Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 15. APRIL 1998 Foroya Banki rindar 200 mill. aftur til samfelagið Í bankanum eru vit heilt greið yvir tær útreiðslur, ið stóðust av at endurreisa bankarnar. Henda upphædd er so stór, at hon kennist eyðmýkjandi. Men vit eru fegin um, at tað nú gongur tann rætta vegin, og at bankin nú kann hjálpa til við at lætta um tær byrðar, sum vórðu lagdar á samfelagið í sambandi við bankaskrædlið, stendur í nevndarfrágreiðingini til aðalfundin í Fóroya Banka, sum var í í gjár. Føroya Banki hevði aftur í 1997 eitt sera stórt avlop upp á 372 mió. kr. fyri skatt Við í avlopinum eru aftur- fluttar burturleggingar upp á 258 mió. kr., sum ikki beinleiðis kunnu setast í samband við árið 1997. Síð- an samanleggingina í 1994 hevur bankin havt eitt saml- að aviop fyri skatt upp á 909 mió. kr Í sambandi við tað stóra avlopið hjá bankanum skulu havast í huga tær stóru — ella sera stóru — burturlegging- arnar, sum vórðu gjørdar í Føroya Banka og Sjóvinnu- bankanum í 1992 og 93. Tap »g burturleggingar vóru 4 mia. kr. í 1992 og 93. Síðan 994 hava vit afturført til- samans 389 kr. netto g henda upphædd er írokn- 3 pið upp á 909 mu rjer } y } i bankin 1€ ersimt endaliga av skrivað sera stórar upp- eddir, ið eru mistar. Síðan 990, tá búskaparliga aftur gongdin byrjaði, hava Før- ya Banki og Sjóvinnu- bankin avskrivad ikki minni enn 3,9 mia. kr. sum tap Bert bankin hevur sostatt havt eitt tap upp å umleid 90 tús. kr. í medal fyri hvønn einasta íbúgva í land- inum — stór sum smá. Men hetta er eitt miðaltal, tí tap- ini hjá bankanum eru yvir- hevur staðfest í millumver- andi við vinnuvirkir Avskrivingar og afturflyt- ingar hava síðan 1990 tyngt burturleggingarkontoina við ulsamans 4,3 mia. kr Hóast tað hevur bankin framvegis munandi burtur- leggingar. Skalt tú vera bak- klókur, so kann tað tykjast, sum um tað á heysti í 1993 var ríkiliga burturlagt í bankunum. Men vert er at hava í huga, at tá ein pen- ingastovnur skal taka stóðu tl tørvin á burturlegging- um, so er vitanin avmarkað um, hvussu búskapurin fer at laga seg í komandi árum Í 1993 vóru soleiðis ongi tekin um ta búskaparligu framgongd, ið byrjaði í 1995, og sum síðan mun- andi hevur minkað um tørv- in á burturleggingum, verð- ur sagt í frágreiðingini. Víð- ari stendur bant — Tá vit líta aftur um bak og hugsa um tær sera stóru — og kanska ov stóru — burt- urleggingarnar, sum vórðu framdar í bankunum á heysti í 1993, so er vert at hava í huga tað mótloysi, sum bant samfelagið niður í 1993. Somuleiðis er vert at hava í huga tað stóra mis- álit, sum tá var á bankaskip- anina. Tað var alneyðugt at vinna álitið á bankarnar aft- ur, um bankarnir skuldu fóta sær aftur. Neyðugt er at hava hetta í huga, tá vit líta aftur á tær stóru burturlegg- ingarnar á heysti í 1993. Tær stóru burturleggingar- nar steðgaðu gitingunum um, at bankaskipanin kundi fara fyri bakka Tær stóru burturlegging- arnar og tørvurin á at útvega bankunum meiri kapital, hevði sum kunnugt við sær, at Fíggingargrunnurin gjørdist høvudspartaeigari í Føroya Banka og Sjóvinnu- bankanum. Hetta skapti eitt nåttårligt grundarlag fyri samanleggingini av bank- unum i april i 1994 I bankanum fåa vit vid- høvrt ta fatan, at skilt verð- ur ikki millum partabræva- býtið í mars 1993 og sam- anleggingina í april 1994. Men partabrævabytid og samanleggingin eru tvey heilt ymisk mål. Kanningarnevndin vid- vikjandi føroyska banka- málinum hevur í síni frå- greiðing gjølliga lýst parta- brævabýtið. Hvørki bankin ella leidsla bankans eiga nakran lut i partabrævabyt- inum, og tí skulu ikki her verða gjørdar viðmerkingar til hetta málið. Rætt at saman Hinvegin heldur leiðsla bankans, at samanlegging- in av teimum báðum bank- unum eftir umstødunum var ein rgtt avgerð. Tey, sum finnast at sam- anleggingini, hava ført fram, at samanleggingin hevur skapt ein einkarbanka i Føroyum. Hesum eru vit i bankanum ikki samd i. Sid- an |. januar 1994 hava sparikassarnir havt møgu- leika fyri ai reka júst sama virksemi sum bankin. Eis- ini kann nevnast, at landa- mørk eru ikki nøkur forðan fyri at reka bankavirksemi. Kundar, sum eru búsitandi í Føroyum, hava eisini møguleika um telefonina, telefaxið ella internetið at fáa avgreitt síni bankavið- urskifti í nærum einum og hvgrjum peningastovni, líkamikið hvar peninga- stovnurin er. Sum fyrr nevnt, hava teir báðir bankarnir í tíðini frá 1990 til 97 avskrivað til- samans 3,9 mia. kr. Megin- parturin av hesi upphædd er avskrivaður eftir saman- leggingina í apríl 1994. Av- skrivingarnar hava verið ein neyðug fyritreyt fyri, at gongd aftur kundi koma á búskapin. Um bankarnir hver í sínum lagi skuldu havt tikið hesi tap í eini kappingarstødu, har tað ráddi um at minka tapini mest møguligt, hevdi hetta tikið drúgvari tíð og verið meira tyngjandi. Afturat hesum kemur, at eftir skrædlið í búskapinum var stórur tørvur á at gera raksturin meira skynsaman, ella sagt við øðrum orðum, at avmarka peningastovnar- narnar. Við ti arbeidsbyti, sum var millum peninga- stovnarnar fram til ársenda í 1993, kom henda byrða í fullan mun at hvíla á bank- unum. Til nýggja banka- og sparikassalógin kom í gildi 1. januar 1994, høvdu bank- arnir alla vinnufiggingina og meginpartin av privatu útlánunum við tí størsta ábyrgdarvandanum, sigur nevndin í Føroya Banka og heldur fram: — Men sparikassarnir nær- um komu óskalaðir úr kreppuni, vóru bankarnir fyri skrædli. Í 1993 vóru Føroya Banki og Sjóvinnu- bankin nógv virknaðir. Tað er neyvan trúligt, at báðir bankarnir hvgr í sínum lagi, høvdu verið førir fyri á sannførandi hátt at koma fyri seg aftur fíggjarliga og bygnaðarliga. Og tað er lítið sannlíkt, at báðir bankarnir hvør í sínum lagi høvdu verið førir fyri at nátt tær sparingar, sum vóru neyð- ugar. Samlaðu útreiðslurnar hjá Føroya Banka og Sjóvinnu- bankanum vóru í 1991 201 mió. kr. Til sammetingar vóru samlaðu útreiðslurnar hjá samanlagda bankanum í 1997 118 mió. kr. Bankin hevur soleiðis minkað út- reiðslurnar 83 mió. um árið. Hetta er ein minking upp á 41 prosent, ella umleið 7.000 kr. fyri hvort húski í Føroyum um árið. Hesi tøl- ini vísa tær sera stóru út- reiðslurnar, sum ein oyðsl- ut og alt ov stór peninga- stovnsvinna hevði lagt á føroyska samfelagið. Stórar útreiðslur fyri samfelagið Føroya Banki og Sjóvinnu- bankin vórðu bjargaðir frá einum veruligum húsagangi í 1992-93. Hetta hevði við sær sera stórar útreiðslur fyri samfelagið. Um bjarg- ingarætlanin var ov dýr og heldur skuldi verið 6gjørd, er ein hypotetiskur spurn- ingur, sum lítil nytta er í at grunda yvir í dag. Men vit í leiðslu bankans halda, at samanleggingin var ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at tað kundi skipast ein skynsom bankavinna í Før- oyum. At varveitt báðar bankarnar hevði gjørt bankavirksemið óneyðuga dýrt og lítið skynsamt, og tað hevði verið við til at økt um samlaðu tapini í samfe- lagnum. Bankin hevur síðan skrædlið í 1992 goldið lut- falsliga lítið í skatti. Vit hava eftir galdandi reglum kunnað framflutt skattliga hallið frá 1992 í upp til 5 ár. Næsta ár skal bankin soleiðis gjalda fullan skatt av - avlopinum. Skattliga hallið varð tó brúkt upp longu í 1997, og eru tí í árs- roknskapinum burturlagdar 29 mió. kr. til skatt. Vit í bankanum eru greið yvir tann skattliga fyrimun, sum bankin hevur havt, síð- an hann varð endurreistur Tað er í hesum sambandi, at nevndin hevur avgjørt at seta fram uppskot um, at út goldnar verða 150 mió. kr eyka av eginpeninginum til partaeigararnar, ið yvir hevur er Figgingargrunnur in frá 1992 — og harvið Før- oya Landsstyri. Nevndin fer seinni i dag at seta fram uppskot um, at partapening- ur bankans verdur nidur- skrivadur vid 75 mi6. kr., úr 175 mió. kr. niður i 100 mió. kr. Eftir uppskotinum verður kapitalnidurskriv- ingin útgoldin partaeigar- unum til kurs 200. Sostatt verða útgoldnar 75 mió. kr. av partapeninginum og 75 mió. kr. av tiltakspeningin- um. Nevndin skjýtur annars upp, at útgoldin verða 10 prosent í vinningsbýti, ella 17,5 mió. kr.. Í skatti, vinn- ingsbýti og kapitalflutningi rindar Føroya Banki soleið- is tilsamans 196 mió. kr. til føroyska samfelagið av av- lopinum í 1997. Hetta eru umleið 16.000 kr. fyri hvort húski. Í bankanum eru vit heilt greið yvir tær útreiðslur, ið stóðust av at endurreisa bankarnar. Henda upphædd er so stór, at hon kennist eyðmýkjandi. Men vit eru fegin um, at tað nú gongur tann rætta vegin, og at bank- in nú kann hjálpa til við at lætta um tær byrðar, sum vórðu lagdar á samfelagið í sambandi við bankaskrædl- ið, stendur í nevndarfrá- greiðingini til aðalfundin í Føroya Banka, sum var í í gjár. A ——————e