hósdagur 9. apríl 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Vísir atfinningum frá sjónleikarum aftur:
Vit kunnu ikki
betala fyri at
hava folk inni
Høvdu øll havt
studlad mentan-
arlivinum i Vågi
so væl sum ar-
beidsmannafel-
agið Framtíðin,
hevdi staðið betri
til.
AK! BERTHOLDSEN
— Sjónleikarar í Vági hava
saktans fingið góðar semdir
frá Arbeiðsmannafelagnum
Framtíðini
— Men vit kunnu ikki be-
tala fyri at hava fólk inni
— Skilja tey ikki tað,
mugu tey finna sær onnur
hel:
Kári Jacobsen, formaður-
in í arbeiðsmannafelagnum
Framtíðini í Vági vísir
harmur atfinningunum frá
sjónleikarum í Vági aftur
Leikarar úr Vágs sjón-
leikarfelag hava vant sjón-
leik í tríggjar mánaðir og
skuldu eftir ætlan hava
frumframførslu 18. apríl
Tey hava vant i Framtíð-
ini, sum er húsið hjá ar-
beiðsmannafelagnum
Framtíðini í Vági
Men tey søgdu, at tey
fingu so vánaligar sømdir
frá Framtíðini, at tey máttu
gevast við leikinum, hóast
alt var klárt til framførsl-
urnar
Tey hava leigað Framtíð-
ina fyri 200 krónur, hve rja
ferð tey hava vant
Men ongin varmi hevur
verið i håsinum og at venja
sjónleik i húsakulda kundu
tey ikki bjóða fólki.
Fyri at tey skulu fáa
varma, kravdi formaðurin í
Framtíðini 400 krónur í
leigu hverja ferð tey vandu.
Afturat tí betaltu tey 700
krónur fyri hverja fram-
førslu og tå var húsið heitt.
Tað høvdu tey ikki ráð at
betala og tí góvust tey
Passar ikki
Hesum atfinningum vísir
formaðurin í Framtíðini,
Kári Jacobsen, harmur aft-
ur
--Eg haldi ikki, at tey hava
fingið so vånaligar sømdir.
— Men tey mugu eisini
skilja, at vit kunnu ikki be-
tala fyri at hava fólk inn, tí
tað hava vit ikki ráð til sigur
hann.
Kári Jacobsen sigur, at
tað er ikki rætt, at ongin
varmi var í húsinum.
— Men tað er rætt, at húsið
var ikki so heitt, sum vanl-
igt, tí varmin var skrúvaður
eitt sindur niður
— Tó hevur sjunturin stað-
ið so mikið høgt, at tað er
blivið heitt í erva, har tey
hava vant.
— Hetta hava vit góðtikið,
hóast tað av réttum ikki átti
at verið uppi í teimum 200
krónunum, tey skuldu be-
tala, sigur Kári Jacobsen
— Harafturat hava tey havt
lykil tíl húsið, so tey eru
sloppin inn í góðari tíð at
seta ovnarnar frá.
Fingu tað bíligari
Men Kári Jacobsen sigur, at
tað, sum fekk bikarid at
flóta yvir hjá honum, var,
at sjónleikararnir gingu inn
í fýrrúmið at skrúva sjuntin
fult frá.
— Eg gjørdi vart við tað,
men tað endurtók seg
kortini
— Fyri at sleppa undan
hesum samdust vit um ein
hægri prís fyri at tey kundu
fáa fullan varma.
— Vanliga betala fólk 600
krónur fyri at hava tiltøk í
húsinum, men eg bjóðaði
teimum kortini húsið fyri
400 krónur, við fullum
varma.
— Hårafturat plagdu tey
fáa tað fyrstu sýningina fyri
einki.
Kári Jacobsen sigur, at
sjónleikararnir harafturat
hava brúkt húsið, sum tey
hava viljað.
— Tey hava báði málað og
smíða, og hvat veit veg,
uttan at betala nakað sum
helst.
— At tey ikki kundu taka
av hesum tilboði, gerst so
ikki við. Men longur niður
í prísi hava vit ikki ráð at
Nr. 68 — 9. APRÍL 1998
fara, tí tað er ikki Framtíðin,
sum stendur fyri sjónleik-
inum. Tey kunnu ikki rokna
við at fáa vanligan stovu-
varma fyri 200 krónur.
— Og táið tey siga, at hús-
ið hevur kostað 200 krónur
hverja ferð, so er tað eisini
rætt at leggja afturat, at hig-
artil í ár hava vit ikki fingið
eitt oyra...
Rudda ikki aftaná sær
Kári Jacobsen fýlist eisini
á, at sjónleikararnir hava
ikki hava hildið húsareglu-
gerðina um, at húsið skal
latast aftur í sama standi,
sum tað var, táið tey komu
í tað.
— Ta reglugerðina hava
tey ongantíð skeitt í, tí tað
vanliga hevur verið, at eg
havi verið noyddur at brúkt
nógva tíð uppá at rudda báði
kok og sal aftaná tey, og tað
er heldur ikki meiningin.
Hava stuðlað væl
Men kundi arbeiðsmanna-
felagið ikki stuðla mentan-
arlívinum í bygdini so
frægt, at tey fingu húsið fyri
ein symbolskan prís?
— Høvdu øll feløg havt
stuðlað ymsum tiltøkum í
Vági so væl sum Arbeiðs-
mannafelagið Framtíðin,
hevði tað verið eitt ríkari
mentanarlív í bygdini enn
tað er.
— Okkara partur liggur
ikki eftir, sigur Kári Jac-
obsen.
Skuldu fáa tað síðsta uppá pláss í gjár
— Teir trupulleik-
arnir, sum vóru á
Drelnesi, eru nú
loystir. Vit ganga
út frá, at Norr-
øna verður sett í
suðuroyarsigling-
ina triðja páska-
dag, sigur stjórin
í Smyril Line.
Men á miðdegi í
gjár var leigu-
sáttmálin ikki
undirskrivaður
undir
AK! BERTHOLDSEN
Í gjár var ætlanin at fáa tað
síðsta uppá pláss so at Norr-
øna kundi setast í sudur-
yyarsiglingina triðja páska-
dag. sum ætlað
Oli Hammer. stjóri i
Smyril Line sigur, at avtalan
er. at Norrøna skal rekja
suðuroyarsiglingina frá 14
apríl, Imeðan Smyril er á
slerptstød ul efurlit og um
--
MNSSENDERSNSRENERRERSERRRe
i
ed TRIER SNAR KS R
HP sm
7 SMYRIL-LINE
Í gjár skuldi seinasta hondin leggjast á leigusáttmálan ímillum Smyril Line og Landsstýrið so at Norróna kundi verða
… INN
sett i suðuroyarsiglingina 3. páskadag. Trupulleikin við atløgplåssinum á Drelnesi er eisini loystur
vælingar
A miðdegi í gjár v
málin ikki
men nann roknaði við, at
ar sått-
undirskrivaður,
greiða var fingin á teimum
síðstu smálutunum í gjár, so
at sáttmálin kundi verða
undirskrivaður
Hann vil tó ikki siga,
hverjir hesir smálutirnir eru
Men hann sigur, at hann
dugir kortini ikki at síggja
nakran trupulleika og hann
ivaðist ikki í, at endaligi
sáttmálin kom í lag, um ikki
í gjár, so fyrstu løtuna
Stjórin á Strandferðsluni,
Reidar Nónfjall, hevur held-
ur ongar viðmerkingar uttan
tað, at partarnir í málinum
arbeiða við málinum.
Trupulleikin loystir
Ein trupulleiki, sum hevur
verið nevndur í sambandi
við at seta Norrønu í suður-
oyarsiglingina, hevur verið
atløguvidurskiftini á Drel-
nesi.
Atløgubryggjan å Drel-
nesi er 78 metrar. Men
Norrøna er 130 metrar, ella
52 metrar longri.
Tí hevur verið uppá tal at
kommunan hevur verið
noydd at stoypa ein pullart
innanfyri atløgubryggjuna,
sum Norrøna kundi bindast
í. Men tað bleiv av ongum,
tí pullarturin kundi ikki
stadna uppá so stutta tíð, at
hann kundi brúkast beint
eftir páskir.
Men nú er tann trupul-
leikin loystur kortini.
Óli Hammer sigur, at
trupulleikin verður loystur
á tann hátt, at ístaðin fyri at
stoypa cin pullart, verður
eitt hol borað í helluna og
ein stór jarnstong, ella ein
stórur kongur settur í, sum
tolir at Norrøna verður
bundin i