið. Triði dysturin hjá kvinnunum í morgin verður millum Sumba og NSI. Hetta er ein dystur í 2. um- fari, og vinnarin kemur sostatt beinleiðis í bólkaspælið, sum byrj- ar páskaaftan 11. apríl. elj HONDBÓLTUR: Á páskum skulu Ut6-hondbóltslandslið- ini hjá gentum og dreingjum til Danmarkar, har tey skulu luttaka í eini kapping í Åbybro, sum liggur nakað norðan fyri Aalborg í Jútlandi. Tað hevur íkki verið nógv at hoyrt um hesi liðini, og sum skilst hava venjingarnar í vetur eisini verið spjaddar, men kort- ini stødugar. Venjari hjá dreingjunum er Sophus Dal Christiansen, og hjálparvenjari er Bogi Henriksen, meðan Benny Vium venur genturnar. Hesir hava allir sjálvir verið rættiliga upptiknir av hondbólti í vetur, og tí hava venjingarnar verið eitt sindur spjaddar síðani í oktober mánaði, tá tær byrj- aðu. = U1G-landsliðini avstað í næstu viku Í dag og í morgin fara U16- liðini at venja frá klokkan 14.00 til klokkan 16.00 í heilini á Hálsi í Havn, og aftan á verð- ur dystur spældur. Ætlanin var, at føroysku U16-landsliØini skuldu fara til Danmarkar eina ferð í summar, men fyri einum góðum mánaði síðani kom ein innbjóðing úr Åbybro at luttaka í kappingini, og avgjørt varð at taka av. Sum skilst er tad ikki hvør sum helst, sum sleppur vid til kappingina. Fyrireikararnir hava verið noyddir at siga nei vid fleiri lið, sum hava ætlað sær við, so eingin ivi er um, at hetta er ein sterk kapping, før- oysku liðini skulu vera við í. elj Lesið eisini ítróttin á | Internetinum Í