Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 222 - 21. november 2003 Nr. 222 - 21. november 2003 5 Tað eru ikki meiri enn tvey ár síðani at teir báðir sjálvir royndur at forða einum løgtingsmanni í at seta einum landsstýrismanni ein fyrispurning POLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Edmund Joensen og Heðin Mortensen eru tveir ógvu- liga gloymskir løgtings- menn. Tað halda eygleiðarar, sum fylgja væl við í tí, sum Løgtingið fæst við. Í farnu viku funnust teir báðir hvassliga at Bill Justinussen, tí hann royndi at forða Heðini Mortensen í at seta ein spurning fram í tinginum um viðvíkahald á Landssjúkrahúsinum. Fyri at sleppa at seta ein fyrispurning fram, skal Løgtingið samtykkja tað. Báðir vístu teir á, at tað vanliga hevur verið, at tingið, uttan atkvøðu- greiðslu hevur samtykt, at ein spurningur skal svarast. Edmund Joensen, løg- tingsformaður, segði tá við Sosialin, at tað brýtur heilt frá vanligari siðvenju, at tingið atkvøðir um ein fyri- spurning. Tað fer soleiðis fram, at løgtingsformaðurin spyr tinglimir, um nakar hevur nakað ímóti, at ein fyri- spurningur verður svaraður. Ongin plagar at muta ímóti og so staðfestir tingformað- urin, at tingið hevur sam- tykt, at fyrispurningurin skal svarast- Men tá ið Heðin Morten- sen ætlaði at spyrja Bill Justinussen um Lands- sjúkrahúsið, bað Óli Breck- mann um at atkvøtt var í málinum. Tá hendi tað, at Charlotta á Váli Olsen úr Miðflokk- inum atkvøddi ímóti og Hergeir Nielsen og Heini O. Heinesen, atkvøddi blankt. Løgtingsformaðurin segði tá við Sosialin, at hetta er fyrstu ferð hesi sjey- átta árini, hendan skipanin hevur verið í gildi, at løgtingslimur atkvøðir ímóti, at ein fyrispurningur verður settur fram. – Eg helt, eg hoyrdi yvir meg, tá ið Óli Breckmann bað um at tingið atkvøddi um, antin Heðin Mortensen skuldi sleppa at seta spurn- ingin fram, so eg mátti spyrja uppaftur, sigur Ed- mund Joensen. Eisini Heðin Mortensen vísti á, hvussu sjáldsamt tað er, at tað skal atkvøðast um ein fyrispurning. Gloymskir Men politiskir eygleiðarar siga, at so øgiliga sjáldsamt er hetta nú heldur ikki. Teir siga, at tað eru ikki meiri enn tvey ár síðani, at tingmenn eisini bóðu um atkvøðugreiðslu um ein fyrispurning til ein lands- stýrismann. Og tá atkvøddi bæði Edmund Joensen og Heðin Mortensen ímóti at fyri- spurningurin skuldi svarast. Fleiri aðir tinglimir at- kvøddi eisini ímóti. Tá var tað Sámal Petur í Grund, sum ætlaði at spyrja Tórbjørn Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður í mentamálum, um Sjónvarp Føroya metti allar politikar- ar eins, og um nakrar reglur eru fyri, nær ein politikari sleppur framat mikrofonini hjá sjónvarpinum. Hetta gjørdi hann í sam- band við, at Nato- málið var til viðgerðar. Hergeir Nielsen hevði havt sínar viðmerkingar í Degi og viku. Men eftir sendingina "grannar okkara", var dag- ur og vikar, so at siga tikin uppaftur og tá slapp Jòann- es Eidesgaard framat at siga sína hugsan, sum gekk ímóti tí, sum Hergeir Niel- sen hevði sagt. Sámal Petur í Grud helt, at hetta mundi vera ein- dømi í søguni hjá SvF og tí setti hann spurningin fram. Hetta var fyrispurningur nummar 100- 47 frá 2000. Tað endaði kortini eisini við, at spurningurin skuldi svarast, tí 15 tinglimir at- kvøddi fyri, 3 atkvøddu blankt og 9 atkvøddi bein- leiðis ímóti- og herímillum vóru altso væði Heðin Mortensen og Edmund Joensen, løgtingsformaður. Leggjast kann afturat, at allir sambandsmaður at- kvøddu ímóti, at spurn- ingurin skuldi svarast, uttan Marjus Dam- men hann var burturstaddur. Hetta er atkvøðuseðilin, sum vísir, hvussu tinglimir atkvøddu, tá ið Sámal Petur í Grund ætlaði at spyrja Tórbjørn Jacobsen tveir spurningar um sjónvarp Føroya. Sum tað sæst, atvøddu allir fimm sambandsmenninir, sum vóru til staðar, ímóti, har ímillum bæði Heðin Mortensen og Edmund Joensen Atkvøðugreiðsla nr: 128/2000 Løgting Føroya 100 Tórshavn ATKVØÐULISTI 15.02.2001 13.44.45 Mál nr: 999.00/2000 Test mál Viðgerð nr: 1 Fyrispurningur nr. 100-47/2000 ¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯ Tal Navn Tast.nr J x N - Bu ¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯ 8 Fólkaflokkurin ¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯ 1 Rúna Sivertsen ............... 15 - 2 Jógvan við Keldu ............ 17 Ja 3 Óli Breckmann ................ 13 Ja 4 Jógvan á Lakjuni ............. 12 Ja 5 Jóanis Nielsen .............. 11 Ja 6 Eyðun Viderø ................. 10 - 7 Ingi Olsen ................... 20 Ja 8 Finnbogi Arge ................ 14 Ja 6 Sambandflokkurin ¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯ 1 Flemming Mikkelsen .......... 25 Nei 2 Marjus Dam ................... 31 - 3 Alfred Olsen ................. 29 Nei 4 Heðin Mortensen ............. 30 Nei 5 Lisbeth L. Petersen .......... 28 Nei 6 Edmund Joensen ............... 27 Nei 7 JAVNAÐARFLOKKURIN ¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯ 1 Katrin Dahl Jakobsen ......... 23 Nei 2 Jóannes Eidesgaard ........... 24 Nei 3 Henrik Old ................... 22 x 4 Dan R. Petersen .............. 21 Nei 5 Vilhelm Johannesen ........... 16 - 6 Kristian Magnussen ........... 18 x 7 Hans Pauli Strøm ............. 19 Nei 2 SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN ¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯ 1 Jákup Sverri Kass ............ 2 Ja 2 Sámal Petur í Grund .......... 3 - 8 TJÓÐVELDISFLOKKURIN ¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯ 1 Signar á Brúnni .............. 32 Ja 2 Finnbogi Ísakson ............. 1 x 3 Jógvan Durhuus ............... 4 Ja 4 Heini O. Heinesen ............ 5 Ja 5 Hergeir Nielsen .............. 8 Ja 6 Páll á Reynatúgvu ............ 9 Ja 7 Annita á Fríðriksmørk ........ 7 Ja 8 Finnur Helmsdal .............. 6 Ja 1 MIÐFLOKKURIN ¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯ 1 Jenis av Rana ................ 26 Ja ¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯ 32 Samanlagt .................... 15 3 9 0 5 ¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯ ORIGINAL NR. 2 Heðin og Edmund ógvuliga stuttmintir Sum vænt verður til- takið "Àrsins Song- rødd" aftur á skránni komandi ár. Men hesu ferð tá ið Føroya størsta songkapping fer fram, verður tað við stórum broyting- um hvat úrvalið av sangum viðvíkur. ÁRSINS SONGRØDD 2004 tíðindaskriv Tað verður nevniliga sum áður, ikki eitt avmarkað úrval av sangum at velja ímillum, ei heldur et tað ein treyt, at tað skal vera ein nýggjur sangur sum ein syngur. Nú ber til at velja sær ein sang líka mikið í hvørjum katagori tað er í, samstundis sum tað bæði kann vera eitt nýtt ella eitt gamalt lag. Einasta treytin er , at tað bert er hetta eina lagið við í allari kappingini og tað er á enskum (ikki Føroyskt lag). Tvs. at um ein hevur teknað seg til kappingina og valt sær t.d. "Let it be" hjá Beatles kann onkur annar ikki velja hetta lagið eisini. Tað skal viðmerkjast, at grundin til at Føroysk løg ikki eru við, er tí at tey ikki finnast í databasanum hjá leverandøri. Men um ein ætlar sær við í kappingina og kann framskaffa eitt sokallað "Singbackvertión" sjálvur, er viðkomandi sjál- vsagt vælkomin at luttaka, og sama er eisini galdandi um luttakari ynskir at syngja eitt heimagjørt lag. Treytin er í báðum førum, at tað verður útvega á fløgu í nóg góðari góðsku sum skal góðtakast av fyrireik- aranum. Undanumførini av Ársins Songrødd 2004 kappingin verður: Í Roynhøllini í Hvalba (Suðuroy, Sandoy) Í Høllini á Nabb (Streym- oy, Vágar) 2 umfør Í Høllini á Kambsdali (Eysturoy, Norðuroyggjar) 2 umfør Finalan verður í høllini á Nabb. Ársins Songrødd 2004 byrjar síðst í jan.2004. Spurningar kunnu send- ast til: spurningar@songroddin. com Broyttar reglugerðir næsta ár Hundarnir hava betri rætt enn børnini Tað er ikki loyvt at skjóta ein hund, sum stendur og bítur eitt barn. Er talan hinveg- in um, at hann bítur ein seyð, kann hann skjótast, sigur sýslu- maðurin í Vágum HUNDAÓSKIL Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Hundarnir tykjast hava betri rættindi á vegnum, enn børnini hava. Soleiðis má lógin skiljast, sigur Regin Jespersen, sýslumað- ur í Vágum. Hann harmast um, at ov lítið skil er á hundahaldi í oynni. Leysir hundar eru ein trupulleiki víða um landið. Um dagarnar var ein søga at síggja í Sosialinum um ein smádrong, sum varð illa bitin av einum hundi. Og tað er ikki nakað eindømi heldur. Tað hendir alt ov ofta, at bæði fólk og fæ verða skambitin av leysum hundum. Og eisini á annan hát kunnu leysir hundar vera orsøk til óhapp, sum væl kunnu enda í reinum van- lukkum. Fyri stuttum var ein leys- ur hundur í Miðvági orsøk til eitt ferðsluóhapp, sum lættliga kundi endað verri, enn tað gjørdi, um illa vildi til. Tvær motorsúkklur komu koyrandi gjøgnum bygdina, og møttu einum bili, sum kom í mótgang- andi breyt. Knappliga er ein leysur hundur fyri bilinum, sum bremsar. Tann fremra motorsúkklan bremsaði eisini, men tann aftara klár- aði hvørki at bremsa ella koyra rundan um hina, so tær bóru saman og kopp- aðu. Førarin á aðrari motor- súkkluni varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kann- ingar, men slapp tíbetur frá óhappinum uttan mein, greiðir sýslumaðurin frá. Men hatta er bara eitt dømi av fleiri, siga fólk í Miðvági, sum ilskast al- mikið inn á hesar leysu hundarnar, sum dag og daglia strúka um geilarnar. – Tað er so galið, at børn- ini aftra seg við at fara út, sigur ein kelda við Sosialin. Tey tora snøgt sagt ikki at ganga eftir ávísum vega- strekkjum í Miðvági, sigur hon. Tey verða umgyrd av trimum-fýra leysum hund- um, sum nálgast uppi á teimum. Og eingin veit, hvør endin kann verða. Gerast børnini bangin og gera eitthvørt óvæntað, kann hundurin eisini gerast bangin, og so bítur hann. Hundarnir góð rættindi Sýslumaðurin í Vágum, Regin Jespersen, ásannar trupulleikan og sigur, at hann er ikki so lættur at loysa, sum ein kundi hidlið. Tað er lógarverkið, sum er soleiðis háttað, at tað viðhvørt kann tykjast bæði trupult og undarligt. – Tú kanst skjóta ein hund, um tú kemur fram á hann, meðan hann er í ferð við at bíta ein seyð, sigur sýslumaðurin. Men tað ber ikki til, um tað er eitt fólk, hundurin er í ferð við at bíta, sigur hann. Hví tað er so, dugir hann ikki at greina nærri, men soleiðis er lógarreglan, sig- ur hann. Og tað ber ikki til at fara eftir einum hundi, tú hevur sæð gera seg inn á annað- hvørt heiði ella kristi, og uttan víðari skjóta hann, tá tað eydnast at fáa hendur á hann. Tað skal meldast til løgregluna, sum saman við boðunum eisini skal fáa at vita, hvør eigur hendan góða hund. Eisini her er tað so, at hundarnir hava betri rættindi enn fólk. Tí taka vit til dømis ein persón, sum verður meldaður fyri at koyra rúsdrekkaávirkað- ur, kann hann ákærast fyri hetta, um hann verður funnin ávirkaður eitt heilt sjóvarfall eftir, at hendingin skal vera farin fram. Tungt at loysa Lokalt tykist málið um leysgangandi hundar í Vágum eitt sindur trupult at loysa, sigur sýslumaðurin. Avgjørt er fyrr at seta ein kommunalan hundafang- ara. Bæði í Miðvági og Sandavági, eins og tað eisini hevur verið frammi í Sørvági. Men tað sær út til, at hetta er eitt yrki, sum eing- in líkasum hevur hug at taka á seg. – Tað kundi verið líkt til at her eru fólk bangin fyri at koma at ganga onkrum ov nær, og tað vilja tey helst sleppa undan, heldur Regin Jespersen, sýslumaður. Og sama skilið er, um fólk síggja ein hund ger eitthvørt. Tey eru ikki ser- liga hugað at siga løgregl- uni frá, sum gerast skal, um ein leysur hundur ger eitt- hvørt ólógligt. Hinvegin ásannar sýslu- maðurin eisini, at tað viðhvørt kann vera trupult at finna eigaran, um løg- reglan ikki kennir hundar- nar. Tí tað eru verri enn so allir, sum ganga við hunda- tekini, sum eisini eigur at vera. Háost tað, at hundurin eigur at vera bundin, ella at eigarin eigur at hava fult ræði á honum. Fleiri og fleiri sanna tað, sum ein bygdarráðslimur í eini minni kommunu í landinum segði á almenn- um fundi herfyri: – Hjá okkum er tað nú soleiðis vorðið, at høsn og hundar, seyður og ross og alt slíkt hevur loyvi at ganga leyst og skíta og tíggja sær, sum tey vilja. Tað eru bara børnini, sum eru innihegnað. Hundar hava als ikki lovyi at ganga leysir, uttan at eigarin hevur fult ræði á teimum. Kortini eru slíkir ein stórur trupulleiki nógvastaðni, og trupult tykist vera at fáa gjørt nakað við tað Tilvildarlig savnsmynd Hetta lambið í Sørvági varð so illa hundbitið, at tað doyði av tí. Hetta er heldur einki eindømi Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4