Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

í Nr. 67 - 8. APRIL 1998 upp, og gesturin skal trína inn og taka sæti við tann tóma sessin. Gesturin, ið bíðað verður eftir, er Mess- las. Vanligt er annars ikki at messianskir jødar nýta henda sid, nevnliga ti teir trúgva, at Messias er komin. Men tað eru kortini nakrar messianskar meinigheitir, ið gera nýtslu av hesum siði. Send út av Ísraelsmissiónini Eyðhild var ikki bara um páskirnar í fjør í Israel. I grundini var hon so at siga alt 1997 og ein part av 1996 ersini ; Hon fór til Israels 21. au- gust í 1996, útsend av Hini Føroysku Ísraelsmissiónini. Fyrsta árið arbeiddi hon i bibliuhandlinum í Jerúsa- lem hjá altjóða Bíbliufelag- num, og síðstu mánaðirnir arbeiddi hon á bókasavn- inum á Caspari Centrinum í Jerúsalem, Henda mið- støðin fyri messianskar jød- ar skipar millum annað fyri skeiðum fyri messianskar jødar, og virkar á annan hátt sum eitt tilboð fyri mess- ianskar jødar. Eyðhild kom aftur til Før- oya beint undan jólum i 1997. Her byrjaði hon aftur í sínum fyrrverandi starvi sum skrivstovukvinna í Amboðsdeildini hjá Thom- as Dam í Havn. Nógvir pílagrímar — Tær kristnu påskirnar vóru hinvegin nógv meir sjónligar. Hetta var ikki minst vegna allar teir mongu pílagrímarnar, sum vóru í Jerúsalem páskadag- arnar, men eisini tí so nógv gekk fyri seg uttandura. — Av tí at hetta ikki eru frídagar eftir jødiskum kal- endara, arbeiddi eg fleiri av hesum døgunum, og fekk tí ikki møguleikan at vera við til alt sum hendi hesar dag- arnar. Gingu somu leið sum Jesus Tað var Danska kirkjan í Jerúsalem, ið skipaði fyri teimum flestu tiltøkunum á páskum, sum eg var við til. Kortini tóku nógv fólk úr hinum Norðurlondunum eisini lut í tiltøkunum. — Pálmasunnudag gingu pílagrímar frá Betfage yvir Oljufjallið og víðari inn gjøgnum leyvportrid til gamla býin. Her vóru nógv sum fóru í ferðalag við teimum. — Skírhósdag gekk leiðin frá Sion-fjallinum, har tey meina, at Jesus helt ta heil- agu kvgldmáltíðina saman við lærusveinunum, út úr Gamla býnum yvir um Kedrunar løkin og inn í Get- semane-urtagarðin Via Dolorosa Eyðhild var hvørki við Pálmasunnudag ella Skír- hósdag, men Langa fríggja- dag og Páskadag vildi hon ikki missa. — Langa fríggjadag varð gingið Via Dolorosa. Hetta er líðingar-vegurin, Jesus gekk, frá tí hann varð dómd- fæ 53525 tí hann errisin upp) ur, til hann kom út á Golgata og varð gravlagdur. — A Via Dolorosa eru 14 ymisk stød, har steðgað verður. Á hvgrjum staðið varð lisið upp úr Bíbliuni. Sungið varð eisini. Endað varð í sjålvari Gravkirkjuni - ella rættari sagt, uppi á takinum á Gravkirkjuni. Lisið varð úr líðingarsøguni og sungið. — Her vóru eisini nakrir spani6lar, sum høvdu sett síðstu tíðina hjá Jesusi sam- an til ein leik. Klæddir sum rómverskir hermenn festu teir Jesus á krossartræið og hongdu hann upp. Í Gravkirkjuni, sum sam- bært siðvenjuni er bygt yvir bæði Golgata og grøvina, Jesus varð lagdur í, halda einir fimm ymiskar kirkju— rætningar til. Hvør rætning- ur hevur sín part av kirkjuni. Hetta virkar ofta ørkyml- andi fyri ferðafólk og onnur, sum koma at vitja. Tað er ofta, at tann hugmyndin, ein hevdi av staðnum, als ikki svarar til veruleikan. Gudstænasta i sólarrisinum — Påskamorgun fóru vit tíð- liga upp. Longu kl. 5.45 byrjaði gudstænastan uppi á Oljufjallinum. Hetta var ein gudstænasta undir opn- um himni, og tað varð sjálv- andi heilt myrkt. Men við endan á gudstænastuni lýsti, og sólin kom upp. — Hetta varð gjørt mest fyri tað symbolska virði í tí, at nú var Jesus vorðin liv- andi aftur. Eins og sólin vann á myrkrinum, vann Jesus eisini á deyðanum. Eisini var hetta eitt symbol uppá, at eins og ein nýggjur dagur ber alt nýtt við sær, soleiðis er eisini við tí nýggja lívinum í Kristusi. Tað er alt nýtt og ber einki av tí gamla við sær. Grav-urtagarðurin Etið varð á Oljufjallinum, áðrenn farið varð í Grav- urtagarðin (Garden Tomb) til næstu gudstænastuna henda dagin. Grav-urtagarðurin verður av nøkrum hildin at verða staðið, har Golgata og Jesu- grøv lá. Grøvir eru funnar, sum eru høgdar inn í klettin, og ein heyggjur, sum kann hava verid Golgata, er tætt hjå. Dúgliga verður kjakad, um Golgata og grøvin eru á staðnum, har gravkirkjan stendur ídag, ella tað er í Grav-urtagarðinum. Fyri onnur hevur tað minni týdn- ing um tað er tað eina ella hitt staðið. Tað er persón- urin og tað, hann gjørdi, sum hevur týdning, siga tey. Virkar Gravkirkjan eitt sindur ørkymlandi, so er Á takinum á Gravkirkjuni varð leikur leiktur um tá ið Jesus varð krossfestur. Tóma grøvin i Grav-urtagarðinum. Á innskriftini stendur: „He is not here, for He is Risen“ (Hann er ikki her, Grav-urtagarðurin ofta nógv einfaldari. Samstundis svarar hesin staðurin ofta nógv meir til hugmyndina, ein hevði áður. Her er ikki bygd nøkur kirkja, men í staðin er fríðkað um við plantum, og ein sær heyggin og ta tómu grøvina, soleiðis sum tær eru. >Livað meg gjøgnum påskirnar« — Påskadag vóru sera nógv- ar gudstænastur í grav-urta- garðinum. Bólkar komu og fóru, og eitt mál varð skift út við eitt annað. Sjálv var eg við til ta norðurlendsku gudstænastuna. — Tað var nakað serligt at sita yvirav tí tómu grøvini og hoyra páskaboðskapin. Tað er eins og ein sær alt fyri sær, tá ið ein hoyrir evangeliið. Tað var eins og vóru tað ikki bara orð long- ur. Tað var líkasum at evan- geliið gjørdist nógv meir livandi fyri mær Eg haldi, at henda guds- tænastan var eitt tað størsta, eg upplivdi, við páskahald inum í Ísrael Men eisini í heila tíkið pinslusøgan. Tað gjørdist alt meir livandi fyri mær. Aður hevði tað virkað meir veru leikafjart. Eg fekk eina heilt aðra uppliving av páskun um Tað er fyrstu ferð, eg havi livað so tætt at páska- boðskapinum sum í fjør. Ja fyrstu ferð eg havi »livad meg gjøgnum páskirnar Fylgja Jesusi i hugaheiminum Sjålvt um påskabodskap urin er vorðin meir livandi fyri Eyðhild, so heldur hon kortini, at tey, sum ikki hava verið í Israel, eisini kunnu fáa nógv burturúr páska- boðskapinum. — Vit hava jú øll hoyrt ella lisið um páskini, og tað er boðskapurin og ikki stað ið, sum er tað avgerandi Hinvegi fær ein nógv >uppá tá ið ein kennir og veit, hvar tey ymisku stød- ini eru — Til dømis tá ið tú kennir tey ymisku stødini, kanst tú fylgja Jesusi í hugaheimi- num. Eitt nú tá ið hann nærkast Jerúsalem. Fyri hvørt stig hann tekur, veit hann, at hann nærkast máli- num. Hvat hevur tað ikki barst inni í honum, tá ið hann kom nærri og nærri Eg undrist mangan yvir, at lærusveinarnir hava staðið so 6vitandi og spyrjandi pláss<, Fríska upp minnini Páskirnar hjá Eyðhild verða ødrvisi í ár. Tó so, sjálvt um hon ikki leingist at fara yvir- aftur til Ísraels, so er nakað av tí, hon upplivdi í sam- bandi við páskirnar, sum hon roynir at fríska upp í minninum. — Eg havi lisið nógv úr pinslusøguni, og eg hugsi eisini nógv um páskirnar. — Eg havi verið við til føstugudstænastur, og á páskum fari eg í kirkju høg- tíðsdagarnar. Annars ætli eg at vera saman við familjuni hátíðsdagarnar, sigur Eyð- hild. Fari avstad aftur >Tað er nú tad«, svarar Eyð- hild, tá ið eg havi hug at heilsa henni við heilsanini »Næsta ár í Jerúsalem< — Um eg havi pening, so møguliga. Eitt er tó víst; eg fari avstað aftur, og tað verður óivað til onkra av håtidunum, sigur Eyðhild S Dam