Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 222 - 21. november 2003 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 21. november. Mariu offurgerð. Dagurin hildin til minnis um, at foreldrini leiddu hana niðan í halgidómin. 3 ára gomul gekk Maria einsamøll niðan tær 15 trappurnar inn í hitt alraheilagsta, har rætta tilhald hennara átti at vera. Í november 1978 leigaði Eggvirkið í Rituvík djóraflutningsskipið Ilse Clausen, hjá danska reiðarínum C. Clausen til at flyta neyt av norsku rasuni úr Dan- mark til Føroya. Tá skipið var komið til Føroya í øllum góðum við hesum sjáldsama farmi- umleið 150 neytum og kálvum – vísti tað seg, at loyvið at fáa tey í land ikki varð givið. Eftir at hava liðið á Kollafirði í umleið 14 dagar, uttan at nøkur semja fekst í lag millum landsstýrið og Jákup Højgaard Simonsen, sum hevði keypt neytini frá Bent Christensen, bónda, uttanfyri Næstved, mátti skipið avstað aftur til Dan- markar við neytunum, har tey vóru flutt til ein leigað- an bóndagarð uttanfyri Lemvig í Jútlandi. Kelda: Myndaárbókin, árið ið fór 1979 Peter Turtschaninoff deyður Fyrrverandi stjórin í Norðurlandahúsinum, Peter Turtschaninoff, er deyður í Barcelona, 52 ára gamal. Peter, sum var úr Finnlandi, varð árini 1994-1999 fimti stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hann var útbúgvin journalistur og starvaðist á svenskt- mæltu støðini Vega hjá YLE í Finnlandi, har hann var redaktørur við ábyrgd fyri samfelagsspurningum. Peter var í útbúgvingarørindum í sambandi við finska útvarpsstarvið, tá hann doyði í Spaniu, 18. november. Hann var føddur hin 29. juni 1951. Hóast farin, liva minnini um Peter enn millum okkara. Tað var Peter, ið skapti afturvendandi tiltakið Prix Føroyar, hann bílegði fyrstu føroysku symfoniina, sum seinni fekk hægstu virðisløn á okkara leiðum og harafturat skapti hann karmarnar kring sangleikin Skeyk. Rætting Í gjár skrivaðu vit at framsýningin hjá Jákup Andreas Arge, myndamanni í Snarskivuni,lat upp hósdagin 23. november. Tað var ikki rætt. Framsýningin lat upp hósdagin 13. november og er sostatt opin. Vit biðja orsaka mistakið. mg Fyrsta sendiloyvi til føroyskar sjónvarp- ssendingar varð givið Sjónvarpsfelagnum í Havn í november 1978 Ein meiriluti í landsstýrin- um samtykti at geva Sjón- varpsfelagnum heimild til at gera royndarsendingar, til alment sjónvarp kom. Seinni góðkendi Post & Telegrafvæsenet sendiloyv- ið og í apríl 1979 byrjaðu regluligar sjónvarpssend- ingar. Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1979 25 ár síðan Ilse Clausen kom og fór við neytunum Jákup Højgaard Simonsen, stjóri á Eggvirkinum í Rituvík, og skipið, Ilse Clausen 25 ár síðan fyrstu føroysku sjónvarpssendingarnar Ein av fyrstu sjónvarpsupp- tøkunum sum Tórbein Rein tók upp fyri Sjónvarpsfelagið. Elin K. Mouritsen og Óli Kurt Hansen við væl umtóktu barnasendingunum »Elin og Óli« Peter Turtschaninoff - ein ljósbirtari í føroyskum tónleikalívi er slóknaður Fyrsta sjónvarpsútgerðin. Torbein Rein í sendihølinum hjá Sjónvarpsfelagnum C M Y K 13 12