týsdagur 7. apríl 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
ítróttar
PR
HB ikki ovæntað
Fótbóltur: Havnarmenninir førdu bert við tveimum málum. tå ið eitt korter
var eftir at leika í dystinum vesturi í Vágum sunnudagin. Men so skrædnaði
alt hjá vágaliðnum, og HB vann 7-0
Tað var ikki lætt at síggja,
at tað var eitt lið úr 2. deild
g eitt yrkislið úr 1. deild,
ið hittust á vellinum í Mið-
vågi í góðveðrinum sunnu-
dagin. Treyðugt so, tað vóru
havnarmenninir, ið høvdu
bóltin mest, men teir stóru
målmøguleikarnir vóru ikki
fyrr enn móti endanum
Fyrri hálvleikur man verða
ein tann ljótasti, ið er sædd-
ur leingi. Serliga vóru tað
vágamenninir, ið fóru óvan-
liga illa við onkrum av HB-
arunum
Tíverri megnaði dómarin,
Lassin Isaksen, ikki upp-
gávuna serliga væl, so harð-
liga spælið versnaði bert,
sum fyrri hálvleikur leið.
At Lassin ikki gav kort,
tá ið Magnus Simonsen hjá
FSV sendi Hans Fróða
Hansen út í lýsingarskeltið,
var ov galið, og at Lassin
ikki gav sama leikara hjá
FSV reyða kortið, eftir eitt
sjúkligt karatespark á Jan
Dam, var púrasta burturvið.
Tað skal tó eisini viðmerkj-
ast, at HB-arnir fingu nøkur
rættiliga bílig frispørk i
fyrra hálvleiki. Til endans
komu tey reyðu kortini, ið
allatíðina vóru væntandi.
John Johannesen hjá FSV
sparkaði í 37 min. Allan
Mørkøre í hevnisøku, og
hetta fekk ødi í Andrew av
Flótum hjá HB, so úrslitið
var, at John og Andrew báð-
ir fingu rey da kortið.
Nekur góð mál
Summi av málunum vesturi
í Vágum vóru rættiliga góð.
Málið hjá øðrum miðving-
inum hjá HB, Johannes Jo-
ensen, mundi verða tað
besta. Eitt innlegg kom úr
vinstru, og úr 15 metra fjar-
stóðu skeyt Johannes fyrstu
ferð, og bólturin brast í tvør-
Venjarin Petur Mohr
mátti síggja sítt |
núverandi lið NSÍ tapa
móti sínum fyrrverandi
liði KI sunnudagin
stongina, áðrenn hann fór í
málið.
Eisini málið hjá runavík-
inginum Súna Fríða Johan-
nesen var gott. Hann skeyt
frå brotssparkskantinum
bóltin í aðra stongina og í
mál. Annars fekk Súni Fríði
ikki nógv at arbeiða við frá
sínum nýggju lidfeløgum.
HB spældi ikki
sum FM-favorittar
Tað eru nógv, sum longu nú
hava útnevnt HB til FM-
favorittar 1998, men tað var
trupult at síggja sunnudag-
Nr. 66 — 7. APRÍL 1998
Tað gekk mangan
harðliga fyri seg í
Miðvági sunnudagin.
Jan Dam var so óheppin
at bróta nøsina í einum
hendiligum samanstoyti.
I dag skal hann
skurðviðgerast fyri
skaðan
Mynd: Terji Nielsen
in, at liðið í reyðum og
svørtum møguliga skal enda
á ovastu rók, tá ið lands-
kappingin 1998 endar. Teir
hava ikki vant seg til nýggja
spæliháttin, sum rumenski
venjarin vil hava teir at
spæla, og haraftrat er verjan
ikki nóg væl samanspæld
Hinvegin kann sigast um
vágamenninar, at tað sær
ikki so galið út hjá teimum
Kanska tørvar teimum fólk
til álopið, men tilfarið er
helst gott nokk til eina upp-
flyting. Tað er ein styrkur
hjá vágamonnum, at teir
hava so royndar kreftir sum
Eyðfinn Davidsen og Ari
Thomassen á liðnum.
KI trý stig
i jøvnum dysti
Tað var ein javnur dystur í
Klaksvík sunnudagin, tå ið
KI og NSI hittust. Ur Klaks-
vík frætta vit, at spælið gekk
javnt allan dystin, og at tað
vóru fáir målmøguleikar.
KI legði seg á odda tíð-
liga í fyrra hálvleiki, tá ið
Heðin á Lakjuni bleiv leys-
ur í vinstru og spældi flatt
inn til Olgar Danielsen, ið
hevði lætt við at seta bóltin
í netið hjá runavíkingum.
Men stokkut var gleðin, tí
longu minuttin eftir spældi
Jónstein Petersen bóltin til
ein púra leysan Eddie
Mikkelsen í vinstru síðu av
málteiginum, og Eddie
hevði lætt við at senda bólt-
in fram við Kl-målverjan-
um og javna til 1-1. Stutt
ådrenn bædi målini hevdi
NSI havt ein stóran mål-
møguleika, tå id ein leysur
Arnfinn Langgaard stutadi
bóltin upp um málið eftir
horna. Men sum heild
mundi javnleikur verða
rætta urslitid, tå ið farið
varð til hálvleiks.
Allan Mørkøre (9) hevur júst lagt HB á odda 3-0
Utskifting gjørdi mun
Fyrra hålva av seinna hålv-
leiki var ógvuliga fridarlig.
Ikki vóru nógvir målmøgu-
leikar, og spælið gekk fram-
vegis javnt. Men tá ið einir
20 minuttir vóru eftir at
leika, skifti KI venjarin Jó-
annes Jakobsen bæði Rógva
Jacobsen og Zoran Manic
inn, og hetta vísti seg at seta
meira lív í spælið hjá klaks-
víkingum. Avgerandi málið
kom, tá ið umleið 10 min-
uttir vóru eftir av dystinum.
KI fekk eitt horna, og tá ið
bólturin kom inn fyri, var
Kurt Mørkøre hægstur og
sendi við høvdinum bóltin
í málið hjá runavíkingum til
endaligu støðuna 2-1! NSI
sendi síðstu løtuna nógv
fólk fram, og tað var nær
við, at teir javnaðu. Ein
leikari slapp at renna leysur
av miðjuni, men tá ið hann
nærkaðist málteiginum hjá
KI, var Kurt Mørkøre kom-
in aftur og fekk takklað.
Mangla dystarvenjing
Eins og í dystinum vestur! í
Vágum var tað týðiligt, at
leikararnir mangla dystar
venjing. Tann nógvi kavin
herfyri órógvaði nógvar
ætlaðar venjingardystir, og
tað er tí einki dulsmál, at
flestu venjararnir høvdu
ynskt sær fleiri venjingar-
dystir. Vantandi dystarvenj-
ing førir eisini vid sær, at
spælarar ofta eru ov seinir
vid taklingum og líknandi.
Soleiðis var eisini í Klaks-
vík, og nýggi póllendingur-
in hjá KI, Marek, fekk eisini
reyða kortið eftir at hava
sæð ostaflísuna hjá Jóan
Carl Dam tvær reisur.
T.N.
Vit eru
eisini á
netinum
www.sosialurin.fo
Mynd: Terji Nielsen