týsdagur 7. apríl 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið 5057
Jóannes Eidesgaard, fólkatinglimur:
- Eg eri jarnbro
fyri Landsstýrið
Fyribils fer nýggi fólkatinglimurin bert at taka stóðu út
frá, hvussu danska stjórnin fer at handfara bankamálið
og føroysku uttanlandsskuldina. — Fáa málini ikki
rættvísa avgerð okkara vegna, kann Nyrup eins væl
útskriva nýval, tí tá verður Fólkatingið ikki arbeiðsfórt,
sigur Jóannes Eidesgaard
DAGNY JOENSEN
Tá Jóannes Eidesgaard fór
niður á Fólkating á fyrsta
fundin eftir valið, hevði
hann og Marita Petersen ein
fund við Nyrup Rasmussen
á høvudsdeildini hjá sosial-
demokratiska flokkinum í
Keypmannahavn
Seinasta fríggjadag tosaði
útvarpið vid Elif Samuel-
sen, varaløgmann og Jóa-
nnes Eidesgaard um banka-
málið
Eilif Samuelsen førdi
fram, at hann helt Jóannes
Eidesgaard vera atvoldin til,
at Landsstýrið ikki hevði
fingið Nyrup Rasmussen at
koma til samráðingarborð-
ið. Henda pástandin visti
Jóannes Eidesgaard aftur
Heimildirnar eru í lagi
— Hvat fær Eilif Samuel-
sen at koma vid slika um
giingum
— Eingin kann lasta meg ,
ella blanda seg uppi, hvat
eg tos: við formannin i
danska sosialdemokratska
flokkinum um. Eg havi fulla
heimild at gera tað, sum
fólkaunglimur og formaður
í Javnaðarflokkinum, sigur
Jóannes Eidesgaard, sum
heldur, at Nyrup hevur helst
hugsað á sama hátt, tá hann
bjóðaði føroyingunum á
floksskrivstovuna
— Aftaná hava fleiri floks-
formenn og politikarar bor-
ið fram alment, at hetta nær-
um var landasvik. Tað vísir
allarbest, hvussu stórt sund-
urlyndið og øvund er mill-
um føroyskar politikarar,
sigur Jóannes Eidesgaard.
— Politikarar kundu istad-
in sagt, at alt, sum tænir før-
oysku sakini, er gagnligt
fyri okkum øll, men so er
ikki.
Løgmadur einki
at føra fram
— Aðrenn er fór niður, tos-
aði eg tosaði við løgmann,
og segði honum at eg fór at
hitta Nyrup, og spurdi um
tað var nakað, sum eg kundi
føra fram fyri Landsstýrið,
men Edmund Joensen segði
bert, at tað var einki, sum
eg kundi gera fyri teir
Tað er Jóannes Eides-
gaard ógvuliga vónsvikin
av. Tí sum hann sigur: Teir
síggja ikki málið, og hugsa
ikki um land og fólk, men
bert um sjálvan seg
— Nú leggur Landsstýrið
forðingar fyri málið.Tað
sæst einamest av, at Eilif
Samuelsen sigur, at hann
heldur at eg havi lagt forð-
ingarnar. Tað er besta prógv
um, at Landsstýrið einki
megnar at gera við banka-
málið. Nú halda teir seg
heldur ikki til sannleikan
longur. Tað er hugstoytt.
— Hvat var tað tú tosaði
við Nyrup um?
— Sum limur í Fólkating-
inum havi eg tosað við Ny-
rup um føroysk mål, sum
skulu hava viðgerð í Fólkat-
inginum - bankamálið og
uttanlandsskuldina, sigur
Jóannes.
Hann heldur, at um nú
Nyrup kundi tryggja málu-
num vælvild, so kundi hug-
sast, at tað kom stjórnini til
góðar. Sumnú er, ber ikki
til hjá Fólkatinginum at ar-
beiða, tí Jóannes er 90.
maðurin, sum er trygd fyri
at eitt mál fær meirluta í
Fólkatinginum.
Brúka tað sum tænir
málinum best
— Hevdi tú sagt tað sama
við t.d. Uffa Ellemann-Jen-
sen, um hann var nýggi for-
sætisráðharrin.
— Sjálvandi, málið hevði
verið tað sama: tað sum
tænir okkara málum best,
sigur Jóannes Eidesgaard.
— Tú hjálpti fyri sovítt Ola
Breckmann, við ikki at at-
kvøda á tingformansvalin-
um? |
— Oli Breckmann hevur
enn einaferð vist, at hann
hoyrir heima i donskum
innanrikispolitikki Hann
ger bert tad, sum Konser-
vativi flokkurin bidur hann
Nr. 66 — 7. APRIL 1998
Jóannes Eidesgaard er vånsvikin: — Spell at fóroyskir politikarar ikki duga at síggja tann
stóra møguleikan, sum mín sessur i Fólkatinginum er trygd fyri í bankamálinum
gera.
Urslitid av samråd-
ingunum avgerandi
— Hvar stendur tú so i dans-
ka tingsalinum?
— Hvat eg geri velst um,
hvussu málini undir sam-
ráðingunum komandi, ver-
ða vidgjørd og loyst. Fáa
vit eina vánaliga loysn,
kann eg bert siga, at so
verður mítt mandat ikki lætt
at fáast við á danatingi, sig-
ur Jóannes Eidesgaard.
Spurdur um hann fram-
eftir skal vera leysgangari í
Fólkatinginum, og um tað
yvirhøvur tænir nøkrum
endamáli, um einki sam-
starv verður, sigur Jóannes
Eidesgaard, at samráðing-
arnar eru avgreiddar, er
hann til reiðar at tosa um
framtíðar samstarv, men tað
kemur ikki uppá tal at fara
upp í tingbólkin hjá sosial-
demokratiska flokkinum.
— Eg siti sum eitt jarnbrot
fyri Landsstýrið. Hetta er
besti møguleiki sum Før-
oyar hava í løtuni, men ti-
verri vendir alt øvugt.
— Bert spell at føroyskir
politikarar ikki eru meir at
sær komnir og duga at
siggja henda møguleikan,
sum eg havi sett mina
fólkatingheimild og trúvirði
upp á spæl fyri.
Hann heldur framvegis, at
tað er best at bíða við sam-
ráðingunum til eftir valið,
av tí at sitandi Landsstýrið
ikki er ført fyri at gera nak-
að sumhelst í málinum.
— Sjálvandi hevði tað ver-
ið nógv lættari at farið í
samstarv við sosialdemo-
kratiska tingbólkin, men eg
vil brúka sessin til at taka
mær av føroysku áhugamál-
num.
— Hvussu vart tú móttikin
í Fólkatinginum ?
— Tað var ikki tann stóra
måttøkan, tað noyðist eg at
viðganga. Eg eri kortini so
harður, at tað nervaði meg
ikki nógv, hóast tað var eitt
óluksáliga stórt trýst at sita
í salinum, tå atkvødi greið-
slan for fram.
— Eg haldi meg kortini
hava eina góða sak. Nú
skulu vit bert finna eina
skilagóða loysn, sigur Jóa-
nnes Eidesgaard.
Atkveddi eg fyri, hev-
di Oli atkvett ímóti
Beint áðrenn atkvødugreid-
slan fór fram, fór Birthe
Weiss at heilsa uppá nýggja
føroyska tinglimin.
— Hvat segði Birthe Wiess
vid teg?
— Hon ynskit mær til-
lukku vid valinum, og eg
segði henni, at eg var harm-
ur um støðuna, at tað skuldi
enda sum tað gjørdi, sigur
Jóannes Eidesgaard og
leggur aftrat:
— Eitt er vist. Hevdi eg
atkvøtt fyri Birthe Weiss, so
hevði Oli Breckmann ikki
atkvøtt. Tað hevði so verið
samrøduevni restina av val-
inum, sigur Jóannes Eides-
gaard
Landsstýrið farið
undir stevningina
Tá danska stjórnin seinnapartin í gjár, ikki hevði latið
frætta frá sær, fór umsitingin í Tinganesi undir at skriva
stevningina
DAGNY JOENSEN
Mánadagin seinnapartin var
Landsstýrið komið til ta
niðurstøðu, at tað var tving-
að at stevna í bankamálin-
um
Landsstýrinum hevði tá
einki frætt aftur um brævið
til donsku stjórnina fríggja-
dagin, ið var ein áheitan um
kortini at fara undir samráð-
ingarnar sum skjótast
Rúni Joensen, løgmans-
fulltrúi sigur, at teir hava
triggjar vikur at skriva
stevningina, og at tað er
tann tíð, sum slíkt arbeiði
krevur
Veist um hvat
Danske Bank vil gera
Spurdur um tað er rætt, sum
forsætisráðharrin sigur, at
stevningin bert er formlig,
fyri at fáa fyrningarfreistina
burtur, sigur Rúni Joensen,
at eitt rættarmál altíð kann
takast aftur, um partarnir
semjast um tað. Her er
kortini talan um tríggjar
partar: Den Danske Bank,
Fíggingargrunnurin og
danska stjórnin. Eingin veit
hvussu teir fara ats eta seg
til stevningarspurningin
— Tad velst alt um, hvat
Den Danske Bank vil. End-
ar målid f rættinum, dettur
tilbodid frå Danske Bank
um endurgjald, tilsamans
einar 200 - 300 mió. krónur
burtur, og tá kennir bankin
seg kanska frítt stillaðan at
krevja málið í rættin.
— Verður tað veruleiki, fáa
vit nógv umrøddu dómara-
kanningina kortini, sigur
Rúni Joensen.
Hugsandi er eisini at
Landsstýrið og danska stjór-
nin einaferð í summar fara
at samráðast og gera avtalu,
men Danske Bank kann
frameftir krevja málið í ræt-
tin.
Landsstýrið er
tvingað at stevna
— Er tað tí ikki vandamikið
at stevna?
— Vit kunnu íkki gera
annað, tí Landsstýrið hevur
skyldur og áhugamál mót-
vegis landskassanum at
røkja. Ti noyðist Landsstýr-
ið at stevna, sigur Rúni Jo-
ensen
Landsstýrið hevur munn-
liga biðið fígsjarnevndina
at játta 20 mió krónur, sum
skulu nýtast í sambandi við
stevningina.
Tað kostar 15 mió. krónur
at stevna teir tríggjar part-
arnar í málinum, umframt
at tað eisini eru aðrar út-
reiðslur í samband við
stevningina.
Fíggjarlógin skal viðgera
málið, men Landsstýrið
hevur fingið ábending um
Tað kann verða ein
fyrimnur hjá Danske
Bank, um ein stevning
kemur úr Føroyum. Tá
dettur tiiÞoðið um endur-
gjald burtur. Tað kann fáa
peningastovnin at kenna
seg frítt stillaðan at krevja
málið í rættin
eitt positivt svar, frættist úr
Tinganesi.