Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 222 - 21. november 2003 Nr. 222 - 21. november 2003 11 Málið um útlendsku hondbóltsleikararnar í Vági setti av álvara gongd í kjakið um, í hvønn mun vit skulu hava útlendska arbeiðsmegi í landinum, og undir hvørjum formum hetta skal vera. At ein burturvísing av tveimum ósekum og iva- leyst eisini óvitandi litaviskum kvinnum, skuldi til, áðrenn málið varð tikið upp á politiskum stigi, er í sjálvum sær ein sorgarleikur. Serliga fyri tær báðar kvinnurnar, men so sanniliga eisini fyri VB, føroyskan hondbólt og ikki minst føroyska rættarsamfelagið. Tí í veruleikanum er hetta eitt evni, sum tað leingi hevur trongt til eina loysn. Ein loysn, sum kundi givið øllum pørtum á marknaðinum greiðar spælireglur á økinum, og sum eisini kundi víst fyri heimssamfelagnum, at eisini hesin partur av alheims-politikkinum er nakað, sum vit her í Føroyum vilja taka í álvara. At viðgerðin av málinum er útsett til eina ætlaða yvirtøku, er stutt sagt ov bílig umbering í so máta. Hetta líkist mest av øllum eina roynd at skumpa trupulleikan frá sær, til hann verður so eyðsýndur, at hann skal loysast. Og so er lætt eftirfylgjandi at staðfesta, at trupulleikin varð loystur, tá málið gjørdist føroyskt málsøki. Danskir ministarar hava í øllum førum kunna lóggivið undantøk á ymsum slag á økinum, og at Landsstýrið nú tykist kunna loysa trupul- leikan eftir góðari viku bendir eisini á, at tað ikki hevur verið nøkur forðing, at talan er um danskt málsøki. Hvørji atlit skulu takast í slíkum lógarverki, er upp til polistisku viðgerðina at gera av. Men í hesum arbeiði er neyðugt at staðfesta, hvørji samfelagslig atlit skulu takast, og ikki minst er tørvur á, at tað eisini stendur greitt fyri teimum útlendingum, sum koma til landið, hvørji rættindi hesi hava. Men enn einaferð. At geva dønum skuldina fyri, at lógarverkið ikki er í lagi, er ov bílig undanførsla. Bert spell at tað nærum skuldi ein persónligur sorgarleikur til, áðrenn hetta varð staðfest. DAGSINS MEINING Sosialurin Bílig undanførsla VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hans J. Hermansen Sunnudagin 16da novemb- er sendi ÚF guðstænastu úr Oyndarfjarðar kirkju. Jógv- an Fríðriksson, prestur, prædikaði. Teksturin henda sunnudag var um miskunn við støði í líknilsinum um hin skuldarbundna tænar- an. Onga løtu ivist eg í, at tey, ið lýddu á hesa præ- diku, mundu kenna farran av órógv, ótta, angist og sælu ta løtuna, hon vardi. Ein sjáldsama væl skrivað og talað prædika, sum gev- ur øllum landsins borgarum nógv. Mín áheitan er, at henda prædika verður at síggja á prenti í onkrum blaði innan alt ov langa tíð, um tað er gjørligt. Mong høvdu fegn- ast um tað. Tíverri noyðast vit at vera røddina hjá presti fyriuttan, men tað tolir henda prædikan. Prædika Jan Gulbrandsen Nøtterøy, Norge Hei. Torsdag 30 okt. kom jeg med Smyril til Torshavn for å oppleve noen dager på Færøyene. Det ble en fantastisk opplevelse med all slags vær, noe jeg liker. Skal man ha sol og sommer kan man dra til syden. Jeg fore- trekker å reise i "vesterled" Kom til Føroyar hotell med fantastisk betjening. Flotte rom og god mat. Da også Smyril line eier ho- tellet og arrangerte disse billigturene kunne de kanskje legge ut litt in- formasjon på hotellet om ting man kunne foreta seg på Færøyene noe høst- dager. Jeg mener at noen guidede turer kunne man vel ha organisert når man vil prøve og utvide turist- sesongen.. Noen extrem- turister vil jo alltid melde seg på denne typen turer. Ellers var jo turistkontoret meget behjelpelig med in- formasjon. Fikk en flott heli- koptertur til Mykines med fotur rundt på øya, helt fantastisk.Fikk også en flott tur til Sandoy. pluss flere flotte bilturer. For noen veier. At vi måtte ut av hotellet kl.. 11 selv om båten ikke gikk igjen før kl. 22, var kanskje litt unødvendig når det ikke var mer enn ca. 20 gjester på hotellet( man kunne få ha rommet frem til avgang mot kr. 400). Jeg håper virkelig Smyril ( en kino på båten hadde gjort tilbaketuren noe kortere) klarer å opprett- holde disse turer da jeg helt sikkert vil komme til- bake til deres fantastiske øyer med denne mektige naturen og usedvanlige hyggelige menneskene (Og for noen flotte og vakre kvinner) En sommer skal jeg til- bake for å gå mer i deres flotte natur. Dere har virke- lig et land å være stolte av. Synd dere ikke ble under Norge. Ps.: Er det mulig å få til- sendt avisen hvis dette leserbrev komme i Deres avis? På forhånd takk. Tur til Førøyene TÍÐINDASKRIV Fríggjakvøldið 5. desember kl. 21-23 verður fjølbroytt tónleikakvøld í Norður- landahúsinum í sambandi við útbúgvingarstevnuna Markleys Útbúgving. Fyrst kemur Unn Paturs- son á pallin saman við Her- luf Lützen við løgunum frá nýggju fløguni hjá Run. Síðan spæla Kristian Blak og hansara menn (Heðin Ziska Davidsen og Mikael Blak) meðan Anders Hjuler, lektari frá Københavns Pædagog- seminarium, ið luttekur á útbúgvingarstevnuni, málar við íblástri frá tónleikinum, sum er úr Ravnatingi: Ravnagjógv, Ravnating og Skýríkið. Nýggja altjóða navn okk- ara Teitur Lassen fer hetta kvøldið at syngja og spæla síni løg. Rútmiska kórið og tón- leikaflokkar frá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði undir leiðslu av Zakariasi Sørensen og Hans Oliver H. Joensen enda kvøldið. Tónleikakvøld Brennivargurin eftir Jógvan Isaksen er aftur at fáa TÍÐINDASKRIV Mentunargrunnur Studentafelagsins »Brennivargurin« hevur verið útseld í fleiri ár, men tann vælumtókta krimisøgan er nú aftur at fáa. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6. D í kommunu- skúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærararnar og ikki altíð við mýkindum. Men teir fáa álvarsligari trup- ulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkun- um Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg. »Brennivargurin« er løgd til rættis og prentað á Hestprent. Hon er 132 bls. til longdar og kostar kr. 148. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. TÍÐINDASKRIV Mentunargrunnur Studentafelagsins Høvundurin kallar bókina hjá sær fyri »Viðbrøgd«, ið merkir knapplig rørsla ella kvik vending. Hvussu víkur og vendir, so er savnið ein í føroyskum høpi fullkomilig nýskapan. Lagt verður fyri við støði í málninginum »Í Hoyna« eftir Pieter Bruegel frá 1565 at lýsa ætt fólki hjá Ronald Reagan forseta. Síðani fara stuttir tekstir um lív og upplivingar am- erikanska forsetans, men í høvuðsheitum gjøgnum hugan á tí alzheimer rakta. Hesin parturin endar við eini vitjan í oyggjalandi fyri norðan. Miðparturin av savninum eru yrkingar, meðan hugkveikjandi »málningatekstir« fara við seinasta triðinginum. Lýs- ingarnar eru ikki sørt merktar av bæði spei og skemti. »Gráir týdningar« er løgd til rættis og prentað á Hestprent. Hon er 123 bls. til longdar og kostar kr. 140. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. Gráir týdningar eftir Oddfríð Marna Rasmussen Mikudagin samdust Fíggjarmálastýrið og HA um nýggjan tvey ára sáttmála fyri portørar og ambul- ansustarvsfólk SÁTTMÁLI Jákup Mørk Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at semja er fing- in við Havnar Arbeiðs- mannafelag um nýggja sáttmála fyri portørar/am- bulansustarvsfólk á sjúkrahúsinum. Í tíðarskeiði num frá 1. oktober 2003 og tvey ár fram fáa portørarnir ein lønarvøkstur upp á góð 7%. Hartil eru 2% av lønar- rammuni nýtt til eina eyka fríviku, soleiðis at samlaði sáttmálavøksturin er um- leið tey 9%. Umframt lønarvøksturin, so inniheldur semjan eina avtalu um førleikamenning umframt aðrar smærri broytingar. Og endaliga sigur fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi, at partarnir í sáttmálaskeiðnum fara at hyggja at møguleikanum at fáa aðra vaktarskipan, so- leiðis at hendan verður meira álík hinum vaktar- skipanunum, sum eru gald- andi fyri sjúkrahúsverkið. Miðað verður eftir, at hetta arbeiði er liðugt tann 30. apríl 2004. Portørar fingu sáttmála Í dag verður móttøka í Leikalund í Klaksvík í samband við, at Stein- tór Rasmussen gevur út yrkingasavn. "Før- oyingar liva ikki av fiski eina", er fyrsta hjá yrkingasavnið hjá honum. Steintór hevur tó longu gjørt navn sítt kent við fleiri av sangum sínum, sum eru vorðnir fólkaogn í Føroyum YRKINGASAVN Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Eg eri 11 ár og syngi um gular kavbátar Luftin er køld Ikki í Føroyum men í heiminum Várið kom ikki til Prag men kríggið kom til Viet- nam 11. september 1971 doyr Nikita Khrusjov Maðurin sum tá Beatlarnir byrjaðu hevði 3. veraldarbardaga í russisku roulettini Hetta er brot úr einari av teimum 27 yrkingunum úr yrkingasavninum hjá Stein- tóri Rasmussen, "Føroying- ar liva ikki av fiski eina". Steintór er føddur í 1960, og hevur frá ungdóminum av yrkt og skrivað sangir. Sangskrivingin tók dik á seg, tá ið tónleikabólkurin, Frændur, í 1984 kom á pallin. Og í dag eru nógvir av sangum hansara vorðnir fólkaogn í Føroyum. Hann hevur givið fleiri fløgur út, eitt nú, "Millum Frændur" og "Kærleikans Vallaraheim". Í 1980 vann hann, við yrkingini, "Tey dansa eins og skuggar", kappingina, sum Amnesty International í Føroyum skrivaði út. Seinastu árini hevur Steintór skrivað sangir til børn. Hann eigur orðini og fleiri av løgunum til tríggj- ar av fløgunum, "Kularøt- ur", sum hann gav út um aldarskiftið. Í 2000 føroyskaði hann eina minnisfløgu um svian, Bjørn Afzelius. Á móttøkuni í Leikalund í dag klokkan 16.00, fáa fólk høvi at heilsa upp á Steintór og fáa yrkinga- savnið signerað. "Føroyingar liva ikki av fiski eina", kostar 120 kr. Steintór gevur út yrkingasavn Í dag klokkan 16.00, verður móttøka í Leikalund í Klaks- vík, har Steintór Rasmussen fer at signera yrkingasavn sítt, "Føroyingar liva ikki av fiski eina" Komandi vikuskifti verður ein av teimum stóru seyðahunda- kappingum í Føroy- um har 21 hundar fara at kappast í trimum klassum. SEYÐAHUNDA- KAPPING tiðindaskriv Kappingin verður í Vága- dali leygardagin 22. nov- ember og byrja verður kl 10.00, tá 9 hundar skulu kappast í klassa 3, ið er at heita seyð, sum stendur uml 400 metur burtur. Uml kl 13.00 verður klassi 2 har 6 hundar lut- taka, teir skulu heinta seyð, ið stendur120 m burtur og umleið14.30 byjar klassi 1 har 6 hundar eisini luttaka, her stendur seyðurin 80 m burtur. Hetta er eisini fyrstu ferð at kappinging er skipa eftir altjóða reglum. Tað eru sera fá avboð komin, so væntandi verður, at tað ein sera spennandi kapping. Vinnararnir fáa steyp, ið eru givin av Sørvágs Ur- smiðju. Stór seyðahundakapping í Vágadali komandi leygardagin 22/11 C M Y K 11 10