Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri i: Blaðfólk: Ljósmyndari: Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 11820 Jan Múller | Dagny Joensen, Jens Kristian Vang Sp/ Sosialurin Telefax. 14720 | Áki Bertholdsen, Bústaður: Eiríkur Lindenskov Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen | Turið Kjølbro e-mail: post &sosialurin.fo Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Térshavn Lysingar og søla: | Jonhard Hammer | Internet: www.sosialurin.fo Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur: Landskassaskuldin Heilsu- og almanna- mál „gloymd“ í SvF Oddagrein Í gjár byrjaði valstríðið av álvara. Startskotið var fundur i Læraraskulahøllini, sum fleiri skúlar í Havn hevdu tikið stig til. Har vóru umboð fyri allar flokkar. Í gjårkvøldid legði sjónvarpið so fyri við tí fyrstu av fýra evnissendingum. Útvarpið hevur eisini sínar festu sendingar undan val- inum. Harumframt kemur alt tað nóg tilfarið í blødunum og so valfundir kring landið TAÐ er eingin ivi um, at hetta verður eitt sera spennandi val. Kanska serstakliga tí at her eru so mong stórmál, sum eru evni í valstríðnum - frá viðurskiftunum við Danmark til skipan av okkara egna samfelag SJÓNVARPIÐ legði í gjårkvøldid við eini sending um ríkisfelagsskapin. Eftir hetta koma tríggjar sendingar við hesum evnum: búskapurin, vinnu- málini og mentanin VÆL vitandi, at tíðin er avmarkað til fyrireiking, tá val verður skrivað út í ótíð og tað óhepna í, at tveir av journalistunum hjá SVF eru valevni, so halda vit kortini, at tað er ein skeiv avgerð ikki at taka evnið almanna- og heilsumál í eini evnis- sending. Hetta er eitt tað målsøkid, sum kanska viðvíkur hverjum einstøkum av okkum allar- mest. Nakað, sum hver einstakur er partur av frá vøggu til grøv. At hetta stóra málsokið ikki verður vidgjørt i evnissending í SVF er stórt spell fyri ikki at siga ein „skandala“. Sjónvarpið átti at lagt tvey av hinum evnunum saman ella tikið við eina fimtu sending. Vinnumál og búskaparmál kundu t.d. verið í eini og somu sending, um eingin møguleiki var fyri eini fimtu sending NETTUP almanna- og heilsumálini verða fyri so ómetaliga stórum broytingum nú vit fara inn í eina nýggja old. Pensiónirnar eru eitt stórmál. Hvussu megna vit at gjalda eina rímuliga upp- hædd til tað stødugt vaksandi talið av eldri fólk- um og hver skal gjalda? Hvussu útbyggja vit okk- araheimahjálparaskipan,heimasjúkrasystraskip- an, kommulæknaskipan osfr? Hvussu ætla vit, at sjúkrahúsverkið skal mennast? Hvat gera vit fyri at forða fyri tí læknatroti, sum tykist at gerast ein álvarslig hóttan í næstu framtíð. Hvussu skapar samfelagið brekaðum og eðrum, sum ikki eru fullfor, meguleikar fyri eini liviligari tilveru? RÆTT er tað, at vinnan er tann mekanisman, sum skal fáa samfelagshjólini at mæla. Men so ein- faldur er veruleikin heldur ikki. Tí eingin vinna var til vóru ikki nakrar aðrar mekanismur/um- stødur eisini til stedar í samfelagnum. Tí ber ikki til at síggja so banalt uppá eitt samfelag at gera alt upp í framleiðslu og krónum og oyrum. Hvussu var stætt við vinnununi, um ikki tað fanst ein góð samferðsla? Eitt gott sjúkrahúsverk, ein góð almenn tænasta á eim økjum, góður út- »ågvingarstovnar osfr.? VIT seta ikki henda spurningin, tí vit hervið vilja prioritera vinnuna lægri enn almennar tænastur. Vit vilja bert siga, at hesi tingini eru ófrávíkiliga tengd at hverjum ødrum. Tey hava hver sær eins stóran týdning og saman eru tey grundvellurin undir okkara vælferðarsamfelag. Hvussu kann pápin ella mamman fara til arbeiðis í tí fram- leiðandi vinnulivinum um tað ikki fær síni børn ansað, síni sjúku foreldur á sjúkrahús ella røktar- heim, síni bern í skúla osfr. At fyrigikla sær eitt vælvirkandi vinnulívssamfelag uttan ein hollan og vælmentan almennan sektor er burturvið Ti hevur SVF eftir okkara tykki tikið eina full- ra skeiva og misvísandi avgerð, tá evnið ;g heilsumál ikki er vigað nóg tungt it um í valstríðnum í sjón- Sosialurin minkar ikki Dimmalætting roynir at reingja veruleikan um landskassaskuldina. Blaðið fjalir veruleikan við stórari yvirskrift um uttunlandsskuldina, sum minkar í stórum. Men veruleikin um uttanlandsskuld landskassans er ein annar og hann verður væl goymdur Við stórum stavum skrivar Dimmalætting á framsíðuni í gjár, at uttanlandsskuldin minkar í stórum og blaðið heldur fram, at sambært bú- skaparfrødingum minkar mettoskuldin til útlandið við rúkandi ferð. Heldur gongd- in fram er skuldin burtur um fá ár, sigur blaðið, sum krógvar sannleikan í tí part- inum av greinini, sum er skrivaður við vanligum stavum Tá nettouttanlandsskuld- in verður uppgjørd, verða allar peningaognir føroy- inga uttanlands drignar frá bruttoskuldini hjá Føroyum, og soleiðis koma vit fram til hvat nettoskuld føroy- inga er uttanlands. Seinastu árini hevur gongdin verið tann, at bankin, sparikass- arnir og onnur, hava økt munandi um sínar ognir uttanlands Samstundis hava kommunur, almennir stovnar og vinnan goldið niður síni lán uttanlands. Hetta førir við sær at netto- uttanlandsskuldin = gerst minni. Men uttanlandsskuldin hjá landskassanum er 6- broytt. Øll vita og minnast, at í seinastu samráðingun- um millum donsku stjórn- ina og landsstýrið, varð av- talað, at spurningurin um at afturgjalda skuld lands- kassans til danska ríkis- kassan, skuldi takast upp í 1998. Enn hava ongar sam- ráðingar verið um hendan spurning. Sostatt er onki av hesi skuld afturgoldið enn. Og øll uttanlandsskuldin hjá landskassanum liggur sum kunnugt í danska ríkiskass- anum. Størsta heiðurin fyri, at netto uttanlandsskuldin er vorðin so nógv minni, eigur uttan iva Føroya Banki, saman við hinum peninga- stovnunum. Tað vil siga, at orsøkin til hesa gongdina liggur í tí, at Javnaðarflokk- urin saman við gðrum flokkum, vildi leggja rygg til og taka ábyrgdina av at bjarga bankunum og harvið føroyska peningakervinum Hetta hoyrdi Javnaðar- flokkurin nóg fyri upp und- ir løgtingsvalid i 1994. Ser- liga frå sambandsflokkin- um, ið segði seg hava loysn- irnar, men sum enn ongar loysnir hevur lagt fyri dagin. Istadin fyri at aftur- gjalda skuldina hjå lands- kassanum hevur sambands- flokkurin nytt nógvan pen- ing til eina fleirfalding av almennu umsitingini Tad, at nettouttanlands- skuldin minkar í stórum og við rúkandi ferð, kunnu vit bert takka teimum flokkum fyri, sum sýndu dirvi og áræði í árunum frá 1991 til 1994. A odda fyri teimum báðum samgongunum stóð Javnaðarflokkurin. So ein- falt er tað. Tann 15. apríl 1998 Vilhelm Johannesen So doyði huldumaðurin So hendi tað loksins, og eg hoyrdi meg siga >Gud havi lov« Knappliga sært tú blað- stjóran á >Tíðindablaðnum Sosialinum<, Jan Miller, koma fram á sjónvarps- skíggjan og kunngera, at nú verða eingi dulnevnd les- arabræv prentað í hansara blaði. Eisini í blaðheimin- um eru huldumenninir nú horvnir Mangan hevur verið kjak- ast um teir, tøvt í sama stað til onga nyttu, bara til for- argilsi og dálking av sinnin- um Tað er ikki tann ting í heiminum, hvussu ringt tað so enn er, at ikki okkurt kann førast fram sum for- svar fyri tað. Lat tað fara nú. Lat okkum líta frameft- ir. Sosialurin hevur so líð- andi ment seg hesi árini meðan Jan Miller hevur verið blaðstjóri. Hann hevur treiskur ligið á takinum. Hann hevur havt ein dreym um at gera eitt lesiverdugt blað fyri allar føroyingar Tað kendist sum hann tað kveldið setti krúnuna á verkið. Allar grundir eru fyri at takka honum fyri ar- beiði og ynskja honum til- „Í byin« hvonn hósdag í Sosialinum lukku. Eisini skal tað vera honum væl unt at koma til arbeiðis um morgnarnar, uttan at skula noyðast at lesa bæði gor og gall frá óneyndum lesarum Steinbjørn B. Jacobsen Tøkk Hjartaliga takka vit fyri synda samkenslu og alla hjálp, tå ið kæri maður mín, pápi, verfadir og abbi okkara HANS JÁKUP JOENSEN Klaksvík doyði og varð jarðaður. Takk fyri vitjanir, uppringingar og brøv, blómur og kransar, og fyri peningagávur til Svínoyar kirkju. Takk til Niels Paula Danielsen, prest, og Jóhannes Ellingsgaard, kirkjutænarar og bilførara, berarar og sangarar. Takk til skótarnar fyri beinasemi, og tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk tit mongu, sum saman vid okkum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað Familjunnar vegna Trinelena =