mikudagur 8. apríl 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 67 — 8. APRÍL 1998
hetta er nærmasti býur til
Ayers Rock. Vænti ikki at
nøkur frágreiðing er
neyðug her. Tann reyði
kletturin var eitt av
høvudspunktunum hjá
okkum í Australia. Hóast
Alice er nærmasti býur, so
eru tað heili 400 km. út
hagar. Vit vildu leiga ein
bil saman við tveimum
øðrum vit hittu í
bussinum. Hetta var nógv
bíligari enn at taka ein
"busspakka". Aftaná at
hava tómt tveir tangar av
bensini - tað er tað sama
sum at koyra úr Sumba til
Fuglafjarðar 3 1/2 ferð -
náddu vit júst at síggja
sólina seta. Vit steðgaðu
og fóru út at njóta sjónina.
Tað var sera vakurt og
friðsælt, men heldur
torført at yvirskoða, tá tú
stendur mitt í tí. Morgunin
eftir fóru vit tíðliga upp at
síggja sólina rísa, men vit
vóru eitt sindur vónbrotin,
tí torført var at taka til sín
náttúruna, tá tað sita 200
Japanarar har og eta kaviar
og drekka sjampagnu.
Steinurin er ógvuliga
heilagur fyri aboriginal
fólkið, og tey vilja helst
ikki hava at fólk fara upp
á hann. Har er tó ein gøta,
og John og Barney,
vinmaðurin, hildu til
gongu. Halla og Chelsea
virdu aboriginal ynskið
meira enn so - ella kanska
tey 40 hitastigini? - og
bíðaðu í bilinum. Útsýnið
av toppinum var stór-
sligið, sjálvt um har er
heldur tómt rundanum. Vit
vóru gll fýra samd í, at ov
nógv verður gjøri av um
Ayers Rock. Vit vóru opin
í sinni, men torført var at
síggja hann skifta lit. Vit
vænta, at tað sæst lættari
á myndum, tiknar við
ávísum millumbili.
Kings Canyon
Tað, sum vit ikki sóu vid
rokkin, sóu vit afturfyri
við Kings Canyon. Hetta
er eitt risastórt gki 200
km. norðanfyri Ayers
Rock, fult av djúpum
gjáum og brøttum
bergveggi. Her gingu vit
runt í nakrar tímar, og vit
svørja uppá, at vit hava
aldrin í lívinum sæð so
bláan himmal fyrr. Ikki
eitt tað einasta skyggj,
bara reytt grót, hvít
eycalyptustrød og kvirra.
Ein sera góður dagur, sum
„andaði við eini stjørnu-
klárari nátt á einum stór-
um picnicborði, í hver
sínum soviposa. Aftur-
komin til Alice Springs
hildu vit leiðina norð-
ureftir aftur, hesaferð móti
eysturstrondini til Cairns.
Tey kalla býin "kavaranna
Mekka", og hetta var júst
endamálið hjá okkum. At
fara út á heimsins sjeynda
undur, Great Barrier Reef,
at kava. Hetta 2000 km.
langa sker av livandi og
deyðum korallum fylgir
John í kavarabúnað
tilreiðar at uppliva
nakað av tí mest
sjáldsama og vakra,
sum finst
Víðagitni „Ayers Rock“ í
Australia, sum er ein av
størstu
turistattraktiónunum i
landinum
mestapartinum av eystur-
strond Australia, og å stødd
við Stórabretland. Í veru-
leikanum eru tað 2600
einstøk sker, og er hetta
einasta livandi fyribrigdi,
sum sæst frá mánanum.
Svumu millum korallirnar
Tad byrjaði við einum fimm
daga skeiði, tveir dagar í
einum djúpum svimjihyli, og
tríggjar dagar úti á skerinum.
Aftaná heyði John fingið sítt
kavaraloyvi, og Halla fingið
staðfest, at hon og vatn rigga
ikki saman. Nakrar av
royndunum tú skalt klára -
ein, faktisk - var ov ræðandi,
so avgjørt varð at spara eitt
sindur av pengum og nógva
tíð við bara at snorkla úti á
skerinum . Kavaralærarin var
ein ógvuliga fittur
amerikanari, sum ongantíð
hevði hoyrt um Føroyar, og
tíðindablað
var sera áhugaður. Eitt
sindur ivasamt var í
fyrstani, um vit kundu fara
út við bátinum, tí ein orkan
lá og lúrdi í umráðinum,
men til seinast løgdu vit frå
landi. Tað tók uml. ein tíma
at koma út hagar, og tá vit
so løgdu stilt sóu vit beint
niður yvir hesi løgnu djór,
tey kalla korallir. Vitanin
um hesi djór eru sera nýggj.
Tað var ikki fyrr enn í 1981,
at tey funnu út av, hvussu
tey nørast. Vit høvdu verið
til ein sera áhugaverdan
fyrilestur um Great Barrier
Reef, áðrenn vit fóru, og
vóru sera spent at sleppa
niður har at vita, um vit
kendu nøkur djór aftur.
Aftaná ta fyrstu kaving-
ina, - har Halla svam runt
uppi yvir og eygleiddi - var
tann ringasti spenningurin
lagdur, og vit sigldu víðari
Sostalurin
15
til eitt annad sker. Har
hoppaðu tey flestu út í aftur,
og tann fitti lærarin segði,
at nú skuldi Halla eisini
gera seg klára. So hoppaðu
vit eisini út í, og hann helt í
hondini á henni alla tíðina.
Tað er ein løgin kensla at
ferðast niðri í hesum ókenda
heimi, nógv meira livandi
enn tú tryrt. Løgnir fiskar í
øllum ælabogans litum, og
korallirnar síggja út sum
blómur, tallerkar, lítil trø og
enntá heilar. (brain coral)
Alla tíðina hoyrir tú eitt
knitrandi ljóð, og funnu vit
út av, at tað eru fiskarnir,
sum eta burtur av korall-
unum. Vit sóu ein "feather-
fish", ið meira líktist einum
krossfiski. Hann sveimaði
yvir botninum við sínum
átta ørmum, fýra niður og
fýra upp í senn. Tað líktist
balletdansi, sera vakurt.
Tom, lærarin, segði, at tað
var fyrstu ferð í lívinum, at
hann hevði sæð ein flyta
seg, og hann hevði kavað í
30 ár!
Ein stór uppliving
Tað var á ein hátt lættari at
kava enn at snorkla, tá
hugsað verður um anding,
men tey grunnu skerini, har
vit snorklaðu, vóru nógv
meira litrík enn niðri á tí
djúpa. John kavaði einaferð
um náttina, tá hittu teir ein
håv. Hesir "Reefsharks", eru
ikki vandamiklir og verða
uml. 1,5 m. Eisini sóu teir
ein "Manta ray", ið kanska
kallast ein blanding av ein-
um risakalva og einum
stórum fugli, tí teir nærmast
flúgva gjøgnum vatnið.
Tann seinasta dagin kom
ein kameramaður niður við
og tók upp á band. Halla var
eisini við. Vit gjørdu ymiskt
stuttligt, og hann tók upp
tað djóralívið vit sóu tann
dagin. Knappliga fekk hann
eyga á eina skjaldbøku, og
hana spældu vit so við eina
létu. Umráðandi er ikki at
leggja trýst á ryggin hjá
teimum, tí tær kunnu gerast
ræðsluslignar og drukna av
berum sjokk. Vit sóu nakrar
av teimum teir tríggjar
dagarnar har úti.
Vit hildu so leiðina móti
landi aftur, eitt stk. video-
band og nógv upplivilsi
ríkari. Sum heild dámdi
John best, tá teir kavaðu um
náttina, meðan Halla var
glaðast um at hava sæð ein
risakrækling, ið var yvir 1,5
m. breiður.
Djóralívið er sera ríkt í
Australia