fríggjadagur 21. november 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Maersk I. pdf
Mærsk I I.pdf
15
Fýra av teimum fimm
favorittunum vunnu
seg seinasta vegin til
EM-endaspælið, men
Letland tók øll á bóli,
tá teir megnaðu at
venda hóttandi tapi í
Istanbul
EM-UNDANKAPPING
Jákup Mørk
So er endaliga greitt, hvørji
tey 16 liðini verða, sum
komandi summar fara at
dystast um EM-heitið, tá
hetta stendur upp á spæl í
Portugal.
Seinastu fimm luttakar-
arnir skuldu finnast við so-
kallaðu play-off dystunum,
og eftir fyrra umfarið av
hesum leygardagin, kundi
verið líkt til, at onkur ó-
væntað úrslit fóru at koma.
Men
tá
avtornaði,
so
megnaðu favorittarnir tó í
flestu førum at stríða seg
seinasta pettið fram.
Eitt undantak var tó. Lítla
Letland, sum ongan tíð
áður hevur verið í nær
námind einum endaspæli,
megnaði á útivølli móti
HM-bronsuvinnarunum at
tryggja sær javnleikin, sum
gevur teimum víðari at-
gongd til endaspælið.
Bara tað at Letland so-
mikið sum hevði dittað sær
fram til hesa seinastu dyst-
irnar, mundu tey eitt nú í
Pólandi halda vera ov galið.
Men við einum útisigri á
Svøríki í seinasta dystinum
í bólkaspælinum megnaðu
lettar at koma sær upp á
annað plássið í bólkinum,
og bara tað í sjálvum sær
var ein stórur sigur til lítlu
tjóðina.
Sensatión í Istanbul
Í teimum fimm play-off
dystunum, sum vóru á
skránni, so var turkarnir
helst teir, sum fegnaðust
mest um lutakastið, tá Let-
land kom úr pottinum.
Men hóast greiða leiklut-
in sum underdog – og næst-
an prügelknabe – so megn-
aði liðið leygardagin at
vinna ein púra óvæntaðan
1-0 sigur á Turkalandi. Men
í Istanbul mikukvøldið
skuldi verða øðrvísi. Hetta
hevur í mong ár verið mett
sum eitt hitt truplasta staðið
í heiminum at spæla úti-
dystir, og frá flestum síðum
varð roknað við, at lettar
mundu hoykna í knøunum,
bara teir trinu inn á fullsetta
leikvøllin.
Og leingi tóktist eisini,
sum skuldu hesi fáa rætt.
Lettar royndu í sínum lag at
stríðast móti einum skjótt
spælandi heimaliði, men tá
Ilhan Mansiz eftir 20
minuttum skoraði, tóktist
alt ganga rætta vegin.
Turkaland hevði fult tamar-
hald á øllum, og tá Sukur so
økti til 2-0 20 minuttir eftir
steðgin, so var vegurin hjá
Turkalandi opin. Ikki minst
tí Sukur av sonnum verður
roknaður
sum
sannur
talismanur hjá landslið-
num.
Í øllum førum er tað enn
ikki komið fyri, at Turka-
land hevur tapt landsdyst.
Men lettar góvu ikki upp.
Bert tveir minuttir eftir
seinna málið hjá turkum,
sendi Juris Laizans fríspark
úr vinstra borðið beinleiðis
í kassan. Kanska ikki tilætl-
að, men tá eingin leikari
fekk fatur á skrúvandi inn-
legginum, helt hetta fram
beina leið í meskarnar.
Og so stóð á hjá vertun-
um. Teir royndu aftur at
seta ferðina upp, og eitt nú
var Sukur sera nær við, tá
hann fekk tvørtræið at
skelva úr 18 metrum, men
inn vildi bólturin ikki. Og
so gekk alt galið. Turkiska
verjan fór fullkomuliga
skeiv av einum longum
bólti, og so kundu Verpa-
kovskis skjóta lítla Letland
upp á javnleikin, sum iva-
leyst fekk alla tjóðina upp-
frá.
Eftir dystin var áskoðara-
fjøldin alt annað enn blíð
mótvegis
heimaliðnum,
meðan lettiski venjarin,
Starkov, sum vera man var
ovurfegin. »Vit spældu
okkara kontra-fótbolt, og
hetta riggaði. Og turkiska
áskoðarafjøldin klappaði
okkum av vøllinnum. Tað
er ikki hvønn dag, at tað
hendir« helt hann fyri.
Favoritt-sigrar
Í aðrar mátar, so gekk
mikukvøldið
helst
júst
soleiðis, sum tey flestu
høvdu roknað við.
Holland
fekk
sanna
hevnd fyri 1-0 tapi í Glas-
gow herfyri, tá teir hølvaðu
Skotland við ikki minni enn
6-0. Ikki minst mundi Ruud
van Nistelrooy vera í góð-
um lag eftir dystin, har
hann skeyt trý av hol-
lendsku málunum, sam-
stundis sum Patrick Klui-
vert sat á beinkinum. Klui-
vert segði eftir dystin leyg-
ardagin, at venjarin nú
mátti duga at síggja, at tað
ikki riggað við sær og van
Nistelrooy saman í álopin-
um, og at van Nistelrooy tí
átti at byrja á beinkinum!
Bæði í Wales og í Sloven-
ia megnaðu ávíkavíst Russ-
land og Kroatia at snara
uppgerðunum til egnan
fyrimun, eftir at heimadyst-
irnir hjá hesum óvæntað
endaðu við javnleiki. Í
Ljubliana stóð annars nógv
á hjá Kroatia, tá teir stutt
inn í seinna hálvleik fingu
Tudor riknana av vøllinum.
Beint eftir hetta megnaði
Prso tó at skjóta einsamalla
málið í dystinum, og eins
og russum var eitt mál nóg
mikið.
Seinasti dysturin var í
Oslo, har Noreg hevði eina
vón um at basa Spania, eftir
at fyrri dysturin endaði við
teprum sponskum sigri.
Spaniólar vildu tað tó øðr-
vísi. Raul, Vicente og Etxe-
berria skutu málini í einum
dysti, sum fyri stóran part
av seinna hálvleiki hevði
skap sum ein sponsk fót-
bóltsuppvísing.
Nr. 222 • fríggjadagur • 21. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Play-off úrslit
Slovenia-Kroatia 0-1 (0-0)
0-1: Dado Prso (60)
Kroatia víðari við samanlagt 1-0
Noreg-Spania 0-3 (0-1)
0-1: Raul, 34
0-2: Rodrigues Vicente, 49
0-3: Jose Etxeberria, 56
Spania víðari við samanlagt 5-1
Turkaland-Letland 2-2 (1-0)
1-0: Ilhan Mansiz, 20
2-0: Hakan Sukur, 64
2-1: Juris Laizans, 66
2-2: Maris Verpakovskis, 77
Letland víðari við samanlagt 3-2
Holland-Skotland 6-0 (3-0)
1-0: Wesley sneijder, 13
2-0: Andre Ooijer, 32
3-0: Ruud van Nistelrooy, 36
4-0: Ruud van Nistelrooy, 50
5-0: Frank de Boer, 64
6-0: Ruud van Nistelrooy, 66
Holland víðari við samanlagt 6-1
Wales-Russlan 0-1 (0-1)
0-1: Vadim Evseev, 22
Russland víðari við samanlagt 1-0
Letland tók alt á bóli
Ovurfegnir letlendingar heiðra venjara sínum eftir dystin í Istanbul. Her eydnaðist Letlandi púra óvæntað at
berja seg til EM-endaspælið, eftir at Turkaland annars hevði verið á odda 2-0
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14
www.maersk-air.fo
Bílegging hjá Maersk Air í Tórshavn
á tel. 35 74 74, og á øllum
ferðaskrivstovunum kring landið.
Til Billund t/r Dkr. 1.733,-
Ymiskar treytir eru galdandi. Prísirnir eru uttan avgreiðslugjald
á Dkr. 220,-. Minst til títt Maersk Air Bonuskort.
Jólatilboð
15. des. 2003 - 4. jan. 2004
www.maersk-air.fo
Bílegging hjá Maersk Air í Tórshavn
á tel. 35 74 74, og á øllum
ferðaskrivstovunum kring landið.
Til Keypmannahavn t/r Dkr. 1.695,-
Ymiskar treytir eru galdandi. Prísirnir eru uttan avgreiðslugjald
á Dkr. 220,-. Minst til títt Maersk Air Bonuskort.
Jólatilboð
15. des. 2003 - 4. jan. 2004