týsdagur 7. apríl 1998síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24
Fótbóltur: Venjingarstødan er betri enn tann hjá
vágbingum, sum framvegis hava góð fótbóltseyni
B68-VB 3-0 (2-0)
Eftir at teir i fleiri år hava
igid í botninum og brúkt
orkuna uppá at lyfta seg upp
um niðurflytingar strikuna,
so er tað okkurt. ið bendir
á, at toftamenn ætla sær eitt
eðrvísi fótbóltsár
Fyrsta styrkisroyndin var,
tá vágbingar vitjaðu sunnu-
dagin. B68 vann 3-0. Av-
rikið og sigurin kann sjålv-
sagt ikki brúkast sum full-
gott grundarlag undir einari
meting av, hvussu kapping-
arárið fer at hilnast, men tað
er em sannroynd, at nógv
viðurskifti eru ødrvisi á
Svangaskarði í ár, enn tey
hava verið undanfarnu árini
Sunnudagurin visti, at
Petur Simonsen hevur tak å
sinum monnum. Teir eru
væl å veg at koma i dyst-
arvenjing, og tær avtalurnar,
sum eiga at vera sjålvsagdar
á einum hverjum liði, men
sum tað hevur verið ilt at
fingið eygað á hjá B68 sein-
astu árini, tykjast vera
komnar upp á pláss
Sammett við í fjør, so var
meiri enn helmingurin av
spælarunum, ið vóru á vøll-
inum sunnudagin, nýggjur.
Magnus Poulsen var í mál-
mum, Niels Poulsen og
Sámal Erik Hentze vóru í
miðverjuni, Ossur Hansen
og russarin Sergei vóru á
miðvellinum, og russarin
Andrei var í álopinum.
Saman við hesum vóru Jan
Petersen og Mannbjørn
Nesá í borðunum, Edmund
Jacobsen í miðverjuni. Ják-
up Eli Olsen á midvøllinum
og Øssur Jacobsen aop-
mum. Jóhannes Danielsen
og Jákup Djurhuus loystu í
steðginum Edmund og
Mannbjørn av
Spæl og mål
Heimaliðið hevði bóltin
mest, meðan gestirnir lógu
longri afturi á vellinum og
dúvaðu upp á møguleikar
fyri snarálopum. Teir høvdu
Birgir Jørgensen einsamall-
an á toppinum, og við hvert
varð hann stuðlaður av
Magna Jacobsen og John
Eystberg. Og sær sjálvum
líkir, so megnaðu vágbingar
viðhvert at koma til góðar
møguleikar.
Teir spældu skjótt og
beinleiðis, og tá miðverjan
hjá heimaliðnum ikki altíð
var sannførandi, so stóðust
onkrir møguleikar av. Birgir
Jørgensen stútaði beinan-
vegin innlegg úr høgru, sum
målverjin slerdi á tvørtræid
og út til horna, og sami
maður hevði létu seinni
góðan møguleika, tå John
Eystberg loraði stikkbólt
fram ímillum.
Øssur Hansen setti hol á
miðskeiðis í 1. hálvleiki.
Fríspark úr 21 metrum varð
sent upp um verjugarðin og
niður í málhornið. Tíggju
minuttir inn í 2. hálvleik
umsetti Andrei stikkbólt frá
Øssuri Hansen, og fram
móti dystarenda fekk hin
russarin, Sergei, fulla nyttu
Durturur roynd so al s1g
baklinjuni. Målverjin vænt
aði innlegg, og vindurin
På
hjálpti fremmandamannin-
um.
Sigurin var avleiðing av
B68 yvirvág, sum gjørdist
sjónskari, sum tíðin leið.
Venjingarstødan hjá heima-
liðnum tóktist vera væl betri
enn tann hjá gestunum.
Fyritreytirnar hjá VB
Vágbingar høvdu ikki bestu
fyritreytirnar at spæla. O-
lagaliga ferðasambandið til
Suðuroyar gjørdi, at teir
komu ikki á Svangaskarð
fyrrenn klokkan 15 (dyst-
urin varð útsettur í 20 min-
uttir), eftir at teir vóru
komnir norður um við tyrl-
uni.
VB hevur altíð havt góðar
fótbóltsspælarar, og tað
hava teir framvegis. Trup-
ulleikin seinnu árini hevur
verið, at teir hava havt ov
fáar spælarar. Teir kundu
ivaleyst ynskt sær stórri úr-
val í ár, men tað er ikki so
illa statt, sum tað var á
Svangaskarði.
Fimm av teimum, sum í
fjór vóru við til at manna
liðið, og sum venja við,
vóru ikki á Svangaskarði, tí
teir vóru sjúkir ella skaddir.
Eyðun Jacobsen, Janus
Kjærbo, Coolio, Dan Djur-
huus og Mikael í Lågabø
vóru eftir har suðuri.
Frammanfyri Bjarna Jo-
hansen vóru Eyðun Kjærbo,
Marner Richard og Bergur
Ossur Hansen setti hol á fyri B68 við einum beinleiðis frísparki í fyrra hálvleiki av
dystinum móti VB sunnudagin
Winther, í borðunum vóru
Jón Gærdbo og Petur Olaf í
Lågabø, á miðvgllinum
vóru Milan, John Eystberg,
Nr. 66 — 7. APRIL 1998
Magni Jacobsen og Magni
Magnussen, og Birgir Jørg-
ensen var å toppinum.
jh
(Savnsmynd)
Gøtumenn
Fótbóltur: Bæði arbeiðspláss og
fótbóltslið hava verið plágað av sjúku
síðstu vikuna
Gl-Royn 7-0 (1-0)
Heini Heinason, sum hevur
havt ilt vid at vinna sær fast
pláss í ålopinum á besta
liðnum hjá Gl, setti seg
sjálvan fleiri bátslongdir
fram um kappingarneytarn-
ar, tá hvalbingar vitjaðu í
Sarpisgerði.
GÍ vann 7-0, og Heini
Heinason skoraði ikki færri
enn fýra mál. Hann gjørdi
málið í fyrra hálvleiki, og
hann skoraði til 3-0, 4-0 og
6-0. Magni Jarnskor økti til
2-0, Svend Olsen til 5-0, og
Simun Petur Justinussen,
sum annars hevur boðað frá,
at hann er givin at spæla,
var við síðsta korterið
Hann var í álopinum, og
setti punktum til 7-0.
At Símun Petur yvirhøvur
var við á besta liðnum,
komst av fólkatroti. Ein
rúgva av getufólki hevur
verið seingjarliggjandi
síðstu dagarnar. Á Fiska-
virkinum skuldu teir hava
70 fólk til arbeiðis fríggja-
dagin, men tjúgu vóru so
mikið plágað av influensu,
at tey kundu ikki koma, og
hetta sást eisini á manning-
ini hjá Gí sunnudagin.
Sunnvard Joensen, Pauli
Jarnskor, Erland Tvørfoss,
og Jóan Petur Olsen vóru
sjúkir, og tað kom illa við,
tá Sámal Joensen, Janus
Rasmussen, Rúni Justinus-
sen og Pól Ennigarð heldur
ikki eru tøkir.
Johan Nielsen hevði
Rúna Joensen í málinum, í
miðverjuni vóru Svend Ol-
sen, Hjalti Dalheim og Jan
Skoradal, Leivur Hansen og
Súni Olsen vóru í borðun-
um, á midvøllinum vóru
Samson Nesá, Magni Jarn-
skor og Magni Jacobsen, og
Henning Jarnskor var á
toppinum saman við fýra
mála skjúttanum Heina
Heinason.
Synd er at siga, at Rúni
Joensen fekk høvi at visa,
at hann er nóg góður til at
verja målid f 1. deild.
Hvalbingar, sum Jløgdu
mesta dentin å at verja og i
I. hálvleiki megnaðu hetta
so mikið væl, at bara eitt
mál fór ígjógnum, royndu
bara eina ferð móti málin-
um hjá GI, og tað skotið
varð kom næstan av miðj-
um vølli.
Orkan gekk undan
Hvalbingar stóðu seg væl i
logu i songini
bólkaspælinum í fjør. Teir
royna at samla seg um
landskappingina í ár, og so
taka teir bólkaspælið, sum
tað kemur.
Eftir steðgin dragnaðu
eftiransingarnar, og tá GÍ
fekk trý mál fyrstu tjúgu
minuttirnar eftir hvíldina,
var útselt. Hjá Royn var Eir-
íkur Hammer í málinum. Í
verjuni = vóru Torstein
Thomsen, Pól Poulsen,
Magnus Næs og Róin
Schrøder, á midvøllinum
vóru Milan, 17 ára gamli
Frits Eið, Tóroddur Nicla-
sen og Njálur Niclasen, og
í álopinum vóru Sasha og
Ingi Mortensen, sum júst er
byrjaður at venja. — (jh)
Kapping í
-
kuluvarpi
Leygardagin 4. april var
årsins fyrsta kapping i
kúluvarpi fyri bæði
kvinnur og menn á Toft-
um, og hóast rættiliga
nógvan og kaldan vind,
so vóru úrslítini væl
betri enn ein kundi vænt-
að so tíðliga á árinum.
Kappingin hjá kvinn-
um bleiv vunnin av Ingi-
bjørg Poulsen úr Salt-
angará við 9,40 m. Hetta
er nýtt førøyskt met.
Hon átti sjálv tað gamla
metið sum var 9,07 m.
Randi Kúrberg úr Havn
gjørdist nummar tvey í
kappingini hjá kvinnum
við 7,45 m. Hetta er
næstbesta kapping,
Randi hevur havt.
Tey góðu årslitini hjá
kvinnunum eru óivað
eitt úrslit av tí miðvísu
venjing, sum hevur verið
allan veturin á keiini inni
á Sundi.
Hjá monnunum vann
Heri Ziska av Strondum
við 11,86 m. Hetta er
væl styttri enn tá hann
setti føroyskt met á Jers-
ey seinasta summar. Tá
varpaði hann kúluna
13,20 m. Nummar tvey
hjá monnunum gjørdist
John Erik Johannesen av
Toftum í síni fyrstu
kapping. Hann varpaði
kúluna 8,83 m og er tað
eitt stak gott úrslit fyri
ein »nybegynnara«.
Næsta kapping innan
frælsan ítrótt á bana
verður longu 9. maí. Tá
verður møguleiki fyri at
renna 100 m og 1500 m,
og harafturat kann ein
royna seg í longdarlopi
og í kúluvarpi.
Um onkur hevur hug
at venja kúluvarp undan
kappingini, kann við-
komandi ringja til Hera
Ziska á tlf. 283895 ella
koma inn á keiina á
Sundi týsdag ella hósdag
kl 6.45.
ók
Eros