hósdagur 9. apríl 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
000000000L0LLL 0 00 Yngd nr. 6 April 1998 O0O 0 00 0 0 0 0 0 0 0. 0. 0. 09. 0.0
Hanna: "Eg vóni, at eg tá havi fingið eina útbúgving. Eg kundi
tonkt mær at lisið til pedagog og so at arbeitt í eini vøggustovu
Hver veit, tá eigi eg kanska eitt barn!"
Jákup Bogi: “Eg rokni við, at eg tá eri afturkomin úr Danmark.
Allarhelst eri eg í ferð við at fáa mær eitt HF-prógv, og vónandi
spæla eg á |. lið hjá HB tá."
Elin: “Eg vóni, at eg til ta tíð havi liv og heilsu, og at eg
framvegis spæli fótbólt. Tað er ein dreymur at læra til
hárfríðkanarkvinnu, og møguliga eri eg tå útlærd og havi opnað
mína egna klippistovu.”
Hvør veit, um 5 år ber møguliga til framhaldandi at lesa Yngd,
og tá hevði verið stuttligt at funnið hesi trý ungfólkini fram aftur.
Hanna
Útheimurin dregur
Tað er ein sannroynd, at útheimúrin
dregur fleiri og fleiri ungar førøyingar
til sín. Vit kenna flest oll onkran ungan
føroying, ið uppihelduf seg á einum ella
ødrum fjarskotnum stað á knettinum.
Hetta játta Elin, Hanna og Jákup Bogi
eisini. Tey hava øll hug til at fara út um
andoddarnar at royna seg, men tó ikki
il so fjarskotin stoð. Jákup Bogi hevur
wwg til at fara til Danmarkar á ítróttar-
skúla, Elin hevur sera góðan hug til at
ara til London, meðan Hanna hevur
áhuga fyri at fara á ein íslendskan
»ondagarå at arbeiða.
Ikki nóg glað fyri tað vit hava
Ungdémspolitikkur eitur eitt. Hvørji ráð
vildu hesi trý ungfólkini givið teimum
foroysku politikarunum, um tey skuldu
ráðgivið í ungdómspolitikki? Hvat
manglar ungdómurin? Til hetta svaraði
Elin: "Vit ungu hava nokk. Men vit eru
ikki nóg glad fyri tað, sum vit hava!”
Hini skoyttu upp í, at tað eru alskyns
ítróttarmeguleikar (nakað sum tey øll
trý gera sær dælt av), biografur er í
býnum. Ungdómshús er eisini, so tað er
trupult at fáa eyga á, hvat ið tervur er á.
Hvar eru tey um 5 ár?
Yngd spurdi tey trý, hvat ið tey gera um
eini 5 ár. Eru tey langt burturi í heimi,
sita tey á onkrum skúlabonki, ella eru
tey kanska í holt við okkurt heilt annað.