mikudagur 8. apríl 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24
tíðindablaðið ON
Nr. 67 — 8. APRÍL 1998
Favorittarnir komnir
best frå byrjan
Talv: Teir triggir favorittarnir hava
lagt seg å odda i FM-kappingini
FM-kappingin i talvi fyri
einstaklingar er nå komin i
helvt, og tað sær út til, at
teir triggir, sum áðrenn
kappingina vórðu útróptir
til favorittar, allir liva upp
til heitið
Tá fýra av teimum tilsam-
ans tíggju umførunum
vórðu telvað fyrrapartin týs-
dagin, hevði John Arni Nils-
sen fult stigatal, fýra stig,
meðan John Redgárd og
Heini Olsen hver í sínum
lagi høvdu sett eitt hålvt stig
til og høvdu hálvtfjórða stig
í part. Flóvin Þór Næs er
eisini væl við. Eftir fýra tey
fyrstu umførini hevåi hann
vunnið tvey og telvad tvey
jøvn og hevði sostatt irý
stig
Men hildið verður fram-
vegis, at tað verður millum
triggjar teir fremstu, at stríð-
ið fer at standa, eisini tí, at
Flóvin Þór Næs enn ikki
hevur telvað móti nøkrum
av teimum trimum fremstu
Síðani eru fýra telvarar,
sum liggja í miðjuni við
hålvumødrum stigi, og sum
longu nú so at siga hava
mist FM-møguleikan. Teir
eru Jóan Hendrik Andrea-
sen, Olavur Simonsen, fyrr-
verandi føroyameistarin
Eyðun Nolsøe, og Terji Pet-
ersen
Í niðara enda hevur tað
gingið illa í hond hjá Bern-
hardi Thomsen og Tummas
Martini Anthoniussen, sum
høvdu tapt øll fýra tey
fyrstu talvini.
Í gjár, eftir evstamarkið
hjá blaðnum, var so 5. um-
far leikt. Mest åhugaverdi
dysturin mundi vera millum
Flóvan Þór Næs og John
Arna Nilssen.
Heini Olsen setti eitt hálvt
stig til longu í fyrsta talv-
inum í kappingini, sum var
ímóti Jóan Hendriki Andre-
asen, meðan John Rødgård
í 3. umfari sunnudagin telv-
aði javnt móti Olavi Sim-
onsen.
Sum heild sæst tað aftur,
at tríggir teir ovastu allir
hava telvað nógv í Danmark
seinastu tíðina. Ein telvari
sum Olavur Simonsen er
rættiliga 6vanligur i sinum
spæli, og tad ger hann eisini
til ein av fremstu telvarum
i Føroyum, men tad hevur
vist seg, at »donsku« telv-
ararnir ikki lata seg taka av
bóli av hesum. Móti John
Rødgård eydnaðist tað kort-
ini óortodoksa klaksvíking-
inum við at lata eina finnu
at ørkymla altjóða meistar-
an so nógv, at talvið endaði
javnt.
Roknast kann við, at
spenningurin í kappingini
fer at halda sær heilt til end-
an. Kappingin endar leyg-
ardagin, og tá telva John
Redgárd og Heini Olsen.
Dagin fyri tað, Langa
Fríggjadag, eru tað John
Rødgård og John Arni Nils-
sen, og Skírisdag telva
Heini Olsen og John Arni
Nilssen.
elj
Ellivu nýggir svartir menn
Fótbóltur: Stødid i eygleidingini av
dómarunum var á skránni á
Svangaskarði sunnudagin
Tað verður alsamt arbeitt
við at fjølga um tað liðið,
sum hevur ábyrgdina av fót-
béltsdømingini. Ofta verður
tikið til, at tað er torført at
fáa dómarar, og at stødid er
ikki tað, sum tað átti at ver-
ið
Heldur enn á øðrum økj-
um er fåtbéltsdømingin
fullkomin, men tað verður
støðugt arbeitt fyri at betra
um.
Í vetur hava skeið verið
hildin kring landið. Málið
við skeiðunum hevur verið
at fyrireika luttakararnar at
fara til dómarapróvtgku.
Eitt skeið var í Suðuroy,
og har vóru 12 luttakarar,
eitt skeið var í Klaksvík, har
tað vóru seks luttakarar, í
Eysturoy vóru 10 luttakarar
og í Havnini fýra.
Leygardagin varð skipað
fyri prévtøku í Havn. Trett-
an royndu seg, og ellivu
stóðu royndina. Teir vóru
Bogi Joensen, Amaliel Jac-
obsen og Olavur Jacobsen
úr Klaksvík, Jákup Martin
Kjeld, Aron Olsen og Hans-
mar Poulsen av Toftum,
Janus Fossdalsá av Nesi,
Andreas Petur Hansen og
Eirikur Joensen av Skála,
Marner Joensen av Oyri og
Rúni Vilhelm úr Havnini.
Eygleiðararnir
Tá B68 og VB hittust á
Svangaskarði sunnudagin,
høvdu nýggju lógtulkararnir
saman við teimum trimum
dønunum, sum vóru í Før-
oyum í dómaragrindum,
sett dómaraeygleiðarunum
stevnu.
Petur Hansen år Leirvik
var svartklæddi madurin å
vøllinum, og hann og teir
bådir linjuverjarnir høvdu
nógv kritisk eygu vend móti
sær.
Málið við felags eygleið-
ingini var at tryggja, at eyg-
leiðararnir hava somu fatan
av, hvat tað er, sum skal
eygleiðast, og hvussu hetta
skal gerast. jh
Landsliðið komið á fløgu
Tá føroyska landsliðið í
1990 vann á Eysturríki,
varð alt landið rakt av fót-
bóltsfepuri. Millum nakað
av tí meira positiva, sum
%
Frá vinstru Regin Egholm, formaður i áskoðarafelagnum »Tolvti madurin«, Heri
hendi í kjalarvørrinum av
sigrinum í Landskrona, var,
at eitt band við landsliðs-
sangum varð útgivið. So
líðandi sum fepurin legði
seg aftur, hoyrdist minni og
minni til hesar sangir, men
nú verða teir allir endur-
vaktir.
Tað er fløgan Tólvti mað-
pr
Nolsøe, sangskrivari, Heðin Mortensen, sum stendur fyri útgávuni, og Gissur
Patursson úr 3'aranum, sum distribuerar fløguna
Mynd: Jens Kr. Vang
ur, sum nú kemur út. Á fløg-
uni eru tólv — sjálvandi —
sangir um føroyska fót-
bóltslandsliðið og annað,
sum hevur samband við
okkara fremstu altjóða
ítróttarumboð.
Umframt sangirnir frá
1990 eru tveir nýggir sangir
eisini við á fløguni. Tað er
tann longu nógv spældi
Tørsvøllur hjá Hera Nols-
ge, og tann eitt sindur
nýggjari Í Gundadali hjá
Black Birds.
Hugskotið til útgávuna
kom uttan fyri kioskina á
Vaglinum í Havn. Heðin
Mortensen og Heri Nolsøe
hittust tilvildarliga, og prát-
ið fall inn á Tórsvallarætl-
anina. Teir báðir samdust
um, at Heri skuldi fara undir
a: skriva ein nýggjan slag-
sang til Tórsvell og fót
bóltslandsliðið Urslitid
varð sangurin Torsvøllur
sum Finnur Hansen hevur
útsett, og Ronnie Nielsen og
Karl Martin Samuelsen
syngja elj
Talvhagtøl
1. umfar friggjadagin
IM John Rødgård-Terji Petersen 1-0
Jóan H. Andreasen-Heini Olsen '/2-'/2
Olavur Simonsen-John Arni Nilssen 0-1
Bernhard Thomsen-Flóvin Þór Næs 0-1
Eydun Nolsøe-T. M. Anthoniussen 1-0
2. umfar leygardagin
IM John Rødgård-J6an H. Andreasen 1-0
Olavur Simonsen-Heini Olsen 0-1
Bernhard Thomsen-John Arni Nilssen 0-1
Eyðun Nolsge-Flóvin Þór Næs '/2-'/2
T. M. Anthoniussen-Terji Petersen 0-1
3. umfar sunnudagin
IM John Rødgård-Olavur Simonsen '/2-'/2
Jéan H. Andreasen-Terji Petersen 1-0
Bernhard Thomsen-Heini Olsen 0-1
Eyðun Noølsøe-John Arni Nilssen 0-1
T. M. Anthoniussen-Flóvin Þór Næs 0-1
4. umfar mánadagin
IM John Rødgård-Bernhard Thomsen 1-0
Jéan H. Andreasen-Olavur Simonsen 0-1
Eydun Nolsøe-Heini Olsen 0-1
T. M. Anthoniussen-John Arni Nilssen 0-1
Flóvin Þór Næs-Terji Petersen '/2-'/2
5. umfar týsdagin
IM John Rødgård-Eydun Nolsøe
Jóan H. Andreasen-Bernhard Thomsen
Ólavur Simonsen-Terji Petersen
T. M. Anthoniussen-Heini Olsen
Flóvin Þór Næs-John Arni Nilssen
6. umfar mikudagin
IM John Rødgård-T. M. Anthoniussen
Jéan H. Andreasen-Eydun Nolsøe
Olavur Simonsen-Bernhard Thomsen
Flóvin Þór Næs-Heini Olsen
John Arni Nilssen-Terji Petersen
7. umfar Skírisdag
IM John Rødgård-Flévin Þór Næs
Jóan H. Andreasen-T. M. Anthoniussen
Ólavur Simonsen-Eyðun Nolsøe
Bernhard Thomsen-Terji Petersen
John Arni Nilssen-Heini Olsen
8. umfar Langa Friggjadag
IM John Rødgård-John Arni Nilssen
Jóan H. Andreasen-Flóvin Þór Næs
Ólavur Simonsen-T. M. Anthoniussen
Bernhard Thomsen-Eyðun Nolsøe
Heini Olsen-Terji Petersen
9. umfar leygardagin
IM John Redgárd-Heini Olsen
Jóan H. Andreasen-John Arni Nilssen
Ólavur Simonsen-Flóvin Þór Næs
Bernhard Thomsen-T. M. Anthoniussen
Eyðun Nolsøe-Terji Petersen
Stødan eftir fýra umfør:
1. John Arni Nilssen, HT 4
2. IM John Rødgård, VT 3'h
2. Heini Olsen, KTF 3!/2
4. Flóvin Þór Næs, HT 3
5. Jóan Hendrik Andreasen, HT 1'/2
5. Ólavur Simonsen, KTF 1'/2
5. Eyðun Nolsge, KTF 1'/
5. Terji Petersen, KTF 1'/2
9. Bernhard Thomsen, KT 0
9. Tummas Martin Anthoniussen, KTF 0