mikudagur 8. apríl 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
Eg havi aldrin
upplivað slíkt
óskil sum nú
—Føroyskur fiska-
utflutningur er
reyv.. á allari
skomm. Bara
hetta vikuskiftið
fer at kosta okk-
um eitt endur-
gjaldskrav uppá
einar fimm milli-
ónir. Þeir, sum
keypa fóroyskan
fisk, fara hereftir
heldur at keypa
íslendskan fisk, tí
okkara útflutn-
ingur er fullkom-
iliga óálítandi.
AK! BERTHOLDSEN
— Eg havi arbeitt við feskum
fiski í sjey ár. Men eg havi
aldrin vitað slíkt óskil sum
nú. Føroyskur fiskaútflutn-
ingur er bart út sagt reyv
av allan skomm
Føroyskir fiskakeyparar
runt um i Evropa eru vid at
venda føroyskum fiski baki
Ikki ti at fiskurin er so
vånaligur, ti hann fæst ikki
betri nakrastaðni í verðini
Men tí at útflutningurin
er so svikaligur, at ongin
keypari kann kenna seg vís-
an í, nær fiskurin kemur
fram
— Og tað, sum hendi hesa
vikuna hevur fingið bikarið
at flóta yvir hjá fiskakeyp-
arum runt um í Evropa, sig-
ur Jóannes Martin Hansen,
sum er útflutningsstjóri hjá
Frederiksværk Áleeksport
Martin Hansen keypir
nógvan fisk år Føroyum, og
selur hann vidari suduri i
Evropa
Hann sigur, at tad, sum
hann hevur fingid at vita frå
sinum kundum longri sud-
uri í Evropa er, at teir
hereftir fara heldur at leggja
seg eftir at keypa fisk úr
Íslandi, tí leveringin úr
Føroyum er so svikalig
— Islendingar flågva fisk
nidur å meginlandi i Ev-
ropa, og tað, eg fái at vita,
er, at nú fara teir at gardera
seg við fiski úr Íslandi,
heldur enn at líta á, at fiskur
kemur úr Føroyum.
=.
Jóannes Martin Hansen
dylir ikki fyri at eftir hanasa
áskoðan er okkara fiskaút-
flutningur ikki á nóg trygg-
um og nóg professionellum
hondum, sum er. Langt,
langt í frá eisini
Síðani Smyril og Strand-
ferðslan misti siglinginga,
hevur feskfiskaútflutning-
urin hjá føroyingum ligið í
skeljasori, tí nú veit ongin,
nær bátarnir koma
— Strandferðslan var pro-
fessionell. Og í Blue Water
í Onglandi, hevåi hon ein
professionellan og ålitandi
samstarvstelaga
— Men hetta síðasta árið
er tað alt ov ofta komið fyri,
at seinkingar eru
— Og tað, sum hendi hetta
vikuskiftið bítur høvdid av
allari skomm
— Ongin fekk nakað at
vita. Og táið vit framvegis
sunnudagin á miðdegi ikki
fingu at vita, nær bilarnir
kundu vera frammi, mátti
eg sjálvur fara suður til
Bremenhaven at tosa við
kundarnar
— Tí teirra útspæl var
beinanvegin, at táið fiskurin
ikki kundi vera frammi til
tíðina, vildu teir ikki taka
ímóti fiskinum.
— Ikki fyrrenn klokkan
átta sunnukveldið fingu vit
at vita, at bilarnir kunu vera
frammi týsmorgunin
Jóannes M. Hansen sigur,
at Stilla Vika er tann tíðin í
árininum, har í týskarar eta
mest fisk yvirhøvur.
— Og tidaravmarkingarnar
eru sera trongar
Hann sigur, at er talan um
feskan fisk, skulu bílarnir
vera frammi ímillum klokk-
an seks og klokkan niggju
mánamorgun. Tí tá skulu
okkara kundar hava fiskin,
fyri at kunna selja hann víð-
ari
— Tað nyttar onki at koma
døllandi klokkan 12, tí tå
eru teir farnir. Og so koma
endurgjaldskrøvini
— I hesum føri er fiskurin
ikki komin fyrrenn i gjåra-
morgunin
— Tvs, at nógvir komu at
liggja innibrendir vid fiskin-
um. Ella vit mugu tosa um
stóran avslåttur í prísinum.
-Men í øllum fórum
skapa hendingar, sum
hendan eina slíka misnøgd,
at okkara kundar siga, at
hereftir fara teir at seta sítt
álit á fiskin, sum íslendingar
flúgva á marknaðin, tí hann
kunnu teir líta kemur til tíð-
ina.
— Men føroyska fiskin
kunnu teir ikki líta á, ti teir
vita ongantíð, nær teir hava
hann
Farið í skeljasor
Jóannes M. Hansen sigur,
at óskilið, sum hevur verið
á feskfiskaútflutninginum,
síðani Strandferðslan misti
hann, hevur elvt til, at alt,
sum er bygt upp í Føroyum
innan feskfiskaúrdráttir er
knasað niður hetta síðsta ár-
ið
— Og alt álit ímillum Før-
oya Land sum leverandørur
og týskarar, fransmenn,
belgiarar og onglendingar,
sum keyparar, er fokið uppá
hetta eina árið.
— Og nidursødan er, at
síðan feskfiskaútflutningur-
in fór á privatar hendur,
hava vit onga loysn havt á
hesum avgerandi máli fyri
føroyskt vinnnulív. Tað er
hart at siga tað, men tað má
sigast.
— Framtaksloysnin í Før-
oyum verður ikki, um vit
skulu hava sjey, ella 10
flakavirki, ella, hvussu
nógvar fiskasølur, vit skulu
hava.
— Framtaksloysnin verður
at fáa professionellan, álít-
andi flutning.
— Um hetta er ein loysn á
privatum hondum, ella al-
ment, er fullkomiliga líka-
mikið fyri allar, sum handla
við føroyskum fiski. Bara
on er álítandi.
Jóannes M. Hansen nevn-
ir td. at professionella,
enska felagið Blue Water,
sum samstarvaði við
Strandferðsluna, bjóðaði
sær til at átaka sær fiska-
útflutningin tvær, tríggjar
ferðir um vikuna
— Men landsstýrið vildi
ikki, tí talan var um útlend-
ingar
— Men hvar er so tann
føroyska loysnin, vit fingu
afturfyri, spyr hann.
Tvær, tríggjar ferð
Hann sigur, at hann vit
mugu hava samband við
marknaðin tvær, tríggjar
ferðir um vikuna, so at vit
kunnu hava eina javna til-
gongd.
— Um tað so kostaði meiri
í flutningi, hevði virdisøk-
ingin verið so mikið stórri,
at tað hevði loyst seg fyri
allar partar, tí fiskaprísurn
hevði blivið javnt hægri,
heldur enn at „bumba“ allan
fiskin á marknaðin fyrst í
vikuni
Vit billa okkum inn...
Jóannes Hansen sigur, at
føroyingar ganga og billa
sær inn, at teir eru so Ó-
luksáliga professionellir.
— Tað eru teir eisini á
summum gkjum.
— Veiðiliðið og fram-
leiðsluliðið gera eitt avbera
gott arbeiðið. Og tað sæst
aftur í, at fiskurin í Føroyum
er tann besti, sum fæst.
— So mikið harmiligari er
tað, at vit eru nóg profess-
ionellir til eisini at skipa fyri
álítandi flutningi.
At bjóða fiskimonnum,
flakakonum og fiskaseljar-
um tann flutningin, sum nå
er, er at halda tey fyri tað
turra spott.
Jóannes Martin Hansen
sigur, at hann keypir eisini
fisk úr Russlandi, Estlandi
og aðrastaðni.
— Tann fiskurin er í Pad-
borg ímillum klokkan trý og
fýra leygardag og millum
klokkan trý og fýra miku-
dag.
--Tað greittir ikki.
— Og fiskur úr Uganda
og av Seyshellunum er á
flogvøllinum kl. fimm, so
keyparin hevur hann kl.
níggju.
— Tað svitast heldur íkki.
— Og tað er nógv fyri, at
Nr. 67 — 8. APRÍL 1998
— Allur fiskaútflutingurin er lagdur í skeljasor uppá eitt år. Tað hevði stórri tydning at
tryggja, at boulevard-dámurnar í Havn fingu Se & Hør og Hjemmet mánadagin, og
páskaliljur til høgtidina, heldur enn at bjarga útflutningi Føroya. Tað er nógv fyri, at vit,
sum altíð reypa av okkara egnu dygdum, ikki skulu koma uppá knøini á teimum, sum vit
í mangar mátar meta sum annanfloks borgarar í tilafturskomnum londum, sigur Jóannes
Martin Hansen, útflutningsstjóri, sum keypir nógvan fisk úr Fóroyum
frumskógarfólkið í Ugand-
a, strandafólkið á Seyshell-
unum og teir „tilafturs-
komnu“ eysturlendingarnir
eru nógv professionellari
enn vit.
— Tys, at vit, sum „fram-
komin“ fiskivinnutjóð, vit
sum brúka hvert høvi, vit
fáa at reypa av okkara egnu
dygdum, vit koma ikki
uppá kngini á teimum, sum
vit í mangar mátar meta
sum annanfloks borgarar í
triðja heiminum.
Heldur páskaliljur enn
fjsk
Utflutningsstjórin í Frede-
riksværk Aleeksport heldur,
at hetta botnar alt f hug-
burdinum til tad, vit hava
vid at gera
— Føroyingar hava ikki
fatað, hvønn tydning tað
hevur at vera á marknað-
inum til tíðina.
— Vit kunnu brúka so
nógvar pengar, vit vilja,
uppá nýggjar rutur.
— Men broytist hugburð-
urin ikki, kann alt gera tað
sama.
— Í hesum føri var tað
longu mitt í vikuni ein
spurningur, um Blikur fór
at sigla.
— Var talan um ein pro-
fessionella fyritøku, útveg-
aði hon beinanvegin eitt
eykaskip.
— Fleiri keyparar hava
spurt meg hetta vikuskiftið:
— Hví liggur ein bátur hjá
Skipafelagnum og fermir
páskaliljur og grønmeti til
Føroyar, ístaðin fyri at fáa
hann til Føroyar at at føra
tann.
— Men soleidis er hug-
burðurin:
— Tað hevði størri tydning
at boulevard- dámurnar í
Havn skuldu fáa Se á Hør
og Hjemmet mánadagin, og
kundu keypa sær nakrar
páskaliljur á veg heimaftur,
heldur enn at bjarga útflutn-
ingi Føroya.
— Hatta er ein spurningur
um raðfesting. Og at báturin
fekk maskinbrek, er ongin
umbering.
— Tí tað tók fleiri sam-
døgur at fáa annað skip.
-Og omaná alt hetta
dittar Skipafelagið sær nú
at hækka flutningskostnaðin
fyri feskan fisk 30%.
Endurgjaldskrav uppá
milliónir
Jóannes Martin sigur, at av-
leiðingin av seinkingini
hetta vikuskiftið, verður utt-
an iva eitt endurgaldskrav
uppá milliónir.
Kanska einar fimm milli-
ónir, tí tað hevur hetta
„ævintýrið“ minst kostað.
— I fyrstu atløgu verður
endurgjaldskravið reist í-
móti útflytarunum.
— So stendur tað til úflyt-
aran um hann so aftur krev-
ur endurgjald frá flutnings-
felagnum, sigur Jóannes
Martin Hansen.
a
IL —