Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5ostalurn Nr. 67 — 8. APRIL 1998 Við Hallu og John i Australia Teir báðir føroysku fjakkararnir, Halla og John, eru nú komin til Australia. Í tveimum pørtum fara tey at siga frá hes- um avbera vakra og fjølbroytta landinum. Tey vitja upprunafólkið í landinum, The Aboriginals, tann so vidagitna reyða steinin „Ayers Rock“, kava millum korallir og uppliva tað so ómetaliga vøkru og sjáldsomu náttúruna í landin- um. G'day mate! Hetta er tann vinarliga heilsanin, vit hoyra a staðni nú. Vit eru komin til Australia, og sigast må beinanvegin, at hetta er ein heilt nýggjur partur av ferð okkara Í vesturlendskum eygum er Australia eitt sera ungt land. Tað eru bert uml. 200 ár síðani, at hvíti maðurin búsettist her. Tey flestu munnu vita, at tað var hagar, at bretar sendu sínar lóg- brótarar og brotsmenn fyrr, og hesi eru nú 200 ár seinni vorðin til australiarar. Tað er sjálvandi eitt sindur 6- reint at siga, men hetta leggur tú tó als ikki merki til, tí at øll eru barasta so fitt og blíð allastaðni. Upp- runaliga er tað tó eitt sera gamalt land, tí at uppruna- fólkið, "The Aboriginals", hevur búð her í 40.000 ár Teirra mentan og sidaarvur sæst aftur um alt landið. Hetta er eitt ógvuliga ser- merkt fólkaslag, og líkist burtur frá øllum, vit hava sæð áðrenn. Í útsjónd eru tey krunkasvørt, eru mjadnabreið og hava sera kløn bein. Satt at siga halda vit, at tey síggja eitt sindur ræðandi út. Stórsti parturin av teimum uml. 200.000 aboriginals býr í Northern Territory, og tað var júst har, at vit byrjaðu ferð okkara í Australia. Vit flugu inn til Darwin tann 29.12.97, og longu á flogvøllinum sóu vit, hvussu ógvuliga lætt tað var at ferðast í Australia. Vit komu á miðjari nátt, og høvdu ikki væntað at sleppa at sova fyrr enn einaferð tíðliga næsta morgun, men aftaná at tey hjálparsomu fólkini í kunningarstovuni á flogvøllinum høvdu fingið at vita, hvar vit ætlaðu okk- um at búgva, var tað 1,2,3, so vóru vit á gistingarhús- inum, og høvdu fingið eina song. Onki við at skula træt- ast, forklára ella prutta um prís, sum vit eftirhondini vóru so von við. Kakadu National Park Aftaná at hava bíðað eftir nýggjárinum - sum ikki var vert at fortelja um - settu vit kósina ímóti Kakadu National Park. Tað er ein av stoltleikunum hjá australiar- um, og er á World Heritage List, fyri sítt einastandandi djóra- og plantulív, og tann stóra mentanarliga týdn- ingin fyri aboriginal fólkið. W.H.T. er ein listi, sum S.T. hevur sett saman yvir tey stóð í heiminum, ið hava stóran náttúruligan ella mentanarligan týdning fyri heimin, ella sum teir sjálvir orða tað "would be of an irreplaceble loss to the pla- net, if they were altered". Orsakað av tí at tað var regntíð nú, sluppu vit tíverri ikki at síggja nøkur av teim- um vakrastu stødunum, tí at vegirnir vóru undir í vatni. Nøkur av hæddarpunktun- um vóru t.d. tá guidurin hjá okkum brádliga brásteðgaði Jeep'inum, og fór spurtandi inn millum trøini. Vit skiltu onki, men so kom hann út- aftur við einum Frilled Liz- zard, ið bert kann saman- líknast við eitt av kríatúr- unum frá filminum "Jur- assic Park". Hetta gekk á tveimum beinum, hevði langan hala og hevði ein kraga um hálsin, sum hann spjaddi út fyri at ræða fígg- indar Orsakað av regninum sóu vit sera nógvar fossar, har vit svumu og hugnaðu okk- um. Sum sagt er Kakadu eitt av meníanarligu mið- deplunum hjá aboriginal fólkinum, og vit sóu eisini teir gomlu veggjamálning- arnar í Ubirr- gkinum. Aboriginals høvdu einki skriftmal, so tey nýttu sínar Eitt av sermerktu fyribrigdunum í Australia veggjatekningar til at geva víðari sína vitan, siðir og sagnir. Vit sóu t.d. hvussu tey høvdu teknað við ym- iskum litum, hverjir partar av skjaldbøkuni og einum ávísum fiski eru góðir at eta, og hverjir eru vandamiklir. Tað var løgid at ímynda sær, at hesir málningar vóru 20.000 - 30.000 ára gamlir. Við báti á Adelaide ánni Eisini vóru vit á einum túri við einum báti á Adelaide ánni. Her liva sera nógvar saltvatnskrokudillur, ið eru ógvuliga vandamiklar. Hes- ar liva í stórum tali í Nort- hern Territory, og hvert år doyggja nógv fólk av teirra ávum. Tað, sum vit vóru komin at síggja, var, hvussu kvikar/vandamiklar tær eru. Komin miðskeiðis út á ánna, tók manningin á bát- inum hver sína tráu við ein- um kjøtpetti á línuni. Hes- um plaskadu tey so við á vatnskorpuni, og skjótt var ein krokudilla har. Tá hon skuldi gloypa bitan, togaðu tey hann upp. Hetta end- urtók seg nakrar ferðir, og knappliga gjørdi krokudill- an sær "renningarlop" undir vatninum, og leyp yvir ein metur upp úr ánni og gloypti bitan. Hetta gjørdu tey nakrar ferðir aftrat við ødrum krokudillum, og onkuntíð tá tær smekkaðu gapið saman, var tað eitt sovorðið buldur, so at tað sang eftir í. Vit vóru sann- førd um, at tær eru ikki so sløvar sum tær síggja út til tá tær liggja á áarbakkanum og sóla sær. Eftir henda 3 daga langa túr, byrjaðu vit okkara ferð- ing gjøgnum landið. Vit hoppaðu í ein buss, sum koyrdi okkum suður til býin Alice Springs. Hesin 1500 km. langi teinur tók okkum tríggjar dagar at koyra, men vit steðgaðu eisini av og á at síggja ymiskt áhugavert. Tað einasta, ið er vert at nevna av hesum, var eitt tey kalla Devils Marbles. Hetta var úti i "The Outback", tí australsku, reyðu oyðu- mørkini. Vit kundu ikki fata, hvussu løgid náttúran kann bera seg at onkuntíð. Framman fyri okkum lógu hesir risastóru trillrundu steinarnir og javnvigadu á ødrum vøkrum steinum, og tað sá út sum, at teir fóru á rull hvørja létu. Aðrir vóru bara klovnir í helvt mitt igjøgnum. Tað var eitt so- vorðið landslag, sum tú bara sær í Cowboy filmum. Sjálvandi er ein logisk frá- greiðing til alt, men tað loysir seg ikki altíð at greina alt so neyvt. Tað var okkurt við, at hetta ávísa slagið av gróti var so 'porgst', at regn- ið fór niður ígjógnum, og við árunum - túsundtals árum - sum vatnið varð hit- að og kølt niður av nátt og dag, brast steinurin so at siga. Hvussu tað bar til at teir brotna so neyvt í helvt, og hví teir gjørdust so trillrundir, heftu vit okkum ikki við. Stuttligari at ímynda sær frágreiðingina Ayers Rock Orsøkin til at vit fóru til Alice Springs var tann, at