Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

YNGD -blaðið fyri tey ungu Vegna forfall er flogulistin tíverri ikki við í dag ...SOFTY. YNGD ynskir ollum lesarum gleðilig paskir og hópin av paskar- eggum! Nothing to lose Private Parts Manden med Men in Black jernmasken Beverly Hills Kuglen Ninja Flubber Mord I det hvide hus Anaconda 0006ee*o*0a Breakdown Vild med kærlighed Blaðstjórn: Forbandelsen Terji Nielsen. F Off ae TIf.: 11820 Fax. 14720 e-mail: YNGD er við yngdesosialurin.fo har tad hendir! Útg.: Sosíalurin Yngd nr. 6 Apríl 1998 O 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0. 0. 0. 0 0 BokaUMMÆLI “Sundur og Saman." Birgit Arge, fedd í 1952, hevur skrivað bókina, “Sundur og Saman." Bókin er fyrsta ungdómsskald- sega hennara. Perman á bókini er mest sum eitt "patch- work", av einum andliti. Onnur helvtin er ljós, og hin helvtin er myrk. Bókin er um 13-14 ára gamla Niklas. Hann býr saman við mammuni, pápanum og systr- unum, Katrin og Lív. Mamman er heimagan- gandi, og pápin er altíð til arbeiðis. Um morgnarnår hevur hann ikki ein gong tíð til at seta seg niður og eta morgunmat. Niklas hevur ein vinmann, Símun. Símun fær Niklas við til at gera herverk og stjala. Í skúlanum skal Niklas í samarbeiði við Árna, Rúna og Anniku skriva um okkurt land, og tey avgera at skriva um Italia. Árni og Rúni vilja skriva um fótbólt, so Annika og Niklas avtala at metast eftir skúlatíð, so tey kunnu tosa víðari um uppgávuna. Tá ið Annika skal koma til hansara eftir skúlatíð, er hann ógvuliga fjált- urstungin, men Símun er eisini har, og alt gongur væl. Tí hóast Símun ger herverk og stjelur, halda ell hann verða stuttligan. Alt vikuskiftið gongur galið. Leygarkveldið gera Niklas og Símun herverk á bilin hjá pápa Niklas, sum stóð við arbeiðsplássið um nátt- ina. Bilurin stóð á arbeidsplåssinum, tí at pápin var fullur, tá hann kom heim frá ar- beiði. Sunnumorgunin, tá pápin fyri einaferð skyld er í góðum lag, avgera tey:gt fara ein biltår, øll somul. Pápin fer eftir bilinum, men kemur súrur heim, dekkini á bilinum eru hol, og ongin biltúrur verður. Niklas sær, at hann ikki hevur nakað gott av at fylgjast við Simuni, og Niklas avgerð, at hann ikki longur vil hava nakað við Símun at gera“Mánadagin eftir skúlatíð fer Niklas oman á skansan og kastar knívin, sum hann hevur stolið, á sjógv. So fer hann á posthúsið og sendir peningin til handilin, har hann stjól knivin. Og tá skilur lesarin; at Símun í veru- leikanum ikki er vinmaður Niklas, men Nikl- asar ringa síða. Tað er jú eisini tað, ið perman fortelur, eitt andlit við einari ljósari síðu og einari myrkari síðu. - Eg haldi, at bókin er góð, tí hon fortelur, at ell hava eina ringa og eina góða síðu. Eg rokni við, at Niklas hevur tað soleiðis, tí at pápin og mamman kanska ikki altíð eru so góð, Niklas er bara tann “stóri" drongurin, sum klárar alt, hann skal bara verða penur, góður og hampuligur, og kanska tí at familjan ikki er so nógv saman. Bókin vísir eisini, at tað er ikki heilt lætt at blíva vaksin. Bókin er løtt at lesa. Hon er ikki tungt orðað, og støddin er heilt góð, eg meini, bókin er passaliga kløn og løtt. "Sundur og Saman" er ein av teimum bestu bókunum, sum eg havi lisið. Hjør Úr 313) Poppkongurin Michael Jackson er vorðin pápi aftur. Kona hansara, Debbie Rowe Jackson, átti fríggjadagin eina dóttur á Spalding Palm Medical Clinic í Beverly Hills. Gentan, ið vigaði næstan 8 pund, skal eita Paris Michael Katherine Jack- son, tí at hon, sambært foreldrunum, er gjerd í franska hevuðsstaðnum. Frammanundan eiga Michael og kon- an ein son, Prince, ið varð borin í heim 13. Februar seinasta ár. Fyrrverandi barnastjørnan, Macaulay Culkin, ið vit oll kenna frå filmunum “Home Alone”, hevur ætlanir um at giftast. Maculay, ið nú er vorðin 17 ára gamal, heldur saman við 17 ára gomlu Broadway sjónleikaragentuni Rachel Miner, og tey hava í einum tíðindaskrivi boðað frá ætlanunum. Í tíðindaskrivinum siga tey eisini, at tey fegnast um at hava funnið hvenn annan á so ungum aldri. Stórfilmurin “Titanic setur bara enn fleiri met. Í næstsíðstu viku setti hann met við at hava verið mest sæddi filmur í Norður-Ameriku 15 vikur upp í slag. Tað var annars væntandi, at nýggja útgávan av gamla stórfilminum “Grease" við John Travolta og Oliviu Newton-John fór at yvirhála, men so var ikki. "Titanic” hevur nú selt fyri yvir 500 milliónir $ í Norður- Amer- ika.