mikudagur 8. apríl 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sostalurin
Nr. 67 - 8. APRIL 1998
1000 ára haldið fyri kristnani av Føroyum:
Vit eru ein kristin tjóð
- At føroyska tjóðin er kristin hevur samstundis fingið stóran ávirkan á sam-
felagslívið og lógirnar í landinum. Hervið verður ikki sagt, at hvor einstakur er
kristin, sigur Hans Jákup Joensen, biskuppur
Frants Jensen
Nógv gjørt burturúr 1.000
ára-haldinum fyri kristnani
av Føroyum
Ætlanin er at allir mán
aðirnir í ár 2000 skulu verða
verða merktir av at umleið
1.000 ár eru liðin síðani Sig-
mundur kristnaði Føroyar
- Vit leggja upp til eitt
tiltak sum skal vera fyri øll,
og at øll umráði í landinum
skulu merkjast av hátíðar-
haldinum, sigur Poul Jacob
Thomsen, sum er formaður
í tí fimm mans stóra stýris-
bólkinum, sum er settur at
samskipa tiltakið
Kristiligt ísl
Tað var Hans Jákup Joen-
sen, biskupur, ið tók stig til
at fáa valt eitt ráð, har allir
trúðarbólkar í landinum
vóru umboðaðir. Í ráðnum
eru 10 persónar, sum bæði
umboða kirkjuna, landsstýr-
ið og allar trúðarbólkar í
landinum
- At Jehova Vitnir og Ba-
hai vórðu ikki bodnir við, tí
at teir ikki verða roknaðir
sum kristnir trúarbólkar,
sigur Hans Jákup Joensen.
- Teir verða hinvegin
roknaðir at hava kristiligt
íslag í sær.
Hverki Jehova Vitnir og
Bahai-rørslan høvdu kortini
tikið lut í fyrireikinginum
av 1000 ára haldinum.
- Vit eru hinvegin kedd
av, at vit ikki verað roknað
sum eitt kristið trúarsam-
felag, sigur Olav Berg Niel-
sen frá Jehova Vitnum
Og Roy Philbrow frá Ba-
hai-rørsluni sigur, at ein ikki
kann vera Bahai, um hann
ikki trýr á Jesus.
Kirkjuligir felagsskapir
- At eitt nú Heimamissiónin,
Kirkljuliga Missiónsfelagið
og KFUM & K ikki hava
fingið nakra innbjóðing
heldur er tí at teir vera rokn-
aðir sum kirkjuligar rørslur,
og ein partur av kirkjuni.
Málbrúkið
- At Brødrasamkoman ikki
vildi vera vid i tiltakinum,
er upp til teir. Teir hava
fingið innbjóðingina, men
hava valt ikki at tikid við
innbjóðingini, sigur Hans
Jákup Joensen, Føroya
biskupur.
- Grundgeving teirra ligg-
ur meir í um týdningin av
málbrúkinum um tjóðar-
kristindóm í mun til at tað
er hvor einstakur, ið er krist-
in, og ikki tjóðin.
- Eitt nú, eru ikki øll fólk-
ini í einum muhamedansk-
um landi muhamedanarar.
Tað sama er her í Føroyum.
Tað er ein kristin tjóð, men
ikki eru øll kristin her.
- Tað sum vit leggja í
týdningin av eini kristnari
tjóð er, at kristindómurin
hevur verið tann berandi á-
trúnaðurin her á landi. Hetta
hevur samstundis fingið
stóran ávirkan á samfelags-
lívið og lógirnar í landinum.
- Um tjédin er kristin er
sjálvandi ikki sagt, at hvor
Tydningurin av at Føroyar er ein kristin tjóð, er at
kristindómurin hevur verið tann berandi átrúnaður-
in her á landi, sigur Hans Jákup Joensen, biskuppur.
einstakur er kristin.
Sama stóða
Tað var brødrasamkoman í
Ebenezer í Havn, ið fekk
innbjóðingina frá biskuppi.
Í Betestha í Klaksvík er
eingin innbjóðing komin,
sigur Páll á Dul, ið situr í
elstaráðnum í samkomuni.
- Hinvegin rokni eg við,
at okkara stóða hevði verið
tann sama. Vit vildu íkki
tikið lut. Tó, hvat aðrar sam-
komur í landinum høvdu
sagt, veit eg ikki.
. . LÅ eo LÅ . á . oo oe
Einstaklingurin og ikki tjóðin er kristin
- Tað er einstaklingurin og ikki tjóðin sum er kristin. Tí er lítið innihald í at hava eitt tílíkt hátíðarhald, sigur Osvald
Kjærbo, ið situr í elstaráðnum í Ebenezer í Havn
Frants Jensen
Jens Kristian
- Vit svaraðu, at vit ikki
høvdu áhuga at vera við, ti
vit mettu, hetta ikki var nak-
að at hátíðarhalda, sigur Os-
vald Kjærbo, sum situr í
elstaráðnum í Ebenezer í
Havn
Samkoman Ebenezer í
Havn fekk fyrispurning um
at verða við í tiltakinum,
sum skal vera ár 2000 í
sambandi við 1000 ára-
haldið fyri kristnani av Før-
'Yum. men teir valdu ikki
at vera við
cTa
Hví er 1000 ár fyri kristnani
ikki nakað at håtidarhalda
Eg ivist um tað varð krist-
mdómur, ið Sigmundi
Brestirson kom við. Hann
var nevnliga ein krigsmad-
ur
Tað var ein boðskapur
hann kom við, og tað var at
var hesar kostir, T
velja millum
Spurningurin er eisini
hver var meir kristin Sig-
mundur ella Tróndur? Og
var tað í heila tikið kristin
dómur, teir boðaðu. Tað er
nevnliga soleiðis, at eingin
er tjóðarkristin. Kristindón
urin er persónligur, og tað
er stødan hjá I
ør t i |
I EImslaka
Kristus sum avger um hann
er kristin
Eg haldi, at tað sum Sig
mundur stóð ri. hevð 3
) kristindónð gera
Nógv av tí virkar sum sagn-
ir og ævintýr, og tað halda
vit ikki vera nakað at hå-
tíðarhalda.
Hvussu er tann rætti kristin-
dómurin tá?
- Her er Nýggja Testa-
menti læribók okkara. Virð-
mi í kristindóminum haldi
eg. eiga vit at vísa í tí per-
sónliga lívinum
- Tað er við at liva sum
kristin, at vit vísa tann sanna
kristindómin. Tað er á tann
hátt, vit kunnu verða við til
at leiða onnur til Kristus
- Ein gerst fyrst kristin,
tá ið ein tekur eina persón-
liga stóðu til Kristus
- Vit lesa í Bíbliuni at hina
fyrstu hvítusunnuna vórðu
3000 frelst. Hesi vóru kend,
g tey hildu trúliga fast við
læru ápostlana, samfelagið,
breyðbrótingina og bønir-
nar. Tað verður sagt at dag-
liga løgdust nøkur afturat,
sum lótu seg frelsa
Umleið ár 325 gjørdi
Keisarin Konstantin kristin-
dómuin til tjóðarkristindóm,
við at hann lýsti, at alt Róm-
verjaríkið skuldi kristnast
Tá vóru knappliga øll fólk-
im kallað kristin. Spurning-
urin var kortini, hvussu
nógv veruliga vóru kristin?
Nakað líknandi hendi
eisini í Føroyum. Tað var
pollitiskt. Kongurin í Nor
eg: sendi Sigmund at
kristna“ Føroyar. Tað sum
lá aftanfyri var, at fáa polit
iskt vald yvir Føroyum. Tað
Er spurningurin
I hvussu
- Hvat kirkjan og aðrar samkomur gera, blanda vit
okkum ikki uppí, sigur Osvald Kjærbo. Vit meta
bara, at tað ikki er nakað at hátíðarhalda.
nógvir føroyingar gjørdust
kristnir av hesi grund
- Ein gerst ikki kristin við
at tjóðin verður kristnað.
Ein gerst kristini við at taka
eina persónliga stóðu til
Kristus
Men er samfelag og tjóð
okkara ikki nógv ávirkað av
teimum virðum, sum kristin-
dómurin hevur ført við sær?
- Jú, satt er tað. Kristin-
dómurin hevur havt stóran
ávirkan á samfelagið. Bæði
gjøgnum juridiskar- og
moralskar lógir, og á annan
hátt
Men eg haldi ikki, tað
er nakað at hátíðarhalda
sum tjóð. Hagtøl vísa, at
bara nøkur fá prosent av
fólkinum í Vesturheiminum
koma sama í kristnum sam-
komum. Møguliga eru fleiri
kristin t.d. í Afrika í mun til
fólkatalið.
Hevdi tað ikki onkutíð verið
gott at verið við í felags-
kirkjuligum tiltókum, og so-
leiðis víst fólki, at tað eru
fleiri umráði, sum kristin
standa saman um i min til
tey, ið kristin eru ósamd
um?
- Tað er púra rætt og gráti-
ligt, at kristin standa so
spjadd og partvís stríðast
Men vit vildu fegin staðið
saman við gllum sonnum
kristnum, tá ið tað er til
gagn og frama fyri evang-
eliið.
- Sjálvur havi eg nógvar
andaligar bróður og systrar,
sum eru limir í kirkjuni og
eisini í øårum samkomum.
Men vit vita eisini, at vit
ikki hava somu meiningar,
og at læran skilir okkum at
á ymsum gkjum.
- Tað er gleðiligt at frætta
at trúgvandi kunnu samar-
beiða væl saman í trongum
umstødum umborð á skipi.
- Hinvegin er tað kanska
gott, at tað eru fleiri sam-
komur, tí so kunnu fólk fara
til tað, har tey halda seg
hoyra heima.
- Endamálið er ikki at
taka fólk frá øðrum sam-
komum, ella at fáa sína læru
igøgnum. Endamálið er
heilt greitt, at menniskju
koma til persónliga trúgv á
Jesus.
- Vit trúgva, at fólk bæði
í kirkjuni og í øðrum sam-
komum eru sonn trúgvandi.
Tað er tað persónliga sam-
bandið við Gud sum um-
ræður.
A hvønn hátt skal kristin-
dómurin boðast óðrum ?
- Sjálvandi fyrst við ein-
um sonnum og greiðum
boðskapi, men vit vísa best
okkara virði í kristindóm-
inum við okkara livsførslu
Nevnliga við at liva sum
kristin, eru vit tey bestu
vitnini. Tað er eisini her, vit
skulu legga dentin á, tí fólk
hyggja nevnliga eftir,
hvussu vit liva, og so fara
tey kanska eisini at lurta.
Hvussu verður um aldar-
skiftið. Ætlar Brødrasam-
koman at gera nakað burt-
urúr, at tá eru 2000 ár síðan
Jesus varð fóddur?
- Vit vildu ynskt, at boðini
um Kristus, vóru boðin øll-
um heimsins tjóðum, nú
skjótt 2000 ár eru farin síð-
ani krossdeyða Jesusar.
Men tíverri hava tey flestu
ikki hoyrt bodskapin enn.
Hetta er okkara uppgáva og
framíhjárættur sum sam-
komur og lærusveinar Jes-
usar, at bera evangeliið, út
um landaoddar okkara.
- Nú er tað heldur íkki
heilt vist, hvat ár Jesus var
føddur. Søgugranskara
meta, at tað eru nøkur år við
síðuna av ár 0. Spurningurin
er eisini, hvussu eitt tílíkt
hald skal vera.
- Um tað bara skal vera
líknandi sum jólahald verð-
ur hildið nú á døgum, so er
lítil meining við tí. Annars
sigur Skriftin einki um, at
tey frumkristnu hildu fød-
ing Kristusar, og tí halda vit,
at vit ikki skulu gera tað
heldur.
- Vit eru ikki fyri at gera
so nógv burturúr einum há-
tíðarhaldi. Men latið okkum
ikki gloyma. at kristindóm-
urin er persónligur, og at
hver einstakur má taka eina
stóðu ul Kristus sum frels
ara og harra, sigur Osvald
Kjærbo at enda