Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið SSS2lurin Nr. 70 — 16. APRIL 1998 Teir spiltu møguleikarnir Vit hoyra tað aftur og aftur Búskapargongdin er vend Fólkaflytingin er vend. Tað er vorðið betri at vera før- oyingur í Føroyum. Sam- felagið er bent á rætta kós. Hetta er boðskapurin hjá sitandi samgongu. Hóast politiskt ósamdur, so vildi eg fegin róst sitandi sam- gongu, um nakað sakligt grundarlag var fyri at gera tað. Tíverri havi eg ikki funnið nakra orsøk til tað enn — tvørturim6ti. AR hevur verid til vildar Sannleikin er, at vit hava neyvan nakrantid havt so góðar møguleikar at fremja veruligar politiskar og bú- skaparligar broytingar, sum seinastu 4 árini. Allar tær ytru umstødurnar hava verið til vildar, og tað eru tær sum eiga æruna fyri, at tølini síggja eitt sindur betri út nú: Danska stjórnin slepti sínum krøvum, eftir at danski fíggjarheimurin var bjargaður. Vinnulívið varð sanerað. Náttúran var til vildar, tá toska- og hýsu- stovnurin komu fyri seg skjótari enn væntað. Fiska- prisurin á europeiska marknaðinum hevur verið methøgur. Og altjóða rentan hevur verið metlág. Politisk naggatódn Tað kundi verið ein nýggj byrjan. Tann ovurhøgi prís- urin, sum vanligi føroying- urin rindaði í búskapar- og bankakreppuni kundi verð- ið goldin bara eitt lítið sind- ur aftur, seinastu 4 árini. Vit kundu havt brynjað okkum til framtíðina. Bara tað, at toska og hýsufiskiskapurin er trífald- aður, átti at havt merkt eina framgongd í føroyska bú- skapinum, ið er minst dup- ult so stór sum tann vit hava havt. Føroya Banki hevur eftir almennu innspræningarnar aftur eina styrki til at læna pening til burðardyggar íløgur. Hartil hava vit ein Framtaksgrunn, sum kundi verðið brúktur at styrkja fløgurnar, um teir politisku karmarnir vóru greiðir. Men tíverri eru ongin po- litisk stig tikin til at brynja okkum frameftir. Ongir karmar eru settir, sum kunnu fáa tann privata kapi- talin at gera fløgur. Onki er sett til viks at gjalda skuld við. Onki er sett av til at styrkja um vælferðarsam- felagið og onki er sett til viks at standa ímóti við, um tær ytru umsteðurnar versna. Vit hava mist 6- metalig virðir av landinum, orsakað av klandri, sjálv- drátti og vantandi sam- vinnu. Menningarætlanir krevjast Tad er litid sannlikt, at fiskastovnarnir og altjóða rentan fer at laga seg so væl komandi árini. Tí noyðist vit nú at sleppa 80' ara poli- tikkinum. Vit mugu taka fulla ábyrgd av landinum og fara undir at gera menn- ingarætlanir fyri vinnulívið. Kappingin um at fáa pengar úr Danmark og pengar úr landskassanum, skal skift- ast út vid samstarv og sam- skipan millum politisku myndugleikarnar, vinnuna og figgingarstovnarnar. Bert soleidis fåa vit trygg- ar karmar undir eitt fjøl- broytt vinnuliv, har tann privati kapitalurin torir at gera íløgur, tí tað loysir seg. Tað er nú vit skulu byggja land. Høgni Hoydal, Tjóðveldisflokkurin Varandi loysnir — Tjóðveldisflokkurin Alsamt fleiri ásanna, at rikisrættarliga stóða Føroya er ein vavgreytur. Seinastu árini er prógvað ferð eftir ferð, at vit hava livað í ein- um ábyrgdarleysum og 6- tryggum samfelag, sum hevur rakt tey veikastu meinast. Føroyingar hava seinastu árini verið bundnir niður av politiskum kreppu- tiltøkum, sum hava havt við sær, at fleiri tåsund føroy- ingar vóru noyddir at fara frá húsi og heimi. Ongin hevur álit á hesi samfelags- skipan - hvørki í Føroyum, Danmark ella í útheiminum. Búskapurin og vinnulívið í Føroyum er við tíðini vor- ðin alsamt meira avlagað, so hvert sum peninga- streymurin år Danmark er øktur. Føgru orðini um, at hetta er hjålp til sjålvhjålp, halda ikki. Avleidingin hev- ur stutt sagt verið, at vinnu- lívið í stóran mun als ikki hevur staðið á egnum bein- um, men hevur einans hórað undan, tí almennur rakstar- stuðul hevur verið latin. Á henda hátt hevur vinnulívið ongar tryggar karmar havt at menna seg undir. Legtingsvalið 30.april 1998 er ógvuliga týðandi fyri framtíðar stóðu Føroya. Føroyingar eru nú í tí stóðu, at allur "blokkurin” fer aftur til Danmarkar. Í dag gjalda føroyingar umleið helming- in av "blokkinum” f rentum til Danmarkar, og tå føroy- ingar longu í hesum árinum eisini skulu gjalda avdráttir, so fer allur "blokkurin” aft- ur til Danmarkar. Sostatt er púra greitt, at "blokkurin” ikki longur figgjar so- nevndu vælferðina í Fer- oyum. Tjóðveldisflokkurin bjóðar seg fram til at endur- reisa samfelagið á nýggjum grundvelli. Vit ynskja eina skipaða loysing millum Føroyar og Danmark. Før- oyingar gera sær egna grundlóg og fara síðan til samráðingar við danir á jøvnum føti. Í hesi stóðu eru tað føroyingar, og ikki danir, sum seta treytirnar. Sambært altjóða fólkarætti og ST-reglum kunnu vit krevja eina skipan, sum ger, at “blokkurin" verður brúktur at gjalda skuld til danska statin. Í eini búskap- arligari tiliagingartíð (6-8 ár) verður dentur lagdur á at vinna stórri inntøkur til føroyska samfelagið við at endurnýggja vinnulívið og gera itøkiligar menningar- ætlanir fyri alt samfelagið. Tjóðveldiflokkurin bjóðar seg fram til at skipa eitt føroyskt demokratiskt samfelag, har øllum borgar- um verður tryggjad grund- leggjandi og javnbj6dis rættindi - rættindi, sum ríkisfelagsskapurin = við Danmark ikki hevur megn- að at tryggja. Føroyska grundlógin verður saman við gllum góðum kreftum í okkara landi drívmegin fyri eini po- litiskari, vinnuligari, bú- skaparligari, sosialari og mentanarligari endurny ggj- an. Vilt tå byggja land saman vid Tjóðveldisflokkinum og finna varandi loysnir fyri hin einstaka og samfelagið alt, so hevur tå møguleikan nú. Súni í Hjøllum Tjóðveldiflokkurin Eysturoy Flogvøll i Sandoynni Róligur, Sámal Matias. Greinin er ikki full av á- byrgdarleysum valfleski, men heldur ein undran á, hvussu vit avgera og grund- geva fyri tjóðarmennandi íløgum i Føroyum. Flogvøllur Føroya er aft- ur å skrånni og eingin skal vera f iva um, at eg meti eina nybygging, ella uppi- bygging av flogvølli í Før- oyum vera eina tjóðarmenn- andi fløgu og ikki eina 10- kala ætlan fyri Sandoynna, Vágoynna, Suðurstreym ella onkran fjórðan við. Til at enda sum lokal- politisk kastibløka er málið av alt ov stórum týdningi. Trygdin Lat meg tí byrja-við tí mest grundleggjandi í sambandi við at flúgva. Tað er trygd- in fyri at fara á flog, at flúgva, og at lenda aftur, uttan at tú ella tíni eru í óneyðugum vanda fyri 6- happi. Hetta er mín fremsta og einasta treyt sum brúk- ari av flogferðslutilboðnum. At betra um flúgvitrygd- ina er mest umráðandi evni í øllum kjakinum um Flog- vøll Føroya. Ikki fyrr enn í aðru atløgu kemur kjakið um ferðasambandið til flog- vøllin. Grundgevingar Havi einki ímóti at verandi flogvøllur verður har hann er, men ein uppíbygging ella nýbygging av flogvølli kann ikki koma upp á tal, fyrr enn vit við vísundalig- um kanningum hava stað- fest, hvar best er at leggja flogvøllin. Undir øllum um- stødum snyr tad seg um eina risafløgu fyri Føroyar, tess meira neyðugt at avgerðin er tann rætta. At eg havi hoyrt ein flog- skipara siga mær at besta staðið í landinum til flog- vøll er vestan fyri á Sand- oynni, ella at eg meti at lendið har sær slætt og gott út, ella at eg havi hoyrt eldri menn greiða frá at mjørki sjáldan legst í Søltuvik, eru øll góð målslig argument, men eingin haldgóð vís- undalig grundgeving fyri at nýggjur flogvøllur skal byggjast í Søltuvik. Við ðrum orðum, eins góð og eins vánalig argument, ið higartil hava verið vend í kjakinum um Flogvøll Før- oya. Kjakið er farið av sporin- um. Vit mugu bróta upp úr nýggjum. Gera kanningar av møguligum flogvallar- lendum í Føroyum. Um flogvgllurin at enda skal liggja í Vágum, í Sandoyni, á Glyvursnesi ella í Kunoy, má fakkunnleikin gera av og finna tryggasta og best egnaða lendið til Flogvøll Føroya. Nú og í framtíðini skulu vit taka avgerðir um lands- politiskar fløgur, sum byggja á fakligt skynsemi, kvalitet og framskygni. Alt annað er ábyrgdarloysi móti komandi ættarliðum. Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldisflokkurin 2 BO 2 SO 2 #0 4 0 BR EO IB #8 0 #2 Bo (7 frammanundan. Tryggja tær tín rætt| * Ráðgeving * Búgvviðgerð + Endurgjaldskrøv * Sáttmálar * Arvur og skifti * Incasso + Ognarhandil * Hjinabandsmål + Rættarmål * Partafeløg * Tryggingarmál | + Revsimål Kostnaðurin? Kom inn og lat okkum tosa um málið og prísin ÆDVOKATARNIR Demmus Hentze og Turið Debes Hentze E. Jalsgota 1 tif.: 11460 - fax 18164 J)