Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 67 — 8. APRÍL 1998 tíðindablaðið -- | 23 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil sosialurin.fo Kavin legði fót fyri Toda og Jákup 'étbéltur: Helvtin av dystunum í superliguni vórðu útsettir, tí vetrarveðri gjørdi um seg KEYPMANNAHAVN: Hvørgin av teimum føroysku spælarunum í superliguni vóru í dysti um viku skiftið. Fríggjadagin fór at kava $ nógvur kavi kom niður í Jútlandi, at flestu dystirnir, sum skuldi spælast har, vórðu útsettir Todi Jónsson og FCK skuldu friggjakvøldid spæla móti AaB í Aalborg, men har var vónleyst at spæla, tí tjúkkur kavi lá á vøll- inum. Ferðalagið hjá FCK var annars komið til Aalborg, tí tá teir fóru úr Keypmannahavn tíðliga seinnapartin, vóru boðini úr Aal- borg, at har var spælandi. Men allan seinnapartin helt fram við at kava, og tá FCK kom fram, gjørd- ist alt fyri eitt greitt, at eingin dystur fór at verða á vellinum. FCK-spælararnir vendu so ngs- ina heimaftur, men heimferðin gjørdist longri enn væntað, tí flog- vøllurin Aalborg varð stongdur, og tí máttu FCK 'arnir heim við ein- um seinkaðum DSB-tokið, og so og vóru ikki heima í Keypmanna havn fyrr enn á miðjari nátt Ætlanin var at avgreiða dystin sunnudagin ístaðin, men heldur ikki tað læt seg gera, tí sjálvt um kavin var farin av vellinum, var vøllurin so bleytur, at ráðiligt var ikki at spæla á honum Jákup Mikkelsen og Herfølge vóru eisini fordadir av kavanum Teir skuldu spæla botndyst móti Arhus Fremad á Arhus Stadion, men heldur ikki har varð spælandi Eisini dysturin millum AB og AGF varð avlýstur A Brøndby Stadion hava teir hita í vellinum, har var ein framúr góður vøllur ramman um ein spennandi dyst, sum Brøndby vann 3-2. Ebbe Sand gjørdi tvey av málunum, meðan Bent »Tur- bo« Christensen gjørdi triðja mål- ið. Stóri spælarin hjá OB, Erik Bo Andersen, var ikki vid hesaferð, tí hann var skaddur, men avloys- arin hjá honum Mwape Miti gjørdi bæði málini hjá OB Silkeborg, sum liggur lið um lið við FCK á ødrum plássi, fekk bara javnleik burtur úr dystinum í Vejle, og tað passaði FCK væl Silkeborg fór eitt stig fram um FCK, men klárar FCK at vinna útsetta dystin móti AaB, kundi teir taka seg frá Silkeborg Botnliðið Ikast, sum er eitt av liðunum, usm Herfølge skal hava aftanfyri seg, skulu teir sleppa undan niðurflyting, spældi javn- leik 1-1 móti Lyngby, og teir eru fimm stig aftanfyri Herfølge og hava spælt ein dyst meira I gjår skuldi ein nevnd hjå danska fótbóltssambandinum å- seta nær útsettu dystirnir frå viku- skiftinum skulu spælast. Og tad kann gerast trupult at finna dagar, ti skráin fram móti summarsteðg- inum og HM i fótbólti er tøtt, og serliga hjá FCK kemur illa við at fáa ein útsettan dyst hangandi yvir hóvdið, tí teir eru framvegis við í steypakappingini og skulu í minsta lagi spæla tveir dystir aft- urat í tí kappingini. ek Nú kunnu føroyingar sjálvir útbúgva dómarar Fótbóltur: Niklas á Líðarenda og Egga Jensen stóðu um vikuskiftið royndina sum lógtulkarar, og nú ber til at útbúgva nýggjar føroyskar dómarar uttan hjálp aðra staðni frá Nú stríðið upp undir løgtings- valið um tríggjar vikur vindur alt meiri upp á seg, hoyra vit tey, sum bjóða seg fram, tosa um fullveldi, sjálvstýri og onn- ur hugtøk, sum eru við til at lýsa støðuna hjá okkara oyggja- landi og viðurskiftini við Dan- mark og umheimin annars. Føroyski fóltbóltsheimurin tók longu í 1979 loysing. Tá varð Fótbóltssamband Føroya, FSF sett á stovn. Síðani tá hev- ur føroyskur fótbóltur umboð- að seg sjálvan í altjóða høpi, umframt at FSF hevur lagt allar kappingar heima á landi til rættis. Og um vit eina lítla løtu aft- urat sammeta fótbóltin við pol- itiska orðaskiftið, so kunnu vit bara staðfesta, at síðsta vikuskifti styrktu føroyingar um sínar fyritreytir at skipa fótbóltin í egnum landi uttan hjálp frá øðrum. Utbúgvi Leygardagin tóku tveir av roynd- astu dómarunum í landinum, Egga Jensen og Niklas á Líðarenda, prógv sum tað, teir kalla lógtulk- arar. Utbúgvingin gevur rætt til at vera próvdómari hjá teimum, sum fara upp til dómarapróvtgku. Teir, sum fara til slíka pr6vtøku, hava altíð drúgvar royndir í dóm- arayrkinum, og teir skulu hava lokið prógv sum tað teir kalla dómarainstruktgrar. Egga Jensen tók instruktør út- búgvingina fyri fýra árum síðani, og Niklas á Líðarenda leyk prógv- ið fyri einum góðum ári síðani. Instruktgrútbúgvingin gevur rætt til upplæring av nýggjum dómarum. Heima á landi eru tað bara teir báðir omanfyri nevndu, sum hava hesar báðar útbúgving- arnar. Hjálpsamir danir Venda vit aftur til politisku sam- anberingarnar, so var tað aftur í hesum førinum við góðari hjálp úr Danmark, at teir báðir fótbólts- dómararnir fingu møguleika at taka hægstu útbúgvingina. Danir eru høgt mettir kring Ev- ropa fyri sina útbúgvingarskipan innan fótbólt. Hetta er eisini gald- Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo 11. - Todi Jónsson og FCK komu ikki i dyst um vikuskiftið andi fyri dómarapartin, og um vikuskiftið vóru tríggir úr tí teir kalla lógarbólkinum hjá DBU i Føroyum og høvdu ábyrgdina av prévtøkuni. Teir tríggir danirnir vóru Finn Jensen, Jan Carlsen og Henning Sørensen. Samstarvið heldur fram Stendur tað til nýggju lógtulk- ararnar, so verður ikki kvett á stokkinum, nú føroyskir dómarar kunnu syrgja fyri øllum viður- skiftum heima á landi. — Vit vóna og rokna við, at sam- bandið verður varðveitt, og at vit framvegis kunnu fáa vegleiðing og íblástur frá donsku vinmonn- um okkara, sigur Niklas á Líðar- enda og vísir á, at danir gera nógv frálærutilfar, sum føroyingar eisini í framtíðini kunnu fáa gagn av, samstundis sum sambandið við danir er ein trygd fyri, at stødid á útbúgvingini í Føroyum verður varðveitt. Fleiri av dónunum eru høgt virdir menn, sum ferðast í kring Evropa og harvið hava teir fingurin á pulsinum og eru tískil ein trygd fyri, hvat skal til fyri at halda stóðið Gongur rætta vegin Niklas á Líðarenda sigur, at tað Mynd: Eyðun Klakkstein hevði verið kærkomið, um aðrir dómarar royndu at fáa sær instruktør útbúgvingina — Nú hava vit báðir rætt at vera próvdómarar, men so leingi sum vit skulu taka okkum av frálæruni, so fer tað ikki at bera til hjá okkum eisini at vera próvdómarar. Sum í øllum øðrum útbúgvingum, so er tað eisini galdandi í hesari útbúgvingini, at próvdómarin skal koma úti frá Niklas á Líðarenda heldur, at dómaraparturin í føroyskum fótbólti hevur ment seg seinnu árini, og hann roknar við, at omanfyri nevnda eisini fer at koma upp å plåss: — Tað eru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, at flestu dóm- ararnir vóru aktivir spælarar Nú eru tað fleiri, sum taka dómarauppgávuna á seg, tá teir eru givnir at spæla, og vit hava eisini fleiri dómi um, at ungir menn seta dómingina fremst, og tað boðar frá góðum. Skal nakað spyrjast burturúr, so skal uppgávan takast í álvara og ikki bara vera ein viðfáningur, og tað haldi eg verður, heldur ann- ar av nýggju lógtulkarunum jh Sosialurin - vit vid ti føroyska itrottinum