Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 2000síða 19

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 tíðindablaðið sosialurin Nr. 105 - 3. juni 2000 36 tíðindablaðið sosialurin Nr. 105 - 3. juni 2000 5 ferðir um vikuna GEVIÐ GÆTUR: Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 25,- kr. pr. mynd í krossaðum kekki fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjalda í avgreiðsluni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á miðdegi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. ❑ Týsd. ❑ Mikud. ❑ Hósd. ❑ Fríggjad. ❑ Leygard. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Tekstur: …………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… MYNDINA AFTUR: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ………………………………………………… Bústaður: …………………………………………… Bygd/býur: ……………………… Tlf.: …………… Sendið lepan, mynd og gjald til: Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76, 110 Tórshavn Merkið bjálvan: »NØVN NÚ« ✁ ✃ 25,- kr. T¿kk Hjartaliga takka vit tykkum, sum á ymiskan hátt gjørdu hjúnabandsdag okkara tann 22. des. 1999 so hugnaligan og ógloymandi. Vinarliga Katrin & Gordon Gó›a elska›a Anita Hjartaliga tillukku vi› 7 ára fø›ingardegnum 5. juni. Ynskir mamma Eisini ein heilsan frá babba úr Danmark Gó›a Hanna Hjartaliga tillukku vi› próv- num sum sjúkrasystir. Ynskja David, Alexander, Kitty og August Best er vestur at fara og ordna ta›, i› ordnast skal. Tillukku vi› 21 ára degnum. Heilsan ein Klax genta Gó›i abbi Hjartaliga tillukku vi› 61 ára degnum, sum er tann 4. juni. Og alt ta› besta í fram- tí›ini. Heilsan Hendis og Pauli Gó›a Hendis Hjartaliga tillukku vi› 9 ára degnum 5. juni. Vónandi hevur tú ein gó›an fø›ingar- dag. Heilsan mamma, babba og Pauli Gó›a Katrin Hjartaliga tillukku vi› teim- um 40 árunum. Alt gott í framtí›ini. Ynskist frá starvsfeløgunum Gó›a Horn Hjartaliga tillukku vi› 40 ára fø›ingardegnum. Ta› er gott at sleppa ein túr av og á, ha? Heilsan stór og smá á Gulu Gó›a Herborg Hjartaliga tillukku vi› 9 ára degnum. Alt ta› besta í framtí›ini. Bestu heilsanir omman, Angeli og Páll Heri Hey, hey!! Kenna tit hesa damuna? Jú, ta› er Maria. Hjartaliga til- lukku á 6 ára degnum. Ynskja Arnfrí› og Diana Gó›a Katrin Hjartalgia tillukku vi› 40 ára fø›ingardegnum. Ynskja vit á “Sílinum” 1980-81 Hey Katrin Tillukku vi› teimum fjøruti 4. juni. Ynskir bindiklubburin Gó›i elska›i Teitur Hjartaliga tillukku vi› 2 ára degnum í dag. Jesus pápi signi framtí› tína. Ynskja omma, Kirstin- gumma, Ninna, fastir og Ey›un Eg royni at vísa, er hon ikki lekkur? Hjartaliga tillukku vi› deg- num tann 2. juni. Heilsan gita hvør? P.S. Skikka tær nú pent Gó›i Steffan Hjartaliga tillukku vi› 3 ára fø›ingardegnum. Heilsan frá okkum í Húsa- gøtu P.S. B‡ttur kann man vera Gó›a elska›a Ásbjørg Hjartaliga tillukku á 1 ára degnum. Ynskja mamma, babba, Bjarni og Ey›un Gó›a elska›a Ása Lukku og gle›i á tínum 3 ára degi 4. juni. Jesus signi framtí› tína. Heilsan mamma, babba, Súni og Sonny Gó›a Bryndis Hjartaliga tillukku vi› 1 ára degnum alt ta› besta. Ynskja omma, abbi og mostur Gó›i gubbi Tillukku vi› degnum. Her er tú lítil og fittur, nú ert tú bara fittur. Ynskja Jens og Anna P.S. Eisini ein heilsan til ommu-didd Hestprent 314 555 LUTASEÐIL LUTASEÐIL 1. Toyota Corolla Hatchback virði 169.400 kr. (Frá Reyni Service) 2. Ferð fyri 2 vaksin og 2 børn við bili Tórshavn-Hanstholm við frítíðaruppihaldi í 1 viku í Danland virði 15.000 kr. (Frá Smyril Line) 3. Gávukort frá Th. Dam á Hálsi virði 10.000 kr. 4. Gávukort frá Shell virði 5.000 kr. 5. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 6. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 7. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 8. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 9. Apex ferðaseðil fyri 1 persón virði 2.800 kr. 10. Føroyskt krov virði 1.000 kr. Drigið verður bara millum seldar seðlar. Drigið verður mánamorgunin 7. august kl. 9.30 á Elektron og lýst í bløðunum 8. og 9. august 2000. Eisini verða vinnaratølini løgd út á heimasíðu: www.sporthal.fo Tórshavnar Ítróttarráð 2000 20 kr. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. Sp/f 2963, Sp/f Vesturleiti›, 350 Vestmanna. Vi›tøkur broyttar: 10.05.2000. Kapitalur: Hækking vi› kr. 40.000,00 til kr. 120.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 40.000,00 til kurs 100. Skráseting Føroya tann 2. juni 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3009 Navn: Sp/f Ognarfelagi› Matr. nr. 268, Tórshavn Adressa: Bøgøta 16, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 30.05.2000 Vi›tøkudato: 30.05.2000 Kapitalur: Kr. 150.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 150.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Bjørn á Heygum, R. c. effersøesgøta 5, 100 Tórshavn og Alfred Petersen, Su›uroyarvegur 8, 100 Tórshavn. Nevnd: Beatrice A. T. á Heygum, R. C. Effersøesgøta 5, 100 Tórshavn (forma›ur), Bjørn á Heygum, R. C. Effersøesgøta 5, 100 Tórshavn, Birna N. Petersen, Su›uroyarvegur 8, 100 Tórshavn og Alfred Petersen, Su›uroyarvegur 8, 100 Tórshavn. Stjórn: Bjørn á Heygum, R. C. Effersøesgøta 5, 100 Tórshavn og Alfred Petersen, Su›uroyarvegur 8, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur tekna› av stjórunum hvør sær ella í felag, ella av allari nevndini í felag. Grannsko›ari: : P/F Grannsko›aravirki› Inpact, R. C. effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 30.05.2000 - 31.12.2000 Endamál: Endamál felagsins er at eiga, umsita, reka og útleiga fastogn, og anna› virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 2. juni 2000 Kristin Balle _____________________ Myten om rigsfællesskabet Sum eg skilji tað, hevur kenda danska bókaforlagið, Lindhardt og Ringhof, biðið Høgna Hoydal um at skriva eina bók til donsku lesarnar um hetta evnið. Tú má undrast um hans- ara arbeiðsevni, alt hann fær á skaftið. Eg keypti ikki bókina fyrr enn ígjár. Hugsaði hon hevði ikki tað nógva av nýggjum at siga mær, men eg fekk annað at síggja og gavst ikki fyrr enn allir teir smáu 24. kapitlarnir, 116 síður, vóru lisnar. Bókin er, hóast evnið kundi gjørst tungt og dreiv- ugt, sera løtt lisin, og bein- leiðis spennandi. Høgni dugir væl at siga eina søgu og gera hana livandi við beinraktum myndum. Sjálvandi byrjar Høgni sum vanligt við landnámin- um, men hann kemur skjótt fram til nútíðina. Vit eru ikki forvand við at kunna Viðmerkingar: Danir upplýsa um Føroyar Um ein føroyingur skrivar til donsk bløð og er fyri full- veldi, kemur tað ikki í. Hetta hava fleiri sagt mær. Sjálvur havi eg ikki roynt tað, tí eg havi hildið tað vera nyttuleyst at siga frá støð- uni, sum eg og meira enn helmingurin av fólkinum síggja hana. Flestu danir vita einki um Føroyar, uttan tað at Føroyar kosta teim- um nógv og gevur teimum nógvar kvalir. Hinir hava eitt glansbílæt, har danir eru gávumildir einglar og før- oyingar fittir óvitar. Sum Jóannes Patursson segði á ólavsøku 1946 við H. D. Joensen: »Teir vilja bara eiga okkum sum kúgv á heimabeiti«. Jú, okkurt kemur í, men tá má ein fittur partur av greinini høgga niður á føroyingar ella sleikja fyri dønum. Dimma skal takkast fyri, at hon í nr. 93 prentar grein eftir sjálvan blaðstjóran á Politiken, Tøger Seiden- faden: »Det færøske lands- styre kan ikke tages alvor- ligt«. »Jeg kender ikke meget til Færøerne« byrjar hann og viðgongur, at tað er, »en spændende og værdifuld del af det land jeg lever i«, og so tað vanliga at vilja føroyingar hava frælsi, skulu teir fáa tað. At enda, aftan á at hava niður- gjørt landsstýrið biður hann okkum: »Og lad så være med at plage os«. Fyrst í mai hevur Week- endavisen stóra grein, Uhellig alliance, skrivað av tí høgravenda (av slagnum frá kalda krígnum) Ulrik Høy. Hann hevur funnið ein føroying, Virgar Dalsgaard, sum hevur verið 40 ár í Danmark, at vera tøkan tápuling ella glaðbeintan frásøgumann. Og tað er ikki hissini frásgnir teir borð- reiða við: »Hoydal-dynasti- et«, um Kjartan Hoydal, pápa Høgna, og beiggjan Gunnar Hoydal. Onnur sleppa eisini upp í part, t.d. Z. Wang og Jóanes Niel- sen. Um Høgna Hoydal verður ikki sagt tað nógva, men tað er hann, teir vilja ráma og fullveldisætlanina. Vit fáa sjálvandi at vita, at hann er føddur í Danmark, og at hann hevur lisið har, at øll hansara barna- og unglinga skúlagongd hevur verið í Føroyum, hevur ongan áhuga. Áhugavert er, at Karsten Hoydal ikki verður viðgjørdur. Jú, at lesa hetta er sum fyrr í tíðini á bygd, tá ið menn brigsl- aðust. Síðst í greinini kemur tó spurningurin (kanska ætlað sum rosinan í pylsu- endanum): »Har Høgni Hoydal også været betaget af kommunisterne?« Ja, han har også været der og var glad for det«. Eg tími ikki at viðgera greinina meir. Hon er tað ikki verd, men satt at siga, hevði eg ikki trúð, at eitt danskt blað, sum nógv halda vera besta ella næstbesta blað danir eiga, kemur sær at fylla eina heila síðu við tílíkum tvassi. Ein av okkara skilagóðu lands- monnum sendi blaðnum eina lítla síðuliga rættleið- lesa um okkara egnu nútíðarsøgu. Dentur verður lagdur á at skriva um níti- árini og heimastýrislógina sum grund undir øllum. Kom at minnast til allar greinarnar, eg goymdi frá hesum tíðarskeiðnum. Nú kann eg blaka tær burtur, tí bókin lýsir gongdina óheft og álítandi. Eisini vísir hann skilagott á tær ymsu grund- irnar fyri, at alt gekk sum tað gekk. Eingir einstakir syndabukkar, men støðan lýst frá meir enn einum sjónarhorni. Bókin er eitt gott íkast til at fáa kjakið um heimastýr- islógina og fullveldi niður á jørðina. At ongin enn hevur kunn- að trivið í eitt lítið brot og afturvíst tí ella víst á, at tað var ikki heilt beint, er næst- an besta prógvið fyri, hvussu beinrakin hann er. Kanska henda herðingin av herferðini móti Høgna persónliga er eitt óbeinleiðis svar uppá bókina eisini í donsku miðlunum. Hóast bókin er skrivað á donskum, mugu skúlarnir brúka hana, tí henni slepst ikki undan, og tað hvussu leikur enn fer fram. Tað eru fleiri kapittul, sum høvdu uppiborið at vera drigin fram, men kap- ittul 19, Kulturens styrke og kapittul 21 Visionerne for en færøsk stat mugu nevn- ast eisini fyri at vísa á, at bókin fevnir um meir enn nítiárini og »Ríkisfelags- skapin«. Uttan mun til hvat tú heldur um fullveldismálið ella Tjóðveldisflokkin og persónin Høgna Hoydal vil eg mæla øllum hugsandi føroyingum til at lesa bók- ina. Hon kostar bara 132 kr. At lesa ein vælskrivaðan tekst er altíð stuttligt. Steinbjørn B. Jacobsen ing, men hon kom sjálvandi ikki í. Nei, vit mugu ikki bara fáa fullveldi, men reint lýðveldi, republik. Sjálv- andi skulu vit gera hesar samráðingarnar lidnar, men longu nú fyrireika samráð- ingar á hægsta stigi við okk- ara næstu grannar: Skot- land, Ísland og Noreg. Hinumegin Oyrasund ligg- ur tað framkomna Svøríki. Hesi lond eru minst líka framkomin sum Danmørk. Hví fara yvir um ánna eftir vatni? Hasi sekshundrað árini kunnu ikki brúkast til tað nógva. Teir 20.000 før- oyingarnir, sum hava valt ella líðandi fest røtur har, ráða vit ikki fyri. Hvussu danir fara við teimum, ráða teir fyri. Hatta var enn eitt ljótt útspæl av teimum fyri at ræða. Lágt ríða teir. Ann- ars haldi eg, at landsstýrið eigur at fáa teir at siga okk- um, hvussu teir eru skrá- settir, og hvønn teir skráseta sum føroying ella gita teir bara? Fyri góðum hálvum ári síðani kom ein av mínum yngru vinmonnum til mín og spurdi, um eg kendi Virgar Dalsgaard. Mítt svar var: »Eg havi ongantíð hitt hann, men hoyrt skilafólk siga onkra ótrúliga søgu um mannin. Tá ið eg so spurdi meir, fekk eg altíð svarið: »Honum sigst ikki frá, hann skal upplivast««. Maðurin hevði verið til onkran politiskan fund í Føroyahúsinum, har Virgar hevði havt orðið og millum mangt annað umrøtt meg sum kommunist. Hann hevði hildið mannin antin vera ávirkaðan av drøgg ella sansaleysan. Nú skilt hann alt betur. Tað man Ulrik Høy eisini hava skilt, men hann hevði brúk fyri einum tøkum tápulingi. Steinbjørn B. Jacobsen