fríggjadagur 21. november 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 222 - 21. november 2003
Nr. 222 - 21. november 2003
3
Landsfundir um vikuskiftið
Bæði Fólkaflokkurin
og Javnaðarflokkurin
hava sín árliga lands-
fund um vikuskiftið.
Gestarøðararnir hjá
flokkunum verða
Hanus Kamban og
Jón Kristiansson, sum
fara at siga nøkur á
fundunum hjá ávika-
vist Javnaðarflokkin-
um og Fólkaflokk-
inum
LANDSFUNDIR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tveir av polunum í før-
oyskum politikki seinastu
mongu árini, Javnaðar-
flokkurin og Fólkaflokkur-
in, hava sín árliga lands-
fund um vikuskiftið. Javn-
aðarflokkurin fer til Suður-
oyar at halda landsfundin í
ár, meðan Fólkaflokkurin
leitar sær til Sandavágs.
Báðir flokkar høvdu upp-
runaliga lagt landsfundin
seinasta vikuskiftið, men av
ein ella aðrari orsøk vórðu
fundirnir útsettir eina viku.
Fýra serevni
Javnaðarflokkurin
hevur
sett fýra serevni til umrøðu,
sum skift verður orð um
leygardagin. Javnaðarfólk
fáa høvi til at siga sína
hugsan um høgra snaring-
ina, eldrapolitikkin og ser-
forsorgin, reyð-grøn dags-
skránna og privatiserringar
/sølu av almennum ognum.
Úr Javnaðarflokkinum siga
tey, at tað verður eitt upp-
legg um øll fýra evnini, har
síðan fólk í salinum fáa
møguleika at siga sína
hugsan um evnið. Fólka-
flokkurin hevur ikki valt at
viðgera ávís evni á lands-
fundinum í ár, men talan
verður heldur um eitt frítt
orðaskifti um samfelagið
sum heild.
Gestarøðarar
Sum vanligt er á landsfund-
um, so hava bæði Javnaðar-
flokkurin og Fólkaflokkur-
in gestarøðarar á fundunum
í ár. Fólkaflokkurin hevur
bjóðað íslendinginum Jón
Kristianssyni, sum millum
annað hevur verið alment
frammið um, at hann ikki
tekur undir við tilmælunum
hjá ICES. Hann hevur fyrr í
ár verið rættiliga kritiskur
um tilmælini hjá fiskifrøð-
ingum, og um hvussu fiski
tilfeingið skal troytast
Úr Fólkaflokkinum siga
tey, at sum vinnuflokkur
burturav er tað sera hósk-
andi at fáa Jón Kristiansson
at siga nøkur orð, tí hann
hevur øðrvísi sjónarmið á
okkara tilfeingi enn før-
oyskir fiskifrøðingar.
Hanus Kamban verður
gestarøðari hjá Javnaðar-
flokkinum í ár. Hann hevur
fyrr í ár verið í blaðkjaki
um sjálvsstýrismálið, og úr
Javnaðarflokkinum vænta
tey, at hansara upplegg fer
júst atviðgera sjálvsstýris-
málið. Hanus hevur sett
nógvar
spurningar
um
sjálvsstýristilgongdina hjá
samgonguni
Bara leygardagin
Fólkaflokkurin hevur sett
bert leygardagin av til
landsfundin, sum byrjar
klokkan 10 leygarmorgunin
í SÍF-húsinum í Sandavági.
Úr Fólkaflokkinum verður
sagt, at øll fólkafloksáhug-
að skulu verða hjartaliga
vælkomin.
Javnaðarflokkurin leggur
eitt sindur meira fyri, og
hevur sett bæði fríggja-
dagin og leygardagin av til
landsfundin hjá flokkinum.
Landsfundurin verður sett-
ur fríggjakvøldið klokkan
19.30 í Hvalbiar Skúla, og
hildið verið fram til leygar-
dagin.
Veitslan
verður
klokkan 19.30 í Royn høll-
in leygarkvøldið. Øll javn-
aðaráhugað eru hjartaliga
vælkomin.
Tveir av polunum í føroysk-
um politikki seinastu mongu
árini, Javnaðarflokkurin og
Fólkaflokkurin, fara at hava
sína árliga landsfund um
vikuskiftið
ÚTGÁVA
tíðindaskriv
Aftur í ár ber føroyski ál-
manakkin hjá H.N. Jacob-
sens bókahandli boð um,
at árið er farið at halla, og
at eitt nýtt ár er á veg. Í
Álmanakkanum 2004 er
sum vænt nogv at finna
um nýggja árið.
Í fyrsta parti er m.a.
sjálvur
álmanakkin,
yvirlit yvir sól- og mána-
støður í árinum og tað,
sum vert er at vita um
gongustjørnur og annað á
himmalhválvinum í 2004.
Síðani koma nógv nýttu
streymkurvarnar, talvan
við vestfalskyrrindunum
og streymkort saman við
lista yvir motorbátar und-
ir 20 tons. Listin við skip-
um yvir 20 tons er aftur í
ár prýddur við myndum
av skipunum. Í hesum
pørtunum eru sum vænt
nógvir aðrir hentir og
dagførdir upplýsingar av
alskins
slag
til
sjó-
vinnuna. Av nýggjum í ár
eru
upplýsingar
um
MRCC-støðina og yvirlit
yvir, hvussu fram skal
farast,
tá
oljudálking
kemur fyri á sjógvi ella
landi.
Tilfarið um landbúnað-
in, alivinnuna og olju-
vinnuna er eisini dagført,
og tað eru nógvu hentu
upplýsingarnir aftast í
álmanakkanum sjálvandi
eisini.
Føroyski álmanakkin
2004 er 440 síður, og
hann fæst bæði innbundin
og heftur.
Álmanakkin
2004 komin
Yvirliva við bíligari arbeiðsmegi
200 kr um dagin. Tað
er helst upphæddin,
sum litavisku fiski-
menninir umborð á
Arctic Viking fáa, nú
skipið flaggar út. For-
maðurin í Starvs-
mannafelagnum talar
harðliga at og kallar
tað at útnytta bíliga
arbeiðsmegi. Hetta er
ein roynd at yvirliva,
sigur reiðarin. For-
maðurin í Fiski-
mannafelagnum last-
ar politisku skipanini
fyri ráðaloysi.
ÚTFLAGGING
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Gulu, grønu og reyðu litir-
nir fara at veitra yvir rækju-
skipinum Arctic Viking
næstu tvey árini.
Fiskimálaráðið
hevur
loksins gingið umbønini á
møti frá reiðarinum Líðini í
Kollafirði at flagga út.
Treytin er, at landskassans
pantibræv
framhaldandi
skal hava fult gildi, og at
niðurskrivingin av skuldini
steðgar, meðan skipið er
undir litaviskum flaggi.
Johan Joensen, reiðari á
Arctiv Viking, er fáorðaður
um, at loyvið loksins er
fingið at flagga út.
– Vit hava fingið loyvið
og handla út frá tí. Vit
ganga undir treytirnar, sum
Fiskimálaráðið hevur sett.
Tær eru, sum vit væntaðu,
sigur Johan Joensen.
Nær Arctic Viking flagg-
ar út, fær hann ikki sagt
enn. Fyrst skulu pappírini
fáast upp á pláss. So skjótt
tað formliga er í lagi, fer
meginparturin av føroysku
manningini í land, og litav-
iska manningin yvirtekur
føroysku koyggjurnar. Bara
ein lítil partur av manning-
ini verður føroyskur, upp-
lýsir reiðarin.
1000 dollarar
Reiðarin vil einki siga um,
hvat tað merkir fyri rakstur-
in á Arctic Viking, at skipið
nú verður mannað við bí-
ligari arbeiðsmegi.
– Hetta er ein roynd hjá
okkum at yvirliva. Vit gera
tað, tí tað er eitt neyðugt
stig fyri at fáa endarnar at
røkka saman, og meira tími
eg ikki at viðmerkja um
hetta málið, sigur Johan
Joensen.
Helst fáa litavisku fiski-
menninir umborð á Arctic
Viking einar 1000 dollarar
um mánaðin. Tað svarar til
einar 200 føroyskar krónur
um dagin. Hetta er vanliga
støðið eystanfyri, upplýsir
Óli Jacobsen, formaður í
Fiskimannafelagnum.
Moralskt forkastiligt
Er reiðarin fámæltur, so er
Gunnleivur Dalsgarð, for-
maður í Starvsmannafel-
agnum alt annað. Hann
heldur tað vera »moralskt
forkastiligt«, at Føroya land
setir sítt bláa stempul á
ætlanina.
– Tað er ófatiligt, at vit
skulu bjarga okkara ar-
beiðstólum við at gera okk-
um dælt av støðuni í einum
landi, sum ekur á knøunum.
Vit tosa um rættindini hjá
fólkum, sum koma hendan
vegin at arbeiða, men nú
fara vit í besta stíli og halda
teirra
láglønarsamfelagi
viðlíka. Tað er at vanvirða
teirra stríð fyri betri korum.
Tað er at misnýta fólk. Vit
útnytta teirra armóð og
elendigheit, og vit halda
teirra kriminalitet viðlíka,
sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Eitt bæði og...
Formaðurin í Fiskimanna-
felagnum, Óli Jacobsen, er
meiri diplomatiskur. Hann
heldur lítið um, at skipið
flaggar út, men hann hevur
meiri forstáilsi fyri reiðar-
ínum.
– Sjálvandi er hetta
kyniskt, men eg haldi tað
liggur politisku skipanini
meiri til last enn reiðarín-
um. Her er eingin politikk-
ur á økinum, og landsstýr-
ismaðurin (Jacob Vester-
gaard, blðm.) hevur ikki
rætt fingur frá síðu fyri at
kanna, hvussu rækjuflotin
kann bjargast, sigur Óli
Jacobsen.
Spurdur,
um
tað
er
moralskt í lagi, at eitt
reiðarí velur at troyta bíliga
arbeiðsmegi uttanlands fyri
at yvirliva, svarar formaður
í Fiskimannafelagnum·
– Bæði og... Hetta er ein
hóttan fyri okkara arbeiðs-
megi, tí vit kunnu ikki
kappast við hasar lønirnar.
Men samstundis mugu vit
viðganga, at eysturlending-
arnir gera eitt kupp. Hetta
er meira enn ein hampiligi
løn í teirra londum. Áður
var bílig arbeiðsmegi veru-
liga útnyttað, og talan var
um trælaløn. Hetta lønar-
lagið er hóast alt ein av-
leiðing av, at altjóða trans-
portfelagið hevur fingið ein
serligan sáttmála í lag fyri
hesi londini. 1000 dollarar
um mánaðin verður roknað
fyri ein góð løn eftir teirra
mátistokki, sigur Óli Jacob-
sen.
Rækjuvinnan, sum áður
dróg reyðargull til Føroyar,
er í svárari kreppu, og
spurningurin er, um hon
stendur til at bjarga. Eitt
uppskot liggur í tinginum
frá andstøðuni, og hóast Óli
Jacobsen ikki sigur seg
vera talsmann fyri studn-
ingi, so eftirlýsir hann líka-
rætt.
– Farmaskipaflotin er fyri
ein part bygdur á studning,
tí hann hevur FAS-skipan-
ina. Tað er løgið at røkja ein
part av flotanum, tá mann
ikki eingang vil tosa um,
hvat kann gerast fyri restina
av
flotanum.
Ábyrgdin
liggur hjá landstýrinum,
men tað velur lættastu
loysnina at útflyta trupul-
leikan, sigur Óli Jacobsen.
Solidaritet!
Gunnleivur Dalsgarð held-
ur ikki, at tað kann nýtast
sum undanførsla, at lønin
er góð samanborin við
teirra viðurskifti.
– Vit eru eitt framkomið
fólk, og tað, sum vit her
tosa um, eru yvirklassa-
trupulleikar.
Sjálvandi
skulu vit royna at bjarga
vinnuni, men tá ið vit
bjarga hana upp á bekostn-
ing av øðrum, hvussu skulu
tey so nærkast okkara livi-
støði? Hetta er skeivt, og
sum fakfelagsmaður haldi
eg, at vit skulu vísa solidar-
itet og hyggja út um okkara
egnu garðar. Tað gevur mær
ringan smakk í munnin, at
almennu Føroyar skulu
stuðla uppundir, at onnur
standa í stað, sigur Gul-
leivur Dalsgarð.
GULT, GRØNT OG REYTT. Arctic Viking flaggar út til bíligari farvøtn í eini roynd at bjarga lívinum
Myndaviðgerð: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
3
2
www.smyril-line.fo
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
Fráferðir úr Hanstholm:
hvønn leygardag kl. 15.00
Fráferðir úr Tórshavn:
hvørt hóskvøld kl. 22.00
Fráferð úr Bergen:
hvønn mikudag kl. 11.00
(undantikið fráferðirnar 24.12 og 31.12)
Fráferðir úr Tórshavn:
hvørt mánakvøld kl. 22.00
(undantikið fráferðirnar 22.12 og 29.12)
NÚ ER SKJÓTT AFTUR TÍÐ TIL AT HUGSA UM JÓLAFRÍTÍÐINA
– EISINI HER HEVUR SMYRIL LINE NØKUR RIMMAR TILBOÐ
Eftirlønt
Eftirlønt
úr kr.
úr kr. 400
400,-,-
hvønn vegin
hvønn vegin
Lesandi
Lesandi
úr kr.
úr kr. 600
600,-,-
hvønn vegin
hvønn vegin
Ferðist 2 og gjaldið fyri 1
fram og aftur í innv. 2-koyggju-
kam ari við wc/bað, íroknað bil:
Úr Danmark:
Úr Noregi:
úrúr 2.990,-
2.990,-
úrúr 2.380,-
2.380,-
Eftirlønt
Eftirlønt
úr kr.
úr kr. 500
500,-,-
hvønn vegin
hvønn vegin
Lesandi
Lesandi
úr kr.
úr kr. 750
750,-,-
hvønn vegin
hvønn vegin