Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 222 - 21. november 2003 Nr. 222 - 21. november 2003 7 Fríggjadagin verður faldari býttur út í hvørt hús í Oyndar- firði. Avsendarin er Fuglafjarðar Komm- una og faldarin skal vísa oyndfirðingum á fyrimunirnar at leggja saman við Fuglafirði VALSTRÍÐ Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo - Jú vit kunnu kalla hetta eitt slag av valstríði. Vit býta faldararnar út í Oynd- arfirði fyri at ávirka borg- ararnar at velja saman- legging við okkara komm- unu. Borgarstjórin í Fuglafirði Sigurð Sigurðsson Simon- sen roynir ikki at fjala síni inniligastu ynski um, at oyndfirðingar á næstu fólkaatkvøðuni týsdagin velja Fuglafjørð fram um Runavík. Ein tunnil úr Fuglafirði til Hellurnar tykist vera besta valagnið, men sam- stundis er tað eisini eitt dýrt lyfti at geva. Ein tunnil skal vera tveir kilometrar og vegur gerast báðumegin við. Hellurnar, sum eisini liggja við Oyndafjørð eru i dag ein partur av Fugla- fjarða Kommunu, tí er Sigurð Sigurðsson Simon- sen sannførdur um, at lyftið um tunnil undir øllum um- støðum gerst veruleiki. - Vit fara yvirum undir øllum umstøðum. Spurn- ingurin er bara nær holið kemur í gjøgnum. Higartil havi eg sagt eini 10-15 ár, men velja oyndfirðingar at leggja saman við okkum, so skerst ikki burtur, at kommunan kemur undir trýst frá 200 oyndfirðing- um. So kemur tunnilin helst fyrri, grundgevur Sigurd Sigurðsson Simonsen. Kortini vil hann ikki bjóða oyndfirðingum ein tunnil tey allar fyrstu árini. - Velja tey Runavík, so verður avstandurin til rest- ina av kommununi tann sami í alla framtíð, men velja tey okkum, so kunnu tey síggja fram til eina menning næstu árini. Eitt annað valagn hjá borgarstjóranum í Fugla- firði er, at býráðið har er samt um beinanvegin at byggja ein dagstovn í Oyndafirði. - Ja, tað er nakað sum stórur tørvur er á, og tað fara vit ikki at bíða við. Tað er fundamentalt at fáa dag- stovn, lovar Sigurð Sigurðsslon. Í løtuni er serta striltið at fáa dagrøktina í Oyndafirði at rigga fultút, tí trupult er at fáa dagrøktarmammur. Fleiri børn undir skúlaaldur noyðast av bygdini til ansing. Sigurð Sigurðsson Simonsen heldur, at sjálvt um ein tunnil kemur, so eigur ein dagstovnur at vera í Oyndafirði, tí tað kann eisini vera tvørligt at koyra til Fuglafjarðar við einum barni fyrst, um man til dømis arbeiðir í Havn. Ongin beinleiðis vinningur Verður skuldin hjá Oyndar- fjarða Kommunu býtt út á borgararnar, so skyldar hvør borgari umleið 30.000 krónur. Í Fuglafirði er sama tal millum 4-5.000 krónur. So Fuglafjarðar Kommuna fær ikki vinning burtur úr at leggja saman við Oynd- arfirði. - Nei úrslitið verður, at skuldin hjá Fuglafjarða Kommunu veksur, so hvør borgari stendur at skylda 6.000 krónur eftir eina samanlegging, hevur Sigurð Sigurðsson Simon- sen roknað út. Útstykking um 15 ár Verða Oyndarfjørður og Fuglafjørður lagdar saman veksur víddin í Kommun- uni úr 23 ferkilometrum til 36 kilometrar. - Tað ljóðar kanska tómt bara at blíva stórur, men tað telur eisini við, heldur borgarstjórin. Í løtuni eru eisini 150 grundstykkir eftir í Fugla- firði, royndirnar seinastu tvey árini vísa, at eini 12-15 hús verða bygd um árið. Borgarstjórin vísir á, at um hetta nøkulunda verður gongdin, so er einki grund- stykki eftir um 15 ár. - Tá hevði tað verið ein fyrimunir at fara gjøgnum ein tunnil til Oyndarfjarðar. Oyndarfjørður er meiri enn vælkomin upp í Runavíkar Kommunu. Eftir at vegurin kom til Oyndarfjarðar er sambandið við Runa- vík vaksið, heldur Rodund Nielsen, borgarstjóri í Runa- vík VALSTRÍÐ Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo - Oyndfirðingar skulu ikki fyrst og fremst hugsa um pengar og fíggjarstøðuna hjá kommununi. Tá komm- unur skulu leggjast saman skal hugsast langt fram, sigur Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavík. Longu tá Skála og Runa- vík ætlaðu at leggja saman var talan um, at taka aðrar smærri kommunur við. Oyndafjørður var ein av teimum kommununum, sum náttúrliga kundi hoyra til nýggju stórkommununa á Skálafirðinum. - Oyndafjørður er væl- komin upp í Runavíkar Kommunu. Tað eru nógvir óførir oyndfirðingar, sum arbeiða her hvønn einasta dag, so tað hevði ikki verið ónatúrligt um oyndfirðing- ar valdu at koma hendan- vegin, heldur borgarstjórin í Runavík, sum tó ikki vil geva tey stóru lyftini. Ikki valstríð Sjálvt um borgarstjórin í Runavík bíðar spentur eftir úrslitinum týsdagin, so ætlar hann ikki uppí nakað valstríð. - Eg kundi hugsað mær, at kalla næstu dagarnar okkurt annað enn valstríð. Tað eru oyndirðingar sjálvir, sum skulu velja. - Hetta er týðandi fyri oyndfirðingar. Men teir kenna báðar kommunrnar, so teir vita, hvat teir skulu velja, sigur Rodmund Niel- sen. Rodmund Nielsen vil ikki siga meiri beinleiðis, hvussu eitt nú barnaansing- ini í eini felags kommunu verður. Í upplegginum hjá Runavíkar Kommunu standa setningar, sum: tænastustøðið og kostnað- arstøðið skulu vera eins í eini samanlagdari komm- unu. Hvat ið er nøktandi í framtíðini skal vera ein samráðingarspurningur millum kommunurnar, heldur borgarstjórin. - Eg havi ikkii vilja sett stór lyfti á skránna. Oynd- firðingar mugu sjálvir velja. Størri íløgur Kortini vísir borgasrtjórin á, at fíggjarstøðan hjá Runavíkar Kommunu er so mikið góð, at tað ikki ávirkar støðuna at Oynda- fjørður kemur við. - Sjálvandi verður tað lættari hjá oyndfirðingum at byggja eldrabýli, um teir eru saman við eini stórar kommunu, sum hevur góðar fíggjarvánir. Og skulin hjá okkum er lítil - eisini aftaná at Skála er komin við, sigur Rodmund Nielsen. Hann heldur, at ein fyrimunir fyri Runavíkar Kommunu er, at komm- unan fær attgongd til Norð- havið. Fakta Oyndarfjørður Runavík Fuglafjørður Íbúgvar 190 2550 1379 Skattskyldug inntøka í 2003 22,5 mió 330,5 mió 213,2 mió pr. íbúgva í 2003 159.710 kr 151.005 kr. 154.663 kr. Skattaprosent 22,0 19,95 19,90 Barnafrádráttur 2500 kr. 3000 kr. 4000 kr. Vegalongd 0 km 25 km 30 km Vídd í km2 13 29 23,0 Fótbólslið í 1. deild NSÍ og Skála ÍF heimasíða www.runavik.fo www.fuglakomm.fo Tá tunlar eru boraðir til Fuglafjørð og Klaksvíkar eru 21 km til Klaksvíkar og 25 til Runavíkar. Fakta Treytirnar fyri sjálvbodnar samanlegging av kommunum eru fastsettar í løgtinglóg. § 2. Avtalur um kommunusamanlegging skulu hava fyrilit fyri: 1) at stovnseta kommunueindir, sum eru samfeldar landafrøðiliga og samferðsluliga, 2) møguleikunum fyri at menna fólka-, vinnu- og búskaparviðurskifti, 3) at røkja kommunuuppgávur, og 4) at fólkatalið helst skal vera í minsta lagi 2000 borgarar. § 3. Áðrenn avtalur um kommunusamanleggingar verða góðkendar av landsstýrismanninum sambært § 4, skal semja í minsta lagi vera um: 1) kommununavnið, har heitið "kommuna" skal vera ein partur av navninum, 2) staðseting um, hvar og hvussu kommunustýrið finnur sær sæti, 3) mannagongd um samanlegging av fyrisiting, 4) uppgerð av ognar- og fíggjarviðurskiftum, 5) tíðarfesting um, nær samanleggingin skal vera fullførd, og 6) um staðbundnar nevndir skulu verða settar. Fakta Fuglafjørður svaraði telduposti Fuglafjarða Kommuna og Runavíkar Komm- una fingu sama fyri- spurning um teldupost. Spurningarnir vóru sendir mikudagin kl. 12.30. Millum annað var spurt um: Hvussu eldraøkið sær út í kommuni. Hvussu er við barna- ansing? Hvussu nógv tilboð eru? Hvussu við bíðilistum? Hava tit annars hag- tøl? Hvussu er við skúla- tilboðum? Fuglafjarðar Komm- una svaraði í telefonini eftir einum hálvum tíma og við telduposti klokkan 14.30 sama dag. Runavíkar Kommuna hevði ikki svarað, tá blaðið fór til prenting- ar hósdag eftir døgurða. Tunnilin verður boraður til Oyndarfjarðar Vit bíða spent til týsdagin - Eg havi ikki vilja givið tey stóru lyftir, men Oyndafjørður er vælkomin upp í Runavíkar Kommunu, sigur Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu Mynd: Jens Kristian Vang Har vildu vit komið yvir til eitt stórt byggilendi, sigur borgarstjórin, men skundar sær at endurtaka, at tað ikki nýtist at taka 15 ár at bora tunnilin. Fer at hella hendan veg Ynski hjá Fuglafjarða kommunu at leggja saman við Oyndarfirði stendst eisini av, at krøvini til kommunurnar vaksa, nú tær skulu gjalda meiri og meiri. Fuglafjørður er kanska í minna lagi og fær trupult at klára seg, um eitt nú Eysturoyggin skal býtast upp í tvær ella tríggjar kommunur. - Eg skilji illa, um oynd- firðingar velja at loypa upp um bukk tvær ferðir - fyrst upp um Fuglafjørð og síð- ani Gøtu. - Nei eg rokni við at fólkaatkvøðan týsdagin fer at hella henda veg - ella kanska er tað bara ein ynskidreymur, hugsar borgarstjórin í Fuglafirði hart. - Eg skilji ikki, um oyndfirðingar loypa bukk tvær ferðir - upp um Fuglafjørð og upp um Gøtu, sigur Sigurð Sigurðsson Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði Mynd: Jens Kristian Vang Faldari, sum er ætlaður til borgarnar í Fuglafjarðar Komm- unu verður nú býttur úr í Oyndarfirði, sum valagn C M Y K 7 6