Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 68 — 9. APRÍL 1998 dómi? — Landssjúkrahúsið hevur ongan góðan átt síðan 1989. Eftir hetta hevur tað bert gingið afturá, sigur Jo- an. Sum nú er siti eg sum formaður fyri allar sjúkra- systrar í Føroyum. Um eg hevði sitid í tinginum, kundi eg arbeitt fyri øll starvsfólk- int innan heilsuverkið. — Ikki soleiðis,at eg vildi gloymt sjúkrahúsini í Klak- svík og í Suðuroy, men eg havi varhuga av, at á teim- um smáu sjúkrahúsunum gongur betur, hóast tey eis- ini hava tørv á stórri jåttan- um. — Trupulleikin er, at vit ikki hava skipadan heilsu- politikk, sum miðvíst setur út í kortið, hvat vit vilja gera á sjúkrahúsgkinum í Før- oyum. Sjúkrahúsini eru ikki bygd til starvsfólkini Sjúkrahúsini eru ikki bygd til starvsfølkid, men til tey sjúku. Har skulu vit øll fara at fáa viðgerð og røkt, um vit verða sjúk Tá kjak er um Lands- sjúkrahúsið, so snýr tað seg ongantíð um góðsku á røkt og viðgerð, men altíð um samsarv ella vantandi sam- starv á stovninum, ella um vit skulu hava fleri sergrein- ar. — Vit áttu heldur at tosa um at fáa tað at virka, sum longu er á Landssjúkrahúsi- num, tí vit kunnu ongantíð hava allar sergreinar í Før- oyum. Tað hava vit ikki ráð til. — Skal Landssjúkrahúsið virka sum eitt sentralsjúkra- hús? — Ju, avgjørt er Lands- sjúkrahúsið eitt sentralsjúk- rahús, men trupullekin er bert, at har er eingin stýring. — Kundu vit fingið eitt orðaskifti í lag um, hvat vit vilja við Landssjúkrahús- inum soleiðis, at allar partar kundu sagt sína hugsan, kundi tað býtt um støðuna, sigur Joan Ziskason, og vís- ir á afturvendandi trupul- leikarnar. Tað er á hvørjum ári í desember mánað, tá jåttanin á Landssjúkrahúsi- num er uppbrúkt, og tosað verður um at siga fólki upp. — Tá tað hendir at játtanin ikki heldur, átti tað at fingið avleiðingar fyri tann ella tey, sum hava gjørt so stóran roknifeil. — Sjålvandi ber ikki til at siga vid årsbyrjan, hvussu nógv fólk verða sjúk, men tað er ikki einasti trupul- leikin, sigur Joan Ziskason. Oli veit ikki hvat hanntosar um — Tað harmar meg tí at hoyra Ola Breckmann á tingsins rødarapalli tosa um og havast at teimum »Hvit- kitlaðu = klandursvættun- um“, tá vit vita, at júst hesi brúka alla orku at fáa tey sjúku at kenna seg trygg, sigur Joan Ziskason. Hon heldur at slík úttala best prógvar, hvussu lítið tingmenn kenna til sjúkra- húsviðurskifti. Tað kundi hon hugsað sær at gjørt nak- að við. tíðindablaðið SN Lætnaði hjá F iskasøluni: Vit sluppu heilt biliga hesuferð Fiskasólan slapp næstan snikkaleys burturúr útflutningsruðuleikanum um vikuskiftið. Men tað var bara tí, at allar umstóður vóru okkum til vildar. Men at tað trúvirðið vit hava mist, kann ikki gerast upp í pengum AKI BERTHOLDSEN — Vit eru slopnir serstakliga væl fyri burturúr hesum ruðuleikanum. Nógv betri, enn vit høvdu væntað. — Men tað var bara tí, at umstødurnar av berari tilvild vóru so ótrúliga hepnar, at alt gekk við okkum... A Fiskasøluni eru tey lætnað um hjartað. Tí tey fáa ikki tey endur- gjaldskrøvini, sum tey høvdu fryktað fyri eftir, at útflutningurin seinasta viku- skiftið fullkomiliga mis- eydnaðist við tað, at Blikur fekk maskinskaða og at av- loysaraskipið ikki fór úr Før- oyum fyrrenn seint seinna- partin leygardagin. Av tí sama var feskur fisk- ur fyri einar 15 milliónir ov seinur á marknaðin og tí var væntandi, at útflytararnir fóru at fáa stór endurgjalds- krøv. — Men tad tykist sum um vit yvirhøvur ridu stormin av-hesuferð, hóast hetta gav útflytarum og seljarum í Fø- royum ómetaliga nógv stríð, sigur Kári Danielsen á Fiskasøluni, sum átti fittan part av tí feska útflutning- inum. — Eg haldi, at vit hava takl- að hendan trupulleikan ótrú- liga væl. Men tað er eisini tí at kundar okkara hava víst serstakliga stórt forstáilsi, leggur hann afturat. Hann sigur so at so at siga ongar reklamationir koma fyri hetta >bragdið< — Men í vissum fórum hava vit verið noyddir at slaá av prísinum. — Tilsamans verður av- slátturin = tó niðanfyri 100.000 krónur, so tað var ein bøtiligur skaði. Men Kári Danielsen sig- ur, at hetta bøtir ikki um tað sannroynd, at flutningurin er ov vånaligur. — Tad besta hevdi verid flutning vær, triggjar ferðir um vikuna. — Men tað kann ikki verða talan um at hugsa um aðru ella triðju fráferðina úr Før- oyum fyrrenn vit hava fing- ið tað fyrstu at virka 100%. Alt var til vildar Kári Danielsen sigur, at ein- asta grund til at vit sluppu so væl burturúr hesum, er, at allar umstødur vóru við okkum. — Fiskurin var sera góður av ti, at tey flestu skipini høvdu havt stuttar túrar. — Somuleiðis hevur drúgvt verkfall nýliga verið i Is- landi og harafturat vóru tveir flúgvarar úr Íslandi við fiski til Týsklands eitt sind- ur seinkaðir. — Alt var til okkara fyri- mun. Tí av tí sama var ikki so nógvur fiskur á marknað- inum, sum tað plagar at vera. — Men høvdu umstødur- nar verið vanligar, høvdu av- leiðingarnar verið nógv ålv- arsligari, tí so høvdu teir fingið fatur á fiski aðra- staðni, sigur fiskasølumad- urin. Tó heldur Kári Danielsen, at tað trúvirðið, vit hava mist av hesum, kann ikki gerast upp í pengum. — Vit hava roynt at komið Utflutnings-ruðulleikin hetta vikuskiftið fær ikki so álvarsligar avleiðingar, sum fryktandi var fyri men tað var bara tí, at allar umstóður vóru til okkara fyrimun djúpari niður í detarlliðini og at sleppa undan onkrum millumlidum Men vandi er þ hetta fer fyri bakka, tí frykt andi er fyri at teir kundarnir heldur fara at halda seg til teir seljarar, har teir eru viss ir at fáa vøruna Ti tað fyrsta av øllum, ein kundi spyr eftir, er le eringartrygdin, síðani spyr hann eftir dygdini og at enda spyr hann um prisin. — Ti er leveringartrygdin alfa og omega tå ið vit hava við feskan fisk at gera,sigur Kåri Danielsen. Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins: Ikki uppvandur at føra meg fram Sjálvandi er tað óheppið, at tjóðveldisveljarar peika á ein javnaðarmann sum lógmann, men tað er ikki persónar tað snýr seg um, men politikkur TURIÐ KJØLBRO Sambært veljarakanningini hjá Sjónvarpi Føroya fær løgmansevnid hjá flokki- num, ið verður spåddur størstu framgongdina, Tjóð- veldisflokkinum, minstu undirtøkuna. Bert 2 prosent av teimum, ið hava tikið lut í kanningini, vísa á Heina O. Heinesen sum løgmann. — Tað taki eg ikki í so stórum álvara, tí tað er bara ein veljarakanning. Løg- madur verdur ikki valdur beinleiðis av fólkinum. Hetta eru nærum amerik- anskir tilstandir, at fólk bjóða seg fram á henda hátt. Eg dugi ikki at síggja, at Jóannes Eidesgaard skal vera betri egnaður sum løg- maður enn til dómis Henrik Old fyri at taka eitt dómi. Tað er floksapparatið í Javnaðarflokkinum, fjøl- miðlarnir umframt nøkur, ið sjálv ætla sær fram, sum seta Eidesgaard fram sum tann stóra statsmannin, sig- ur Heini O. Heinesen. Ivi um Heina Heini O. Heinesen hevur verið í politikki í nógv ár og líka síðani hann gjørdist formaður í 1994, hevur flokkurin havt eina javna framgongd. Á valinum i 1994 fekk flokkurin 13,4 prosent, men longu eitt ár seinni varð hann í eini velj- arakanning spáddur til at eiga undirtøku millum 21,2 prosent av fólkinum og í veljarakanningini beint upp undir Fólkatingsvalið 25,2 prosent. Men flokkurin hev- ur havt innanhýsis trupul- leikar og líka síðani, Heini gjørdist formaður, hevur ivi verið sáddur í flokkinum um hann sum leiðara. — Tað er sjálvandi óhepp- ið, at flokstingið hjá Tjóð- veldisflokkinum kemur við eini yvirlýsing, ið sigur, at vit einki løgmansevni hava — eftir at eg eri valdur til formann. Og ikki minni, at tjóðveldisveljarar peika á eitt javnadarløgmansevni. Men eg eri ikki uppvandur við at føra meg soleiðis fram sum onnur gera. Eg eri ikki tann mest eleganti og fotogeni = á sjónvarps- skíggjanum og dugi ikki líka væl at koma við stuttum svarum, tá ið spurt verður. Hinvegin vil eg ikki spæla sjónleik fyri veljaranum, tí tað er politikkurin hjá flokkinum, tað ræður um, ikki persónar. Aðrir politik- arar eru oftari at síggja og hoyra í fjølmidlunum, Jóan- nes Eidesgaard hevur nógv- ar ferðir oftari verið frammi enn eg. Vit hava eitt greitt stavnhald, nógv góð valevni og eru fús at leiða eina kom- andi samgongu. Eg eri ikki bangin fyri at taka við landsins leiðslu og sum er dugi eg ikki at síggja, at eg havi nakran kappingarneyta í flokkinum. Eisini eru tey nógv, ið síðstu tíðina hava heitt á meg um at taka við fiskivinnumálum í einum komandi landsstýri, sigur Heini O. Heinesen. Herðaklapp Heini O. Heinesen fekk eitt herðaklapp á Fólkatings- valinum herfyri, tá ið hann fekk 1200 persónligar at kvødur — hitt løgmansevnid í Norðuroyggjum, Anfinnur Kallsberg fekk 300 persón- ligar atkvødur. — Eftir mínum tykki er tað ongantíð komið greiðari fram, hver er leiðari í flokkinum. Tað vera veljar- arnir í Norðoyggjum, ið gera av á løgtingsvalinum, hvussu stóra undirtøku eg fár Hóast spáddur at fáa ann- an Folkatingsmannin og 25 prosent av veljarafjøldini, gjørdist endaliga urtøkan bert 20 prosent. Var orsøkin ikki, at flokkurin ikki heyði eitt greitt løgmansevni — Orsøkin til úrslitið var, at Finnbogi Isakson spældi út við javnadarpolitikki og at Jóannes Eidesgaard spældi út við y6dveldispoli- tikki, sigur Heini O. Heine- sen at enda.