Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 16. APRÍL 1998 Uttan profilar sum Óla Johannesen og Julian Johnsson á B36-liðnum kann John Petersen verða maðurin, tíðindablaðið S0S2/U7 sum fer at skara nógv framúr í ár. Hann gjørdi bæði málini móti ÍF tyskvøldid Mynd: Ålvur Haraldsen 2 x John Petersen Fótbóltur: John Petersen gjørdi bædi målini, tå B36 vann 2-0 å IF z í steypadystinum tyskvøldid Við tveimum frálíkum mál- um syrgdi John Petersen fyri, at B36 vann steypa- dystin móti IF tyskvøldid 2- 0. Samstundis visti skåla- maðurin, at hann hevur stórri týdning fyri B36-liðið enn nakar annar einstakur spælari, kanska burtursæð frá spælandi venjaranum Tomislav Sivic, sum sjálv- andi eisini hevur sín av- gjørda tydning á vellinum eins væl og uttanfyri. Bæði málini hjá John Pet- ersen, eitt í hvgrjum hálv- leiki, vóru meir ella minni einmansavrik. „ Tað fyrsta kom, eftir at IF-málverjin hevði hálv- bjargað einum B36-skoti. i B6lturin endadi hjå John, sum inni f brotsteiginum sneiddi eini triggjar fugl- firðingar av sær, áðrenn hann sendi bóltin í málið. Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og inntil tá hevði dysturin verið rættiliga javnur við eini lítlari yvir- vág til heimaliðið. Aftan á málið kom eitt sindur meira friður yvir spælið, men eins og í dystinum millum HB og FS Vágar kvøldid fyri sást væl, at menn enn ikki eru komnir rættiliga í dystarvenjing. B6ltførleikin er enn ikki komin heilt upp á pláss, og fleiri sendingar, sum sóu lættar út, endaðu, har piparið grør. Dysturin varð eisini merktur av teimum mongu frispørkunum, sum bæði liðini vóru líka góð um at gera. Ikki fyrr enn í seinna hálvleiki kom rættilig ferð á tey gulu kortini, men eis- ini í fyrra hálvleiki kundi onkur fingið eina ávaring uttan at mótmæla. Bjargaði á strikuni Stutt eftir málið hjá B36 var um reppið, at IF kom upp á javnleik, men lobbið upp um málmannin varð spark- að burtur á strikuni. Tað var størsti møguleiki, fuglfirðingar høvdu í dyst- inum, og í seinna hálvleiki vóru teir sjáldsamir gestir í B36-brotsteiginum. Eins og í dystinum móti TB á Tvgroyri fyri páskir byrjaði leikandi B36-venj- arin uttanfyri. Tyskvøldid kom hann inn í byrjanini av seinna haivleiki, og tað gav John Petersen leggur her B36 á odda 1-0. Høgni H IF i år, ger sitt itarsta fyri at verja ansen, sum er komin úr HB til Mynd: Alvur Haraldsen eitt sindur meira hugflog yvir B36-spælid. Holini i IF-verjuni vórðu væl brúkt, men trupulleikin var fram- vegis, at sendingarnar vóru ov óneyvar. Bartal, Torkil og liðskip- arin Torstein spældu væl í verjuni hjá IF og fingu fatur á nógvum. Torstein var heppin ikki at fáa reyða kortið, tá Jens Kristian Han- sen (hevur yvirtikið liðskip- arabandið frá pensioneraða beiggjanum Tummas Eli) setti ferð á og var á veg igjøgnum, men varð steðg- aður óregluliga. Hann fekk reyða kortið, men Lassin mistók seg og helt, at hann hevði eitt gult frammanund- an, og vísti honum tí reytt. Tað varð so broytt til gult — eitt av mongum, sum komu í seinna hálvleiki. Tá hevði John Petersen longu skorað sítt næsta mál og avgjørt dystin. Ein lang ur bóltur varð sendur heilt fram til baklinjuna, har John sera kaldur prikadi bóltin framvið einum IF-verjuleik ari, sum kom stórleypandi og sendi bóltin í netið til 2 0. Tá hevði B36 havt eitt áhaldandi trýst ella seinni mátti geva úrslit Egil Zachariasen í nýggi pollendingurin í Il álopinum fingu ikki nógv at arbeiða við í seinna hálv leiki, men póllendingurin vísti, at hann er sterkur í luftspælinum B36-álopsparið Jákup á Borg/John Petersen kann sum fyri blíva áhugavert at fylgja við seinni í ár, tá kappingin er meira útliðin. Tyskvøldid var tað tó fyrst og fremst John Petersen, sum glógn aði 1 Hans Jákup bardist um medalju Judo: Hans Jákup Jacobsen úr Havnar Judofelag var um páskirnar rættiliga nær við at vinna medalju í stórari altjóða judokapping í Danmark Um páskirnar hava fimm ungir føroyskir judoíðkarar luttikið í eini altjóða kapping í Danmark. Tað vóru Hans Jákup Jacobsen, Gunnar Han- sen og Christoffer Olsen úr Havnar Judofelag, og Oddur Olsen og Jan Pet- ersen úr Klaksvíkar Judofelag, sum tuttóku í Limfjords Cup 98. Hetta er ein stór al- tjóða judokapping, har 260 luttakarar úr Dan- mark, Noreg, Svøriki, Finlandi, Íslandi, Føroy- um, Hollandi og Týsk- landi vóru við. Niels Jákup Dala- brúgy, sum var ferða- leiðari á ferðini, sigur seg vera sera væl nøgd- an við føroyska avrikið í kappingini. — Hetta var aðru ferð, vit luttóku í hesari kapp- ingini, og vit vistu, at hetta er ein herð kapp- ing, so vit kundu ikki gera okkum vónir um at gera okkum galdandi. Men tað gjørdi vit kortini! Fimtan ára gamli Hans Jákup Jacobsen úr Havn kom nevniliga so mikið langt, at hann dystaðist um bronsu- merkið, men tapti dyst- in. Hans Jákup vann tveir teir fyrstu dýstirnar og kom sostatt at dystast í at náa finaluna. Men tann dystin tapti hann, so hann fekk møguleik- an at dystast um bronsu- merkið í staðin. Eisini henda dystin tapti hann, so tað bleiv íkki til nakra medalju hesu ferð, hóast tað var nær við. Men Hans Jákup er ungur enn, so hann fær óivað fleiri møguleikar at gera seg galdandi. Hjá Gunnari, Oddi, Jan og Christoffer gekk eisini heilt væl í fleiri dystum, men teir taptu allar sínar dystir hesu ferð. Í fjør vann Gunnar ein dyst, men tå aðist hann í ti yngra bólkinum. Kappast verður í tveimum bólkum: Dreingjum og ungling- um. Innan hesar bólkar eru luttakararnir so býtt- ir upp í vektbólkar. Hans Jákup og Christ- offer luttóku í dreingja- bálkinum, meðan Gunnar, Oddur og Jan luttóku í unglingabólk- inum. sk Her er tad Oddur Olsen, sum roynir seg i einum dysti Mynd: Sofus Johannesen Sosialurin å netinum www.sosialurin.fo