Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rockplátan út — Veðraplátan hjá Straight Ahead. Jørgin Dahl var maðurin aftanfyri rockbólkin úr Klaksvík. 20 ár seinni býr Jørgin Dahl í Keyp- mannahavn, ger symponiskan rock- tónleik, og droymir framvegis um gjógnumbrot Orð og myndir: Eyðun Klakkstein jørgin dahl — stavnamaðurin i føroyskum rocktonleiki KiX 5 væ um r iðanfyri € 14 € IK K í H ann 1 Uu ein yggju, sum I væl í kult Jørgin Dahl er stavnamaðurin føroyskum rocktónleiki, og hann ber lættliga tey 43 árini, hann hevur baki, tá hann kemur leiðandi við súkkluni hjá sær eftir Strøgnum. A Gråbrødretorv steðga vit á. Hugnaliga torvið liggur tómt og kalt hendan leygardagin í mars, men um summarið er lív í, og tá verða kaffi- stovurnar tveittar út um og lokka bæði Keypmannahavnarar og summargestir. Og tað var júst á hásumri fyri 20 árum síðani, at ein mynd varð tikin av einum føroyskum rockbólki her. Tann myndin kom at prýða bak- síðuna av fyrstu veruligu føroysku rockplátuni, Veðraplátuni hjá Straight Ahead 1978 var árið, og hol varð sett á rocktónleik á teimum 18 oyggju- num í Norðuratlantshavi, skrivadur og innspældur av føroyingum sjálv- um. 20 år seinni verður sagt, at føroyskur rocktónleikur er betri enn nakrantíð, men føroyskir rockbólk- ar, anno 1998, skulu tíðliga upp um morgunin, skulu teir standa mát við tað stødid, sum Straight Ahead legði longu í 70' unum. Straight Ahead brakaði igjøgnum føroyska rockljóðmúrin, teir fingu undirtøku, sum eingin annar bólkur kundi reypa sær av, og tá teir høvdu sett krúnuna á verkið við LP-plátuni frå 1978, løgdu teir árarnar inn, framvegis á toppinum og betri um- tóktir enn nakrantíð Straight Ahead vóru fullkomiliga erligir, og søgdu seg ikki verða ann- að, enn teir vóru. Teir skrivaðu sjálvir tónleik, og spældu hann við slíkum eldhuga, at sjålvt í dag eru tónarnir javnan at hoyra. Og tann a Veðraplátan hevur eisini rið kultstatus millum Hugsaðu ikki um at vera slóðbrótandi Stóru og kendu kaffistovurnar á Strøgnum eru fullar av fólki, og trupult er at finna ein fridarligan krók at práta í. Ikki fyrr enn vit finna fram til eina lítla kaffistovu á eini sidugøtu frá Strøgnum — Café Kys — ber til. A hesi kaffistovuni standa smáu borðini tóm og stara út í ljósu hølini. Á borðinum standa stearin- ljósini við tí næstan vónleysu upp- gávuni at spreiða hugna á alljósum degi. Jørgin Dahl ballar sær eina sigarett, meðan hann tosar um fyrstu føroysku rockplátuna. Plåtan, sum eftirtíðin ongantíð gloymdi. Veðra- plátan. Í — Veðraplátan var hæddarpunktið hjá Straight Ahead. Vit vóru eitt stórt, stórt navn, tá hon kom út. Eg havi verið við í bæði Hjarnar og Straight Ahead, og Hjarnar vóru sera populerir, men vit vóru enn meiri populerir. — Tá hugsaðu vit ikki so nógv um, at vit vóru slóðbrótandi, men nú aftaná dugi eg at síggja, at tað vóru vit. Vit spældu fyrst og fremst okkara egna tónleik, sjálvandi høvdu vit onkur góð coverløg við eisini, men vit løgdu dent á at gera og spæla okkara egna rocktónleik, og tað var tað eingin annar føroysk- ur bólkur sum gjørdi tá í tíðini, sigur hann og fær tað at ljóða, sum Straight Ahead hoyrir eini fjarðari fortíð til. — Vit kunnu tosa um rock og okk- ara máta at spæla uppá, men tað sum hevur størstan tydning, er sjálv- ur sangurin. Hevur tú ikki ein góðan sang, so er alt hitt til einkis. Og um onkur pástendur at okkara tónleikur framvegis verður spældur í dag, so Nr. 67 — 8. APRÍL 1998 er tað tí, at vit vóru erligir og spældu tað slagið av tónleiki, sum vit dámdu, men fyrst og fremst tí vit høvdu nakrar góðar sangir. Jørgin Dahl hevur sitið við sigar- ettini í hondini eina løtu, setur hann umsíðir í munnin og festir sær í. Tubaksroykurin flýtur út í høli, og hann andar djúpt inn av sigarettini. Fyrstu ferð sum 15-ára gamal Jørgen Dahl vaks upp í Klaksvík í 60'unum, og tónleikurin var altíð nakað heilt serligt hjá honum. Sum seks ára gamal byrjaði hann av fyrstan tíð at spæla klaver, og hann lærdi seg sjálvur at spæla. Hann var við í fleiri kjallarabólkum, og út- gerðin var ikki altíð tann mest fram- komna, at byrja við gjarna blikk- trummur, mjólkaspannir og ein ein- stakur kassagittar. Men tað var nóg got til at taka 10 oyru fyri at loyva fólki inn til konsert. Seinni gjørdust lj6dførini elek- trisk og åtikonsertir f havanum hjå ommu hansara komu eisini á skránna. Tá var hann blivin 12-ára gamal, gekk framvegis í skúla, og minnist aftur á tíðina sum nakað heilt serligt. — Tað var ein deilig tíð. Uppvøkst- urin, skúlin og lærlingatíðin var tann besta tíðin í mínum lívi, stað- festir hann uttan at blunka. Sum 15-åra gamal spældi hann fyrstu ferð alment. Tað hendi i nú umbygda Atlantis Bio í Klaksvík Hann spældi saman við millum ann- að gekkavertinum Rudolfi Joenser í bólkinum Artic Fox, og var longu tá byrjaður at skriva tónleik sjálvur. Og umframt sangir hjá Deep Purple, Sweet og øðrum útlendskum bólk- um, spældi Artic Fox eisini tónleik hjá tí blaðunga orgulspælaranum. Fyrst í 70'unum kom Jørgin Dahl í samband við nakrar av tónleikar- unum, sum komu at manna Straight Ahead, Archie Black, Hera Ellings- gaard og Edvard Ziska. Teir spældu til dans í Klaksvík og aðrastaðni í landinum, og í 1974 kom fyrsta singleplátan hjá teimum út. Á plát- uni vóru Komið øll vid og Upp á gólv. Tvey ár seinni kom Me and Virginia, og í 1977 EP'in við Min góða, Tú veitst, Sweet Marie og Allright. Upptøkurnar gingu við rúkandi ferð I 1978 løgdu Straight Ahead upp til tað heilt stóra, tá teir fóru undir fyrireikingarnar til eina heila LP- plátu. — Vit vandu í fleiri mánaðir, áðr- enn vit fóru í gongd við upptøk- urnar. Vit fóru til Danmarkar at taka upp, tí vit fingu eitt gott studio fyri ein rímuligan prís. Tá var eitt studio í Føroyum, men vit valdu eitt danskt studio við betri útgerð, tí okkara tónleikur kravdi nógv av studio- num, greiður Jørgin Dahl frá. Stutt áðrenn teir fýra í Straight Ahead — Jørgin Dahl, Edvard Ziska, Archie Black og Hans Carl Hansen — fóru við gamla DFDS ferda- mannaskipinum Winston Churchill til Danmarkar, høvdu teir eina buld- randi succes í itrottarhøllini á Hálsi í Havn, har teir savnadu 2000 fólk til eina rimmar konsert. Við hesi staðfesting av, at teir vóru nógv tann best umtókti bólkurin i Føroyum, í skjáttuni, arbeiddu teir í eina góða viku, frá morgni til myrkurs, í upp- tøkuhølum á Gammel Kongevej í Keypmannahavn. — Vit høvdu nógv tilfar at velja ímillum, men valdu tað sum vit hildu verða best, og sum passaði best til okkara konsept. Upptgkurnar í Keypmannahavn gingu við rúkandi ferð, og tað var neyðugt. Tíðin var ikki ov long til innspælingarnar, og tað gjørdi eisini, at tíð var ikki til at eksperi- mentera. Ætlanin var at brúka saxo- fon á tveimum av sagnunum og gittarmandolin á Chicken Dance, men tað gjørdist til einki. Plåtan var ljóðblandað eftir fáum tímum ein seinnapart, og tosið hjá bólkinum um at fara heim og leggja sjógv millum seg og innspælingarnar áðr- enn ljóðblandingina, gjørdist ikki til meira enn prát. Millum jóla og nýggjárs í 1978 kom Veðraplátan út, og hon var eitt APRÍL 1998 stórt hit. Og tann í dag gongur prátið heldur um at geva LP"ina út á fløgu, enn at tveita gomlu vinylpláturnar burtur. — Eg havi einaferð lufta hugskot- inum fyri Tutl um at geva alt okkara tilfar út á fløgu, LP'ina, EP'ina og báðar singlepláturnar, men í løtuni veit eg ikki um nakra itøkiliga ætl- an, sigur Jørgin Dahl. Tað var LM-handilin, sum gav Veðraplátuna út. Tað kostaði 100.000 krónur at gera plátuna, og LM-handilin og Straight Ahead stóðu fyri hvør sínari helvt av út- reiðslunum. Gjarna saman við Straight Ahead aftur Stutt eftir at Veðraplátan var komin út gavst Straight Ahead at spæla. Ymiskir innanhýsistrupulleikar gjørdu, at punktum varð sett fyri fyrsta veruliga rockbólkinum í Før- oyum. Og punktumið kom at standa fyr alla tíð. Við einum undantaki. Í 1990 vóru Straight Ahead við á tiltiknu 70'ara konsertini, sum var í Kl-høllini í Klaksvík. 1600 fólk lurtaðu eftir Straight Ahead, Hjarnar og ødrum bólkum frá 70' unum. — Tað var eitt stuttligt upplivilsi. Sjålvt um vit í Straight Ahead ikki høvdu spælt saman í 12 ár, mintist eg øll løgini hjá okkum aftur bein- tíðindablaði anvegin. Vit vandu í ein tíma, og so koyrdi tað bara. Tað var ein velduga góð konsert, tey ungu vóru púra vill. Jørgin Dahl avvísir ikki møgu- leikanum fyri, at spæla saman við Straight Ahead aftur. — Sjálvt um vit seinast blivu samdir um, at vit ikki tímdu meira, so hevði eg verið klárur til at spælt aftur, um tað var okkurt serligt til- tak. Um tað var í samband við 20- ára dagin fyri Veðraplátuni ella onkran serligan dag heima í Klaks- vík, so stilli eg upp til eina og hvørja tíð. Tað størsta hittið kom seinni Eftir tíðina í Straight Ahead var Jørgin Dahl við í Hjarnar og tíðliga í 80'unum var hann eisini við í bólkinum Trast. Í Hjarnar fekk Jørgin Dahl aftur fatur á rætta endanum. Hann skriv- aði Breaking my Heart, sum iva- leyst er kendasti sangur, hann hevur gjørt. Sangurin kom út á eini single í 1981, og tvey ár seinni kom LP"in We come for you, har Jórgin Dahl hevði ein sentralan leiklut. Nakað eftir at LP-plátan hjá Hjarnum kom út, gavst Jórgin Dahl í bólkinum. — Eg og Graham Stuart (bretski gittarspælarin í bólkinum, blåm.) søgdu, at um vit ikki gjørdu nakað meiri seriøst við tað í Hjarnar, máttu vit hugsa longur fram. Eg fór so til Danmarkar og Graham fór til Skotlands. Síðani 1985 hevur Jørgin Dahl búð í Keypmannahavn, hann hevur arbeitt við tónleiki í ymsum saman- hangum, og í løtuni arbeiðir hann i studio saman vid tveimum kenn- ingum hjá sær, Carsten Voldsing og Lars Kristensen, sum hann áður hevur spæ!t fleiri ferðir saman við. — Vit komponera og produsera løg til eina demo. Tad er symfoniskur rockur, sum tað tekur drúgva tíð at gera. Vit byrjaðu í januar við at arbeiða við trimum løgum og nú eru vit í holt við at ljóðblandað tey. Tað er bara ikki so einfalt sum at innspæla Barbie Girl ella hvat tað eitur. Versonur Jørgin Dahl eitur Jona- than Mover, og hann telist millum teir frægu trummusláarnar í heimi- num. Hann hevur spælt saman við Joe Satriani, The Who, Marillion og Alice Cooper, og hann skal hjálpa Jørgin Dahl í samband við onkran tónleikaframleiðara, sum vil gera nakað við hansara tónleik. Droymir framvegis um gjøgnumbrot Jørgin Dahl hevur gjørt tónleik í meira enn 25 ár, men gjøgnumbrot uttanfyri føroysku landoddarnar hevur hann ikki fingid. Men tad er framvegis nakad, sum hann droymir um Jørgin Dahl er vordin 43-åra gamal, men hjarta bankar framvegis fyri rocktónleikinum I løtuni ger hann eina demo, sum skal hjálpa honum á veg fram í útlandinum tað, tí um eg ger Ki ) mn I M bar t KKat KUitt K jætta Me mina I IK K F sk | at Diiva en erðinsstrærr 1 x TY k yr am j Kc k r þ ner al KK jørgin jahi annar X gjøgn i havt K ra M R 1 1 rovr { EIN sanga sum Kunai iryggja € utg I St V andi sangara Norska Doppt inum Aha at syngja tilfarið Flytir ikki heimaftur til Føroya Jørgin Dahl hevur ongar ætlar at flyta heimaftur til Føroya eft 13 ár í Danmark, men hann v gjarna oftari heim at vitja — Eg var heima í Klaksvík í fjør. og tað var fyrstu ferð í fimm ár at eg var heima. Tað gongur ikki, og framyvir vóni eg at kunna fara heim á hvørjum ári. Eg sakni Føroyar nógv, serliga fjøllini og ta frisku luftina, men tað kemur neyvan uppá tal at flyta heimaftur, sigur hann — Klaksvík eigur eitt serliga pláss í mínum hjarta, men eg má siga, at tað keðiliga við Klaksvík er, at hon er blivin alt ov friðarlig. Tá eg var ungur var nógv meiri lív í, nógv meira tónleikur, men tað hongur kanska saman við, at tá var Klaks vík ein miðdepil, og nógvir útlend skir trolarar komu inn á Klaksvík Men vit kunnu bara vóna, at tað kemur meira lív í har aftur Jørgin Dahl tekur sær góða tíð at tosa um tónleik, uppvøkstur og longsul heim til Føroya, sjålvt um eini upptøkuhøli á Amager bíða eftir honum. Tað er har, at hann og vin- menn í løtuni eru í ferð við at ljóð- blanda trý løg, sum teir hava gjørt til eina demo Jørgin Dahl hevur avrikað nógv i fóroyskum tónleiki, og fleir: íerðir hevur hann verið nær við at fáa gjøgnumbrot aðrastaðni Hann brennir framvegis fyri rock tónleikinum, og hann hevur sum 43 ára gamal ikki givið upp Og hver veit, kanska bidar enn ein stórtíð eftir tí erliga komponist inum úr Klaksvík Kanska ersini