Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 66 — 7. APRÍL 1998 tíðindablaðið 0 Al 7 = = = = … [7 me r Logtingið jattaði Norronu BR at sigla til Suðuroyar — Hvat er alternativið hjá Sambandsflokkinum: Pride ella Eilif Samuelsen, vildi Henrik Old hava at vita, tá Suðuroyarsiglingin var til viðgerðar á tingi leygardagin var sera firtin um, at Smyril í vikuskiftinum varð tíkin úr Suðuroyar- siglingini EIRIKUR LINDENSKOV Løgtingid hevur nú játtað Strandferðsluni tær 1,7 milliónirnar, sum tað kostar at leiga Norrønu at sigla til Suðuroyar í 20 dagar, með- an Smyril er í dokk. Tingið kom saman til 3. viðgerð av eykajáttanarlóg- ini, sum eisini fevndi um játtanina til umleggingina av Telfonverkinum, leygar- morgunin - men tað var ser- liga Suduroyarsiglingin, sum var evnið í ordaskifti- num, sum annars ikki plagar at vera við 3. viðgerð. Leyg- armorgunin kjakaðust ting- menn í hálvanannan tíma um hetta málið. Suðuroyarsiglingin høvudsevnid Tað, sum serliga merktið orðaskiftið um játtanina til Norrønu var Suduroyarsigl- ingin. Smyril varð fríggja- kveldið leigaður skipafelag- num at sigla til Skotlands, av tí at Blikur hevði fingið maskinskaða, og tí var Pride settur í Suðuroyar- siglingina. Hetta hóvaði sum vera mann ikki tingmanninum Henriki Old, sum gav løg- manni, sum hevur åbyrgd- ina av samferðslugkinum, av grovfílini. Henrik Old vildi hava at vita, hvat var alternativið hjá Sambandsflokkinum. — Er alternativid Pride ella Eilif Samuelsen, spurdi hann. Henrik Old nam eisini vid søluna av Teistanum og Skotlandssiglingina. Hann helt tað vera ein óbótaligan skaða, sum landsstýrið hevði framt við søluni av Teistanum og við avreið- ingini av Skotlandssigling- ini. Meðan tingfundur var komu eisini boðini um, at Pride ikki sigldi vegna veð- ur, og tað skapti sum vera man størri øsing millum tingmenn. Ingeborg Vinther úr Verk- amannafylkingini vildi vera við, at ætlanin als ikki var at seta Norrønu í Suðuroy- arsiglingina. — Teir hava nú arbeitt nátt og dag fyri at fáa Dúgvuna klára. Tí er tað at játta hesar pengar ikki annað enn rukk- ulív, tá teir kortini ætla at seta Dúgvuna í sigling, vildi suðuroyartingmaðurin verða við, sum annars vildi hava at vita, hví Smyril ikki kundi sigla tvær vikur aft- urat, meðan leitað varð eftir einum betri hóskandi skipi til siglingina. Yvirdádigur rkapasitetur... jørn á Heyum helt tað vera púra burturvið at brúka 1,7 milliónir krónur at leiga Norrønu til Suduroyarsigl- ingina. — Eg setti løgmanni nakr- ar relevantar spurningar undir 1. viðgerð, sum eg helt, at hann fór at svara uppá. Men løgmaður var als ikki til staðar - og tað er ikki at vísa virðing fyri tingar- beiðinum, segði Bjørn á Heygum, sum var rættuliga hvassorðaður við løgmann. — Tað er tann reina yvir- dádigheit at brúka eitt skip, sum hevur so stóran yvir- kapasitet, til hesa sigling, tá tað bara sigla 30-40 fólk við vanligar dagar, segði Bjørn á Heygum. — Men tað má vera okk- urt, sum rættvísger hetta, hóast tað í uppskotinum bara stendur, at >hildið verður, at Dúgvan ikki er héskandi«. — Hvør er tað, sum heldur tað, vildi sam- bandstingmaðurin vita. Hann helt tað vera skila- leyst av einum fallittbúgvi, sum Føroya landi at oyðsla pengar burtur á henda hátt, og kravdi at fáa eina sakliga grundgeving. 0 kr fyri yvirkapasitet Edmund Joensen, løgmadur helt, at Henrik Old var bangin fyri at vera aftur- valdur, og tí leikaði hann so í, sum hann gjørdi. Hann visti á, at eingir alternativir møguleikar vóru til støduna, sum hon nú varð vorðin, við tað at Blikur fekk maskin- skaða, og tí noyðast vit at liva við hesum í ein dag, segði hann. Hann vísti eisini á, at yv- irkapasiteturin, sum parta- maður hansara Bjørn á Heygum tosaði um, ikki kostar skattagjaldaranum nakað. — Alternativid er Dúgvan. Men hon hóskar ikki, tí tá tørvurin er størstur, er sjálvt Smyril ov lítil, segði løg- maður, sum vísti á, at tað var ein serlig stóða, sum var uppstaðin júst hendan leyg- ardagin, tá Smyril mátti tak- ast úr siglingini. Eitt typiskt demi... Men at tað var ein serlig stóða, var Henrik Old als ikki samdur í. — Hetta er eitt typiskt dómi um, hvussu klossut landsstýrið hevur arbeitt á samferðslugkinum við Teistasøluni, segði Henrik Old, sum eisini hardliga fanst at, at løgmadur å henda hátt forðar vinnuni at arbeiða. — Hvussu kann nakar liva við, at vinnan ikki sleppur at arbeiða. Arbeitt verður yvir mikudag og hósdag - so fær man at vita fríggja- dag, at skipið íkki siglir kortini - hvussu kann nakar liva við tí, vildi Henrik Old hava at vita. Bjørn á Heygum helt seg ikki fáa nakra sakliga grundgeving frá løgmanni fyri at at seta Norrønu i sigl- ingina, so hann spurdi, hvat bagdi Dúgvuni: — Er tað sjóverk, sum fólk ræðist? spurdi hann og vísti á, at fyrr kundu onnur skip brúk- ast, eitt nú gamli Smyril. — Hví skulu vit hava eitt skip sum tekur 1200 ferðafólk at flyta 20-30 fólk, vildi hann hava at vita. Men Rúan Sivertsen úr Fólkaflokkinum troyttaðist av at hoyra Bjørn á Heyg- um. Lisbeth: Bjørn er ljótur í munninum — Tað er so lætt hjá honum. Hann skal ikki ganga meira enn 500 m, so sleppur hann til arbeiðis og til allar almennar stovnar. Hann hevur alt og veit íkki, hvussu tað er at hava sjógv ímillum, segði Rúna Sivert- sen, sum helt tað vera í lagi at leiga Norrønu, um hetta var bíligasta loysnin. Lisbeth Petersen dámdi einki orðaskiftið. Hon helt tað bara vera valrødur, og tí helt hon at tað kortini var gott, at løgmaður hevði út- skrivað val. Henni dámdi heldur einki atfinningarnar frå Bjørn á Heygum at løg- manni, og hon visti å, at hann kundi bara sjålvur møtt til 2. viðgerð, so hevði hann óivað fingið svar frá løgmanni. Hon segði annars um partamannin, at hann var sera grovur, og brúkti ljót orð - so ljót, sum ein juristur ikki átti at nytt. Rokningin fyri privatiseringina Heini O. Heinesen vísti á, at hetta bara var rokningin fyri hesi fýra árini - og for- rokningin upp á privatiser- ingsætlanirnar hjá teimum borgarligu. Hann helt, at tað hevði borið væl til at kom- binera Suðuroyarsiglingina og Skotlandssiglingina. Partur av eykajáttanin hesaferð vóru eisini tríggjar milliónir til at dýpa Leir- víkar havn. Um hetta segði Heini: — Vit sita sum spott og samtykkja 3 mill krónur til ein fólkafloksmann at dýpa eina havn fyri. Vit hava longu játtað tvær, hví kann hann ikki brúka tær fyrst, spurdi Heini O. Heinesen. Hesi orð fløvadu hjá Hen- ríki Old. Hann takkaði Heina, tí hann hevði skilt orsøkina til støðuna. — Eingin suðringur hevur biðið um Norrønu, men tað er løgmadur sum noyddi Sámal Petur í Grund at selja Teistan, sum hevur skuld- ina. Teistin var seldur til onga nyttu - var tað gjørt í 1992-93, tá landskassanum “7 „oar-aði !1223 : Fyri tinginum sleppur Norrøna nú at reka Suduroyar- - siglingina, meðan Smyril er í dokk tørvadi pengar, so var stød- an ein onnur, helt hann. — Hetta kunnu vit ikki bjóða einum fólki - og so verður tosað um Føroyar sum ein oljumiðdepul. Hvussu skal tað bera til, tá man hevur tosað um ein pullart í hálvanannan mán- að? spurdi Henrik Old. Jákup Olsen, tingmaður úr Vági, sum júst er farin upp í Fólkaflokkin, legði eisini upp í kjakið, og hann tosaði um uppskot frá sosi- alismuni, sum vóru óbrúki- lig. Til hetta svaraði Henrik Old, at um Jákup Olsen hevur hug at hjálpa Óla Breckmann at bekempa sos- ialismuna, so fekk hann ar- beiði til ævigar tíðir. Jóvgvan Ingvard takkaði enn einaferð Sum fundurin leið ókst orð av orði. Ingeborg Vinther vísti m. a. á, at Bjørn á Heygum hevði atkvøtt fyri 20 milliónum til undirsjóv- artunnil. Tí dugdi hon ikki at skilja, hví hann ikki eisini kundi taka undir við at játta pengar til at lata Norrønu reka suðuroyarsiglingina Bjørn á Heygum tók fleiri ferðir uppaftur, at hann ikki fekk svar frá løgmanni um tørvin, og at enda legði fíggjarmálaráðharrin, An- finn Kallsberg upp í. Hann vísti á, at tingfundurin í ver- uleikanum var ein agita- tiénsfundur, og hann legði dent å, at Såmal Petur i Grund ikki hevdi rådført seg við Fólkaflokkin, tå hann seldi Teistan. Annars helt Anfinn Kallsberg, at sudur- oyarleidin átti at verði priv- atiserað - og at suðringar sjálvur áttu at staðið fyri rakstrinum. A tingfundi henda leyg- armorgunin vóru møttir 22 tingmenn, sum allir kortini tóku undir við eykajáttan- arlógini. Tískil kann Norr- øna setast í sigling og Tele- fonverkið sleppur nú eisini at umskipa stovnin til part- afelag. Aftur á hesum tingfundi takkaði = tingformadurin, Jógvan Ingvard Olsen fyri seg, og hann væntaði ikki at tingið kemur saman aftur fyri valið Flogternur til Atlantic Airways Atlantic Airways væntar av tær - attú ert millum 22 og 28 ár hevur góða og sterka heilsu, bæði kropsliga og sálarliga kannst svimja minst 200 m - hevur kunnleika til enskt og týskt (feroyskt og danskt er sjálvsagt) tå ert fyrikomandi og fryntlig/ur, og hjúklar fegin um tey ferðandi við Atlantic Airways >- Vælkomin umborð Hevur tú hug at gerast ein av okkara vælumtóktu flogternum, hevur tú kanska møguleikan nú. Vegna økt virksemi á sumri 1998, hava vit brúk fyri fleiri flogternum (M/K) í tíðarskeiðnum 01. juni til 01 september Royndir innan tænastuveiting so sum ferðavinnu gistingarhús o.a. er ein fyrimunur Atlantic Airways kann bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum, í einum góðum og vinarligum arbeiðsumhvervi Atlantic Airways skipar fyri skeiði á Flogvøllinum mánaða Umsókninrnar skulu merkjast "Flogterna Vágum, fyri skikkadum umsøkjarum, síðst í april og verða okkum í hendi í seinasta lagi 17. apríl 1998. Tær skulu sendast til D Atlantic Airways Tel 333 700 - Fax 333 380 Atlantic Airways Våga floghavn 380 Sørvågur Att. : Bergtóra Nielsen