mikudagur 8. apríl 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Nr. 67 — 8. APRIL 1998
Lasse Klein ur Kristiliga Fólkaflokkinum:
Veljarakanningin
undirmetir okkum
— Vånaliga úrslitið i veljarakanningini fær okkum at gera
nakað eyka og vit eru væl fyrireikað, sigur ein óttaleysur
Lasse Klein.
Tur KJOLBRO
Veljarakanningin sum
Sjónvarp Føroya hevur
kunngjørt, spåar, at Verka-
mannafylkingin og Kristi-
hg: Fólkaflokku kl
koma g
tingsvalið 30. apríl
Til seinasta løgtingsval
fekk Knstiligi Fólkaflokk-
urin 6,3 prosent og tveir
menn valdar, men verður nú
spáddur at fáa 3,5 prosent
Tað er ikki nóg mikið at
koma inn um tingsins gátt
Annar av tingmonnunum
hjå flokkinum, Jåkup Olsen
hoppaði sum kunnugt yvir
til Fólkaflokkin herfyri og
n tine
mn a ting
elfur 1Øg-
um tad hevur havt eina å-
virkan å veljarakanningina,
sigur hin tinglimurin i
flokkinum Lasse Klein
— Tad er altid harmiligt,
at ein tinglimur fer úr flokk-
inum, serliga tå ið flokkurin
er so lítil. Fráboðanin átti
at komið fyrr, til dømis fyri
einum hálvum ári síðani,
sigur Lasse Klein úr Krist-
iliga Fólkaflokkinum
Hóast flokkurin hevur
mist ein tinglim og verður
spáddur stóra afturgongd
hevur Lasse als ikki mist
vónina
— Tað er ongantíð fyrr
komið fyri, at ein flokkur,
sum hevur fingið 3,5 pro-
sent ikki hevur fingið mann
valdan. Eg meti als ikki, at
møguleikarnir hjá okkum
eru so ringir. Til seinasta
løgtingsval vóru vit í einari
veljarakanning spádd at fáa
0,9 prosent og eini aðrari
9,4 prosent. Tá ið avtornaði
fingu vit 6,4 prosent, sigur
Lasse Klein.
Ivi um
kanningarháttin
Lasse Klein metir, at tað
kann hava ávirkað kanning-
arúrslitið, at Kristiligi
Fólkaflokkurin er minsti
flokkur í størsta valdømi-
num, Suðurstreymoy. Meg-
inparturin av teim spurdu
koma ivaleyst år midøki-
num, har fólkagrundalagið
er størst.
- Okkara flokkur stendur
seg sterkast í Eysturoynni
og Norðuroyggjum, sigur
Lasse Klein
Hóast tinglimurin í Suð-
uroy er farin yvir í annan
flokk, hevur Lasse vón um,
at uppstillingin í oynni fer
at gera sítt til, at teir fáa
mannin valdan har
Spurdur um, hví Kristiligi
Fólkaflokkurin og Mid-
flokkurin, sum hava nøkun-
lunda somu stevnumið, ikki
leggja saman aftur í ein
flokk og harvið tryggja eitt
stórri grundarlag, sigur
Lasse Klein.
— Eina ferð hava allir
flokkar verið smáir. Kristi-
ligi Fólkaflokkurin er ein
politiskur veruleiki og so-
leiðis heldur tað fram at
vera. Vit hava einki ímóti
at samstarva við aðrar
flokkar. Kemur eitt ynski
fram um, at vit eiga at
leggja saman, taka vit tað
sjálvandi upp til viðgerðar.
Kristiligi Fólkaflokkurin
hevur víst, at hann er ein
flokkur við ábyrgd. Í fjør
heyst fóru vit inn í eitt tekn-
iskt samstarv við samgong-
una, soleiðis at val ikki varð
útskrivað í úrtíð. Vit tryggj-
aðu, at fíggjarlógin fyri
1998 varð samtykt og at
— Tað er ongantíð komi fyri, at ein flokkur sum hevur fing-
ið 3,5% ikki hevur fingið mann valdan, sigur Lassi Klein
skattalógaruppskotini vórðu
framd.
Men sambært veljara-
kanningini hevur tað ikki
økt um álitið á tykkum.
— Tað veit eg nú ikki.
Veljarakanningar vísa aldri
eina greiða stóðu hjá teim
smærru flokkunum í mun til
teir stórru. Smáu flokkarnir
verða altíð undirmettir í
kanningum. Men tað fær
okkum at gera ein eyka inn-
sats og vit fara væl fyri-
reikað undir valið, sigur
Lasse Klein úr Kristiliga
Fólkaflokkinum at enda.
Avgerðin um vit stillað upp til løgtingsvalid verður tikin í
kveld, sigur Luitjen Apol, formaður (Mynd Jens Kr. Vang)
SVEINUR POULSEN
Tað er til tað síðsta ivi um
verkamannafylkingin stillar
upp til hetta løgtingsvalid
Uppstillingarfreistin er
hósdagin 9. apríl, t.v.s. um
tveir dagar, so nú fer tað at
hava skund, og tað eru tey
greið yvir í Verkamanna-
fylkingini
Men sum formaðurin tek-
Luitjen Apol, formaður í Verkamannafylkingini:
Avgjørt í kvold
Tað er óvissa til tað síðsta, um Verkamannafylkingin stillar
upp til løgtingsvalid. Spíssarnir frá seinasta valið eru allir
burtur - givnir ella farnir í aðrar flokkar, og úrslitið sæst á
veljarakanningini hjá Sjónvarpinum. Fylkingin stendur til
at fáa 0,3% av atkvødunum ímóti 9,5% seinast
ur til:
— Avgerðin um vit stilla
upp verður tikin í kvold.
Til seinasta løgtingsval
stillaði Verkamannfylkingin
upp, sum eitt alternativ til
teir sum kallað seg arbeið-
araflokkar - Javnaðarflokk-
in og Tjóðveldisflokkin.
Tveir rættiligir tungvekt-
arar í arbeiðarargrsluni still-
aðu upp á hesum lista, og
tað gav eisini úrslit, sum vit
øll vita.
Fylkingin fekk tríggjar
mans á ting.
Men so byrjaðu trupul-
leikarnir. Fylkingin fór í tví-
ningar. Tveir løgtingslimir
vórðu koyrdir úr flokkinum
og aftaná tað fóru tey í rætt-
in fyri at fáa staðfest hver
hevði rættin til navnið.
Nú tað stundaði til val
hava tveir av spíssunum av-
gjørt ikki at stilla uppaftur
og tann triði hevur valt at
skifta flokk.
Síðani hevur fylkingin
fingið nýggja nevnd og
Luitjen Apol er vorðin for-
maður.
Afturgongd
uppá 9,2%
Tað sæst aftur í veljarakann-
ingunum, at tey kendu eru
burtur - serliga í tí seinastu,
sum Sjónvarp Føroya hevur
latið gera.
Sambært hesi kanning
fær fylkingin eina so stóra
afturgongd sum neyvan er
sædd í føroyskum politikki
fyrr.
Til seinasta løgtingsval
fekk fylkingin 9,5 prosent
av atkvødunum, men sam-
bært ferskastu kanningini
fær Verkamannafylkingin
bert 0,3% av atkvgðunum.
Tað svarar til 76 atkvød-
ur!
Og tað trýr ny ggi formað-
urin ikki uppå.
— Tad ljóðar heilt ótrúligt
fyri meg, sigur Luitjen
Apol.
Hvør er so orsøkin til
henda miss?
— Eg veit ikki, men tad
kann verða, at fólk nú eru
nøgd við hinar vinstraflokk-
arnar, sigur hann.
— Tað kann kanska tykjast
løgid, men eg haldi, at Tjóð-
veldisflokkurin og Javnað-
arflokkurin arbeiða best í
andstødu. Tá teir koma í
samgongu er neyðugt at
halda í oyruni á teimum,
serliga hvat viðvíkir privat-
iseringum og líknandi til-
tókum sigur Luitjen Apol.
Hann heldur tó ikki, at
orsøkin er at tey trý Inge-
borg Vinther, Óli Jacobsen
og Kristian Magnussen ikki
stilla upp aftur fyri fylk-
ingina hesaferð.
— Eg eri av tí fatan, at tað
kann verða ein fyrimunur,
at tey ikki stilla upaftur.
— Eg haldi tað verða ein
fyrimunur at t.d. Ingeborg
ikki stillar upp aftur, men
heldur stuðlar fylkingini.
Hon er jú formaður í størsta
fakfelag í landinum, sigur
Luitjen Apol.
Lesarabrøv
Til onkran sambandsmann
Eg havi spurt fleiri
havi onki skilagott svar
fingið enn. Vónandi kann
onkur hendanvegin geva
mær eitt nøktandi svar
Møguliga er spurningurin
trupul at svara, men eitt eri
eg sannførdur um
men
svarið
finst
Hugsa um, at danska
muran er at venda hvørjari
krónu meir enn eina ferð,
áðrenn hon verður givin út
Hugsa um, at danir als ikki
vilja kallast imperialistar,
men í millumtjóða sam-
starvi heldur vilja gera seg
til verjar av mannarættind-
um. Og tak eisini vid, at teir
í prinsippinum onki krevja
afturfyri
Hví eru teir so fegnir um
at geva okkum eina gávu
uppá kr. 900 mill. árliga???
Eg kenni ikki svarið, so
vónandi kann onkur sam-
bandsmaður hjálpa mær
Bill Justinussen,
Miðflokkurin '
Lesið
Sosialin
å Inter-
netinum
www.sosialurin.fo