Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 222 - 21. november 2003 Nr. 222 - 21. november 2003 9 TÍÐINDASKRIV Føroya Javnaðarflokkur Nú uppundir landsfundin kunngerð Javnaðarflokkur- in triðju yvirlýsingina í átakinum "Fólkið fyrst", har floksins politikkur verður útgreinaður og dag- førdur. Arbeiðið byrjaði í vár og verður hildið áfram allan vetur, har limafeløgini í tøttum samstarvi við ting- manning og starvsnevnd viðgera ymiskar politiskar høvuðstættir í okkara samfelag. Hvørja ferð ein táttur er endaliga viðgjørdur, verður niðurstøðan fest í eina politiska yvirlýsing, sum síðani verður almanna- kunngjørd. Umframt at gera politikkin meira ítøki- ligan og viðkomandi fyri veljaranum, so er hetta samstundis eisini eitt polit- iskt útspæl, har hinir flokk- arnir verða kunnaðir um, hvørjar loysnir vit halda eru tær røttu. Í septembur kom tann fyrsta av hesum politisku yvirlýsingunum, sum bar heitið "Miðfyrisitingin skal umskipast og tænastan til borgaran betrast". Í oktobur kom næsta yvirlýsingin, "Tjóðskapar- lig semja í sjálvstýrismálin- um" Hesar kunnu báðar framvegis lesast á heima- síðuni www.javnadarflokk- urin.fo Hesa triðju ferð snýr yv- irlýsingin seg um "Ein rætt- vísan og greiðan fiski- vinnuvinnupolitikk". Endi má fáast á tí óskili, sum valdar í fiskivinnupolitikk- inum, lutvíst av fløkjaslig- um og vánaligum lógar- grundarlagi og lutvíst av eini politiskari fyrisiting, sum hevur verið heilt út av lagi. Javnaðarflokkurin vís- ir serliga á trý øki, ið krevja munandi og grundleggjandi broytingar: fyrisitingin av fiskidøgum og fiskiloyv- um, útróðurin við smábát- um og ásetingin av fiski- døgum. Í yvirlýsingini spælir Javnaðarflokkurin út við ítøkiligum uppskotum til politiskan reform, til nýggjan politikk á hesum økjum. Ein rættvísan og greiðan fiskivinnupolitikk Danir í herna ímóti WGI Globala spælið á al- nótini, WGI, sum nógvir føroyingar taka lut í, er í stríð við danska lóggávu. Toll og Skatt í Danmark metir spælið vera ólógligt, og tí kunnu 15.000 danir vænta sær eina frá fráboðan frá donsku løgregluni. Føroyingar sleppa kortini at halda fram við at spæla, tí før- oyska lóggávan er ótíðarhóskandi, og fevnir ikki um spøl á alnótini. Toll og Skatt sigur, at stovnurin eigur ikki avgerðina, hvørt spælið er ólógligt ella ikki ÓLÓGLIGT SPÆL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Politiken skrivar í dag, at Toll og Skatt í Danmark er fari í herna ímóti teimum í alt 15.000 dønum, sum lut- taka í spælinum World Games Incorporatet(WGI). Spælið er í stríð við danska lóggávu, og tí kunnu danir, ið taka lut í spælinum, vænta sær eina fráboðan frá donsku løgregluni í næst- um. Ikki bert luttakarar í WGI kunnu vænta sær boð frá donsku løgregluni, men eisini fólk, ið hjálpa til við í spælinum. Vælumtókt spæl WGI er eitt spæl, ið fer fram á alnótini. Fyri at lut- taka skal ein grundupp- hædd rindast á 1500 krón- ur. Upphæddin gevur at- gongd til til fiktiv parta- brøv, lutaseðlar og kort- spæl. Fyri at vinna pening krevst, at tú í minsta lagið finnur tveir nýggjar luttak- arar, ið eisini vilja gjalda grundupphæddini. Nýggju kundarnir skulu eisini finna tveir nýggjar os. fr. Hvørja ferð ein nýggjur kundi kemur upp í spæli, fáa teir sum hava biðið viðkomandi spæla, eina pengingaupphædd. Talan er sostatt um eitt spæl, sum minnir nógv um sokallaðu pyramidu spøl- ini. Í summar høvdu vit eina grein um spælið í blaðnum, og tá varð nevnt, at í alt 350.000 fólk spæla WGI kring heimin. Í Føroyum var talið 150, men hetta talið er óivað økt seinastu mánaðirnar. Gomul lóggáva Hóast danir eru farnir í herna ímóti spælinum, so kunnu føroyingar eftir øll- um at døma taka tað meira róligt. Føroyska lóggávan um eydnuspøl er frá 1987, og hon fevnir hvørki um telduspøl ella spøl á al- nótini. Danir hava øll árini fylgt menningini við eydnuspølum, og lóggávan heimilar teimum at leggja eftir WGI. – Vit hava sett ein ar- beiðsbólk at taka sær av at endurskoða lógina um eydnuspøl, men arbeiðið er ikki komið á mál enn, siga tey úr Løgmálaráðnum. Spurd, um føroyingar, sum spæla WGI, kunnu vænta sær eina fráboðan frá føroysku løgregluni fyri ólógligt virksemi, svarar Løgmálaráðið, at tað er ringt at siga, men tað er sannroynd, at galdandi lóg- gáva á økinum ikki fevnir um spøl á alnótini, og tískil kann ein seta spurning við, um heimild er at gera nakað við málið. Bert skattaspurningar Toll og Skatt í Føroyum vil ikki blanda seg í málið. Stovnurin sigur seg fyrst og fremst taka sær av skatta- spurningum og ikki lógar- spurningum undir løgregl- uni. – Øll inntøka er í prin- sippinum skattskyldug, og tað er eisini inntøkur av flestu spølum. Vit eiga ikki avgerðina, hvørt talan er um eitt ólógligt spæl ella ikki, tí tann avgerðin liggur hjá løgregluni, sigur Toll og Skatt Vit royndu at fáa fatur á fútanum, men tað eydnaðist okkum ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vit vóna at hava eina viðmerking frá honum til blaðið í morgin. Danir er farnir í herna ímóti spælinum WGI. Nógvir før- oyingar spæla spælið, sum fer fram á alnótini, men føroyska lóggávan á økinum er ótíðarhóskandi, og føroy- ingar skulu tí ikki vænta eina fráboðan frá løgregluni um óregluligt virksemi. Mynd: Ollie Kristiliga Sangkórið TÍÐINDASKRIV Í ár eru fimmti ár síðan Kristiliga Sangkórið varð stovnað. Í hesum sambandi hevur kórið jubileumskon- sert í Norðurlandahúsinum tann 29. nov. kl. 18.00 við fjølbroyttari skrá. Kórið hevur í juli mán- aða verið uttanlands og sungið. Í Roskilde Dóm- kirkju, í Lund dómkirkju og í Oslo dómkirkju, um- framt aðrastaðni, t.d. í Før oyahúsinum í Keypmanna- havn. Sunnudagin 7. des. syng- ur kórið til gudstænastuna í kirkni í Hest og sama kvøld verður sungið í Kirkjubøar kirkju. Tann 14. desember syngur kórið í Vesturkirkj- uni og 22. desember í Havnar kirkju. Fyrsti leiðarin hjá Kristi- liga Sangkórinum í 1953 var Holger Borgen Hansen (nú Lindhardt) og er hann í dag 87 ára gamal, hann kemur úr Danmark at vera við til konsertina tann 29. november og skal hann stjórna tveimum av sang- unum, sum verða sungnir. Síðan kórið varð stovna og fram til í dag hava verið fleiri leiðarar: Frank Rein- es, Alfred Dahl, Eilif Sam- uelsen, Jóannes Nolsøe, Knút Olsen, Kári Bæk, Bjarni Restorff, Pauli í Sandagerði, Inga Strøm og Hans Pauli Tórgarð. Síðan september 1977 hevur Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla, verið kór- leiðari. UTTAN ÚR HEIMI 300.000 fátæk í Danmark Ein nevnd, sum danska stjórnin hevur sett at kanna viðurskiftini hjá teimum, sum eru illa fyri fíggjarliga, sigur í sínari frágreiðing, at umleið 300.000 danir eru so fátækir, at teir hava ikki ráð at bjóða vinfólki á gátt ella at lata børnini halda føðingardagin. Nevndin sigur, at tær almennu veitingarnar eru so smáar, at tær tryggja ikki fólki sømilig livikor, og nevnd- in finst í tí sambandi hvassligu at teimum politisku myndugleikunum, tí teir tað seinasta árið hava skarvað 720 milliónir krónur av játtanini til slíkar veitingar. Nevndin mælir tí stjórnini alt fyri eitt at kanna, hvussu stóran stuðul fólk skulu fáa, fyri at tey kunnu fáa tað, sum stjórnin sjálv hevur kallað sømilig livikor. For- maðurin í nevndini, sálarlæknin Preben Brandt, sigur við Jyllandspostin, at nógv av teimum fátæku eru so illa fyri, at tey megna heldur ikki at leita sær eftir ein- um arbeiði. Hann heldur, at fleiri teirra kennað tað, sum at tað almenna hevur sett tey uttan fyri samfelagið. Ov nógvir pedagokar Framrokningar í Danmark vísa, at næstan ein triðingur av teimum, sum læra til pedagok, fara ikki at fáa arbeiði sum pedagokar, tá tey verða liðug við útbúgvingina. Danska kommunufelagið hevur tí roynt at ávirka gongdina, soleiðis at færri næmingar verða tiknir upp. Ætlanin hjá felagnum var at skerja næmingatalið tíggju prosent í ár, men tað eydnaðist ikki. Mikkel Haarder í kommunufelagnum sigur við danska útvarpið, at í ár vórðu fýra prosent færri næmingar tiknir upp enn und- anfarnu árini. Skúlarnir, sum útbúgva pedagokarnar, hava langt síð- ani sæð, hvønn veg tað ber. Rektarin á lærara- og peda- gokskúlanum í Kolding, Jørgen Hansen, sigur við danska útvarpið, at tey havna nógvum umsóknum á hvørjum ári, tí tað er eingin orsøk til at útbúgva fólk til arbeiðsloysi, sigur hann. Eingin vildi keypa Í morgin eru 40 ár liðin, síðani amerikanski forsetin John F. Kennedy varð skotin í Dallas í Texas, og í tí sambandi hevur hann verið nógv umrøddur í amerik- onskum fjølmiðlum seinastu dagarnar. Men áhugin vísti seg ikki at vera serliga stórur, tá ein maður nú um dagarnar royndi at selja eina privata sjón- varpsupptøku av føðingardegnum hjá Kennedy tann 19. mai í 1962. Á filminum sæst Marylin Monroe syngja "Happi Birthday" fyri forsetanum, og Harry Belafonte er eisini á upptøkuni. Eigarin hevði væntað at fáa 8.000 dollarar fyri upptøkuna, men hann fekk ikki eitt einasta boð og gjørdi tí av at hava sjónbandið sjálvur. Harafturímóti var stórur áhugi fyri ymsum øðrum lut- um. Nakrar hondskrivaðar kladdur hjá John Lennon av sanginum "Nowhere Man" fóru fyri meiri enn tríggjar milliónir krónur. Rok um strond Tað elvdi til stóra vreiði í Kili, tá forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, herfyri segði, at hann umhugsaði at halda summarfrí á bolivisku strondini. Tey, sum kenna suðuramerikonsku landalæruna, munnu vita, at Bolivia hevur onga strond. Tað veit Hugo Chavez sjálvandi eisini, men orð hansara høvdu kortini eina meining. Bolivia tapti tað sonevnda Kyrrahavskríggið fyri 120 árum síðani, sum endaði við, at landið misti ta 850 kilometrar longu strondina, sum kom undir kilskt ræði. Bolivar hava ongantíð viðurkent, at Kili eigur strondina, og teir vóru tí ovurfegnir um orðini hjá venesuelska forsetanum, ið sjálvandi vóru ætlað sum eitt prik til Kili. Men í Kile fullu orðini ikki í góða jørð, og stjórnin í Santiago boðsendi alt fyri eitt sínum sendiharra í Vene- suela, og enn er hann ikki farin aftur til Caracas. Hóast ósemjan um strondina er stórthundrað ára gomul, er hon minni enn so gloymd. Eitt nú hava Kili og Bolivia framvegis ikki fult diplomatiskt samband. Japanskir vísinda- menn siga seg hava funnið eitt higartil ókent hvalaslag á leið- ini ímillum Kyrrahav- ið og Indiska Havið. HVALUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Enn vilja japanar kortini ikki siga nógv um tann nýggja hvalin. Í løtuni eru teir í ferð við at kanna, hvørjum hesin hvalurin livir av, hvussu hann nørist, og um tað eru serlig viður- skifti, sum gera av, hvørjum økjum hann heldur til í. Navn hevur hann kortini fingið. Japanar hava valt at geva hvalinum latínska navnið Balaenoptera omur- ani, og hann fingið navn eftir Hideo Omura, sum var ein tann fremsti japanski hvalagranskarin í seksti- og sjeytiárunum. Japanar varnaðust tað nýggja hvalaslagi longu fyri meiri enn tjúgu árum síðani, tá nøkur rannsókn- arskip fingu átta hvalir á leiðini millum Kyrrahavið og Indiska Havið. Í 1998 rak ein hvalur av hesum slagnum á land á japonsku oynni Tsunoshima. Men tað hevur tikið vís- indamonnunum meiri enn tjúgu ár at fáa staðfest, at talan veruliga er um eitt higartil ókent hvalaslag, skrivar bretska náttúruvís- indatíðarritið Nature. Í kanningunum hava japanar nýtt nútímans biotøkni og DNA-royndir. Amerikanski vísinda- maðurin Peter Raven held- ur, at tað finnast umleið tíggju milliónir ymiskar verur á Jørðini, og at bara umleið hálv onnur millión eru staðfestar og hava fing- ið navn enn. Japanar funnið nýtt hvalaslag Aftur í gjár varð turk- iski býurin Istanbul skaðaður av hørðum bumbuspreingingum bert fáar dagar eftir, at 23 fólk doyðu av sjálvmorðsbumbum í býnum. YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Turkiski stórbýurin Istan- bul skalv gjáramorgunin. Fleiri hildu, at talan var um ein jarðskjálvta, men skjótt varð greitt, at yvirgangs- menn høvdu sprongt fleiri bumbur í býnum. Seinasta leygarmorgun vóru tað tvær jødiskar synagogur, sum vóru mál hjá yvirgangsmonnunum í Istanbul. Í gjár søktu teir at deildini hjá altjóða bankan- um HSBC og bretska kon- sulátinum, og løtu seinni brast enn ein bumba uttan fyri eini stór handilshús. Tey fyrstu tíðindini frá tíðindastovunum søgdu, at trý fólk høvdu latið lív, men seinni frættist, at spreing- ingarnar høvdu kravt seks mannalív. Av teimum doyðu fimm av bumbuni við HSBC-bankan, og tað sætta doyði uttan fyri bretska konsulátið. Aftan á spreingingarnar leygardagin vildu turkisku myndugleikarnir vera við, at sjálvmorðsbumbumenn- inir, sum søktu av teimum báðum jødisku synagogun- um, høvdu havt tilknýti til ein felagsskap í Afghan- istan. Frammanundan hevði Al-Qaeda átikið sær ábyrgdina av spreingingun- um, men í gjár var ikki greitt, um hann eisini hevði ábyrgdina av spreingingun- um í gjár. Istanbul aftur bumbaður Tjúkkur roykur stóð upp í loft aftan á tær sterku spreingingarnar í Istanbul gjáramorgunin C M Y K 9 8