mikudagur 8. apríl 1998síða 24
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 67 — 8. APRIL 1998
tidindabladid
FM i badminton
Badminton: Uni S. Joensen vann fyrsta settið í finaluni
hjá monnum í einmansleiki, men noyddist at gevast í
øðrum setti, tí hann sleit hælsinuna
Føroyameistarakapping í A-
bólkinum í badminton varð
fyriskipað í Vestmanna her-
fyri. Spælt varð bæði í ein-
mansleiki og tvimansleiki
hjá monnum og kvinnum,
eins og í blandaðum tví
mansleiki
Kvinnur,
einmansleikur
Hjá kvinnunum vóru átta
luttakarar í einmansleiki.
Spælt varð eftir cup-skip-
anini. I 1. umfarið vann
Lone Oemann frá Mjørka-
dali 11-1, 8-11 og 11-9 á
Annbritt Jensen. Rannvá
Nielsen vann 11-2, 11-4 á
Elsebeth Iversen, Sigrid An-
dreasen úr KI vann 11-5,
11-4 å Hjørdis Klein, og
Karin Hansen vann 11-2,
11-0 å Piu Krogh.
Í ødrum umfari vann
Lone Oemann 11-5, 8-11,
11-S å Rannvå Nielsen, og
Sigrid Andreasen vann 12-
10, 11-2 å Karin Hansen.
So var bert finalan eftir,
og her vann Sigrid Andrea-
sen heilt greidan sigur, ikki
minni enn 11-0, 11-0 á Lone
Oemann
Sagt verður úr Vest-
manna, at Sigrid Andreasen
var í einum klassa fyri seg
Hon var nógv besti kvinnu-
ligi badmintonleikarin i
Føroyum, tå hon var ung,
og hóast hon nú er 43 ára
gomul, so er hon aftur á
toppinum eftir longri steðg
Endaliga stóðan hjá
kvinnunum gjørdist: -
I. Sigrid Andreasen, KÍ
2. Lone Oemann, MIF
3. Rannvá Nielsen, MBF
4. Karin Hansen, HBF
Kvinnur,
tvímansleikur:
Í tvímansleiki hjá kvinnum
vóru bert fýra lið
Karin Hansen og Hjørdis
Klein úr HBF vunnu inn-
leiðandi 15-10 og 15-12 á
Piu Krogh og Rannvá Niel-
sen, MBF, og Annbritt Jen-
sen, HBF, og Sigrid Andre-
asen, KI, vunnu 15-7 og 15-
2 å Bjørg Lamhauge, HBF,
og Elsebeth Iversen, MBE
I finaluni vunnu Karin
Hansen og Hjørdis Klein
15-10, 13-18 og 15-6 å
Annbritt Jensen og Sigrid
Andreasen
Menn, einmansleikur
I einmansleiki hjá monnum
vóru ikki færri enn 12 lut-
takarar.
I 1. umfari vann Rúni
Simonsen å Jan Kristiansen,
Sigurd Nordendal á Jónfinn
Egilsnes, Sjúrður Poulsen á
Hergeir Staksberg, og Aksel
Poulsen å Torkil Petersen.
I 2. umfari vann Sigurd
Nordendal å Runa Simon-
sen, ti Runi fekk skada og
harvid måtti gevast. Eisini
vann Sjúrður Poulsen á
Bjarka Hansen, Jóan H.
Davidsen á Eyðun Leo, og
Uni Svabo Joensen á Aksel
Poulsen.
Í 3. umfari vann Sigurd
Nordendal 15-5, 5-15 og
15-4 á Sjúrða Poulsen, og
Uni S. Joensen vann 15-6
og 15-2 á Jóan H. Davidsen.
I finaluni vann Sigurd
Nordendal enn eina ferð av
ti, at mótstøðumaðurin bleiv
skaddur. Uni S. Joensen
sleit nevniliga hælsinuna í
seinna settinum eftir at hava
vunnið fyrsta settið.
Endaliga úrslitið gjørdist
sostatt
I. Sigurd Nordendal, MBF
2. Uni Svabo Joensen, MBF
3. Sjúrður Poulsen, MBF
4. Jóan H. Davidsen, MBF
Menn, tvímansleikur
Í tvímansleiki hjá monnum
vóru fimm pør. Í fyrsta um-
fari var bert ein dystur, har
vunnu Torkil Petersen og
Jóan Hendrik Davidsen,
MBF, á Sigurd Nordendal
og Hergeir Staksberg.
Í øðrum umfari vunni Uni
S. Joensen og Sjúrður Poul-
sen 15-10 og 15-4 á Torkil
og Jóan Hendrik, og Aksel
Poulsen og Bjarki Hansen,
HBF, vunnu 15-8 og 15-13
á Eyðun Leo og Jónfinn
Egilsnes, VIF
Í finaluni vunnu Aksel
Poulsen og Bjarki Hansen
15-7 og 15-13 á Jóan H
Davidsen og Sjúrða Poul
sen.
Blandaður
tvímansleikur
Sjey pør vóru í blandaðum
tvímansleiki.
Í innleiðandi umfarinum
vunnu Pia Krogh og Joan
H. Davidsen å Hjørdis
Klein og Bjarka Hansen,
Rannvá Nielsen og Sjúrður
Poulsen vunnu á Elsebeth
Iversen og Hergeir Staks-
berg, og Karin Hansen og
Aksel Poulsen vunnu á
Lone Oemann og Jan Krist-
ensen.
I 2. umfari skuldi Sigrid
Andreasen og Uni Svabo
Joensen royna seg, men
komu ikki í dyst, ti Uni sleit
hælsinuna. Pia Krogh og J6-
an H. Davidsen komu ti vid-
ari uttan dyst. Hinvegin
vunnu Rannvå Nielsen og
Sjúrður Poulsen 10-15, 18-
17 og 15-10 å Karin og
Aksel.
I finaluni vunnu Rannvå
Nielsen og Sjúrður Poulsen,
MBF, 15-3 og 15-6 å Piu
og Jóan Hendrik úr MBF.
Leygardagin verður enda-
spælið í Grand Prix-kapp-
ingini, sum í síðsta mánaði
varð útsett vegna veður,
spælt á Kambsdali.
Børn undir 12 ár møta kl.
12, børn 12-14 ár kl. 14.30,
og dreingir 14-16 år møta
klokkan 16.00.
Einmansleikur, kvinnur: Lone Oemann og Sigrid Andreasen
Blandaður tvimansleikur. F.v.: Pia Krogh, Joan Hendrik Davidsen, Sjúrður
Poulsen og Rannvå Nielsen
Tvimansleikur, menn. F.v.: Aksel Poulsen, Bjarki Hansen, Sjúrður Poulsen og Uni
Svabo Joensen
Tvimansleikur, kvinnur: Hjørdis Klein, Karin Hansen, Sigrid Andreasen og
Annbritt Jensen