mikudagur 8. apríl 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- Eg havi >l1vað
meg gjøgnum
páskirnar<
— Eitt tað størsta og mest spennandi við at vera í Jerúsa-
lem á páskum, var at uppliva gudstænastuna páskamorg-
un, samstundis sum vit sótu og hugdu inn í ta tómu grøv-
ina, og ímyndaðu okkum, hvussu alt gekk fyri seg á Jesu
døgum, sigur Eyðhild S. Dam, sum í fjør upplivdi bæði
jødisk og kristin påskir í Jerúsalem
Frants Jensen
»Næsta ár í Jerúsalem !< So-
leiðis heilsa jødarnir. Hóast
tað í týdninginum við hesi
heilsanini hjá nógvum jød-
um verður meint við tað
»himmalska Jerúsalem<, so
er longsulin til tað jørdiska
Jerúsalem eisini sera sterk-
ur
Longsulin er tó ikki bara
til staðar hjá jødum. Pila-
grímar í hópatali ferðast til
Jerúsalem, og tað munnu
eisini vera mong her á landi,
sum kundu ynskt sær at
komið til Jerúsalem - og tað
serliga á páskum
Hjá teimum flestu verður
hetta ikki meir enn ein
longsul, men tó ikki hjá øll-
um. Eyðhild S. Dam av
Argjum er ein av teimum,
sum í fjør helt eini heilt ødr-
vísi páskir í mun til, hvat
hon hevur verið von við -
páskir á staðnum, har tað
hendi.
Yvirlit
— Tað er so nógv ødrvisi í
mun til her i Føroyum
Størsti munurin er tað, at tú
er á staðnum. Tú fært líka-
sum eitt yvirlit yvir, hvar tey
ymisku kendu bíbilsku
stødini eru, og hvar tey
liggja í mun til hvert annað,
sigur Eyðhild S. Dam.
— I Ísrael verða tvær ym-
iskar páskahátíðir hildnar.
Tær jødisku páskirnar eru
til minnis um, tá ið Gud
bjargaði og leiddi sítt fólk
út úr Egyptalandi, meðan
tær kristnu páskirnar verða
hildnar, tí Jesus reis upp úr
grøvini páskamorgun, og
frelsti okkum.
Bara ósúrgað breyð
Vidhvørt fella tær jødisku
og kristnu páskirnar sam-
stundis. Soleiðis var tó ikki
í fjør, tá ið tær jødisku påsk-
irnar fullu umleið tvær vik-
ur áðrenn tær kristnu
— Tær jødisku påskirnar
gange mest fyri seg inni í
heimunum og í synagogun-
um. Sjálv hátíðin varir í
heilar sjey dagar. Fyrsti og
síðsti dagurin eru heilir fri-
dagar, meðan dagarnir í-
millum eru hálvir frídagar.
— Sum útlendingur í land-
inum var avmarkað, hvat
innlit eg fekk í tær jødisku
páskirnar.
— Men av tí at eg longu
hevði verið fleiri mánaðir í
landinum tá, legði eg merki
til nakrar broytingar hjá jød-
unum. Tað vóru fleiri, ið
gingu við bønarsjalli, og hjá
nógvum varð húsið vaskað
upp og niður.
— Samstundis varð alt
breyð burturbeint, og tey
nýttu einans ósúrgað breyð,
meðan hátíðin vardi. Há-
tíðin verður jú eisni nevnd
hátíð hina ósúrgaðu breyða.
Eyðhild greiðir frá, at hetta
verður gjørt til minnis um,
tá ið jødarnir í skundi fóru
út úr Egyptalandi og bara
fingu ósúrgað breyð við
sær, samstundis sum tað eis-
ini er til minnis um breyðið,
tey fingu at eta í oydimørk-
ini - manna.
Eyka frídagar ella hátíð
Sum sæst eru tær jødisku
páskirnar sera nógv bundn-
ar at søgu jødanna, sam-
stundis sum nógv ymisk
symbolir verða nýtt fyri at
minna tað núverandi ættar-
liðið um tað, sum teirra for-
fedrar hava upplivað saman
við Gudi.
— Tað er eisini sera ym-
iskt, hvat tann vanligi jødin
ger burturúr páskinum og
hátíðunum í heila tikið.
Nr. 67 — 8. APRIL 1998
j
Pinslusøgan gjørdist nógv meir livandi fyri mær. Áður hevði tað virkað meir veru-
leikafjart. Eg fekk eina heilt aðra upplivin av páskunum, sigur Eyðhild S. Dam, sum
í fjór millum annað upplivdi at halda páskir í Jerúsalem.
-- Teir sonevndu orto-
doksu jødarnir, tað eru teir,
sum ganga mest upp í sína
trúgv, gera sjálvandi mest
burturúr.
— Har eg búði í Jerúsalem,
Tað er borðreitt til jødiska páskamáltíð. Nógv av ti, sum verður etið, hevur symbolskt virði. Her síggja vit mill-
um annað egg, beiskar urtir og mazot (ósúrgað breyð).
búðu eisini nógvir orto-
doksir jødar, og legði eg tí
merki til broytingina. Hetta
hóast tað fyri tað mesta er
sambandið millum tann ein-
staka og Gud sum er tað
avgerandi.
— Hjá teimum jødunum,
sum ikki ganga so høgt uppí
sína trúgv, hava páskirnar
als ikki sama tydning. Hjá
nógvum er hetta bara nakri"
eyka frídagar. Ella tey
kanska vitja synagogurnar
nakað oftari, enn tey annars
plaga at gera.
— Sjålvt sederkvøldid, tað
er tå ið sjálv páskamáltíðin
verður hildin, er næstan alt
stilt. Tá er næstan eingin
ferðsla á vegunum í Jerú-
salem, og ein kennir, at
hetta er ein serstakur dagur
fyri fólkið í tjóðini.
Páskamáltíð saman við
messianskum jødum
Eyðhild fekk høvid at
royna, hvussu ein annar
bólkur av jødum, teir
messiansku jødarnir, hildu
påskamåltid. Messianskir
jødar eri teir sum trúgva á
Jesus sum Messias.
— Eg var saman við nøkr-
um av mínum arbeidsfeløg-
um í eini lítlari messianskari
meinigheit. Vit vóru um 30
tilsaman. Her ótu vit páska-
(Mynd: Jens Kr. Vang)
máltíðina og gingu fram eft-
ir teimum ritualunum, sum
jødar hava nýtt í fleiri tús-
und ár.
— Teir messiansku jødar-
nir leggja tó ein annan týdn-
ing í tey ymisku symbolini.
M.a. tí at tey trúgva, at Jesus
er lambið, sum varð dripið,
og at hansara blóð er tað,
sum frelsir.
Lata dyrnar upp
fyri Messiasi
— At páskamáltíðin er ein
hátíðarlóta, sæst eisini av
øllum ti, sum verður gjørt
burturúr. Nógv er gjørt burt-
urúr borðreiðingint, og fólk
eru í hátíðarhugi.
— Undir sjálvari páska-
máltíðini verður lisið upp úr
Skriftini, nakrir sangir
verða sungnir, og so verður
ymiskt etið inn ímillum. Tey
fýra vingløsini verða eisini
drukkin eftir ávísari raðfest-
ing.
— Millum annað verða
sterkar urtir etnar, fyri at
minnast tárini hjá jødunum,
tá ið teir vóru í Egyptalandi.
Messiansku jødarnir minn-
ast eisini Jesu tår og pinslur
Eftir at komið er igjøgnum
tey ymisku ritualini verður
sjálv høvudsmåltidin etin.
Tá ið máltíðin er etin er
síður, at hurðin verður latin