mikudagur 15. apríl 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A ——
Nr. 69 — 15. APRÍL 1998
tíðindablaðið OMAN
Stórur gravgangur
eftir húsum í Havn
— Eftirspurningurin eftir húsum í Havn er ógvuliga stórur,
serliga húsum í miðbýnum
TURIÐ KJØLBRO
Gongd er aftur komin á set
húsabygging í Føroyum,
serliga í Havn. Báðar ognar-
sølurnar í Havn, SetHúsa-
Søla vid Helga Brekku og
Húsamekling við Jonhard
Dahl-Jacobsen hava ngkur
grundstykki til sølu, nøkur
afturat eru væntandi, men
tær kundu hugsað sær fleiri
- Í løtuni hava vit fimm
grundøki í Havn, men vit
kundu hugsað okkum nógv
fleiri, serliga nærri býnum,
sigur Jonhard Dahl-Jacob
sen frá Húsamekling.
Prísurin uppeftir
Fyri ikki so langari tid síð-
ini var nærum vónleyst at
sleppa av við grundstykki
men eins og prísurin á set-
húsum er hækkaður nóg
u grundstykki somuleiðis
dýrari í dag
Eitt grundstykki, ið
'ur í býnum ella har i
kostar um 300.000
eg2
krónur, í útjaðaranum um
230.000 krónur. Í dag vilja
fleiri heldur byggja enn
KCVDa
tí so lítil munur er á,
hvat tað kostar at by ggja og
keypa. Og lånimøguleikar-
nir eru góðir, rentan hevur
ikki verið so lág í 40 ár og
rentufrådråtturin er 48 %,
sigur Helgi Brekku frá Set-
HúsaSgluni.
Hesum er Jonhard Dahl-
Jacobsen á Húsamekling
samdur í, tað er nærum líka
bíligt at byggja egin hús
sum at keypa. Húsamekling
umboðar Suðuroyarhús,
sum Thormann Vang bygg-
ir. Eftirspurningurin er stór-
ur eftir hesum húsum, fleiri
eru bygd og fleiri verða
bygd afturat — tey flestu í
útjaðaranum í Havn
— Vit hava bygt tvíhús
Inni á Gøtu. Tey eru í tveim-
um hæddum og fara fyri
890.000 krónur, tá ið alt er
froknad uttan tapetisering
Bíligari kann tað ikki verða,
sigurt Jonhard Dahl-Jacob
sen.
Prísurin á sethúsum fór
spakuliga at kvinka upp eft-
ir fyri uml. trimum árum
síðani. Í dag liggur prísurin
í Havn frå 650.00 til 1
millién, nøkur hús fara fyri
meiri, á bygd frá 300.000
til 850.000 krónur. Hvussu
langt og um prísurin hækkar
enn meiri, er ilt at meta um.
— Prísurin á einum húsum
skal liggja nøkulunda á stigi
við tað, eini hús kosta at
byggja. Og vit nærkast
markinum nú, sigur Helgi
Brekku
Móti summri
Eftirspurningurin eftir hús
um og grundøkjum er altíð
størstur út ímóti summri og
nú vit eru farin um summ-
armála, merkja báðar
arsølurnar væl, at
yri-
spurningarnir verða fleiri
Fyrispurningar koma
bæði frá føroyingum uttan-
lands, ofta foreldrum ella
systkjum, sum hyggja eftir
húsum fyri børn síni, ið
skulu flyta heim aftur, frá
barnafamiljum, frá tilkomn-
um, sum helst vilja flyta
nærri býnum og frá útlend-
ingum, sigur Jonhard Dahl-
Jacobsen.
I løtuni hevur SetHúsa-
Sølan einki hús í Havn til
sølu, Húsamekling hevur
fleiri, eini 20 í alt um alt
landið.
— Tað er nógv verri at
selja hús uttan fyri Havnina.
Nógv teir flestu fyrispurn-
ingarnir eru um hús í Havn,
nógvir um hús í miðbýnum,
men á tí økinum vanta vit
hús. Vit skilja ímillum inn-
an- og uttan fyri ringvegin.
Barnafamiljurnar vilja fegn-
ar búgva uttan fyri ringveg-
in, meðan tey tilkomnu,
sum eiga hús uttan fyri ring-
vegin fegin vilja selja og
keypa eini hús nærri bý
num. Men har er útboðið
ikki stórt, sigur Jonhard
Dahl-Jacobsen.
Virðismeting
Tvingsilssølurnar eru sjåld-
samar í dag. Føroya Banki
og Føroya Sparikassi, sum
hava selt hús, ið eru farin á
tvang, hava havt sýnsmann
at meta um virðið á húsu-
num og harvið seta prísin.
— Henda skipanin er góð,
og er ikki samsvar ímillum
tað fólk vilja selja fyri og
tað sýnsmaðurin metir hús-
ini vera verd, tosa vit okk-
um til sættis, sigur Jonhard
Dadl-Jacobsen.
Tey eru fleiri, sum
spyrja seg fyri hjá okkum
um eini hús fyri uml.
600.000 krónur, men í dag
er ógvuliga trupult at útvega
eini slík. Og eru eini til sølu,
fara tey beinanvegin, sigur
Jonhard Dal-Jacobsen
Húsini, ið verða seld í
dag, eru av øllum slag, men
stórsti eftirspurningurin er
eftir håsum, 10 eru uml. 10
åra gomul
— Fólk vilja helst hava, at
husini liggja væl fyri, men
hinvegin støddin hevur eis-
ini nógv at siga. Teir flestu
keypararnir eru ung fólk,
men nógv tilkomin eru
ímillum, ið hava hug at flyta
úr einum ov stórum húsum
í eini minni, sigur Jonhard
Dahl Jacobsen.
Umframt sakfórara-
skrivstovur og ognarsólur,
sum eitt nú SetHúsaSóluna
og Húsamekling, verða
nógv hús og grundstykki
seld privat. Prísirnir á
sethúsum og grund-
stykkjum eru lægri í út-
jaðaranum av Havnini
Tilvildarlig mynd
mín tíðliga
Jógvan bróður ringdi til
ónsmorgunin sjeynda januar og for
taldi, hvat ið hent var. Jónfríð var á
veg niðan á ellisheimi í Auning í nátt
arvakt, har hon var fyri ferðsluvanlukku
vegna svartakálk. Tað ringasta, ið
henda kundi, var hent
Tá ið ein fær slík ófrættaboð, tá
steðgar alt á. Kenslurnar stirðna í einum
skelki. Tað er sum ein pískur, ið slær
og sker djúpt í kenslulívið — og einki
er at gera. Tað er ófatiligt, meinings-
leyst. Tá verður tøgn. Og grátur.
Tíggjundi januar 1998 var ein vakur
dagur í Thorsager. Stilli, vetrarsól og
kalt. Vit vóru til jarðarferð. Okkara
elskaða Jónfríð skuldi jarðast. At vit
skuldu siga farvæl við hana fyri sein-
astu ferð var framvegis ikki til at skilja
Tað var vakurt, men kalt - so kalt.
Ytri, náttúrunar kuldi var í samljóð við
innara sálarliga skjálvtan, stirðnaðu
kenslurnar, tilburðin, sum í einum
hevði lagt seg sum ísur um kenslulívið
hjá okkum øllum. Einki kundi fløva
stirdar sálir. Tað var henda øgiliga
kenslan av tómleika, meiningsloysi,
máttloysi, sorg, sum yvirdoyvdi alt. Har
var eingin uggi
Og tó kundi fagri dagurin kveikja
vøkur minni. Sólstrálurnar, ið kendust
veikt fløvandi á kjålkanum, kundu
minna á hitan, ið strálaði frá smílinum
við glógvandi eygunum — hitan, ið ikki
var meira
Vit, systkini hjá Jógvani, hava kent
Jónfríð alt okkara vaksna lív — heilt frá
vit vóru blaðung. Svigarinna okkara var
sum ein systir fyri okkum. Vit vóru á
mangan hátt hvørjum øðrum lík — til
dømis at dåma væl at sita og práta og
hugna okkum, ofta við kortspæli, í
vikuskiftum til langt út á náttina.
Jónfríð var ein stór persónligheit.
Fyrst og fremst sum hon tók sær av
familjuni. Familjan var hennara eitt og
alt — óansæð, hvat ið annars hendi, so
helt Jónfríð altíð saman uppá familjuna.
Hennara kærleiki var ein stór, savnandi
megi. Samanhaldið og tað sosiala lívið
í familjuni var nakað heilt fyri seg —
sum bæði Jónfríð og Jógvan stóðu aft-
anfyri, hvør uppá sín máta. Tá ið so
miðdepilin í familjuni knappliga er riv-
in burtur — so kenst saknurin so nógv
meira pínufullur, men eg veit at tit,
Jógvan, Beinta, Pauli, Jákup og svig
arbørnini Chris og Hilda, nýta sterka
samanhaldið tykkara millum til at
troysta hvønn annan og tosa saman un
alt, sum farið er fram
Jónfríð var eitt menniskja, sum man
altíð visti, hvar man hevði. Hon var
eitt heilt og heitt menniskja, ein ókúg
andi optimistur, djørv, ærlig, opin og
ekta í øllum, sum hon gjørdi og segði
Hon var nógv avhildin á sínum arbeiðs-
plássum sum sjúkrahjálpari, har hon
legði so nógv av sær sjálvari í arbeiði
— fyrst og fremst í síni umsorgan fyri
teimum gomlu, men eisini sum arbeiðs-
felagi. og álitiskvinna. Sum álitiskvinna
— og nøkur år sum nevndarlimur í
sjúkrahjálparafelagnum — hevði hon
sínar avgjørdu meiningar og tordi
sum í øllum lívsviðurskiftum — at stíga
fram og siga sína ærligu meining — og
so var tað annars líkamikið hvønn tað
var, hon tosaði við. Hon tosaði á sama
hátt við høg sum við lág og hon hevði
virðing og respekt fyri øllum menn
iskjum, sum tey nú einaferð vóru, men
hon tordi eisini at vera ósamd við tey. I
politiskum spurningum var hon altíð
solidarisk við teim minni mentu
Ofta undraði eg meg yvir hennara
eldhuga og talugávur, tá ið tað snúði
Minningarorð um
Jónfríð Dahl
seg um okkurt sosialt ella politiskt mål
sum hon vildi verja. Snúði tað seg um
okkurt órættvísi, so vísti hennara sos
la medvit og áræði seg í hvassorðaðu
og beinraknum meiningum. Við hvert
hevði hon lyndi til at lýsa viðursk
minni fjøltáttað og meira svart/hvítt
men tað var ikk tíð ein veikleik
Umframt at vera ein ster
heit var hon eisini eitt el
iskja. Blíð, hjartalig og t
tann sjáldsam:
lurta eftir
kundi senda tær, hitaði heilt inn í hjarta
røturnar
Heimid hjå tykkum her i Keyp
mannahavn, í Fuglafirði, á Kambsdal
og síðst i Thorsager og Følle Strand
var altíð opið við miklum gestablidni,
hugna, tónleiki og kæti. Serliga á
Kambsdali setti heim tykkara dám á
bygdalívið og var ein miðdepil fyri
samanhaldið bæði hjá vaksnum og
børnum. Jónfríð dugdi so væl at skapa
hugna bæði handaliga og andaliga og
hevði altíð góða tíð til onnur — ikki
minst til børnini. Hon var í essinum, tå
ið hon hevði børn rundan um seg, og
tað hendi ofta, meðan vit enn høvdu
smá børn, at hon skeyt upp, at okkum
tørvadi at fara ut til okkurt spennandi,
sum fór fram í bynum — so slapp hon
at vera barnagenta. Stokkarnir vóru al-
tid frammi, og tad var ikki småvegis,
ið hon gjøgnum árini, umframt til síni
egnu børn, bant til børnini hjá systkjum
systkinabørnum, svigarindum, svágrum
> øorum
Lagdir eru stokkar og tagnad er rødd
in, sum ljómaði so vakurt á nýggj
árinum, tá ið vit seinast vóru saman og
sungu fýraraddað fyri okkara gestum
Eitt stórt menniskja er rivið burtur frá
okkum uppá ein so syndarligan hátt
har lívsstrongurin við eitt og uttan ávar
ing var kvettur, so ein ikki so mikið
sum fekk loyvi til at siga farvæl
Eitt gamalt kinesiskt orðatak sigur
Tú kanst ikki forða sorganna fuglum í
at vera á flogi yvir hevur tínum, men
tú kanst forða teimum í at reiðrast í
hári tínum.
Eg vóni at øll, sum stóðu Jónfríð
næst, fyrst og fremst Jógvan, Beinta,
Pauli og Jákup, foreldrini Palli og Alica
og systkini Delmar, Mortan og Sólfríð
at tit kunnu finna ugga í teimum góðu
minnunum, tit hava um hana, soleiðis
at saknurin og sorgin sum frá líður
og verða til ein vakran minnisvarða
hugahermi tykkara
Elskaða Jónfríð, takk fyri alt
Heiðrað veri minnið
Magnus