Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 66 — 7. APRÍL 1998 ítróttar = R Rr 23 ÍF tók fyrsta stikkið heim til Fuglafjarðar Fótbóltur: Fuglfirðingar vunnu sunnudagin 4-2 í Sumba og eru á odda í bólki 2 í steypakappingini. Hin dysturin í bolkinum endaði við javnleiki 2-2 Uppflytararnir TB og før- oyameistararnir B36 fingu eitt stig í part, tá liðini møtt- ust á Sevmýri sunnudagin. Viðurskiftini við sjó- ferðsluni um Suðuroyar- fjørð vóru ógreið um viku- skiftið, so B36-ararnir fóru suður við tyrlu longu leyg- arkvøldid. Men hóast B36- liðið sostatt var væl fyri sunnudagin, var tað TB, sum byrjaði best. Longu í fyrsta minutti legði heima- liðið seg á odda. Eitt horna- spark úr høgru síðu varð sent eftir jørð innfyri, og har stóð Sasha Radosavljevic og prikadi bóltin inn til 1- 0. B36 kom skjótt fyri seg eftir sjokkbyrjanina, og so líðandi tóku teir ræðið á dystinum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð John Petersen spældur leysur í brotsteiginum. Hann gav sær góða tíð og setti bóltin í málið til 1-1. Og eini tíggju minuttir áðrenn hálvleik gjørdist Jákup á Borg knappliga leysur í teiginum, og so var 2-1 til B36. Men TB-liðið gavst ikki so. B36 fekk ongantíð spæl- ið at koyra rættiliga, og tað var uppiborið, at Sasha kundi javna til 2-2 mið- skeiðis í seinna hálvleiki. Hetta var eisini tað besta av teimum fýra málunum, sum komu í dystinum. B36 misti bóltin í uppspælinum og lívsvandamikli jugoslaviski áleyparin hjá tvøråmonnum fekk bóltin við brotsteigar- markið. Í staðin fyri at skjóta beinanvegin bíðaði hann, inntil verjuleikarin leyp á, fintaði hann og legði bóltin í málið til 2-2. Sasha skaraði framúr So sum dysturin gekk, var javnleikur eitt rímiligt úrslit. B36 hevði yvirvág stóran part av dystinum, men miðj- an riggaði ikki, sum hon skuldi. Nógv av 4-3-3 spæl- inum hjá B36 gongur gjógnum Poul Thorsteins- son á miðjuni, og tá hann ikki spælir væl, sæst tað aft- ur á liðnum. Venjarin Tomi- slav Sivic byrjaði á bonk- inum, men kom inn rætti- liga tíðliga í dystinum, uttan at tað hjálpti nakað mun- andi. TB-liðið tykist vera væl fyri. Umstilling frá 2. deild til 1. deild kann vera torfør, men liðið er í góðari kondi- tion og kláraði sunnudagin uttan trupulleikar at fylgja við allar teir 90 minuttirnar Og so hava teir eisini Sasha, sum enn einaferð skaraði framúr. ÍF tók fyrsta stikk Tað var nógvur vindur á Krossinum, tá Sumba og ÍF settu hol á kappingina um løgmanssteypid 1998. Fuglfirðingar fingu fyrsta málið, sumbingar svaraðu aftur og komu framum, men IF fekk síðsta orðið. Tað var ein av nýggju polsku spælarunum hjá ÍF, Mariniak Maciej, sum fekk fyrsta málið í dystinum. Bólturin varð sendur fram gjøgnum vinstru álopssíðu hjá fuglfirðingum, og har slapp Maciej framvið aft- asta skansa hjá Sumba og kundi uttan stórvegis trup- ulleikar senda bóltin fram- við Sumba-málverjanum, sum var prísgivin. Men sumbingar fingu javnað áðrenn hálvleik. 22 ára gamli danski spælarin hjá Sumba, Thomas Birk, slapp til baklinjuna, sendi bóltin flatt innfyri, har Jan Poulsen leyp upp um hann og læt hann fara víðari til tann bert 16 ára gamla Hall- ur Joensen, sum skoraði til 1-1. Sumbingar framum Seinni hålvleikur var ikki eitt korter gamal, tå heima- liðið tók leiðsluna. Eftir eina fløkta støðu í IF-brots- teiginum endaði tað við, at Sumba fekk brotsspark. IF- målverjin Erling Joensen fekk reyda kortid, og Jan Poulsen hjå sumbingum fekk somu vidferd. Marlon Kjærbo setti brotssparkið í netið til 2-1, og restina av dystinum spældu bæði lið- ini við 10 monnum. Og tað vísti seg, at fugl- firðingar dugdu betur at spæla við einum manni færri enn vanligt. Utjavn- andi málinum syrgdi As- lakkur Petersen fyri, tá ein langur bóltur varð sendur úr høgru síðu tvørtur um vøllin yvir f vinstru sidu. Eftir ein nærdyst slapp Aslakkur 6- tarnaður at seta ferð á móti málinum og skora til 2-2. Henda stødan helt sær til móti endanum, tå IF fekk tvey mål afturat. Tað fyrsta var eitt brots- spark, sum Bartal Eliasen avgreiddi uttan møguleika hjå Runa Lisberg i Sumba- målinum. Hetta brotsspark- ið — eingin ivi var um, at dómarin dømdi rætt — av- gjørdi i roynd og veru dyst- in, og stutt aftan á setti As- lakkur Petersen so punktum til 4-2 við einum máli, sum vindurin og Sumba-verjan eisini áttu sín part av. Sótu fastir í Havn ÍF fór heim aftur við trimum stigum og oddasessinum í bólki 2, meðan sumbingar byrjaðu kappingina við ein- um ósigri á heimavelli. Men úr Sumba frættist, at liðið kortini ikki hevur tær stóru vónirnar um at gera vart við seg í steypakappingini og eisini brúkar hana sum eitt slag av upphiting til lands- kappingina. Harafturat skal nevnast, at liðið hjá sumbingum var rættiliga skert við tað, at stuðulsleikararnir Eirikur Joensen og Páll Magnar Kjærbæk orsakað av óregl- uligu sjóferðsluni íkki sluppu úr Havn til Sumbiar at spæla. Í teirra stað komu 16 ára gomlu Hallur Joen- sen og Sonni Kjærbo, sum báðir sluppa sera væl frá dystinum. elj John Petersen kom á málskjúttaralistan á Tveroyri sunnudagin, tá TB og B36 spældu javnleik 2-2 (Savnsmynd) Steypahagtøl Bólkur | FS Vágar-HB 0-7(0-2) 0-1: Rúni Nolsøe 0-2: Johannes Joensen 0-3: Allan Mørkøre 0-4: Jens Erik Rasmussen 0-5: Uni Mortensen 0-6: Hallur Danielsen 0-7: Súni Fridi Johannesen KÍ-NSÍ 2-1 (1-1) 1-0: Olgar Danielsen 1-1: Eddie Mikkelsen 2-1: Kurt Mørkøre Stødan 1. HB I 1-0-0 2 Kl. 1 1-0-0 3. NSI I 0-0-1 4. FS Vágar 1 0-0-I Komandi dystir 9/4: HB-NSI - 9/4: FS Vågar-Kl 11/4: KI-HB 11/4: NSI-FS Vågar 13/4: HB-FS Vågar 13/4: NSI-KI Bólkur 2 TB-B36 2-2 (1-2) 1-0: Sasha Radosavljevic 1-1: John Petersen 1-2: Jákup á Borg 2-2: Sasha Radosavljevic Sumba-ÍF 2-4 (1-1) 0-1: Mariniak Maciej 1-1: Hallur Joensen 2-1: Marlon Kjærbo (br.) 2-2: Aslakkur Petersen 2-3: Bartal Eliasen (br.) 2-4: Aslakkur Petersen Stødan IF | I 1-0-0 2. B36 | ] | 0-1-0 0-1-0 0-0-1 2. TB 4. Sumba Komandi dystir 9/4: B36-IF 9/4: TB-Sumba 11/4: B36-Sumba 11/4: IF-TB 13/4: B36-TB 13/4: IF-Sumba Bólkur 3 GI-Royn 7-0 (1-0) 1-0: Heini Heinason 2-0: Magni Jarnskor 3-0: Heini Heinason 4-0: Heini Heinason 5-0: Svend Olsen 6-0: Heini Heinason 7-0: Simun Petur Justinussen B68-VB 3-0 (1-0) 1-0: Øssur Hansen 2-0: Andrei 3-0: Sergei Stødan I. GI I 1-0-0 2. B68 I 1-0-0 2. VB I 0-0-1 4. Royn I 0-0-1 Komandi dystir 9/4: GI-VB 9/4: B68-Royn 11/4: B68-GI 11/4: Royn-VB 13/4: Royn-Gl 13/4: VB-BG8 7-0 3 2-1 3 12 0 0-7 0 42 3 22 | 2-2 | 24 0 70 3 3-0 3 0-3 0 07 0