hósdagur 9. apríl 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Nr. 68 — 9. APRÍL 1998
Múrurin ikki umbyggjast til brúksbygning:
Skal varðveritast
i verandi liki
Endalig avgerð er nú tikin um fram-
tíðar varðveitingina av Kirkjubómúr-
inum. Ívan Johannesen, landsstýris-
maður í mentanarmålum, hevur gjørt
av, at spurningurin um varðveitsluna
av Múrinum verður loystur við eini
ætlan í tveimum stigum, stendur í tíð-
indaskrivi frá landsstýrismanninum
Eftir at løgmaður tann 8.
desember í fjør staðfesti, at
Múrurin er eitt friðað forn-
minni, hevur spurningurin
um framtíðar varðveitsluna
av Kirkjubømurinum verið
til viðgerðar í Undirvísing-
ar- og mentamálastýrinum
Viðgerðin er nú liðug, og
Ívan Johannesen, landsstýr-
ismaður í mentanarmålum,
hevur í dag gjørt av at á-
leggja Føroya Fornminnis-
savni sum skj ótast
* at seta bráðfeingis
verndartiltøkini, sum
Føroya Fornminnissavn
ådur hevur mælt til, i
verk,
* at seta arbeiðsbólk at
fyrireika hugskotskapp-
ing við tí endamáli at
finna fram til eina var-
andi loysn av verndar-
spurninginum í sam-
bandi við Kirkjubómúr-
in
Avgerð landsstýrisins bygg-
ir á tilráðingar frå Føroya
Fornminnissavni og savn-
sins sakkønu rådgevarum, å
løgtingslåg um fridan av
fornminnum, å tilmæli, dag-
fest 25.11.1997, hjå Forn-
minnisnevndini til løgmans
at stadfesta, at Mururin er
friðaður og á staðfesting
løgmans, dagfest 8.12.1997
av tilmælinum hjá Forn-
minnisnevndini. Fornminn-
issavnið hevur í sambandi
við tað trupla málið um
varðveiting av Múrinum
leitað sær hjálp frá forn-
minnamyndugleikunum í
Danmark og Noregi. Anti-
kvariska viðgerðin av mál-
inum um Kirkjubemúrin er
farin fram í einum arbeiðs-
bólki við umboðum fyri
nevndu myndugleikar og
Konservatorskúlan í Keyp-
mannahavn. Um Múrurin
skal verða varðveittur sum
tað ektaða — originala —
miðaldarminni, hann er,
eigur sambært tey sakkønu
at verða farið fram soleiðis
í tveimum stigum:
Fyrsta varðveitingarstig:
Tryggingar- og konserver-
ingstiltøk eiga at verða sett
í verk sum skjótast at fast-
halda Múrin í tí líki, hann
nú er. Hetta tiltakið fevnir
um tryggingar- og konser-
veringstiltøk, ið eru ætlað
at fara fram yvir eitt áramál
og verða byrjað við, at ein
bráðfeingisverja verður sett
yvir múrkrúnuna við tí
endamáli at forða regni og
vindi og harvið fremja
neyðuga spakuliga turking
av múrverkinum, at stuðla
leysum pørtum av múrinum
og harumframt at bera ar-
beidspallar. Visindaligar
rannsóknir verða framhald-
andi gjørdar.
Annað varðve itingarstig:
Við hugskotskapping eigur
at verða funnið fram til eina
varandi loysn á verndar-
spurninginum, soleiðis at
Páll Patursson frá sjálvbodna áhugabólkinum:
Ætlanin hjá Fornminnis-
savninum eitt skrimsl
Síðsta orðið er ikki sagt enn um framtíðina hjá Múrinum í
Kirkjubø, hóast Landsstýrið hevur tikið eina endaliga av-
gerð. Í Kirkjubø harmast tey um avgerðina og eru sann-
førd um, at hon ikki als ikki fer at rigga
Tur KJØLBRO
Endalig avgerð er nú tikin
um framtíðar varðveitingina
av Kirkjubømårinum. Tað
er landsstyrismadurin i
mentamålum, Ivan Jo-
hannesen, sum hevur gjørt
av, at varåveitslan verður
loyst í tveimum stigum. Tað
førir við sær, at verkætlanin
hjá sjálvbodna áhugabólki-
num við J. P. Gregoriussen,
arkitekti, á odda, sum varð
kunngjørd í januar í fjør,
verður ikki gingin á meti
Páll Patursson, bóndi í
Kirkjubø, er ein teirra, ið
hevur sitid í sjálvbodna á-
hugabólkinum. Bólkurin
hevur í brævi til landsstýris-
mannin í mars í ár mælt til
at seta ætlanina í verk
— Mær hevur ongantíð
dámað ætlanina hjá Forn-
minnissavninum. At klæða
Múrin í eina slíka konstruk-
sjón verður ikki gott og tað
fara teir heilt vist at angra
Vit høvdu eina góða, reint
føroyska verkætlan, ið loys-
ir allar trupulleikarnar í
Múrinum. Men vit virða, at
tað eru myndugleikarnir, ið
ráða, sigur Páll Patursson.
Í tveimum
Ætlanin, ið landsstýrismað-
urin í mentamálum nú fer
at seta í verk, er í tveimum
stigum. Í fyrstu atløgu í erða
bráðfeingis verndartiltøk
sett í verk, sum Feroya
Fornminnissavn hevur mælt
til, og í aðru atløgu verður
ein arbeiðsbólkur sett at
fyrireika hugskotskapping
við tí endamáli at finna fram
til eina varandi loysn. Av-
gerðin úr Landsstýrinum
byggir á tilráðingar frá Før-
oya Fornminnissavni og
sakkøna ráðgeving úr Før-
oyum, Danmark og Noregi.
- Okkara verkætlan
byggir eisini á sakkgna ráð-
geving, bæði føroyska, isl-
endska, dansk og norska.
Vit hava tosað við nógv
fólk, til dømis íslendska ar-
kitektin, Tórstein Gunnars-
son, sum hevur staðið fyri
umvælingini av eldri bygn-
ingum í Íslandi og danan
Exner, ið hevur staðið fyri
umvælingini av Kolding
Hus. Og okkara ráðgevarar
siga tað øvugta av tí hesir
siga. Tað verður bara pá-
standur ímóti pástandi.
Tað er einki dulsmál, at
undanfarni landsstýrismað-
urin í mentamálum, Sámal
Petur í Grund, gjørdist rætt-
iliga hugtikin av verkætl-
anini hjá áhugabólkinum í
Kirkjubø og enntá åsetti ein
dag, tá ið ætlanin kundi
verða liðug. Nevniliga til
1000 ára hátíðarhaldið fyri
kristnanini av Føroyum.
— Hann dugdi at síggja tað
skilagóða í okkara ætlan.
Tað er ikki satt, sum tað
verður sagt í endaligu av-
gerðini hjá hesum landsstýr-
ismanninum, at okkara ætl-
an skaðar Múrin. Hon nem-
ur als ikki við Múrin. Sum
eg dugi at síggja, verða teir
noyddir at bora tvørtur í-
gjøgnum Múrin fyri at
leggja hesa konstruksjónina
á og tað nertir sanniliga
Múrin. Teir mótsiga sær
sjálvum alla tíðina, sigur
Páll Patursson.
Fornminnissavnið og sak-
kønu tess hava mælt frå at
geva loyvi til verkætlanina
hjá áhugabólkinum í
Kirkjubø, har Múrurin
verður bygdur um til brúks-
bygning. Sambært teirra
sannføring stríðir tað ímóti
lógini um friðan av forn-
minnum og tað fer eisini at
skaða Múrin sum forn-
minni.
— Múrurin hevur verið
brúktur fyrr. Nógvir lutir,
sum eru í Kirkjubø og aðra
staðni, stava frá Múrinum
og teir eiga at koma aftur í
Múrin. Tað er vanvirdiligt,
at til dømis Kirkjubøst6lar-
nir, sum koma aftur til Før-
oya í ár, skulu í eitt trota-
búgv av einum møblahandli
í varðsveitslu. Tað er í øllum
fórum ikki eitt virðiligt stað.
Lutirnir eiga at vera har, teir
eiga heima og vit kunnu
ikki góðtaka annað, sigur
Páll Patursson.
Kapping
Hóast landsstýrismaðurin í
mentamálum hevur tikid
eina endaliga avgerð, hava
kirkjubefólk ikki mist vón-
ina um, at teirra verkætlan
kemur fram í ljósmála aftur.
Ahugabólkurin ætlar sær at
taka lut í hugskotskapping-
ini við verkætlanini.
— Vit hava broytt hana eitt
sindur, síðani hon varð løgd
fram alment og tað er eftir
ynski frá ymsum fólki. Tað
Múrurin verður vardur móti
framhaldandi niðurbróting
frá veðurlagnum í eini óav-
markaðari framtíð. Til
formgeving av endaligum
verjutiltøkum yvir og kring
Kirkjubømiirin hevur lands-
styrismadurin tikid undir
vid tilmælinum um at skriv-
að verður út hugskots-
kapping, grundað á krøv,
ið eru sett av fornminna-
myndugleikunum. Forn-
minnissavnid og sakkønu
tess eru fullvís í, at tað ber
til at útforma varandi verju-
tiltók, sum verja múrin utt-
an at skemma hann ella um-
hvørvid.
I sambandi vid avgerdina
um Kirkjubømurin hevur
landsstýrismaðurin sam-
stundis gjørt av ikki at geva
loyvi til verkætlan hjå ein-
um sjålvbodnum åhuga-
bólki v/ J. P. Gregoriussen
o.ø., um umbygging av
Kirkjubømiurinum. Forn-
minnissavnid og sakkønu
tess hava mælt frå at geva
loyvi til verkætlanina hjå
sjålvbodna áhugabólkinum
(Verkætlan 97). Tey sak-
kønu hava ta åskodan, at
ætlanin hjá áhugabólkinum
at umbyggja Múrin til ein
brúksbygning fyri tað fyrsta
stríðir ímóti lógini um frið-
an av fornminnum. Fyri tað
annað hevdi ætlanin verið
til skaða fyri Múrin sum
fornminni. Undirvísingar-
og mentamálastýrið tekur
undi; við sjónarmiðunum
hjá Fornminnissavninum og
tess sakkønu. Avgerðirnar
eru fráboðaðar viðkomandi
pørtum og stovnum, stend-
ur í skrivi frá Ivan Johanne-
sen, landsstýrismanni.
Seinasta orðið er ikki sagt í drúgva kjakinum um framtíðina
hjá Múrinum í Kirkjubø. Hóast áhugabólkurin úr Kirkjubø
hevur tapt í fyrsta umfari, heldur hann á at stríðast, sigur
Páll Patursson
sum kann tykjast løgid er,
at tað er eingin, ið setir
spurnartekin til ætlanina hjá
Fornminnissavninum, men
bara okkara. Hvør sigur, at
teirra ætlan heldur í øllum
veðri. Sum eg dugi at
síggja, skulu fleiri hundrað
plátur leggjast á Múrin og
fáa vit eina ódn sum í 1988,
kann eg ikki ímynda mær,
at konstruksjónin fer at
halda. Ein slík ódn kann
koma aftur, nær tað skal
vera. Vit eiga bara ein Múr
og dettur hann niður, fæst
hann ikki aftur, sigur Páll
Patursson.
Síðsta orð ikki sagt
Kjakið um íramtíðina hjá
Múrinum í Kirkjubø, mæt-
asta fornminninum í landi-
num, er ikki av enn hóast
landsstýrismaðurin í menta-
málum hevur tikid eina
endaliga avgerð.
- Mær kunnugt skal
Fornminnissavnið hava
loyvi frá ymiskum mynd-
ugleikum, skal teirra ætlan
setast í verk, sóknini. frið-
ingarnevndini, og ødrum,
og mær vitandi er eingin
fyrispurningur komin, sigur
Påll Patursson.
— Hóast vit virða, at ment-
amálaráðharrin ræður, er
síðsta orð ikki sagt í hesum
mali enn. Eg kundi hugsað
mær, at ein ógegnig nevnd
varð sett, sum setti spurn-
ingar fram til báðar partar,
áðrenn farið verður undir
hesa ætlanina. Hon kundi
verið mannað av føroying-
um, verkfróðingum, arki-
tektum, arkeologum og gðr-
um og á tann hátt kundu vit
fingið svar uppá nógvar
spurningar. — ikki minst til
hatta skrímslið av eini kon-
struksjón, ið ætlanin er at
leggja á Múrin, sigur Páll
Patursson at enda í viðtali.
|
|