Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 67 — 8. APRIL 1998 tíðindablaðið -Scsjahin 5 Carita Bjørklund, formaður i Føroya Pedagogfelag: Heldur varandi enn fyribils loysnir — Royndarætlanir kunnu vera góðar fyri at minka um langa bíðilistan at koma inn á dagstovn í Tórshavnar kommunu, men vit eiga fyrst og fremst at hugsa um heildina og trivn- aðin hjá børnum, sigur nýggi formaðurin í Føroya Pedagog- felag, sum mælir til eitt breitt samstarv, soleiðis at trupul- leikarnir verða loystir TURIÐ KJØLBRO Nýggi formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Carita Bjørk- lund, fegnast um tiltøkini, ið verða gjørd fyri at minka um bíðilistan at sleppa inn á dagstovn í Tórshavnar kommunu. — Vit kunnu gleðast yvir, at kommunan er farin til verka og er farin undir nakr- ar itøkiligar ætlanir, sum skulu útvega fleiri barna- garðspláss. Sum fakfelag fara vit ikki inn at loysa henda stóra trupulleikan, men hinvegin eru vit áhug- að í at samstarva. Eitt sam- starv millum okkara fakfel- ag, kommununa og Felagið hjá foreldrum at småbørn- um í Havn kundi funnið fram til nakrar góðar loysn- ir, sigur Carita Bjørklund, formaður i Føroya Peda- gogfelag. Um vikuskiftid kom Fel- agið hjá foreldrum at små- børnum í Havn út við einum útspæli og nøkrum itøkilig- um uppskotum um, hvussu stóri trupulleikin á ansing- arøkinum verður loystur. Mælt verður eitt nú til at leiga hús, umbyggja høli og byggja verandi stovnar út, so fleiri børn sleppa inn. — Sum pedagogur eri eg sannførd um, at tað er ikki gongda leiðin at fylla børn inn á stovnarnar. Sum er er absolutt minsta kravið 2 fer- metrar til barnið, tá ið alt er íroknað. Og tað er als ikki ov mikið, heldur hinvegin. Eg vildi heldur sæð, at børn fingu meiri pláss og at tað varð hugsað um trivnaðin á stovninum, bæði hjá børn- um og starvsfólki. Á ovfylt- um stovnum kunnu børn og starvsfólk fáa strongd, hoyribrek og annað, sigur Carita Bjørklund. Krev Fráfarandi formaðurin í Fel- agnum hjá foreldrum at småbørnum í Havn, Heri Joensen, segði í Sosialinum i gjår, at neydloysnir mugu finnast, soleidis, at fleiri barnagarðspláss verða út- vegað. Er tað ikki neyðugt at síggja burtur frá ávísu króvunum, sum verða sett, fyri at fáa fleiri stovnspláss? — Ein dagstovnur skal lúka treytirnar, sum heilsu- myndugleikarnir seta. Hann skal vera góður og tryggur at vera í. Góðkenna mynd- ugleikarnir húsini, sum for- eldrafelagið mælir til at taka í nýtslu, og starvsfólkanom- ineringarnar eru í lagi, er tað kanska ein gongd leið at fara. Men slíkar loysnir eru ofta fyribils. Mær hevði betri dámað um hugsað varð í varandi loysnum. Tær nýtast als ikki at vera dýrari, sigur Carita Bjørklund at enda í viðtali. Felagið hjá foreldrum at småbørnum í Havn: Dagrøktarmammur ansa umleið 300 børnum í Tórshavnar kommunu í dag. Trivnaðurin hjá hes- um dagrøktarmammum er tydningarmikil og má takast fram. Arbeidsstød- an hjå einari dagrøktar- mammu er soleiðis, at hon er rættiliga „einsa- meil“ í arbeiðsdegnum. Dagurin er langur og mangan strævin. Eitt ávíst úrskifti av dagrøktarmammum er og tað skyldast arbeiðsum- stødurnar tær hava. Trivnaðurin hjá dag- : røktarmammum kundi verið broyttur tíl tað betra Bota um korini hjá dagrøktarmammum um kommunan saman vid foreldrum og dagrøktar- mammum settu seg niður at tosa um hesi viðurskift- ini. Sharon Weiss, ið í fleiri ár hevur arbeitt við børnum undir skúlaaldri, hevur nøkur uppskot til stimbrandi tiltøk. Skipað kundi verid fyri skeidi fyri dagrøktarmammur, har mammurnar fingu hugskot til ymiskt at stimbra børnini við. Eisini kundi verið farið undir at skipa fyri tiltøk- um sum fyri nøkrum ár- um síðani á Barnabóka- savninum. Sosialurin - fimm ferðir um vikuna Teldan skal lætta um Býarbókasaynið hevur nú verið stongt í 5 vikur, meðan arbeitt hevur verið við at telduskråseta bøk- urnar å békasavninum. Tá ið latið verður upp aftur, verður høvi at nýta savnið betur enn fyrr, tí teldurnar, sum eru ætl- aðar lánarum, fara í stórri mun enn áður at síga frá | øllum í tilfari, ið finst á bókasavninum. Bøkur, id læntar verða í framtíðini, fara fgjøgnum nýggju telduskipanini, sostatt verður tænastan á tann hátt eisini munandi betur. Umvælt verður, nú stongt er. Telduskrásetingin og umvælingarnar hava tik- 10 meira tid, enn fyrst ætl- að, tí verður lýst í blød- unum og útvarpinum, tá ið latíð verður upp aftur — vónandi mánadagin 27. | apríl. Meðan stongt er ber til at lata læntar bøkur aftur við at leggja tær í kassan við úthurðina | 0) 3est rn Tlf. 317500 Hotellið við útsýninum otel Føroya å påskum Forrættir: Í. Dampadur kalvi við ananas, asparges, salati og karrydippi Rækjubland vid salati og dippi 3. Klår suppa vid kjøt- og mjølbollum og suppuurtum Høvudsrættir: I. Enskur búffur vid leyki, súltaðum agurkum og sås av soðnum 2. Kålvasneid, stokt sum villibråd vid Waldorffsalati, reydvinsperu og villinis6s 3170, Kaffi vid dessert og kokuborði KR. y 3. Heilstoktur oksahåryggur vid grønmeti og reydvinss6s 4. T-bone-steak vid salati, persillu- smøri og bakadum epli Omandå: Sjålvtøkubord við alskyns dessertum og køkum | saman við vaksnum Skírhósdag, langa fríggjadag, = > leygardag, påskadag og 2. påska- eta OKEYPIS dag frå kl. 12.00-21.30 Borð kann bileggjast å tlf. 317500 ” Hotel Førspar && Altid vælkomin á orovar Western I